fríggjadagur 11. apríl 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 71 - 11. apríl 2003
Nr. 71 - 11. apríl 2003
9
Á flogvøllinum í
Vágum er ein stór
plakat sett upp, sum
kunnar ferðafólk um
sjúkuna SARS og
faldarar við kunning
vera bodnir ferða-
fólkum. Landslæknin
ávarar ímóti at ferð-
ast til ávís lond, men
enn er tað bara
ótryggleikin um
SARS, ið hevur breitt
seg til Føroya, tí ong-
in hevur fingið sjúk-
una. Spurningurin er,
hvussu nógv er at
óttast.
SARS
Ingi Rasmussen
Skelkurin breiðir seg í
stórum parti av heiminum,
so hvørt fleiri verða smittað
við sjúkuni SARS. Seinastu
tølini siga, at 2671 fólk eru
smittað við influensa-líku
sjúkuni. Millum trý og fýra
av hvørjum hundrað smitt-
aðum doyggja.
Landslæknin í Føroyum
ávarar nú føroyingar ímóti
at fara óneyðugar ferðir til
økini, serliga Hong Kong
og Kina, har sjúkan leikar
á. Eins og heilsustovnurin
WHO ger. Og í gjár vóru
plakatir hongdar upp við
flogvøllin í Føroyum, har
kunnað var um, hvussu
fólk, ið fara til ella koma
frá smitturaktu økjunum,
skulu bera seg at.
Men hvussu álvarslig er
sjúkan, spurdu vit Høgna
Debes
Joensen,
lands-
lækna. Er tað til dømis
rímiligt at samanbera sjúk-
una við sponsku sjúku, sum
drap millum 40 og 50
milliónir fólk í árunum
1918-1919?
– Tað er ilt at siga. Enn er
so stutt fráliðið, at vit ikki
rættiliga
kunnu
siga,
hvussu álvarslig sjúkan er.
Tað er sjálvandi álvarsligt,
tá 3,5 prosent av teimum
smittaðu doyggja, og tí er
tað rímiligt at gera tiltøk,
sum skulu forða sjúkuni í at
breiða seg. Men tað er
heldur ikki rætt at yvirreag-
era. Og tí er heldur ikki
neyðugt at kanna ella av-
byrgja øll, sum hava verið í
økjunum,
sigur
Høgni
Debes Joensen.
Ongin føroyingur
Landslæknin hevur sent
tilfar út til allar komm-
unulæknar, sjúkrahús og nú
eisini flogvøllin, har sagt
verður, hvussu sjúkan vísir
seg, og hvussu hon skal
fráboðast.
Enn hevur ongin føroy-
ingur fingið staðfest smitt-
una, men vit vita, at føroy-
ingar ferðast víða, og til
dømis
nógvir
sjómenn
ferðast til Hong Kong, har
sjúkan ger einamest um
seg. Vit vita eisini um fólk,
sum hava búð í Hong Kong
og nú skunda sær heimaft-
ur, tí tey eru bangin. Tey
vera ikki kannað uttan víð-
ari, sigur landslæknin.
– Tað er ikki neyðugt við
avmarkingum fyri fólk,
sum eru frísk og koma úr
hesum økjum. Men vit gera
vart við, at um tey innan 10
dagar fáa fepur og fáa trup-
ulleikar við andaleiðini, so
skulu tey beinanvegin seta
seg í samband við lækna.
So um tú spyrt, um øll vera
kannað við heimkomu, so
er svarið nei, sigur Høgni
Debes Joensen.
Tað er støðan í dag, ger
hann vart við. Í morgin er
støðan kanska ein onnur, tí
alt broytist so skjótt. Sum
nú er verður serliga ávarað
ímóti at ferðast til Kina,
Hongkong, Taiwan, Hanoi,
Vietnam og Singapore.
Gátan um SARS
Meðan heimurin ger alt fyri
at avbyrgja sjúkuna, royna
serfrøðingar av øllum alvi
at loysa gátuna um SARS,
sum stendur fyri Severe
Acute Respiratory Syn-
drome.
Fyribils benda kanningar
á, at smittan ikki breiðir seg
gjøgnum luftina. Líkt er til,
at tú skalt nerta við ein
smittaðan ella vera tætt
saman við viðkomandi fyri
at vera smittaður. Tí eru tað
mest starvsfólk á sjúkra-
húsum og avvarðandi, sum
verða smittað.
Sostatt smittar sjúkan
ikki sum barnasjúkurrnar
meslingar og fárasjúka,
sum kunnu ferðast fleiri
metrar gjøgnum luftina.
Hinvegin kann virussið
yvirlivað í fimm tímar. Og
tí kanst tú eisini verða
smittaður, um tú nertir við
eitt stað, har ein sjúklingur
t.d. hevur njóst.
Sjúkan varð fyrstu ferð
staðfest í november í lands-
partinum Guandong í Kina.
Nógv halda, at sjúkan
stavar frá djórum.
Ávara og kunna um SARS
Tryggingar
skerja
tænastu
Vanlig tænasta
verður ikki longur
veitt í teimum
økjum, har sjúkan
SARS ger seg gald-
andi. Tað ávarar
stjórin hjá TRYGD
Christian Nielsen
um.
SARS
Ingi Rasmussen
Útlendsku alarmsentral-
arnir hjá tryggingar-
feløgunum kunnu fáa
trupulleikar at veita tær
tænastur til tey ferðandi
í útlandinum, sum verða
smittaðir við SARS.
Tað sigur Christian
Nielsen,
stjóri
í
TRYGD. Hann hevur
sent eitt tíðindaskriv út
til føroysku fjølmiðlar-
nir, sum kemur frá For-
sikringens Hus. í Dan-
mark
– Okkara støða er júst
tann sama sum í Dan-
mark, tí vit brúka somu
alarmsentralarnir, sigur
Christian Nielsen.
Hann vil onki siga um,
hvussu álvarsliga trygg-
ingarfeløgini
meta
nýggju sjúkuna SARS,
sum ger um seg í Kina
og Hong Kong og hevur
breitt seg til eini 20
lond. Men hann vil bara
vísa á, at undantaksstøð-
an ger, at tú ikki kanst
rokna við at fáa ta van-
ligu
tænastuna
frá
tryggingarfeløgunum,
um tú verður smittaður
við SARS.
– Um tú ferðast til eitt
land, har SARS ger um
seg, so skalt tú vera
greiður um, at tað ikki
er vist, at tú kanst fáa
hjálp, soleiðis sum tú
hevði væntað. Tað vil
eitt nú siga, at tað ikki er
vist, at tú kanst verða
sendur heim, um tú
verður smittaður við
SARS, tí útferðarforboð
er galdandi. Tú kanst
heldur ikki væntað at
vera fluttur til tað besta
sjúkrahúsið, sum vit
plaga at gera, men mást
finna teg í at vera inn-
lagdur á almenn sjúkra-
hús, sigur Christan Niel-
sen.
Stjórin í TRYGD legg-
ur staðiliga dent á, at
teir onki kenna til nakað
dømi um føroying, sum
hevur fingið sjúkuna
SARS.
Enn eru føroyingar ikki smittaðir við sjúkuni SARS, sum serliga hevur rakt kinverjar. Men á flogvøllinum og aðrastaðni verður kunning nú sett upp, har ávarað
verður ímóti sjúkuni.
Mynd: Reuters
SARS
Severe Acute Respiratory Syndrome (SARS) er
ein sjúka, ið líkist influensa. Í fyrstu syftu er hon
ring at kenna frá øðrum vanligum sjúkum í anda-
leiðini.
Sjúkan byrjar við fepuri yvir 38 stig, ofta saman
við kuldaskjálvta og stívleika í musklunum.
Kanska hevur tú eisini høvuðpínu, ert illa til
passar og hevur pínu í musklum. Eftir trimum til
sjey døgum fáa sjúklingarnir turran hosta, anda-
neyð ella trupulleikar at draga andan. 10 til 20%
av sjúklingunum hava so stórar trupulleikar, at teir
fáa brúk fyri respiratori.
Bara nøkur fá, millum 3 og 4%, doyggja av sjúk-
uni.
Kelda: Statens Serum Institut, www.ssi.dk
Fakta
Hósdagin lat Absalon Han-
sen upp framsýning við
fotomyndum í Snarskivuni
í Havn. Hetta er fyrsta
framsýning av sínum slag
við 13 stórum fotomynd-
um. Myndirnar eru longri
enn vanligar myndir. AWJ í
Runavík hava vaksið um
myndirnar og Atlanticpane
í Kollafirði hava rammað
tær inn. Absalon, ið er út-
búgvin bankmaður, arbeið-
ir mest sum myndamaður,
umframt tað at hann er
røktingarmaður í Hósvík.
Hann ger myndir fyri ferða-
vinnuna og gevur sjálvur út
ein myndakalendara. Eisini
hevur hann givið út bókina
Føroyar, við føroyskum
myndum, sum Jens Pauli
Heinesen rithøvundur setti
myndatekst til. Fyri trimum
árum síðan hevði Absalon
eina framsýning í Tallin í
Eystlandi
fyri
Nordisk
Ministrerråd. Framsýning-
in í Snarskivuni er opin ger-
andisdagar frá kl. 9-16,
hósdag er opið frá 9-18.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
11. apríl. Leo, deyður í 461. Pávi Leo 1., nevndur tann Mikli. Talaði Artala húnakong frá
at hertaka og ræna Róm. Navnið Leo merkir leyva.
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
merkisdag sum t.d. rundan
føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag
ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv
ella annað, so sig okkum frá.
Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann
persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av
restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd.
Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur.
Navn:.....................................................................................................................
Bústaður:.............................................................................................................
Bygd/býur:..............................................................Tel:.....................................
Evt. arbeiðspláss:..............................................................................................
Merkisdagurin er: ............................................................................................
Innsendari: ....................................................................Tel:...............................
Sendið lepan, í brævbjálva, til:
• Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni"
Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir
okkara kring alt landið:
Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo
Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo
Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo
Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo
Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo
Týsdagin 8. apríl lat Johs
Bech-Jensen upp framsýn-
ing í Smiðjuni í Lítluvík.
Johs er 57 ára gamal og
føddur og uppvaksin á
Stevns á Sælandi. Hann
hevur málað í 15 ár og er
sjalvlærdur. Í dag býr hann
í Keypmannahavn. Hann
hevur búð í Klaksvík og á
Eiði fyri umleið 30 árum
síðan. Flestu málningarnir
á framsýningini eru akryl á
lørift. Eisini er málað á
rekavið og á akryl á plát-
um. Tey flestu motivini eru
føroysk. Í dag, fríggjadagin
11. apríl frá kl. 17-19, er
móttøka, har okkurt leski-
ligt verður at fáa.
Framsýningin er opin frá
8. til 22. apríl, gerandisdag-
ar er opið frá kl. 11-17.
Fríggjadagin 11. apríl er
opið frá kl. 11-19.
Leygardagin 12. apríl er
opið frá 10-13.
Skírisdag
og
Langa
fríggjadag er opið frá kl.
14-19.
Leygardagin 19. apríl er
opið frá 10-20.
Páskadag er opið frá kl.
14-17.
Mánadag 21. apríl frá kl.
16-20.
1. apríl varð Kári Olsen í
Havn settur sum eftirlits-
maður hjá Bileftirlit Før-
oya. Kári, ið er 38 ára gam-
al, er føddur og uppvaksin í
Vestmanna. Hann lærdi til
bilmekanikara á bilverk-
staðnum hjá Óla Hans
Jacobsen í Vestmanna frá
1981-85 og arbeiddi har í
nøkur ár. Í 1988 fekk hann
starv á bilverkstaðnum hjá
Strandferðsluni á Hjalla.
Hann hevur arbeitt á bil-
verkstaðnum hjá Brøður
Petersen og seinni hjá VR
Bilum við Hoyvíksvegin.
Uppgávan hjá honum á Bil-
eftirlitinum er at hava
regluligt eftirlit og umsýn
av akførum.
Kári Olsen til Bileftirlitið
Johs Bech-Jensen í Smiðjuni
Johs Bech-Jensen og konan, Elvi, í Smiðjuni í Lítluvík.
Absalon í Snarskivuni
C
M
Y
K
9
8