Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 11. apríl 2003 15 Tað fer at elva til meira virksemi hjá ferðavinnuni á landi, at Smyril Line kann flyta fleiri ferðafólk til landið og at ferða- fólk fara at verða í Føroyum størri part av árinum, heldur Heri Niclasen, ferða- vinnustjóri í Føroy- um NÝGGJA NORRØNA Eirikur Lindenskov Norrøna, Atlantshavið: – Tað er einki at ivast í, at nýggja Norrøna fer at hava stjóran týdning fyri ferða- vinnuna í Føroyum. Hetta sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. – Vit fara í eina nýggja epoku við nýggju Norrønu. Hetta er í veruleikanum tann triða epokan í nýggja ferðaflutningssøgu í Føroy- um, tá vit tosa um skip. Fyrst var tað Smyril í 1975, síðani Norrøna í 1983 og nú nýggja Norrøna, sigur hann. Heri Niclasen sigur, at nú sæst á øllum brøgdum, at Smyril Line kann bjóða flutning við nútímas skipi, ið lýkur øll krøv, ið ferðafólk hava til tænastu og komfort. – Tað er einki at taka seg aftur í, at nógv ferðafólk vóru ónøgd við støðuna umborð á gomlu Norrønu. Við hesum tiltaki slepst undan øllum hesum, og Smyril Line kann nú ósmæði fara út í heim og boða frá hesum, heldur før- oyski ferðavinnustjórin, sum leggur afturat, at skip- ið lýkur øll skandinavisk krøv til ferðamannaskip. Ferðavinnustjórin við- gongur, at tað helst verður tungt við einum so dýrum skipi. Man hann sigur seg hava skilt, at undirtøkan er góð í apríl og í maimánaði. Summarmánaðirnir seljast av sær sjálvum, so summ- arið heldur hann síggja væl út fíggjarliga hjá Smyril Line. – Eg dugi sjálvandi ikki at siga, hvussu tað verður um veturin, men tað at fe- lagið fer at sigla til Bergens um veturin er spennandi. So er bara at duga at selja hetta væl – at tey gera átakstilboð, sum fók fara at keypa. Heri Niclasen sigur, at tey trý, Smyril Line, Atlan- tic Airways og Ferðaráð Føroya hava sera neyvt samstarv um sølu og marknaðarføring, og hann væntar, at hetta samstarv nú fer at verða enn betur, nú tilboðini verða fleiri. Ráðini hjá fyrrverandi sølustjóranum hjá Smyril Line eru, at felagið heldur fram við at menna nýggj produkt, nýggj tilboð, og at viftan við taktiskum prísum bara verður størri, og hann leggur dent á týdningin av at brúka prísviftuna takt- iskt. – Tá nýggjar rutur verða tiknar upp er altíð neyðugt við góðum marknaðar- arbeiði og við góðum til- boðum, sigur Heri Nicla- sen, sum vísir til mongu nýggju ruturnar hjá At- lantsflog sum dømi. At enda sigur hann, at tað at Smyril Line við hesum er við at leingja um ferða- fólkasesongina fer at elva incomingvinnuni á landi, so sum gistingarhúsum og teimum, ið skipa fyri til- tøkum og ferðum, eisini at leingja um sesongina. – Alt hetta kann bara elva til uppaftur fleiri inntøkur, sigur Ferðavinnustjórin at enda umborð á Norrønu á veg á Havnina. Tað var ein sorgblíð løta, tá gamla og nýggja Norrøna hitt- ust 50 fjórðingar norðan fyri het- lendsku oynna Foula beint fyri kl 8 í hós- morgunin NýGGJA NORRØNA Eirikur Lindenskov Atlantshavið: – Hetta er ein stór løta, segði ein vælnøgdur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, tá skipini bæði, nýggja og gamla Norrøna hittust á positiónini 60°42’173N og 03°31’936V kl 7:59 í hós- morgunin. Skiparin boðað frá í hátalarunum mikudagin, at skipini bæði skuldu hittast, og væl av ferðfólki var á fótum til tess at síggja gomlu Norrønu – helst fyri seinastu ferð. – Men skipið hevur tænt okkum væl í 20 ár, staðfesti Óli Hammer, sum var møttur á brúnni at heilsa gomglu Norrønu. Hann hevur fleiri ferðir lagt dent á, at tað nyttar ikki at verða keddur, tá skalt av við eitt gamalt skip. Hann sigur, at tað er neyðugt at endurnýggja seg, og ein av treytunum tá er, at tú mást av við gamla skipið. Men tað var ein sorgblíð løta kortini, tí hetta var fyrstu ferð at skipini hittust – og uttan iva eisini sein- astu ferð. Og tað vóru bara fólkini umborð á báðum skipunum, sum upplivdu hendingina, tí hvørki land ella skip var í eygsjón nær námind. Tá skipini hittust, varð floytað og skipini kippaðu við fløggunum. Fyrst loraði ein matrósu á hekkuni á nýggju Norrønu flaggið. Síðani svaraði gamla Norr- øna aftur við at lora flaggið og vinda tað á stong aftur. Síðani heilsaði nýggja Norrøna aftur við at vinda flaggið uppaftur. Bæði skipini floytaðu, og tá lítil løta varð gingin, hómast gamla Norrøna hvørva í havsbrunni sunnanfyri. Gamla Norrøna, ella Norrøna I sum hon fyribils eitur, er nú á veg Esbjergs. Hon siglir tóm niður, tí tey á Smyril Line hava tómt skipið í Føroyum. Vit meta skipið sum selt, sigur Óli Hammer. Sum skilst vantar bara tað allar síðsta í sambandi við søluna av skipinum. Ein sorgblíð løta í Atlantshavi Fær stóran týdning á ferðavinnuna í Føroyum Reiðarin Óli Hammer heilsar gomlu Norrønu. Skipini hittust 50 fjórðingar norðan fyri hetlendsku oynna Foula. Hetta var fyrstu og helst seinastu ferð, at skipini hittust. Gamla Norrøna er ávegis til Esbjergs, og Smyril Line metir hann sum selda. Keyparin er úr Italia Mynd: Eirikur Lindenskov Ein vælnøgdur ferðavinnustjóri á brúnni á nýggju Norrønu. Heri Niclasen sigur, at nýggja Norrøna hevur stóran týdning fyri føroysku ferðavinnuna Mynd: Eirikur Lindenskov 15 14 Nr. 71 - 11. apríl 2003 Hóast minni verður at flyta av alifiski úr Føroyum, so rokna tey hjá Smyril Line við, at flutningur av alifiski úr Hetlandi og inn á meginlandið fer at viga nakað upp ímóti hesum missi og annars verður roknað við nógv fleiri ferða- fólkum enn uppruna- liga mett NÝTT SKIP Jan Muller Umborð á Norrønu Fíggjarstjórin á Smyril Line eitur Jóannes á Váli. Hann er eisini gamal í felagnum. Nú tað sær út til, at støðan í samfelagnum er farin at ganga skeiva vegin, og hetta kann raka stórar íløgur sum nýggju Norrønu sigur hann tey hjá Smyril Line hava mett um bud- gettið av nýggjum, nú fleiri viðurskifti eru broytt ella eru øðrvísi enn tey vóru frá byrjan. Minni dentur er lagdur á farm og størri á ferðafólka- flutningin. Nú alivinnan í Føroym fer at framleiða væl minnir nøgdir enn ætlað fer hetta sjálvandi eisini at merkjast hjá Norrønu. Fyri at viga upp móti hesum væntaða missi verður nú stórur dentur lagdur á at fáa flutning úr Hetlandi og inn á megin- landið. Her eru útlit fyri at flyta stórar nøgdir av het- lendskum alifiski. Smyril Line hevur havt við í sínum metingum, at aliframleiðsl- an fór at vaksa úr 40.000 tonsum uppí 100.000 tons uppá fýra ár. Tað er so endurskoðað nú til at blíva til eini 60 til 70.000 tons. Annars verður eisini satsað uppá at fáa part av flutn- inginum úr Aberdeen til Føroya. Og tá tað í vetur eisini verður siglt uppá Bergen verður roknað við nakað av farmi á tí rutuni eisini. Jóannes á Vági heldur, at tað verður gjørligt at økja talið á ferðafólki munandi nú skipið vísir seg at vera á einum so høgum góðsku- støði umframt at tænastu- støðið umborð verður rað- fest sera ovarliga. Eftir- spurningurin er ferða- seðlum er eisini góður. Nú fleiri fólk fara at síggja skipið fara mong teirra helst eisini at keypa ferða- seðil vónar fíggjarstóring. Nú skipið er yvritikið stendur tað í góðum 700 mill. kr. Jóannes á Váli við- gongur, at hetta er stór upphædd men teir hava so mett, at hetta fór at ganga. Og tað ger hann eisini nú. Sjálvandi hava teir nakað av peningi at standa ímóti við, um tíðirnar gerast heilt ringar. Um hetta ikki verður nóg mikið, so hevur Smyril Line møguleika at fáa nýggjan partapening. Tvs verandi eigarar kunnu seta fleiri pengar í og man kann fara út til almenningin eftir pengum. Jóannes á Váli sigur, at hetta er ikki nakað teir hava hugsað um enn. Nú Norrøna siglur uppá fimm lond og bara trý av teimum hava sett pengar í, kann hugsast, at t.d. áhuga- mál í Bergen og í Hanst- holm eru sinnað at seta partapening í. Jóannes á Vági sigur tó, at hesin møguleikin hevur ikki ver- ið umrøddur. Sum er eiga eisini íleggjarar í Hanst- holm í skipinum. Nevndin í Smyril Line helt fund úmborð á Norrønu í Norðsjónum mikudagin. Tá vóru rokn- skapartølini fyri undan- farna ár løgd á borðið. Tað hevur ikki verið gjørligt at fáa nakað at vita um úrslitið frá í fjør men tað skilst, at yvirskotið er omanfyri 10 mill kr. Møguliga verður úrslitið nakað lakari enn roknað við. Um somu tíð er eisini avgjørt at selja skipið til italskt felag. Upprunaliga var ætlanin at fáa einar 80 mill. kr. fyri gomlu Norrønu, síðani var talið 60 mill. kr. frammi. Nú endaliga sølan ner við at koma undir land er talið helst nakað lægri. Útvarpið visti nú um dagarnar at siga frá, at tað fór at liggja um 45 mill. kr. Rætta talið soleiðis sum støðan er á skipasølumarknaðinum í løtuni kann lætt gera, at tað fáast ikki meira enn 35 til 40 mill. kr fyri skipið. Havast skal eisini í hugan- um, at tað er gamalt og nógv brúkt. Tað sigur ikki so lítið, at síðani Norrøna fór í sigling fyri skjótt 20 árum síðani er eingin túrur mistur. Heri Niclasen, fyrr- verandi sølustjóri hjá Smyril Line í 10 ár, sigur, at tað hevur verið sera spennandi at verið við til at ment Smyril Line til tað fjølbroytta felag, tað er í dag NÝGGJA NORRØNA Eirikur Lindenskov Norrøna, Atlantshavið: – Tað hevur verið sera spenn- andi at verið við til at ment virksemið hjá Smyril Line. Hetta sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, sum í 12 ár starvaðist hjá Smyril Line. Fyrsta árið sum telegrafristur við Norrønu, seinni sum sølu- stjóri í 10 ár. Heri Niclasen er útbúgv- in telegrafistur, og áðrenn hann kom í starv hjá Smyril Line, starvaðist hann sum telegrafistur hjá Lyngby Radio og í nøkur ár ymsa- staðni í Grønlandi. Vit hava biðið Hera Niclasen greitt okkum eitt sindur frá tí arbeiði, hann var við til at menna hjá Smyril Line: – Ein stór hending hjá okkum, sum starvaðust á landi var, tá vit fluttu í nýggja og nútímans bygn- ingin í Jónas Broncksgøtu í 1991. Tá høvdu vit í fleiri ár tosað um at fáa eina elektroniska booking-skip- an, tí tað var sera trupult at føra allar bookingbøkurnar, soleiðis sum vit gjørdu. Av tí at alt varð gjørt manuelt, og ofta sama ferðafólk skrivað í einar fýra bøkur, so komu altíð fyri dupult- bookingar, greiðir Heri Niclasen frá. Hann sigur, at tey høvdu frætt, at Hurtigruten í Noreg hevði fingið gjørt eina telduskipan til teirra 11 skip, sum sigldu upp á 36 havnir um dagin. Norrøna sigldi til 8 havnir um vikuna, og tí valdu tey at seta seg í samband við ISS-Booking, sum hevði gjørt skipanina. Úrslitið av hesum var, at Smyril Line í 1991 kundi taka í brúk nýggju teledu- bookingskipanina. – Hetta lætti munandi um arbeiðið hjá okkum. Eg minnist væl, at eg var við fyrsta túrin, tá vit royndu skipanina. Øll boarding- kortini vórðu útskrivað á teldu, og so at siga eingir feilir vóru. Hetta var av sonnum ein kollvelting fyri fólkið á skrivstovuni – og ikki minst fyri tey umborð, sum skuldu vísa fólki á kømrini. Ein annar trupulleiki hjá Smyril Line fyrstu árini var, at virskemið hjá felagnum doyði, tá summarsiglingin var av. – Vit høvdu hópin at teld- um standandi, og tað var tí eingin meining í at pakka tær í plastikk fyri veturin, sigur Heri Niclasen, sum tí skjeyt upp fyri leiðsluni, at Smyrl Line stovnaði sína egnu flogdeild. So var gjørt, tey settus eg í samband við IATA í Svøríki, og í dag er flog- deildin ein týðandi partur av virkseminum hjá Smyril Line. Annað tiltak, sum økti um virksemið hjá felagnum var, tá farið varð undir at bjóða pakkaferðir. – Vit settu á stovn eina incomingdeild, sum skal standa fyri tiltøkum á landi, fyri hotellgisting, útferðum o. s. fr. Hendan deildin hevur nógv virksemi í dag. Tíðirnar fyrst í nítiárun- um vóru rættuliga truplar í Føroyum. Hetta merkti Smyril Line eisini, tí før- oyingar ferðaðust ikki, so sum teir hvødu gjørt fyrr, tóat parturin hjá útlending- um var stabilur. – Nú máttu vit finna upp á ráð, og tá var tað, at vit komu fram við tilboðnum um bátaferðir til Noregs, greiðir Heri Niclasen frá. – Hetta var ein bíligur máti hjá føroyingum við egnum báti at ferðast í norska skergarðinum í allar fínasta veðri, nakað, føroy- ingar ikki vóru vanir við. Eg minnist væl, at Ólavur Hátún var tann fyrsti, ið tók av tilboðnum við báti sín- um »Svíknoyingurin«, sig- ur Heri Niclasen. Bátaferðirnar eru vorðnar alt meira vælumtóktar, og vóru 60 bátar við Norrønu til Noregs í fjør. – Nú ber so uppaftur betur til við hesum, tí við nýggju Norrønu eru væl meira av plássi fyri bátum, leggur Heri Niclasen aft- urart. Annað tiltak, ið Heri Niclasen hevur verið við til at ment, vóru harmoniku- túrarnir til Bergens. – Tað var í 1992, at vit skipaðu fyri fyrsta tiltak-in- um. Hetta var sjálvandi fyri at fáa meira burtur úr, tá summarsesongin var av, greiðir Heri Niclasen frá. Hann sigur, at fyrsti har- monikutúrurin hepnaðist sera væl. Tey seldu ferða- seðlar fyri 360.000 krónur, og sølan av hesum umorð var 920.000 krónur. – Tilsamans gav hetta tiltak 1,4 mió krónur meira í kassan hjá Smyril Line, og eg vænti, at harmoniku- túrarnir síðani hava givið ein umsetning upp á 15 – 20 mió krónur, sigur Heri Niclasen. Smyril Line hevði bjóðað pakkaferðir, so funnu tey nú upp á eitt nýtt slag av einvegis pakkaferðum. Hetta var gjørt fyri at lætta um trýstið á leiðina millum Hanstholm og Havnina ávísar tíðir. Trupult var hjá t. d. týskarum at sleppa við hesi rutu víðari til Íslands, og tí valdi Smyril Line at gera eina pakkaferð, har tú t. d. fórt av Havnini til Hanstholm og heimaftur um Bergen. Hesar pakka- ferðir vóru til ávísar tíðir og frá ávísum havnum, og tær vórðu væl umtóktar og tæntu endamálinum at lætta um, har trýstið var størst. Heri Niclasen fór í 1996 frá sum sølustjóri hjá Smyril Line. Hann gjørdist tá marknaðarstjóri hjá At- lantsflog, og í dag er hann stjóri á Ferðaráð Føroya. Ein spennandi uppgáva Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, saman við soninum, Atla Niclasen, sum er annar stýrimaður á Norrønu Mynd: Eirikur Lindenskov Fíggjarstjórin á Smyril Line: – Vit skulu klára tað Nevnd og stjórn hjá Smyril Line hildu fund í fundarhølinum umborð á Norrønu, meðan hann var stødd í Norðsjónum. Fv. Óli Hammer, stjóri, Tórmóður Djurhuus, nevndarformaður, Jóannes á Váli, fíggjarstjóri, Jónas Hallgrimsson, nevndarlimur, Morgan Goodlad, nevndarlimur og Klæmint Weihe, nevndarlimurø Mynd Eirikur Lindenskov. C M Y K 14