mikudagur 18. mars 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Lesarabrøv
Tveir tímar i ítrótti gera góðan mun,
og er minasta mark!!!
Tá eg herfyri frætti, at
uppskot var lagt fram um,
at ítróttur ikki longur
skuldi vera kravd læru-
framhaldsdeild
trúði eg tí
grein
Fólkaskúlans,
ikki. Og hvussu kundi eg
tað? Júst í hesum degum,
hjartafeløg við serlæknum
å odda seta tid av til at
reklamera vid renning og
gera upplysandi arbeidi
mitt inni i SMS, har vist
verður á, at arvur, kostur,
royking og rersla eru av-
gerandi faktorar fyri
hjarta- og blóðrenslsjúk-
ur. Heldur ikki er so Ógvu-
liga langt síðani, at Elin
Merkere, serlækni, í sjón-
varpinum vísti á, at
manglandi rørsla er
størsta grundin til våna-
ligu ryggirnar her i landin-
um.
Men veruleikin er nú
tann, at uppskotid, sum
hevur verið i Landsskúla-
ráðnum, liggur klárt at
leggja fyri Legtingið utt-
an eina einastu viðmerk-
ing, sum kundi havt týdn
ing!!
Landsstýriskvinnan,
sum sjálv er lærarinna,
sigur í Sosialinum 13.3.,
at hon leggur hetta fram,
hóast hon er: »ivasom um
hvørt hetta er rætt ella
ikki«. Hvi ger hon einki
burturår? Er tad ti, po-
litikarar, sum skulu skapa
virðing uttan um seg,
helst ikki skulu taka upp
»antipolitisk« mål, sum
Berit Ås tekur til um mål,
sum ikki geva prestigu?
Meinar lærarinnan veru-
liga, at klombrut og
smæðin skulu sleppa
undan at læra? Skulu tey,
sum ikki tora at lata
munnin upp, sleppa und-
an at siga nakað í t.d.
føroyskum. Nei, tað kann
eingin pædagogur í 1992
meina. Serliga í teimum
alment búgvandi læru-
greinunum, sum ítróttur
jú er partur av, er tað eina-
mest umráðandi at læra
og eggja tey klombrutu og
smædnu. At tíma, duga
og kenna gleði við at røra
seg eru ikki guddommilig-
ar gávur, sum summi eru
fødd við. Hetta er sovorð-
ið, sum vit læra sum alt
annað, um umsteðurnar
eru til tað. At so onkur
enda á Olympiaduni, er
ein onnur sega!!
Vit hava í ár 1992, og í
ítrótti sum í ellum eðrum
lærugreinum, er tíðin
farin frá tí autoritera og tí
bera »produktorienter-
ada« frålæruhåttinum.
Harvið er kortini ikki
sagt, at eingir trupulleikar
eru. Ítróttur er ein av
teimum elstu lærugrein-
unum í skúlanum og hev-
ur sera gamlar traditiónir,
sum eru ringar at bróta;
og so hevur ítróttur eisini
ta lagnu — sum eingin
onnur lærugrein hevur —
at hava åhugafeløg fyri
elituni upp at sær, ið
Nr. 54 — 18. mars 1992
áhaldandi troka sína sið-
venju og sín hugburð inn í
skúlan. Tað undrar meg
eisini, at ítróttur fær hesa
lagnu júst nú, nógvir lær-
arar ásanna, at bernini
læra alt betur, um kropp-
urin sleppur at spæla við í
innlæringini. — Sjálvt
hvat ið er eitt sjálvljóð, og
hvat ið er eitt hjáljóð, læra
børn í fyrsta flokki gjøgn-
um rerslu.
Og líka nógv órógvar
tað meg, at yvirlæknin J.
P. Davidsen, hóast hann
ikki beinleiðis er arbeiðs-
fysiologur, í Sosialinum
fríggjadagin ikki skal
vita, at tað er betri fyri
vanlig fólk at rera seg
tveir tímar meira um vik-
una enn minni. Renn tær
ein túr bara ein hálvan
tíma og vita so, hvat
kroppurin fer at siga í
morgir ella ovurmorgin!!!
Er hetta standurin á
heilsuverkinum, ja, so
kunnu vit í hvussu so er
siga, at fólkaheilsan í Fer-
oyum er í vanda. Naiv
sum eg eri, hevði eg vænt-
að, at teir hvítu kitlarnir
fóru at stuðla í hesi sak,
eftir at teir vanliga hava
størri autoritet enn tær
útvaskaðu treningsdrakt-
irnar.
At júst hesir báðir neyð-
ars tímar í ítrótti um vik-
una eru betri enn eingin,
sæst í eini kanning, gjørd í
Danmark 1983 (og fysio-
logiskt, eru vit í hvussu so
er ikki nógv ødrvisi enn
danir). Kanningini >Ung-
dom og idræt — den fysio-
logiske del< — hevur Lars
Bo Andersen adjunktur,
DHL, staðið fyri. Talvið-
gerðin er nakað nógv at
taka við her, men ein av
nidurstødunum er henda:
„den obligatoriske under-
visning i idræt i gymnas-
iet har klar positiv effekt
på de unges fysiske til-
stand«. (Her er eisini talan
um tveir tímar um
vikuna).
Men J. P. Davidsen
man kortini ivast í tí,
hann hevur sagt, tí seinni
sigur hann, at betri hevði
verið: »um børn og foreld-
ur fingu upplysing um,
hvussu neyðugt tað er fyri
likamið at íðka ítrótt<. Eg
má spyrja, hver skal geva
hesa upplýsing, og hvar
hon skal fara fram? Sum
fyrilestrar á Landssjúkra-
húsinum ella hvat??!!
Sum lærarinna eru mínar
royndir, at vit læra best
av okkara egnu royndum,
og sum lækni man J. P.
Davidsen eisini vita, at
sjálvt um fólk ganga við
lívinum í hondunum, so er
mangan ringt at fáa tey at
røra seg tað, tey áttu,
hóast ávaringar og góð
ráð frá læknanum.
Eg havi hesar dagarnar
roynt at ímynda mær,
hvussu eitt sovorðið upp-
skot uttan nakað kann
koma so langt, og eg finni
bara tvær grundir: Onnur
kann vera, at uppskotið
kemur frá skúlafólki og
-politikarum, sum ikki
hava havt tey bestu upp-
livilsini í ítróttatímunum í
síni tíð, og sum nú á henda
hátt gera upp við sína
egnu fortíð ístaðin fyri at
hugsa um framtíðina. Hin
grundin kann vera, at
hetta er ein spurningur
um pengar. Øll vita tó, at
lærarakreftirnar í skúlan-
um eru nógv bíligar fyri
samfelagið, enn tað er at
byggja størri og størri
Framhald á síðu 14
Í samband við at Pf. Formula Føroyar er flutt inn í húsini hjá P/f Petersen & Guttesen í
Stidjagøtu 11, bjóða bæði feløgini øllum viðskiftafólkum, vinum og eðrum áhugaðum til
Opið hús í Stidjagøtu I I
fríggjadagin 20. mars - kl. 13.00 til Kl. 18.00.
SLR UR
3
3
5
á