hósdagur 19. mars 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 18. mars 1992
tíðindablaðið
Skriva til
Skriva til Marner, Postboks 76, 110 Tórshavn
Turkaður fiskur er
góður at hava sam-
an vid kemoterapi
Somuleiðis eru svartkjaftatablettirnar hentar at taka
hjá teimum, ið annars ikki fáa fatur á turkaðum fiski
Aftursvar til
"ta våtu
Tað, sum fær meg at triva
í pennin er spurningurin
frá *tí vátu' í læknateig-
inum í síðstu viku. Eg eri
ein ungur maður mitt í
tjúgunum, ið livi eg saman
við einari kvinnu um sama
aldur. Og hon hevur júst
sama 'trupulleika'”, sum
tú. Hjá henni (okkum) er
tað bara soleiðis, at hetta
als ikki er nakar trupul-
leiki. Vætan, ið kemur úr
tær, kann nevniliga vera
eitt slag av avgongu. Hetta
er ikki bara nakað, eg sigi,
men nakað, eg havi lisið.
Lær teg tí heldur at njóta
hesa avgongu og legg eitt
handklæði ella okkurt so-
vorðið undir teg, um tú
heldur tað vera ov vátt
Fiskurin
PS. Eini góð råd ul tin
kundu verið at keypt
bókina 'Kvinde kend
din krop", ið er ein
hondbók, ið allar
kvinnur — og menn
við — áttu at lisið.
lað er púra ræt, ið tygum
skriva. Ráðint, tygum geva
øllum kvinnum
liga ollum monnum — um
at lesa bókina 'Kvinde
kend din krop', eru góð.
Eg kann skoyta uppí, at
hon er at fáa í llum bók-
handlum í Føroyum
Marner
Hvussu taki eg
heilivágin?
Tá ein fær heilivág, og tað
stendur á glasinum, at
hann skal takast tvær tabl-
ettir seks ferðir um dagin,
so eru maður mín og eg
ósamd. Hann heldur, at
hetta skal forðeilast yvir
- Og ser-
48 timar, men so haldi eg
ikki, ti eingin meining er i
at fara upp mitt å nått at
taka heilvåg, tá tað nú ikki
er nøkur álvarslig sjúka.
Um tað stendur tvær tabl-
ettir tvær ferðir um dagin,
taki eg tvær á morgni og
tvær á kvøldi, og 'dermed
basta". Um so er, at maður
mín hevur rætt, hví skriva
læknarnir so ikki so og so
ofta um samdøgrid?
Pillarin
Eg vil byrja vid at svara
tygum fyrst upp á tað sein-
asta brotið í spurning-
inum, tí tygum hava púra
rætt, at tá tað stendur á
at ein skal taka heilivágin
tvær ferðir dagin um
samdøgrid — so meinast
við á morgni og á kvøldi
við umleið 12 tíma millum-
rúmi. Stendur fleiri ferðir,
verður tað at býta toliliga
javnt yvir samdøgrid — yv-
ir 24 timar og ikki 48 tim-
ar. Tað er tó ikki neyðugt
at fara upp um nåltina fyri
at fáa sær heilivág; tað er
at taka tað seinasta seint
um kveldið og tað fyrsta
so tíðliga um morgunin
sum gjørligt, og so byta
restina so javnt yvir dagin
sum gjórligt
Marner
Svartkjafta-
tablettirnar
Hvat sigur læknavísindin
um svartkjaftatablettir?
Maðurin hjá mær hevði
krabbamein og fekk kemo-
terapi. Hann varð sjúkur
av fyrstu kemoviðgerðini,
men byrjaði so at taka
svartkjaftatablettir, og
varð ongantíð sjúkur av
hinum viðgerðunum. Hann
fekk 11 kemoviðgerðir í
alt, og spýði ongantíð.
Hann var sjálvandi móður,
men ikki sjúkur. Vit halda,
at svartkjaftatablettirnar
hjålptu. Hvat heldur lækn-
in?
Kemo-konan
lað er rætt, sum tygum
siga, og hevur tað eisini
eina góða forkláring, tí í
svartkjaftatablettunum, ið
eru gjórdar úr turkaðum
svartkjafti, er nógv eggja-
hvítaevni ella proteinevni,
sum vit eisini kalla tað.
Ogvuliga umráðandi er, at
sjúk fólk fáa hesi evni, og
serliga tá tey eru undir so
stórari viðgerð sum maður
tygara við kemoterapi.
Men her hjá okkum nýtist
einum ikki at keypa hesar
dýru svartkjaftatablettirn-
ar, tí tað ber eisini til bara
at buka eitt sindur av fiski
Té er tað eitt sindur óðr-
vísi, um ein býr aðrastaðni
enn í foroyum, har tað er
ógjórligt at fáa fatur á
turrum fiski. Tá eru svart-
kjaftatablettirnar einasta
loysnin
Marner
— um ongin kennir veru
ella tænastu tygara, hver
skal so njóta hana? i
FT LYSING
Bøgøta 14, Tórshavn
Tlf. 18220
Herviliga sjúkan AIDS
hevur higartil kravt tvey
mannaliv i Føroyum.
Síðani fyrsti ulburdur-
in av hesi sjúku varð
staðfestur í Føroyum i
1989, hava fýra føroy-
ingar fingið sjúkuna
Síðstu tølini frá lands-
læknanum siga, at ein
tilburdur var skrásettur í
1989, tveir í 1990 og ein
í 1991. Higarul í ár — nú
hálvurtriði mánaður er
farin av árinum — er ikki
nakar nýggjur tilburdur
staðfestur her
Umframt hesi fýra, ið
| hava fingið sjúkuna, eru
| Sjey føroyingar smittaðir
| við HIV-virus. Av teim-
| um tilsamans 11 tøroøy-
ingunum eru tvey konu-
fólk, og sambært upp-
£
Fyra førovingar
sjukir av AIDS
— sjúkan hevur kravt tvey mannaliv
lysingum frå landslækn-
anum eru øll 11 vordin
smittað við kynsligum
sambandi.
Smittað við vanligum
kynsligum sambandi
Annars sær út til, at
gongdin sum heild við-
víkjandi AIDS er tann,
at bæði kvinnur og
menn verða smittað við
vanligum kynsligum
sambandi, og at talan
als ikki longur er fyri
tað mesta um homoseks-
uellar menn, sum í
fyrstuni. Tndihvør dani,
10 er smittadur, er
vordin tad gjøgnum
vanligt kynsligt sam-
band millum mann og
kvinnu.
Eitt nú vísa nýggjastu
tølini úr Grønlandi, at av
teimum, ið vórðu smitt-
að í 1991, er býtið mill-
um kvinnur og menn
javnt.
Danmark er tad land,
føroyingar hava tættast
samband vid, og i Dan-
mark er stødan tann, at
flestu tilburdir eru skrå-
settir i høvudsstadarøk-
inum, ið stórt sæd er at
meta sum hurð føroy-
inga útefur. Tilsamans
958 danir hava AIDS,
og kunnleiki er um einar
3.500 danir, ið bera
HIV-smittuna. Sjúkan
hevur í Danmark kravt
612 deyðsoffur, og
verður í meðal ein dani
um dagin skrásettur sum
HIV -positivur.
hj.
Forsølan av APEX-ferðaseðlum er nú broytt úr at vera
fjúrtan dagar áðrenn til at vera sjey dagar áðrenn
Donsku myndugleikarnir
hava nú góðkent, at sokall-
aðu APEX -ferðaseðlarnir
kunnu keypast sjey dagar
undan fráferð, móti íjúrtan
døgum, ið var treytin fyri
forsøluni áðrenn.
Orsøkin til, at APEX-
ferðaseðlarnir millum Før-
oyar og Danmark nú eru
vorðnir lættari at keypa, er
at SAS er farið undir sama
framferdarhått viðvíkjandi
APEX-ferðaseðlum til
ferðandi millum Danmark
og útlond.
„Hendan nýggja broyt-
ingin merkir, at tað nú
verður lættari at keypa teir
bíligaru ferðaseðlarnar,<
sigur marknaðarleiðarin
hjá Danair, Helene Har-
ritz. >Vit vóna samstund-
is, at vit við hesar broyt-
ingini kunnu fáa gkt um
talið á ferðandi — bæði
vitjanar- og frítíðarferð-
andi — millum Føroyar og
Danmark.«
Stjórin i Atlantsflor,
Heri Mortensen segði í
gjár við útvarpið, at hesin
ferdamøguleikin við bíligu
ferðaseðlunum loysir seg
fyri hvorki av teimum báð-
um flogfeløgunum, ið
røkja flúgvingina millum
Føroyar og Danmark.
I hvussu er hava føroy-
ingar nú somu ferðaseðla-
møguleikar fyri lítlan
penga, sum ferðandi í hin-
um Norðurlondum og Eu-
ropa annars.
hj.
——
Lættari at flugva