hósdagur 19. mars 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
tíðindablaðið
Neerskov prestur
vitjar I Føroyum
Felagid Feroyar-lsrael
hevur bjóðað H. K. Neer
skov á vitjan frå 1 18
er vælkendur
Hann hevur
savnað nógv fólk til fund
Feroyum.
ar her heima, har hann á
ein sera greiðan hátt
hevur sýnt sína stóru
vitan út frá Bíbliuni
H. K. Neerskov er 60
ára gamal og er útbúgvin
innan handilsekið. Í 1964
íbirti hann felagskristiliga
kristniboðssamtakið
„Dansk Europamission«.
Men árið frammanundan
tók hann gudfreðiligt em-
bætisprógv eftir at hava
lisið heima.
Seinastu 20 árini hevur
H. K. Neerskov virkað
innan Dansk Europa-
mission og nýtt alla sína
tíð í hesum arbeiði, men
eftir hetta kristniboðs-
samtak hevur hátíðarhild-
ið sína 25-ára virkistíð,
valdi hann at fara frá sum
aðalskrivari og formaður,
men síðani hevur nevndin
sett hann sum teirra um-
boðsmann.
H. K. Neerskov halgar
seg serliga til virksemi
innan fyrilestur, undirvís-
ing um bíbilsk og evan-
geliserandi evni, skriving
og hugskotum til nýggjar
kristniboðsætlanir.
Umframt arbeiðið fyri
ta kúgaðu kristnu sam-
komuna í eystureuropa,
Sovjetsamveldinum og
Kina og muslimskum
londum, hevur Neerskov
vakt ans sum rithevund-
ur. Hann hevur skrivað
ikki færri enn 18 ymiskar
bekur. Tvær tær seinastu
»Opbrud i øst« og >Hvem
tilhører det hellige land«
vórðu eftir fýra mánaðum
seldar í 2000 eintekum.
Eftir einum ári var bókin
um Ísrael útseld. Men
bókin, ið hevur sett met,
er kenda »Hvor Øst og
Vest mødes«, id er prentad
i 2 mill. eintøkum og er
tydd til 27 ymisk mål.
Av mongum verður H.
K. Neerskov mettur sum
serfrødingur, serliga i
Gamla Testamenti, sum
hann hevur ritað fleiri
bekur um. Flaggskipið av
hesum bókum er »Det
Gamle Testamentes Frel-
seshistorie«. Saman við
hesi bók er litmynd yvir
reðina av bókum í Gamla
Testamenti. Somuleiðis
eru í bókini yvirlit, ættar-
talvur og kort. Vitanin hjá
H. K. Neerskov kemur eis-
ini undan kavi í sambandi
við ymsar útvarpssend-
ingar hann hevur luttikið
i. Hann var einaferð
saman við fyrrverandi for-
sætisráðharranum Anker
Jergensen og fyrrverandi
ferðslumálaráðharranum
Arna Melchior, við í eini
sjónvarpssending viðvíkj-
andi steðuni í Miðeystri.
Felagið Føroyar Israel
er óheft av øllum trúar-
bólkum. Tí verða fundir-
nir eisini hildnir uttanfyri
kirkjur og samkomuhús,
fyri at øll, sum hava
áhuga fyri profetiunum,
kunnu savnast uttan at
fela seg hindrað av múr-
um, sum eru gjerdir av
mannahondum.
Fundirnir í Havn verða
hildnir í Kommunuskúla-
auluni, friggjakveldið
tann 15. maí kl. 20.00 og
sunnukveldið 17. mai kl.
20.00.
Stovningardagur Ísra-
els 14. mai 1948 hevur
Felagið Feroyar Ísrael í
fleiri ár hátíðarhildið, og í
ár verður tí aftur fundur á
Vaglinum sunnudagin 17.
mai kl. 14.30, har Hans
Kristian Neerskov hevur
jåttad at vera høvudsrød-
ari.
Leygarkvøld kl. 20.00
tann 16. mai verður
fundur hildin inni í Runa-
víkar Ítróttarhell.
Vit vóna, at nógv fólk
vilja taka lut í hesum
minnisríku fundum.
Aðalfundurin hjá felag-
num Feroyar Ísrael verð-
ur sunnudagin tann 29.
mars kl. 1430 á Hotel
Hafnia, Parnassinum, kl.
14.30.
Tey, sum hava kærleika
til okkara arbeiði fyri Ísra-
el og jødunum, verða biðin
um at melda seg fyri at
hjálpa okkum í tí stóra
praktiska arbeiðinum.
»Skurdurin er stórur,
men arbeiðsmenninir eru
fåir«. Matt. 9,37.
Felagið Feroyar-Ísrael
v/ Lydia Arge
Felagið Feroyar Ísrael
mótmælir amerikanska
politikkinum í Mideystri
Felagið Føroyar Ísrael
hevur í hesum degum sent
amerikansku ambassad-
uni í Keypmannahavn eitt
mótmæli.
Orsekin til mótmælið er
m.a., at USA leggur trýst
á Ísrael nú samráðingar
eru um Miðeystur, USA
heldur fast við, at um
Ísrael heldur á at byggja
hús til heimkomandi jed-
ar, so verður lánið megu-
liga skert ella útsett,
sjálvt um lánið er játtað.
Húsini verða bygd i friadu
pørtunum av Israel, sum i
Bíbliuni bera nevnini
Judea og Samaria.
Mótmælið er soljóðandi:
Mótmæli móti vánalig-
ari viðferð av statinum
Ísrael.
Felagið Feroyar Ísrael
mótmælir hervið ti figgj-
arligu viðferð, USA gevur
statinum Ísrael.
Vit mótmæla, tí USA
bíðar við at geva lán til
Israel, og brúkar lán-
gevingina sum trýst á
Ísrael, nú tá samráðingar
eru um frið í Miðeystri.
At nokta lánið er í veru-
leikanum at brúka med-
menniskjaliga hjálp sum
eitt politiskt vápn móti
jødunum.
Hvussu kunnu tit nokta
jødunum eitt heim og vón
fyri framtíðina — rættin
at búgva í teirra egna
landi, Judea og Samaria?
Hava tit gloymt aftur-
haldni, sum Israel visti
fyri bert einum åri sidani,
tå Irak sendi rakettir móti
Ísrael og USA?
Vit vilja minna tykkum
á eitt álvarsamt lyfti
skrivað í Bíbliuni, sum
eisini amerikanski presi-
denturin leggur hondina
á, tá hann sver eiðin sum
presidentur. Eitt lyfti
Gud gav Abrahami og
tjóðini Ísrael.
Lyfti frá Almáttuga
Gudi til Ísrael er: „Ég skal
signa teg, ið signa teg, og
tann, ið tær bannar, hon-
um skal Eg banna«.
1. Mósibók 12 v3.
Sudurovinar
Nr. 55 — 18. mars 1992
Barnaleikurin "Ferðin til heimsins enda" verður
í hesum dógum sýndur fyri bórnunum í Suður-
oynni
Sjónleikarbólkurin Leika-
pettið er nú farin til Suð-
uroyar við barnaleikinum
"Ferðin til heimsins enda".
I dag verða sýningar í
fimleikarhøllini í Vági og i
morgin í høllini í Trongis-
vági. Tað verða tvær sýn-
ingar hvønn dag, og tað er
skipað soleiðis fyri, at øll
skulabørnini í Suðuroynni
sleppa at síggja leikin. Tað
er avtalað við skúlarnar.
"Ferðin ul heimsins
enda” fekk sera góða mót-
tóku, tá hann í seinastu viku
varð framførdur í Havn.
Vaksin vóru líka hugtikin
sum børnini, ikki minst av
palli, búnum og ljóst.
"Ferðin ul heims enda" er
ein íslendskur ævintýrleik-
ur. Trý ung fólk trína inn í
ævintýrheim, har tey hitta
trøll, álvar, gandakallar og
aðrar verur.
Aftaná sýningarnar í
Suðuroynni fer Leikapettið
við leikinum í Eyduna á
Oyrabakka, har leikurin
verður sýndur fyri børnum í
Sudlagnum og granna-
bygdunum.
Haðani fara tey í Vág-
arnar, og 26. ul 29. mars
verða tey á Listafólkastevn-
uni í Vesmanna.
Síðan verður hildið fram í
Klaksvík, í Eysturoynni og í
Sandoynni.
randi
NÚ er at spenna
BELTINI
|
i
;
á
2
x
i
í
á
%
Í
<]
*
;
8