fríggjadagur 11. apríl 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 71 - 11. apríl 2003
Nr. 71 - 11. apríl 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
USA mist 101 hermenn
Amerikanska verjumálaráðið Pentagon kunngjørdi í
gjár, at 101 amerikanskir hermenn eru falnir, síðani
amerikanarar og bretar lupu á Irak fyri trimum vikum
síðani.
Sambært uppgerðini hjá Pentagon eru 399 hermenn
og onnur starvsfólk hjá herdeildunum í Irak særd í
krígnum.
Ellivu amerikanskir hermenn eru horvnir, og irakar
hava tikið sjey amerikanskar hermenn til fanga, sigur
Pentagon.
USA var ótolið
Fyrrverandi formaðurin hjá ST-vápnaeftirlitsmonnun-
um í Irak, sviin Hans Blix, sigur, at iraksku myndug-
leikarnir vóru júst farnir at samstarva við vápna-
eftirlitsmenninar, tá USA leyp á landið.
- Amerikanska stjórin gjørdist ótolin, tá irakar veru-
liga byrjaðu at samstarva, sigur Hans Blix í samrøðu
við spanska blaðið El Pais.
Hann sigur, at ta seinastu tíðina undan amerikanska
álopinum lótu iraksku myndugleikarnir vápnaeftirlits-
monnunum týðandi upplýsingar. Eitt nú fingu vit
nøvnini á serfrøðingunum, sum vóru við til at beina
fyri hópoyðingarvápnum í 1991, sigur Blix við blaðið.
Stríð um skjøl hjá Saddam
Tað var eitt stríð millum amerikanskar og russiskar
fregnartænastumyndugleikar um at tryggja sær loynilig
iraksk skjøl, sum var orsøkin til, at skotið varð eftir
einum bilafylgi við russiskum diplomatum, sum vóru á
veg úr Bagdad til Sýrialands.
Tað skrivar eitt russiskt blað. Blaðið vil vera við, at
russiska tænastan SVR, sum er ein partur av tí gamla
KGB, royndi at taka tey loyniligu skjølini við sær úr
Irak, og at amerikanska fregnartænastan CIA royndi at
forða tí. Blaðið sigur eisini, at eitt ómannað amerik-
anskt flogfar eygleiddi russiska bilafylgið allan vegin.
Tilburðurin var seinasta sunnudag, og fimm starvs-
fólk á russisku sendistovuni í Bagdad vórðu særd, tá
skotið varð eftir bilum teirra.
Tað er greitt, at tað vóru amerikanskir hermenn, sum
skutu eftir russisku bilunum, og amerikanska stjórnin
hevur lovað at kanna málið. Amerikanarar hava fyribils
sagt, at ein orsøk kann vera, at russiska bilafylgið valdi
eina aðra leið enn hana, sum partarnir høvdu avtalað
frammanundan.
Spælið er liðugt
Irak hevur ongan sendiharra á ST-høvuðsborgini í New
York longur. Mohammed Aldouri, sendiharri fór
gjáranáttina við flogfari úr New York til París.
- Spælið er liðugt. og nú byrjar arbeiðið fyri friði. Vit
vóna, at friðurin fer at sigra, segði Aldouri, sum er tann
fyrsti almenni irakski umboðsmaðurin uttanlands, sum
hevur ásannað, at stýrið hjá Saddam Hussein ræður
ikki fyri borgum í Bagdad longur.
Seinastu dagarnar hava nógv tíðindafólk gingið aftan
á Mohammed Aldouri. Fyrrakvøldið eydnaðist nøkrum
teirra at fáa orð á hann, og tað var tá, hann ásannaði
støðuna. Hann segði eisini, at hann hevði ikki havt
samband við stjórnina í Bagdad í fleiri dagar.
Tað er framvegis ikki greitt, hvussu verður við
hinum almennu iraksku umboðunum á ST-høvuðs-
borgini.
Bæði British Airways
og Air France hava
gjørt av at taka Con-
corde-flogførini úr
flúgving.
FLOGFERÐSLA
Árni Joensen:
Eftir at hava flogið tvørtur
um Atlantshavið í meiri enn
26 ár verða Concorde-flog-
førini nú sett. Tað hendir
síðst í oktober, tá bæði
British Airways og Air
France fara at taka flogfør-
ini úr rutu. Tey bæði feløg-
ini eru tey einastu, sum
hava flogfør av hesum
slagnum.
Talskvinnan hjá British
Airways, Sara John, sigur,
at minkandi eftirspurningur
eftir ferðaseðlum við Con-
corde-flogførunum
er
orsøkin til avgerðina.
Bæði British Airways og
Air France valdu at seta
flogførini, eftir at eitt av
fløgførunum hjá franska
felagnum datt niður uttan
fyri París. Í november í
2001 fóru tey aftur á flog,
men tá var áhugin fyri at
flúgva minkaður nógv or-
sakað av yvirgangsatsókn-
unum í USA tveir mánaðir
frammanundan.
Tað bøtti ikki um um-
dømið hjá Concorde-flog-
førunum, tá eitt av flogfør-
unum
hjá Air
France
noyddist at neyðlenda í
Halifax í Nova Scotia fyri
tveimum mánaðum síðani,
tí ein av motorunum gjørd-
ist í ólagi, meðan flogfarið
fleyg tvær ferðir skjótari
enn ljóðið.
Men tey, sum hava ringa
tíð, fáa kanska ein annan
møguleika, tí japanar eru í
ferð við at gera eitt flogfar,
sum skal flúgva væl skjót-
ari enn onnur flogfør.
-Ein søguligur til-
burður, tá tann stóra
standmyndin av Sad-
dam Hussein á torgin-
um í Bagdad fall, sigur
amerikanska stjórnin,
sum samstundis ávar-
ar um, at kríggið er
ikki liðugt.
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen:
Amerikanski verjumálaráð-
harrin, Donald Rumsfeld,
hevði týðiliga fyrireikað seg
væl, tá allur heimurin hevði
sæð myndir av amerikan-
skum hermonnum og irak-
um fella ta tíggju metrar
stóru standmyndina av Sad-
dam Hussein á torginum í
miðbýnum í Bagdad.
- Soleiðis gongst tað
einaræðisharrum, og við
hesum er ein komin afturat
liðinum, sum frammanund-
an taldi menn sum Hitler,
Stalin, Lenin og Cheasescu,
segði Rumdfeld.
Men hann ávaraði sam-
stundis um, at fallið merkir
ikki, at kríggið er liðugt.
Tvørturímóti eru harðir
bardagar eftir, áðrenn vit
kunnu siga, at kríggið er av,
segði verjumálaráðharrin.
Fyrradagin ljóðaði, at
Saddam
Hussein
eftir
øllum at døma var flýddur
úr Bagdad til býin Tikrit,
haðani hann er ættaður,
men í gjár leitaðu amerik-
anskir hermenn framvegis
eftir honum í Bagdad.
Samstundis gjørdu her-
deildir seg til reiðar at fara
til Tikrit, sum er einar 160
kilometrar norðan fyri Bag-
dad. Útlendskir hernaðar-
serfrøðingar halda, at mill-
um 20.000 og 40.000 her-
menn úr teirri serligu Tjóð-
arhirðini hava støð har.
Seinastu dagarnar hava am-
erikansk
bumbuflogfør
søkt at málum í og uttan
fyri býin, har umleið
250.000 fólk búgva.
Concorde- fløgførini verða sett
Fyri 26 árum síðani vórðu
Concorde-flogførini mett
sum ein kollvelting innan
flogferðslu. Nú verða tey sett
Soleiðis gongst tað
einaræðisharrum
Tann tíggju metrar høga
standmyndin av Saddam
Hussein fellur
Gongutúr eftir
Konradsbrekku
Leygardagin 12. apríl
klokkan 15 skipar
Felagið Tórshavn fyri
spákingartúri
TÚRUR
Ingrid Bjarnastein
Klokkan 15 leygardagin
byrjar ein spákingartúrur
niðri við Smiðjuna í lítlu-
vík, ella har Konrads-
brekka og Bøgøta koma
saman.
SPákað
verður
niðan eftir KOnradsbrekku
og síðan niðan eftir Dala-
vegnum niðan til Hyrdan
og Brynjer.
Felagið Tórshavn, sum
skipar fyri túrinum, roknar
við einum hóapi av fólki. Í
skrivi siga tey, at ein
ótrúligur skari av fólki hava
gingið, runnið, súkklað og
skreitt í Konradsbrekku
ella keypt okkurt í kioskini
já Eiler.
– Ikki fá hava hingið í
rekkverkinum.
Summi
skuldu oman í býin ella
Vágsbotn, og onnur skuldu
oman til Bakaríið hjá
Gunnar í Horni. Men tú
gekk eisini henda vegin út
á Skálatrøð, Skipasmiðj-
una, Fabrikkina ella longur
út. Ein hópur fór oman og
niðan eftir Dalavegnum, og
longu áðrenn 1800 fóru
líkfylgini niðan eftir Kon-
radsbrekku og Dalavegn-
um, sigur Felagið Tórshavn
í tíðindaskrivi.
Á túrinum fara eldri sum
yngri at hittast at minnast
bestu løturnar í Konrads-
brekku og á Dalavegnum,
og roknað verður við, at
fleiri foreldur, abbar og
ommur fara at siga børnum
og barnabørnum frá, hvar
tey búðu og spældu.
Prix-kvøldini halda fram
Í kvøld, fríggjakvøld,
verður aftur eitt Prix
kvøld á Platform.
Hesaferð verða tað
bólkar nir Hatespeech
og Flux, sum fara at
spæla
PRIX
Ingrid Bjarnastein
Fyri nøkrum vikum síðani
byrjaði Platform við tiltaki,
ið tey kalla fyri Prix kvøld.
Fyrsta kvøldið var við Páll
Finnur Páll og Déja Vu, og
nú er annað Prix kvøldið á
skránni.
Nú fáa havnarfólk og tey,
ið leita sær í Platform
fríggjakvøldið, høvi til at
hoyra Hatespeech og Flux.
Byrjað verður klokkan
23 og teir báðir bólkarnir
skiftast um at spæla til
klokkan 01. Aftaná verður
diskotek.
Atgongumerkini
eru
eisini
bíligari
áðrenn
klokkan 01. Tá kosta tey 50
krónur, men kemur tú aft-
aná klokkan 01 fer prísurin
upp á 80 krónur.
Hatespeech og Flux spæla í Platform fríggjakvøldið
- Vit hava tørv á blóði
Týsdagin hevði
felagið Blóðgevi í
Havn ársaðalfund.
Tað eru trý blóðgev-
arafeløg í landinum,
eitt til hvørt sjúkra-
hús. -Tað er tørvur á
fleiri blóðgevum,
skulu vit røkka aðal-
málinum, sum er at
verða sjálvbjargin við
blóði í Føroyum, sig-
ur Marita Simonsen,
formaður í felagnum
BLÓÐDONORAR
Rúna Sivertsen
Fyri tveimum árum síðani
varð felag fyri blóðgevar sett
á stovn í Havn. Felagið varð
stovnað 23 mai, sum er al-
tjóða blóðgevaradagur. Het-
ta varð gjørt fyri at styrkja
blóðbankan í Føroyum og
fyri at røkka málinum, at vit
skulu verða sjálvbjargin við
blóði her á landi.
Trý blóðgevarafeløg eru í
Føroyum, Klaksvíkar Blóð-
donorlið, sum longu varð
stovnað í 1957. Triðja fel-
agið er Blóðagevar í Suð-
uroy, sum varð stovnað 20.
februar í fjør.
Blóðbankin hevur tó virk-
að her heima síðani í 50’un-
um.
Tilsamans hava feløgini
1600 blóðgevar. Felagið í
Havn hevur 1100, tað í
Klaksvík 300, og í Suðuroy
eru 200 blóðgevar.
- Men hetta er framvegis
ikki nóg mikið, skulu vit
sleppa undan at fara uttan-
lands eftir blóði, sigur Mar-
ita Simonsen, formaður í
felagnum, Blóðgevi.
Blóðkampanja
Blóðgevarafelagið er farið
undir eitt átak fyri at fáa
fleiri blóðdonorar. Hetta
verður m.a. gjørt við tí pen-
ingi, sum nú er møguligur
at fáa av játtanunum hjá
sjúkrahúsunum.
- Í ár hava vit nýtt pen-
ingin til eina heimasíðu;
hon verður væntandi klár
tann 25. apríl. Hendan dag-
in er eisini ætlanin at hava
eitt átak á Vaglinum fyri at
vísa á, at tørvur er á blóði í
Føroyum, sigur Marita.
Tá verður møguligt hjá
fólki, at seta blóðgevum
spurningar. Børnini fáa
ballóni, og tey vaksnu
kunnu ogna sær parkerings-
skivur, sum vísa til heima-
síðuna, www.gevidblod.fo.
- Tað vísir seg uttanlands,
at heimasíðurnar gera mun,
tá tað ræður um at fáa fólk
at tekna seg til blóðgevar.
Tað eru serliga tey ungu, ið
vitja hesar síður, og tað er
júst teimum, vit hava brúk
fyri, sigur Marita.
Álvara og skemt
Eftir ársaðalfundin var
drekkamuður
at
fáa
umframt breyð og køkur.
Skemtiligi filmurin hjá
Flexnes, tá hann læt blóð,
varð vístur og fekk sjálv-
sagt lív í fundarfólkið.
- Dupultkvartettin í Eb-
enezer sang, so tað var
ógvuliga hugnaligt, sigur
Marita.
Í nevndini hjá Blóðgeva
sita:
Marita
Simonsen,
formaður, Jóhan Hendrik
Winther Poulsen, næstfor-
maður, Rúni Sørensen, ný-
valdur, Randi Herup Jacob-
sen og Heðin Thomsen.
Blóðgevararnir í Før-
oyum geva tilsamans 2000
portiónir av blóði um árið.
Eftir fundin sóu limirnir filmin hjá Flexnes, sum avgjørt ikki fann seg í, at hansara blóð varð givið politikarum. Um Jonhard Larsen, blóðgevi í Klaksvík (myndin)
hevur lagt treytir við, hvør kann fáa hansara blóð, sigur søgan einki um
Mynd Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
13
12