fríggjadagur 11. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 71 - 11. apríl 2003
Nr. 71 - 11. apríl 2003
5
– Tað skal grundgev-
ast øgiliga væl, um vit
skulu steðga við
byggingini í Vallalíð.
Hetta fer at merkja
stórar broytingar í
bygginginum – eisini
langt aftur í tíðini,
sigur Heðin Morten-
sen
BYGGING
Heri á Rógvi
Málið um byggingina í
Vallalíð fær eftir øllum at
døma eftirspæl, líkamikið
hvør niðurstøðan hjá Løg-
málaráðnum verður.
Málið byrjar við, at
grannarnir í Vallalíð, har
Tórshavnar
kommuna
byggir eitt heim til minnis-
veik. Stórt trot er á tílíkum
heimum, og grannarnir
leggja eina við, at hetta
einki hevur við tað, at talan
er um minnisveik, at gera.
Spurnartekin verða sett
við, um Tórshavnar komm-
una
hevur
heimild
at
byggja eitt tílíkt heim á øki-
num, tá økið er eitt A1
økið.
Síðani er málið farið víð-
ari til Oljumálaráðið, ið
hevur byggimál um hendi.
Har verður greitt sagt, at
Tórshavnar kommuna ikki
hevur heimild at byggja
heimi á einum A1 øki, og
byggingin skal steðgast.
Men Tórshavnar komm-
una ætlar ikki at steðga
byggingini.
Málið er nú hjá kommu-
deildini í Løgmálaráðnum.
Áðrenn páskir
Hilmar Høgenni, ið hevur
við kommunumál at gera í
Løgmálaráðnum, sigur, at
teir ætla at hava avgreitt
málið áðrenn páskini.
– Taka vit eina endaliga
avgerð, so er tað eisini ein
endalig fyrisitingarlig av-
gerð, sigur Hilmar Høg-
enni.
Tórshavnar
kommuna
hevur møguleikan at fara í
rættin við málinum. Somu-
leiðis kann Oljumálaráðið
fáa eitt fútabann móti bygg-
ingini, um so er, at tað
verður neyðugt.
Landsstýrismaðurin, og
tað er Høgni Hoydal í hes-
um førinum, kann eisini
áseta dagbøtur til býráðs-
limirnar í Tórshavnar býráð
sambært Løgtingslóg nr. 87
frá 17. mai 2000 um komm-
unustýri, heldur kommunu-
stýrið seg óvirkið mótvegis
lógarásettum skyldum.
Góðar grundgevingar
Varaborgarstjórin og for-
maðurin í Byggi- og býar-
skipanarnevndini hjá Tórs-
havnar býráði, Heðin Morten-
sen, sigur, at tað skal
grundgevast øgiliga væl,
um Tórshavnar kommuna
skal gevast við byggingini í
Vallalíð.
Hann vil kortini ikki
siga, hvørji stig tað kann
hugsast, at kommunan tek-
ur, hevur Løgmálaráðið
somu støðu sum Oljumála-
ráðið.
– Tá ein avgerð kemur frá
Løgmálaráðnum
verður
hetta viðgjørt á býráðs-
fundi, sigur Heðin Morten-
sen.
Hann ger eisini greitt, at
Tórshavnar kommuna ikki
góðtekur boðini um at
steðga byggingina í Valla-
líð.
– Eg haldi, at Oljumála-
ráðið er í villareiði. Vit
hava bygt eftir hesum leisti
í fjøruti ár, og tað snýr seg
um nógvar byggingar – eis-
ini hjá tí almenna. Vit hava
sæð, at tað er ein stórur
tørvur á heimum, og hetta
royna vit at loysa við hes-
um, sigur Heðin Morten-
sen.
Og tann møguleiki, sum í
hesum førum eitur dagbøt-
ur, er Heðin Mortensen ikki
so bangin fyri, og hann
heldur ikki, at málið kemur
hartil, hóast tað kanska
hevði verið gagnligt at
fingið málið roynt í rætti, tí
talan nú er um reint jura,
heldur hann.
– Eg kenni bara eitt mál í
Danmkark, har býráðslimir
hava fingið álagt dagbøtur.
So tað kann vera, at vit
verða teir næstu í ríkinum,
sigur Heðin Mortensen.
Mentanarhúsið í
Fuglafirði fer at hýsa
einum undanumfari
og finaluni í Ársins
Songrødd. Um viku-
skiftið verður kappast
í Miðvági
SONGRØDD
Heri á Rógvi
Í kappingini at finna ársins
bestu songrødd eru nakrar
broytingar gjørdar. Tað fyr-
sta umfarið hevur verið í
Havn, men nú verður um-
skipað eitt sindur fyri nøk-
ur av teimum komandi um-
førunum.
Tað er nú avgjørt, at final-
an
»Ársins
Songrødd
2003« verður í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði tann
24.mai.
Ætlanin var, at finalan
skuldi verið ikki so langt
burturi – nevniliga í høllini
á Kambsdali. Fyrireikarar-
nir og Mentanarhúsið hava
eisini gjørt avtalu um, at
innleiðandi umfar fyri eyst-
uroynna eisini skal vera í
Mentanarhúsinum, og hetta
umfarið verður tann 3.mai.
Sum áður nevnt, so verður
finalan hildin tann 24.mai
sama stað.
Mark Joensen, fyrireik-
ari, sigur, at teir hava tikið
hetta stigið fyri at fáa
góðskuna so góða sum
gjørligt.
– Mentanarhúsið í Fugla-
firði er eitt frálíkt stað, og
vit vilja hava so góðar
karmar sum gjørligt, sigur
Mark Joensen.
Ikki eins nógv rúmast í
Mentanarhúsinum sum í
ítróttarhøllini, men hetta
má mann so víkja fyri
góðskuni, heldur Mark
Joensen.
Býta um
Undanumfarið fyri Vágar-
nar og umfarið fyri Eystur-
oynna, sum altso nú verður
í
mentanarhúsinum
í
Fuglafirði, hava býtt um
pláss. Allir luttakararnir í
Vágunum
hava
longu
fingið boðini.
Sostatt verður komandi
leygarkvøld tann 12.apríl
næsta umfarið í Ársins
Songrødd
í
Bygdarhúsinum í Miðvági.
Tiltakið byrjar kl. 23.30 og
endar kl. 03.30.
Ársins songrødd 2003 fær,
umframt heiðurin, tíggju
túsund krónur. Nummar
tvey og trý fáa ávíkavíst
fimm- og trýtúsund krónur.
Og so skal tað eisini við,
at Guðrun Sólja Jacobsen í
2001 tryggjaði sær sigurin í
kappingini, um tað kann
freista nøkur.
Broytingar í
Ársins songrødd
Jákup Jacobsen og Ragnhild Ellingsgaard frá Ársins Songrødd
og Samson Nesá frá Mentunarhúsinum í miðjuni. Bæði
finalan og undanumfarið fyri Eysturoynna verða í Mentunar-
húsinum.
Fimm undankappingar eru eftir. Stóri áhugin í
høvuðsstaðnum ger, at eitt umfar afturat verður í Bad-
mintonhøllini 10. mai. Finalan verður 24. mai. Rað-
fylgjan er hendan:
MIÐVÁGUR, Bygdarhúsið
12.apríl
HVALBA, Roynhøllin (2. Páskakvøld)
21.apríl
FUGLAFJØRÐUR, Mentanarhúsið
3.mai
HAVN, Badmintonhøllin (2. umfar)
10.mai
KLAKSVÍK, Kí-høllin
17.mai
Undankappingarnar
Nationalbanken hevur útgivið ein nýggjan danskan 200
krónuseðil. Hesin er rættiliga meinlíkur tí gamla. Sjón-
leikarin Johanne Luise Heiberg er framvegis myndað á
seðlinum, sum hevur eisini hevur eina løvu avmyndaðu.
Tað er av trygdarorsøkum, at hesin seðilin verður út-
givin. Øll serian av seðlum verður útskift, og hetta er
eisini orsøkin til, at ein nýggjur føroysku hundrað-
krónuseðil varð útgivin fyrr í ár. Seinni verða eisini hin-
ir føroysku seðlarnir útskiftir.
Gomlu donsku tveyhundraðkrónuseðlarnir eru fram-
vegis galdandi, men verða inndrignir sohvørt.
– HR
Nýggjur 200
Nýggi danski
tveyhundraðkrónuseðilin.
Ikki uttan stríð
Í Vallalíð verður arbeitt enn, og tað skal nógv til, um
Tórshavnar kommuna skal steðga við byggingini.
Mynd: Jens Kristian Vang.
- Samskifti er alla tíð-
ina á embætismanna-
støði millum føroysk-
ar og kanadiskar
myndugleikar um
stongsulin í Kanada
og føroysku veiði-
møguleikarnar har
yviri, sigur Jacob
Vestergaard
STONGDAR HAVNIR
Vilmund Jacobsen
Í eitt heilt ár hava kanad-
iskir myndugleikar noktað
føroyskum
fiskiskipum
atgongd
til
kanadiskar
havnir. Hetta hevur ført til,
at føroysku rækjuskipini,
sum fiska á Flemmish Kap,
hvørki kunnu leggja veið-
ina upp har yviri longur, ei
heldur skifta manning. Fær
eitt
føroyskt
rækjuskip
maskinskaða á Flemmish
Kap, kann tað ikki sleipast
til lands í Kanada, men
noyðist longu leiðina heim
til Føroya. Einastu at-
gongdina, føroyskir fiski-
menn hava í Kanada, er við
havarí. Somuleiðis er eydn-
ast fiskimonnum, sum eru
vorðnir sjúkur umborð, at
sleppa undir læknahond í
Kanada. Tað hendi herfyri,
tá ið ein av manningini
umborð á rækjuskipinum,
Høgafossi, gjørdist sjúkur.
Tá flutti ein kanadisk
bjargingartyrla mannin til
lands.
Missa ein túr
Stongsulin hevur ført við
sær, at føroysku rækjuskip-
ini, sum kanska eru komin
higar til lands einaferð um
árið, nú noyðast heim til
Føroya einar 5 ferðir um
árið.
- Eg havi skilt, sigur Ja-
cob Vestergaard, fiskimála-
ráðharri, at føroysku skip-
ini soleiðis missa ein heilan
túr um árið.
Orsøkin til stongsulin í
Kanada, er sambært kanad-
iskum myndugleikum, at
føroysk rækjuskip ikki hava
gingið undir treytirnar fyri
veiði í altjóða sjógvi á Grand
Bank, sum NAFO setir.
Stríðið hevur staðist av, at
NAFO ikki hevur tillutað
Føroyum tey veiðirættindi,
sum føroysku rækjuskipini
sambært søguligum veiði-
tølum halda seg eiga har
yviri.
Føroyska kvotan á Grand
Bank røkkur nevniliga bert
til nøkur heilt fá tons til
hvørt av føroysku rækju-
skipunum.
Og tað halda føroyingar
vera órættvíst, tá ið vit vóru
millum teir fyrstu, ið byrj-
aðu at fiska rækjur í altjóða
sjógvi á Grand Bank.
Kemur ikki
Í samband við stóru fiski-
vinnustevnuna, sum verður
í Runavík um mánaðar-
skiftið, apríl/ mai, bjóðaði
Jacob Vestergaard fleiri
fiskimálaráðharrum – og
har ímillum tí kanadiska –
til Føroya.
Men kanadiski fiski-
málaráðharrin kemur ikki á
hesum sinni.
Jacob Vestergaard sigur,
at kanadiski fiskimálaráð-
harrin ynskti at koma til
Føroya nakrar dagar fyri
fiskivinnustevnuna, nevni-
liga 24. apríl, men seinni
kom so aftur ein fráboðan
úr Kanada um, at tað heldur
ikki lá fyri hjá honum at
koma higar til lands tá.
- Men eitt annað høvi at
tosa saman er fyri framm-
an, tí 16.-18. juni verður
fundur
millum
norður-
atlantisku
fiskimálaráð-
harrarnar í Halifax í Kana-
da. Hetta er ein fundur, sum
er á hvørjum ári, og hann
skiftir millum londini, sigur
Jacob Vestergaard.
Hómar ein linna
Landsstýrismaðurin sigur,
at ein linni er at hóma í
samband við stongsulin í
Kanada, men hann ásannar,
at enn eru viðurskiftini
millum londini tíverri ikki
komin uppá pláss.
- Og hetta er sera ó-
heppið, heldur hann.
Jacob ivast í, hvussu um-
ráðandi tað er hjá okkum
føroyingum at halda fast
um søguligu rættindini, vit
meta okkum at eiga á
Grand Bank, tá ið av-
leiðingin er, at Kanada
steingir sínar havnir fyri
føroyskum fiskiskipum.
- Spurningurin er, um tað
vit fáa tillutað í okkara part,
ikki kostar meira, enn hesi
rættindi geva okkum.
Jacob ásannar, at tað
verður stríggið hjá okkum
føroyingum at fáa tey
rættindi, vit halda okkum
eiga á Grand Bank.
- Og seta vit okkara egnu
kvotu á leiðini, er ikki
væntandi, at stongsulin fær
nakran enda, leggur hann
aftrat.
Hann sigur, at tað, sum
føroyskir
myndugleikar
hugsa sær í eini loysn av
trætuni, er, at føroysk
rækjuskip fáa nøkur rætt-
indi í kanadiskum sjógvi
afturfyri, at vit lora í krøv-
unum um Grand Bank.
- Men eingin endalig
avtala verður gjørd um slík
viðurskifti uttan í samráð
við føroysku rækjuvinnuna.
Jacob sigur tó, at tað eru
ávís tekin í vinnuni um, at
hetta kanska er ein gongd
leið burtur úr trætuni.
Uppfylla krøvini
- Vit hava roynt at uppfylt
tey krøv, ið kanadiumenn
hava sett, og í hesum sam-
bandi hava vit ikki loyvt
føroyskum rækjuskipum at
fiska aftur á Grand Bank,
síðan kanadiskir myndug-
leikar avgjørdu at steingja
havnir sínar fyri okkara
fiskiskipum.
Somuleiðis
hava vit uppfylgt krøvini
um eygleiðara umborð á
rækjuskipunum.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hesi stig hava verið
við til at linna um viður-
skiftini, men hann ásannar,
at enn er ikki komið undir
land.
Jacob Vestergaard skilir
tó væl, at rækjuskipini – í
teirri støðu, tey eru í –
leggja trýst á landsstýrið og
vilja sleppa innaftur á
Grand Bank at fiska.
- Men viðurskiftini mill-
um føroyskar og kanadiskar
myndugleikar mugu loys-
ast, og loysnir finnast bert
við
semjum,
sigur
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum.
Linni at hóma millum
Føroyar og Kanada
Tað hevur staðið á hjá
Havsbrún í Fuglafirði
at tikið ímóti øllum
svartkjaftinum, sum
føroysku skipini fáa
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Skipini, sum royna eftir
svartkjafti suðuri við oynna
St. Kilda, hava rættiligan
rokfiskiskap.
Næstsíðsta
túr
fekk
Tróndur í Gøtu heili 1900
tons í eitt samdøgur!
Stendur á
Á Havsbrún í Fuglafirði
hevur í seinastuni staðið á
at tikið ímóti øllum svart-
kjaftinum, sum føroysku
skipini hava fingið, og tí
noyddust Tróndur í Gøtu og
Høgaberg herfyri til Íslands
við veiðini.
Jákup Oluf Joensen á
Havsbrún sigur, at svart-
kjaftafiskiskapurin í sein-
astuni hevur verið so góður,
sum sjáldan – ella ongantíð
- áður.
- Fiskurin gongur skjótt
norðureftir, og tá ið líður
nakað út, verður hann í før-
oyskum sjógvi, sigur hann.
Fyrr í vikuni landaði
Norðborg 2.000 tons í
Fuglafirði, og hósdagin
landaði Kristian í Grótinum
somuleiðis 2.000 tons.
Bæði skipini vóru full-
fermd eftir stuttari roynd.
Skipini hava eitt sam-
døgur til leiðirnar við St.
Kilda.
Krúnborg á veg
Á Havsbrún vænta tey
Krúnborg aftrat hesa vik-
una. Teir høvdu 2.000 tons í
gjáramorgunin og verða
væntandi á Fuglafirði í dag.
Jupiter hevur landað í
Írlandi í vikuni. Teir vóru
eisini fullfermdir, 1500
tons av svartkjafti.
Jákup Oluf Joensen sig-
ur, at tað stóð ikki á hjá
Jupiter at sleppa av við
hesa lastina í Írlandi.
Svartkjaftaskipini hava rokfiskiskap við St. Kilda
Svartkjaftaskipini rokast á leiðunum við St. Kilda.. - Í løtuni er so nógvur svartkjaftur at fáa sum sjáldan – ella ongantíð - áður,
sigur Jákup Oluf Joensen á Havsbrún
- Vit hava roynt at uppfylt tey krøv, ið kanadiumenn hava
sett, og í hesum sambandi hava vit ikki loyvt føroyskum
rækjuskipum at fiska aftur á Grand Bank, síðan kanadiskir
myndugleikar avgjørdu at steingja havnir sínar fyri okkara
fiskiskipum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum.
C
M
Y
K
5
4