Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 71 - 11. apríl 2003 Nr. 71 - 11. apríl 2003 11 Hann dregur rættiliga á luftina í viðurskiftunum millum Danmark og heimastýrislondini í Norður- atlantshavi, Føroyar og Grønland, í uttanríkis- og verjuspurninginum. Í fleiri málum prutlar undir lokinum, og í løtuni er bara spurningurin um tíð, til tað fer at kóka yvir. Ella um onkur, ella nakrir, ráðharrar eru so mikið at sær komnir, at teir siga, at nú má fólkaviljin í Grønlandi og í Føroyum ráða. Uttan at hava fingið játtan frá politiska myndug- leikanum í Føroyum, kunnger danska verjumála- ráðið nakrar lógir á verjuøkinum at galda fyri Før- oyar. Víst kunnu vit finnast at landsstýrinum fyri at hava ligið á málinum síðani síðsta summar, men vanliga plagar danska stjórnin ikki at bera so skjótt at, tá danskar lógir skulu setast í ella úr gildi. T.d. gekk umleið hálvt annað ár frá tí, at Løgtingið sam- tykti at seta gomlu hernaðarligu revsilógina úr gildi, til stjórnin lýsti lógina at vera farna úr gildi. Higartil er lítið og einki komið fram um, hví danir einvegis seta danskar lógir í gildi. Løgið er eisini, at landsstýrið slettis ikki hevur latið við seg koma, og at Tjóðveldisflokkurin her á landi ikki hevur klovið í tvey enn. Tá tað er sagt, skal sigast, at flokkurin afturímóti er gingin eina aðra og nýggja leið. Flokkurin virðir nú danska Fólkatingið hægri enn Løgtingið og hevur lagt uppskot fyri Fólkatingið um at seta hernaðarligu revsilógina úr gildi aftur. Hevði onkur vita.... Javnaðarflokkurin hevur afturímóti lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at seta úr gildi ta nýlýstu hern- aðarligu revsilógina. Uppskotið skuldi koma til 1. viðgerð í gjár, so støðan hjá tinginum var ikki greið, tá evstamark var á blaðnum. Men undirskrfitirnar at víkja frá freistunum benda á, at meiriluti er fyri uppskotinum. Støðan hjá Grønlandi er ikki heilt meinlík okkara, og í sambandi við amerikansku ætlanina um missil- skjøldur verður Grønland drigið meira ella minni av nýggjum inn í heimspolitikkin, eftir at bæði Føroyar og Grønland vóru finnir í stórpolitiska talvinum í Kalda krígnum - uttan at londini høvdu sagt ja, og uttan at londini vistu nágreinliga hvat fyrifórst. Hetta ber ikki til. Støða Grønlands og Føroya má virðast í øllum teimum viðurskiftum, sum hava við uttanríkis- og verjupolitikk at gera. Bæði Grønland og Føroyar hava eina góða "sak", um vit kunnu siga so, og heimastýrini áttu at kunna funnið felags stev ímóti donsku stjórnini í aktuellum málum, sum bera brá av gomlum hjálandapolitikki. DAGSINS MEINING Sosialurin Ber brá av hjálandapolitikki VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. 1. Nú her í Føroyum er ein stórur dagur, men allarstørst á Tvøroyri hann er. Hvørein ein føroyingur hann smílist glaður, tí okur stóra stjørnu eiga her. At síggja fólkið í tí stóra sali, tá Guðrun sang – so vakurt hon seg bar. Hon sýntist verða heilt í øðrum heimi, hjá mammu, babba, ommu kanska var. 2. Sjey túsund fólk í Forum vóru saman, nú »Stjerne for en aften« liðugt var. So kvirt tað var, har í tí stóra sali, har spent øll vóru, nú uppteljast skal. Og tá Natasja kom við blað í hendi, við nummar trý og tvey hon liðug var. Tá spenningurin stórur var í Forum, tí, hvør nú stóra, stóra stjørnan var. 3. Natasja segði nummar eitt var Guðrun. Øll sjeytúsund úr sessum reistist har. Tá føroyingar í hundratal við fløggum, hvør dani hennar sang á vongjum bar. Nú er hon komin heim til síni kæru, og tyrlan flutti hana suður her. Stór mannafjøld var tá her komin saman, í høllini stór móttøka har er. 4. Nú eiga okur Føroya fyrstu stjørnu, um landið alt nokk hon at syngja fer. Í dag er komin aftur heim til landa, í SMS sín fyrsta sang framber. Jú, okur eru her øll stolt av henni, hon okra land ber út í stóru verð. Má Jesuspápi altíð við tær verða, tað ynski her alt tvørafólk tær ber. T.L. Til Guðruna Sólju Lag: Tvøroyrarsangurin Hergeir Nielsen Nýggi miðnámsskúlin í Suðuroynni verður nú lagd- ur fyri tingið. Talan er um eitt stórmál - eitt stórmál fyri ungdómin, mentanina og vakstrar- møguleikarnar í Suður- oynni. Skúlin, sum arkitekta- virkið hjá Árna Winther hevur teknað, kemur at liggja vesturi við Vatni í Vági. Hann kemur at kosta 45 mió.kr., og kemur at liggja í einum sera náttúru- vøkrum og friðsælum um- hvørvi, har ítróttarøkið liggur stutt frá. Roynt hevur verið at fáa allar kommununar í oynni at standa saman um at byggja eitt meginbókasavn saman við miðnámsskúlan- um, men tíverri taka fleiri teirra ikki undir við hesi ætlan, og verður tí teirra partur goldin av hinum kommununum í oynni. Skúlin og skúlans partur av bókasavninum kemur at kosta 45 mió.kr., meðan kommnunar koma at rinda góðar 5 mió.kr. fyri teirra part av meginbókasavnin- um. Nýggi miðnámsskúlin í Suðuroy er ætlaður 150 næmingum, og hann verður liðugur í 2006. Hann er nakað seinkaður av samráðingunum um meginbókasavnið, men tá løgtingið hevur samtykt málið beint eftir páskir, verður farið undir at grava út longu nú í summar. Fyri 4 - 5 árum síðan skutu teir í javnaðarflokk- inum upp at umvæla gomlu kommunuskrivstovuna í Vági til miðámsskúla. Hetta hildu vit í samgong- uni lítið skil vera í. Heldur ikki halda vit nógv skil vera í stríðnum hjá Johan Dahl í at fara undir aðrar skúabyggingar í staðin fyri. Hann heldur, at sam- felagsorkan á hesum øki er frægast farin í meginøkin- um, og at stórsti tørvur er á at byggja ein tekniskan skúla og ein handilsskúla í Havn nú beinanvegin. Hann skjýtur einsamallur upp í tingmál nr. 86 at fara undir hesar skúlar beinan- vegin. Í grein í Dimmalætting um dagarnr ivast hann har- afturat í, um hetta við nýggjum miðnámsskúla nú eisini er tað rætta fyri ung- dómin í Suðuroynni. Andstøðan hevur soleiðis eina heilt aðra áskoðan á henda týdningamikla spurning, enn vit í sam- gonguni hava. Samgongan raðfestir skúlabygging høgt, og fer eisini undir at byggja í miðstaðarøkinum. Men raðfesting okkara er nakað øðrvísi enn tann hjá and- støðuni. Vit halda, at miðnáms- skúlin í Suðuroynni eigur at raðfestast fremst av øllum, og hava tí sett uppskot fram um at byggja hendan skúla beinanvegin, og hann stendur væntandi liðugur í 2006. Miðnámsskúlin í Suðuroy á tingborði Bogi Eliasen B.A. scient.pol Ráðgevi í Stats- og Fólka- rættarliga kanningar- bólkinum Serritaskrivandi bgls@get2net.dk Við jøvnum millumbili verða spurningar viðvíkj- andi Føroyum og ES tiknir fram. Motivinið eru sera ymisk. Nógv av teimum sum vilja inn í ES, vilja tað fyri marknaðaratgongd, oft- ast fyri teirra egna virkið ella virkið tey arbeiða fyri. Tey, sum eru ímóti, eru tað bæði av fundamentalum or- søkum, har ES verður sæð sum tað ljóta djórið; av sjálvstýrisávum, har hugs- anin er at øll yvirtikin málsøki verða tikin frá okkum við ES innliman og at øll ávirkan á fiskuvinnu- politik og veiðu verður av- givin við limaskapi. Men ES er ikki bara marknaðar- atgongd, ódjór ella fiski- vinnupolitikkur. ES er ein politiskur felagsskapur, sum er við at menna seg til eitt samveldi av londum Sjálvt um ES ikki einans er marknaðaratgongd mugu vit hugsa um at verða part- ur av núverandi alheims- gerð, soleiðis at tað gagnar okkum best, ikki bert fyri marknað, men fyri føroyska samfelagið sum heild. Her er marknaðaratgongd fyri føroyska framleiðslu ein partur, men vit mugu ikki gloyma at fiskivinnupoli- tikkur er grundarlagið fyri at hava fiskaútflutning, sum krevur marknað! ES, ríkisrættarliga støðan og grundlóg Eg dugi væl at sígga nógvar fyrimunir við ES, eins og vansar, og serliga fyri størru londini á europeiska meginlandinum eru fyri- munir við hesum samstarvi. Meðan eg haldi tað verða meira ivasamt, um Føroyar, samanumtikið, fær ágóða av einum slíkum limaskapi. Men fyri at viðgera henda spurning, er neyðugt at lýsa hvørjir møguleikarnir eru ídag. Eg vil tó viðmerkja, at eg havi valt ikki at skriva hesa lýsing av ES-málinum fyrr- enn nú, tí eg ikki havi ynskt at elva til eina samanelving av kjakinum um grundlóg, ES og ríkisrættarligu støðu Føroyar, sum eftir mínum tykki er tríggir ymiskir spurningar, íð hava stóra ávirkan á hvønn annan og tí ikki kunna skiljast heilt hvør frá øðrum. Men eftir at hava sitið tríggjar dagar á grundlógarráðstevnu, uttan at hesin spurningur var nevndur av hvørki andstøðu ella samgongu politikkar- um, serfrøðingum ella van- liga ráðstevnuluttakaran- um, haldi eg at spurning- urin má takast fram. Ein av avleiðingunum av global- ismuni er, at ikki ber til at fjala seg mitt í Atlansthavi longur. Heimurin broytist og eisini vit í Føroyum mugu taka støðu til hvussu, og hvat samfelag vit ynskja í framtíðini, sum hvørt vit vilja tað ella ikki, er tengt at heiminum kring okkum. Donsku ES undantøkini Føroyar er ikki limur er ES, tað er Danmark. Danmark er tó limur við undantøk- um, soleiðis at verja, gjald- oyra, borgararættur (inn- føddsrættur) og rættarlig og innanlendisviðurskifti á yvirstatsligum støði ikki er umfatað. Kanska er rættast at siga, at Danmark er lim- ur, meðan ríkisfelagsskap- urin ikki er. At taka undantøkini av, verður javnan tosað um í Danmark. Tað tykist sum um stórur partur av politik- arunum eru fyri, meðan tað er meira ivasamt við fólk- inum, sum tó verður meira og meira fyri at taka undan- tøkini av. Harafturat verður arbeitt við gera eina ES grundlóg, eitt arbeiði sum er farið í gongd í øllum limalondunum. Ríkisrættarliga støðan, grundlóg og ES, samanhangandi? Hví ber ikki at til at skilja grundlóg, ríkisrættarligu støðuna og ES frá hvørjum øðrum? Samráðingar hava verið millum føroysku og donsku stjórnina um møguleikar at yvirtaka málsøkir, sum ikki standa á lista A ella B. Hetta er tað sum t.d. Hans Pauli Strøm kallar ABC leisturin. Áhugavert, men longu í grønlensku heima- stýrisskipanini frá 1979, er hesin møguleiki staðfestur fyri Grønland. Tað, sum eg haldi verða serstakliga løgið er, at í hesi semju, sær tað út sum fýra økir, skýrd kjarnin í suverenitetinum, ikki kunna yvirtakast. Hesi fýra øki eru verja og trygd, borgararættur og føroysk uttanlandsviðurskifti og hægstirættur. Men hetta er jú økir, sum eru "á veg til ES". Verja , rættarskipanin og borgararættur er umfat- að av donsku undantøkun- um, meðan uttanlands- viðurskifti verða samskip- aði í ES og helst verða enn meira samansjóðaði í fram- tíðini. Tað hongur við øðr- um orðum ikki saman, at somu økir eru suverenitets- kjarnin í spurninginum um Føroyar og/ella Grønland ætla at yvirtaka, men ikki eru tað, tá tey verða flutt til ES. Sum er, verða altjóða málsøkir, har Danmark er bundið av ES og Føroyar og Grønland hava áhugamál, skipað eftir tí sokallaða DFG frymlinum, tvs. Dan- mark vegna Føroyar og Grønland. Hetta soleiðis, at Dan- mark formelt stendur fyri limaskapi vegna Føroyar og Grønland í altjóða felags- skapunum NAFO, NEAFC og NASCO, tí Danmark her er partur av ES limaskapin- um. Føroyar hava valt ikki at verða limur í ES, tí má tað sigast at verða serstakliga ódemokratiskt um Dan- mark letur ES økir, uttan samstundis at geva Føroy- um møguleika at yvirtaka tey ella á annan hátt skipað tað soleiðis, at Føroyar hava ávirkan á og beinleiðis atgongd til hesi økir. Grundlógin. ES er farið ígongd við at smíða eina grundlóg, og er spurning- urin ikki um, men nær hon kemur. Eisini her hava vit tørv at gera okkara egnu grundlóg, Føroyar er ikki partur av ES, Danmark verður helst partur av eini felags ES grundlóg, her mugu vit sjálvi arbeiða við at skipað okkum, eisini grundlógarliga. Sum er ynskja føroyingar ikki at verða limir í ES, og tað má neyðturviliga skiljast sum vit hava onnur virði enn ES, og tí hava vit eisini tørv á at hava eina grundlóg til tey økir, har vit hava onnur virði enn ES og Danmark, tí føroyingar ynskja heldur ikki at verða nærri tengdir at Danmark. Men somu- leiðis má tað merkja, at vit ikki vilja hava ríkismál stýrd av ES. Meðan kjakið í Føroyum enn snýr seg um, hvørt tað er møguligt at hava eina føroyska grund- lóg, tá ríkið hevur eina, er ES longu farið at smíða eina til felagsskapin.Tað merkir ikki at limalondini skula strika sínar egnu grundlógir. Sama ger seg galdandi viðvíkjandi borg- ara- ella innføðisrætti, í ES er lagt upp til at hava tvinnar rættir, td. ES og danskan ella ES og týskan, alt eftir hvar ein kemur frá. Í t.d. Týsklandi, hevur ein persónur úr landinum Bayern borgararætt í Bay- ern og Týsklandi. Støðan gerst ikki nógv øðrvísi við tí sum má metast at liggja í nýggja leistinum við eini yvir- tøkulóg. Her verður gjørt soleiðis at øll økir, uttan tey sum eru suverænitets- kjarnin, kunna yvirtakast í einari process og soleiðis skal ikki samráðast um hvørja yvirtøku serkilt. Hetta er ein pragmatisk loysn, men aftur verður suverenitetskjarnin sagdur at verða uttanríkismál, verja- og trygd, borgara- rættur og hægstirættur, altso økir, sum í stóran mun kunna verða lætin ES. Møguleikarnir Við bakstøðið í hesum síggi eg fýra møguleikar. 1. Verða verðandi uttan fyri ES og yvirtaka málsøkini, sum Dan- mark letur til ES. Vil tó framhaldandi skapa trupulleikar viðvíkj- andi uttanríkispoli- tikkinum á hesum økjum, sum sæst t.d. við DFG skipanini, men eisini IWC. 2. Innliman sum partur av Danmark og fáa vit kanska ein av donsku limunum í ES parla- mentinum, eins og Grønland hevði og Føroyar hevur í Norð- urlandaráðnum. 3. Innliman sum full- veldi, er møguligt nú Malta kann. 4. Falskt status quo, lata sum um alt er tað sama og soleiðis ger- ast eitt assymetrisk kondominium millum Danmark og ES, har ríkismál verða stýrd úr Brússel, uttan at vit eru limir av ES Ad 1/ Her yvirtekur Før- oyar tey økir, sum Dan- mark letur til ES. Hetta loysir ikki trupulleikan við hvussu uttanríkis- parturin av yvirtiknum málsøkjum skal loysast, sum sæst innan DFG- skipanina og t.d. IWC. Harafturat er tað tengt at hvat Danmark ger og ikki at føroyskum ynskjum. Ad 2/ Innliman sum part- ur av Danmark, merkir at ein stórur partur av máls- økjunum vit hava yvir- tikið kemur undir ES vald. Meðan Grønland var ES limur, hevði Grønland ein av donsku sessunum í europaparla- mentinum, og er tað kanska møguleikin, men hugsast skal um at Dan- mark til næsta ES val missir tvey umboð, frá 16 til 14, orsaka av landa- tilgongd til felagsskapin, sum kann gera tað torført at fáa ein lim. Ad 3/ Innliman í ES sum fullveldi, krevur at Før- oyar fyrst gerst fullveldi og síðan limur í ES. Fyrr hevur verið sagt at ES ikki vil hava pinkulond við, men eftir at Malta hevur fingið loyvið, er hetta ikki eitt mark long- ur. Krevur at vit lata ES málsøkir, eins og hini limalondini. Tvs. at fiski- vinnan verður latin ES. Ad 4/ Falskt status quo. Lata sum um alt er tað sama og verða stýrd úr Brússel á teimum máls- økjum Danmark letur ES og Føroyar ikki hevur yvirtikið. Soleiðis missa vit alla ávirkan á hesi ríkismál, sum ídag hóast alt er ígjøgnum Fólka- tingið. Eftir míni meting verða vit noydd at taka hetta kjakið, um hvønn veg vit vilja og tað er hvørki eitt einfalt ella lætt val vit skula taka. Tó vil eg leggja áherðslu á, at ES ikki bara er marknaðar- atgongd ES er ein polit- iskur felagsskapur, sum er við at menna seg til eitt ella annað slag av samveldi. Ríkisrættaligan støðan hev- ur ávirkan á, hvat samstarv vit kunna hava við ES og ein av høvuðsboðskapun- um í Reyða Álitinum, var júst at finna eina politiska semju á hesum øki, fyri at fáa best møguligu avtaluna við ES. 5. Møguleikin Ein fimti møguleiki kundi sjálvsagt verið, at Føroyar slap at avgera um máls- økini skulu til Brússel, men við tí kravið, at tey einsæris kunnu afturtakast, soleiðis at um málsøkini fara til Brússel so verður tað gjørt við eini avtalu millum Før- oyar og Danmark/ES, ella við at yvirtaka tey málsøki, sum Danmark letur ES. Her má verða gjørligt at sam- ráðast um eina praktiska loysn á altjóða partinum av yvirtiknum málsøkjum. Uppskotið - simultanar fólkaatkvøður Mítt uppskot er simultanar (samstundis) fólkaatkvøð- ur, soleiðis at tá Danmark heldur fólkaatkvøðu um at lata økir til ES, ið ikki eru yvirtikin málsøki, her verð- ur serliga hugsað um so- nevnd ríkismál, sum sam- bært núverandi útsøgnum ikki kunna yvirtakast, held- ur Føroyar (og møguliga Grønland) samstundis fólkaatkvøðu um, hvørt hesi málsøki skula yvirtak- ast. A og B mál, sum Dan- mark letur ES, áttu ikki at givið nakrar trupulleikar, tí tey kunna jú yvirtakast. Samanumtikið má ásann- ast, at vit í Føroyum mugu taka støðu til um vit vilja hava málsøkir stýrd úr ES, einum felagskapi vit ikki ynskja at verða limir í, ella at vit byrja at finna loysnir sjálvi, hvussu vit skulu gera, tá Danmark fer at lata økir til ES, sum ídag eru ríkismál. Falskt status quo, sum verður úrslitið, um vit einki gera, hevur í veru- leikanum við sær at máls- økir stýrd føroyinga vegna, verða flutt til ein felagsskap vit hava valt ikki at verða partur av, og soleiðis er tað avgerðin vit taka, um vit onga avgerð taka. Alheim- urin steðgar ikki, tí vit før- oyingar ikki vilja umrøða evni. Simultanar fólkaatkvøð- ur hóska væl til leistin í uppskotinum hjá Hans Paula Strøm um eina "tjóð- skaparliga semju", við støði í okkum sjálvum,sum, so- leiðis sum eg skilti kjakið á Grundlógarráðstevnuni, politisku flokkarnir halda verða eitt gott hugskot. Sjálvandi ber eisini til at gerast limur í ES, men limaskapurin hevur m.a. við sær at fiskivinnupoli- tikkurin skal stýrast úr Brússel, har vit kanska kunna ávirka við einari atkvøðu í parlamentinum. VIÐMERKINGAR Føroyar, ríkisrættarliga støðan og ES, tað finst einki status quo – eitt uppskot um simultanar fólkaatkvøður C M Y K 11 10