fríggjadagur 11. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 71 - 11. apríl 2003
Nr. 71 - 11. apríl 2003
7
Guðrun ikki kemur sær í
óføri. So nú gongur alt
ígjøgnum hendan fyriskip-
aran og hann leggur so alt
til rættis.
Men tá ið fólk ringja til
hennara, er tað eisini ringt
hjá henni at vísa til fyri-
skiparan alla tíðina.
– Onkusvegna haldi eg,
at tað ljóðar so hástórt av
mær at vísa til ein fyri-
skipara. Eg eri bangin fyri,
at nú fara fólk at siga, at eg
haldi meg vera. Hetta ligg-
ur slett ikki til mín og eg
vóni ikki, at eg nakrantíð
komi at ljóða um prima-
donna. Eg vil fegin blíva
verandi tann, eg eri og
varðveita tey vinfólk eg
havi. Tað er umhvørvið, ið
eg eri sprottin úr, sum hev-
ur gjørt meg til tann, eg eri,
og tað vil eg ikki bróta við,
sigur Guðrun.
Men skal ikki fløkja
koma í alt, er tað neyðugt at
hava ein fyriskipara. Tí eg
dugi ikki ordiligt. Tað verða
ov nógv "kanska" og "vissi
tað liggur fyri". Tað er ringt
at skera ígjøgnum og tí er
tað øgiliga gott at hava ein
fyriskipara, sum heldur skil
á øllum fyri meg.
Hon sigur, at hon hevði
ikki kunna ímynda sær
allan ehndan hávan í bleiv
av kappingini.
– Tá ið eg meldaði meg
til kappingina vónaði eg, at
kanska onkur fekk eyga á
meg og kanska eg fekk
møguleikan at royna meg í
onkrum kóri, ella okkurt
sovorði.
Ístaðin fyri at fáa møgu-
leikan í einum kóri, endaði
tað við, at hon, meiri enn
nakað annað, megnað iat
savna alla føroysku tjóðina,
bæði burturi og heima og at
blíva eitt tað kendasta
navnið í ríkinum.
– Tað er ein deilig kensla.
Og tað er vælsignað at hava
fingið okkurt positivt at
hugsa um í hesum døpru
tíðum
Finalistar til Føroya
Men hvat fyriskiparin hev-
ur í skjáttuni til Guðruna,
veit hon ikki so nógv um
enn.
Men konsertferðin byrjar
longu í dag, tá ið Guðrum
skal syngja á tveimum
tiltøkum.
– Síðani skal eg syngja á
einum stórum vælgerðandi
tiltaki í Forum, til frama
fyri krígsoffrini í Irak. Har
fer hon at syngja "Hero" og
har verða mong onnur av
fremstu
tónleikarum
í
Danmark við, eitt nú Sanne
Salomonsen.
Annars hevur tað verið
lýst, at hon skal syngja í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði leygarkvøldið, men
tað er ein misskiljing.
Sunnudagin
fær
hon
kanska frí, men mánadagin
verður aftur lagt til brots.
Men tað er eisini talan
um at skipa fyri eini kon-
sertferð til Føroya við
summum av teimum, sum
vóru við Guðruni í final-
uni.
Eitt nú er ætlanin at
Jacob Andersen, sum var
nummar tvey, skal við á
Føroyaferðini og somu-
leiðis Martin Petersen og
kanska verður onkur annar
eisini, men tað er ikki heilt
greitt enn.
Hinvegin liggur ikki fyri
hjá Tarek at koma.
Enn er ikki heilt greitt,
nær konsertin í Føroyum
verður, men ætlandi verður
hon einaferð í næsta mán-
að.
Annars skal hon syngja
víða hvar í Danmark hesa
næstu tíðina.
Eisini skal hon spæla
fløgu inn fyri heimsins
størsta plátufelag, Univer-
sal, sum eisini Teitur Lass-
en hevur sáttmála við.
Men tað verður ikki heilt
enn. Guðrum veit heldur
ikki, hvørji løg verða á
plátuni.
Og hon veit heldur ikki,
hvat heldur ikki, hvat slag av
tónleiki verður á fløguni, tí
henni dámar allan møgu-
ligan tónleik. Alt hetta eru
viðurskifti hon skal tosa við
fyrireikararnar um í næstum.
Annars væntar hon at fáa
fleiri løg sendandi, tí síðani
hon ver vorðin kend, eru
tað nógvir lagsmiðir, sum
hava hug at senda henni løg
so at teir eisini sjálvir
kunnu koma sær fram.
Tvøroyri ov gott at
fara frá
Vit spurdu eisini Guðruna
um endin verður so, at hon
heilt flytir niður?
– Tað ætli eg at gera alt,
sum eg kann fyri at sleppa
undan. Eg trívist ov væl á
Tvøroyri og tað, eg havi
her, er ov gott at fara frá,
bæði familjan, vinfólkini
og bygdin sum heild.
So tað er greitt, at tað
verður nógv ferðing aftur
og fram so 10 túra kortið,
hon fekk frá Atlantsflogi,
verður skhótt uppi.
– Men tað er eisini greitt,
at tað verða long tíðarskeið,
har er verið burturi, men eg
komið so altíð heimaftur
inn ímillum, so nógv eg
kann, sigur hon.
- Í øllum førum verður
tað ringt at flyta. Hvussu
trupult tað er, havi eg ikki
hugsað um, fyrrenn nú er
standi í teirri støðu, at eg
skal velja.
Eg havi lisið onkustaðni,
at virðislønin,sum tú hevur
fingið fyri at vinna kapp-
ingina er verd einar tvær
milliónir, varð hon gjør um
til pening. Hevði tú heldur
bara viljað havt peningin og
so gloymt alt annað
– Hatta var ein ringur
spurningur. Men eg hevði
so ikki hildið uppat at
sungið. Men hevði eg havt
tvær milliónir, hevði eg
kanska havt ráð til at givið
eina fløgu út sjálv.
Hon fer at gera, hvat
hon kann, fyri at
sleppa undan at flyta
av landinum, tí
familjan, vinirnir og
heimbygdin eru ov
góð at fara frá, sigur
hon
STJØRNA
Áki Bertholdsen
Nú er veitslan liðug og nú
er tað harða arbeiðið
byrjað.
Í
gjáramorgunin
fór
Guðruni Jacobsen av aftur
landinum. Men at fáa tíðina
at ganga verður ongin
trupulleiki, tí alla møguliga
staðni er gravgangur eftir at
fáa hana at syngja.
Vit hittu Guðruna eina
løtu seint mikukvøldið í-
meðan hon fekst við at
pakka sær kuffert at hava
við.
Nógv er sagt og skrivað
um sjálva kappingina, sum
Guðrun vann, so tað lata vit
liggja hesuferð.
Ístaðin hava vit spurt
hana, um hon veit nakað
um, hvussu framtíðin hjá
henni sær út, nú hon er
blivin eitt tað kendastra
andlitið í øllum ríkinum.
Men tað veit hon lítið og
onki um enn. Tað einasta,
hon veit, er at hon verður
smábýtt teir næstu mánað-
irnar, tí tað er sannur grav-
gangur eftir at fáa hana at
syngja
alla
møguleika
staðni.
Men hon veit eisini, at
hon ætlar sær at taka av
hesum
møguleikanum,
hon hevur fingið og so má
skúli og alt annað víkja, um
neyðugt.
Hetta er tað, hon hevur
droymt um og hon vil ikki
sita 50 ára gomul og iðra
seg um, at hon ikki leyp í
vaðið og gjørdi sítt besta, tá
ið hon fekk møguleikan.
Hon er ung og leys og skal
hon taka ein kjans her í lív-
inum, skal tað vera nú.
– So fáa vit at síggja,
hvussu langt tað røkkur.
Men í øllum førum skal eg
kunna siga aftaná, at eg tók
av møguleikanum, eg fekk.
Men hon dylir heldur
ikki fyri, at tað besta hevði
verið at hon eisini fekk
studentaskúlan frá hondini.
Hon manglar tríggjar mán-
aðir av skúlagongdini og
hon sigur, at framvegis
verður arbeitt fyri at finna
onkra loysn, so at hon
kortini kann fara til próv-
tøku í ár. Men tað er ikki
vist at tað eydnast. Tað
einasta, sum er vist, er, at
tað verða ikki stórvegis
stundir til at ganga í skúla.
Av tilvild
Men fyrst fara vit eitt
sindur aftur í tíðina og
spyrja hana, hvussu tað
yvirhøvur bar til, at hon
endaði í hesi kappingini.
Og tað var mestsum av
berari tilvild, sigur hon.
– Ein lærari, eg hevði í
týskum, hoyrdi meg syngja
á eini jólaveitslu. Aftaná
kom hann til mín og helt, at
eg átti at melda megf til
"Stjerne for en aften".
Tá ánaði Guðrun ikki,
hvat tað var fyri nakað.
Men seinni kom eisini ein
kona, sum hon spælir í
hornorkestri við, og segði
tað sama. Og uppaftur
seinni kom so ein afturat.
Hetta
vakti
hennara
áhuga.
Sangin, "Promise Me"
hevði leiðarin fyri gospel-
kórinum, funnið fyri hana,
tí hann helt, at hann riggaði
so væl til Guðruna. Men
tað var ikki til hesa kapp-
ingina at sangurin var
funnin, tað var til eina aðra
framførslu, sum kortini var
av ongum.
Men hon gjørdi so av, at
hon skuldi royna seg í
kappingini
við
hersum
sanginum.
Ein lærari í Vági hjálpti
henni so at gera ein fløgu at
senda til upptøkunevndina
hjá Danmarks Radio og
tekniska útgerð var Útvarp
Føroya so beinasamt at lána
teimum.
Fløgan varð send til Dan-
markar. Guðrun kom við í
kappingina og restina av
søguni kenna vit øll.....
Ikki droymt um
Nú nakrir dagar eru gingnir
síðani
tann
minnisríka
finalu - fríggjadagin, hevur
hon enn ikki rættiliga fatað,
hvat er hent.
– Hetta kom sum eitt
skot. Og til tíðir er tað
ræðuliga strævið, tí tað er
so nógv, eg skal gera alla
tíðina.
Higartil hevur mítt lív
ligið í eini fastari rútmu.
Tað hevur verið skúlin so
heim og í song um kvøldið
og so umaftur dagin eftir.
Nú havi eg ikki stundir at
vera undir taki og tað eru
fimm sekund ímillum at
telefonin ringir.
– So tað tekur sína tíð at
venja seg til. Men tá ið eg
sigi, at tað er strævið, er tað
ikki so illa meint, tí tað er
eisini stuttligt og spennandi
og eg taki tað heilt avgjørt
ikki illa upp, at fólk eru
áhugað og ringja til mín,
vitja meg, biðja um auto-
graf o.s.fr.
Men nú hevur Danmarks
Radio givið henni ein
professionellan fyriskipara
- manager - í eitt hálvt ár og
tað er hann sum leggur alt
til rættis.
Tað er fyri at halda skil á
øllum og at syrgja fyri, at
Guðrun hevur tað strævið á toppinum
– Eg vil fegin varðveita alt, sum eg havi á Tvøroyri, bæði familju og vinir og eg vil fegin verða verandi tann eg eri, tí tað er slett
ikki mín stílur at vera fín uppá tað, sigur Guðrun Jacobsen, sum longu er farin av aftur landinum og til arbeiðis
Og spara samstundis
landskassanum 45
milliónir og tað er
óforsvarligt ikki at
taka av tilboðnum,
sigur meirilutin hjá
vinnunevndin hjá
løgtinginum
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Arbeiðið at gera
nýggja samferðsluhavn í
Trongisvági og arbeiði at
gera tunnil ímillum Øravík
og Hov, skulu tengjast sam-
an.
– Og tunnilin skal vera
gjørdur eftir uppskotinum,
sum norska felagið NCC
hevur boðið sær til at gera
og sum er nógv betri enn
tann, sum Landsverkfrøð-
ingurin hevur skotið upp at
gera.
Alt annað er ábyrgdar-
leyst, sigur meirilutin í vinnu-
nevndini hjá Løgtinginum.
Vinnunevndin hevur havt
langa og nágreiniliga við-
gerð av uppskotinum um at
gera samferðsluhavn í Trongis-
vági og nú hon hevur lagt
úrslitið fyri tingið aftur, er
ein stórur meirilutin av
henni sinnaður at ganga
ynskjunum frá Suðuroying-
um á møti.
Tengja arbeiðini saman
Samstundis, sum ætlanin
hevur verið at gera nýggja
samferðsluhavn, hevur ver-
ið tosað um at gera tunnil
ímillum Øravík og Hov.
Landsverkfrøðingurin hev-
ur skotið upp at gera tunnil-
in uppi í hæddini, tí hann
vil leggja hann har ið jarð-
frøðiligu viðurskiftini eru
tey bestu. Í sambandi við
hendan tunnilin skulu 4,2
kilometrar av nýggju mvegi
gerast og tá slepst heldur
ikki undan tí ringasta
strekkinum á leiðini, tí tað
er brekkan úr Hovi, niðan á
Milliónsvingið.
Men hesa loysnina hildu
suðuroyingar lítið um.
Tað fekk Petur Hammer
at venda sær til NCC, sum
gjørdi Vágatunnilin, at
spyrja teir, um tað bar til at
gera tunnilin niðri í dali-
num í Hovi. Tá slepst und-
an øllum brekkunum og all-
ari vegagerðini. Afturfyri
verður tunnilin væl bíligari.
NCC sigur, at tey hava so
góða útgerð, at tað er ongin
trupulleiki. Og verður so
arbeiðið upp á tunnilin
tengt saman við arbeiðnum
at gera nýggja samferðslu-
havnina, kunnu einar 15
milliónir sparast við at taka
grótið til samferðsluhavn-
ina úr Tunlinum, heldur enn
at keypa tað úr einum grót-
broti.
Hetta eru tey viðurskift-
ini, sum vinnunevndin hev-
ur viðgjørt. Og tað hevur
tikið sína tíð, tí vinnu-
nevndin hevur viðgjørt mál-
ið á 13 fundum og tað hoyr-
ir avgjørt til undantøkini, at
mál fáa so drúgva viðgerð.
Samstundis hevur nevnd-
in havt fund við øll hugs-
andi fólk, ið hava eina met-
ing um málið, eitt nú lands-
verkfrøðingin, NCC, fylgi-
bólkin ið fylgir við arbeið-
num at gera samferðslu-
havnina, jarðfrøðisavnið,
landsstýrismannin í vinnu-
málum og onnur við.
Óforsvarligt
Meirlutin hjá vinnunevnd-
ini, sum er Henrik Old, for-
maður úr javnaðarflokkin
um, Heini O. Heinesen og
Olaf í Garði Joensen úr
tjóðveldisflokki, Alfred Ol-
sen og Kaj Leo Johannesen
úr sambandsflokkinum, og
Gerhard Lognberg úr javn-
aðarflokkinum, at tað er
óforsvarligt ikki at knýta
verkætlanina at byggja
samferðsluhavn á Trongis-
vágsfirði, og verkætlanina
um tunnil millum Øravík
og Hov, saman í eina verk-
ætlan.
– Verður grótið til sam-
ferðsluhavnina tikið frá
tunlinum, heldur enn at
keypa tað frá einum grót-
broti, kunnu umleið 15 mió
kr. verða spardar.
– Harumframt kann nógv
verða spart í koyring í sam-
bandi við tunnilsverkætlan-
ina, um grótið verður koyrt
beinleiðis frá tunlinum til
samferðsluhavnina, heldur
enn at skula koyra tað frá
tunlinum til goymslu.
Umboð fyri NCC hava
enn einaferð váttað fyri
vinnunevndini, at tey kunnu
gera tunnilin ímillum Øra-
vík og Hov við eini linju-
føring, ið fólk á staðnum
verða nøgd við, við tað at
hon liggur munandi lægri í
landslagnum enn tann, ið
landsverkfrøðingurin hevur
skotið upp. Og øravíkar-
megin kemur tunnilin út
nógv nærri ætlaðu samferð-
sluhavnini á Trongisvágs-
firði.
– Harafturat er greitt, at
tá ið vegagerðin er tald
uppí, verður hesin tunnilin
einar 30 milliónir bíligari
enn tunnilin, ið landsverk-
frøðingurin hevur skotið
upp at gera.
Og tá ið 15 milliónir
kunnu sparast upp á grótið,
kunnu sostatt einar 45 milli-
ónir sparast við at knýta
hesar báðar verkætlanir
saman.
– NCC sigur at tað kann
byrja arbeiðið upp á tunnil-
in uttan stórvegis forkann-
ingar. Og vil landið ikki
átaka sær vandan fyri, at ar-
beiðið verður dýrari enn
væntað orsakað av vænt-
andi forkanningum, kann
arbeiðið gerast fyri fastan
prís.
– Hetta merkir so sjálv-
sagt eisini, at landið ikki
fær fyrimunin, um arbeiðið
verður bíligari enn væntað.
Men nevndin leggur dent
á, at hetta skal á ongan hátt
skiljast soleiðis, at arbeiðið
ikki kann verða boðið út.
– Verður farið undir ar-
beiðið alt fyri eitt, kann
tunnilin vera komin ígjøgn-
um og vera fult tryggjaður
áðrenn næsta summar.
Men møguleiki er so eis-
ini ikki at tunnilin heilt
lidnan men at bíða við at
asfaltera og at seta ljós og
trygdarútgerð upp, til játtan
fyriliggur til hetta. Hervið
kunnu á leið 20 mió kr.
sparast fyribils.
Kanska eitt
sindur seinkað
Vinnunevndin hevur eisini
tosað um, hvussu ein slík,
stór verkætlan kann fíggj-
ast. Og ein møguleiki er at
arbeiðið verður gjørt yvir
eitt stutt tiðarskeið, men at
fíggingin verður strekt yvir
longri tíð.
– Við hesum upplýsing-
um kann vinnunevndin ikki
góðtaka, at grótið til sam-
ferðsluhavnina verður tikið
úr einum grótbroti.
Og so heldur nevndin, at
tað hevur ikki avgerandi
týdning, at samferðslu-
havnin verður liðug sam-
stundis sun nýggja suður-
oyarskipið er liðugt, men
verður
nakrar
mánaðir
seinkað.
Men fyri at tryggjað, at
farið verður rætt fram,
mælir meirlutin í vinnu-
nevndini til, at verklagslóg-
in um samferðsluhavnina í
Trongisvági verður broytt
soleiðis at tað beinleiðis
kemur at standa í henni, at
»Grótið til samferðsluhavn-
ina verður tikið úr tunlinum
Øravík – Hov«.
Ein minniluti í nevndini,
sum er Heðin Zachariasen
úr fólkaflokkinum, tekur
undir við málinum og mæl-
ir Løgtinginum til at sam-
tykkja uppskotið uttan broyt-
ingar.
Suðuroyingar fáa tað
sum teir vilja hava tað
Hendan eftirgjørda myndin vísir, hvat málið snýr seg um. Myndin er úr Hovi og holið uppi í fjøllunum høgrumegin er tunnilin,
sum landsverkfrøðingurin hevur skotið upp at gera. Holið vinstrumegin tunnilin, sum NCC kann gera. Hesin tunnilin er niðri í
dalinum og liggur nógv betri fyri. Tað er ábyrgdarleyst ikki at gera hendan tunnilin, sigur ein stórur meiriluti av vinnunevndini
hjá løgtinginum
C
M
Y
K
7
6