hósdagur 19. mars 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 =
Mín Jólabók
1992
Bókadeild Foroya Lærarafelags sóknast
eftir tilfari til jólabókina. Alt uppruna
tilfar hevur áhuga.
Goldið verður eftir galdandi takstum.
Tilfarið skal vera bókadeildini í hendi
seinast 15. mai.
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pedda við Steins geta 9
100 Tórshavn
Ny auktion
Det meddeles herved, at der pá tidligere
bekendtgjort tvangsauktion over matr
nr. 34 c, Nólsoy, bygning på lejet grund
tilhørende P/F Nólsoyar Flakavirki er
begæret ny aktion, der afholdes
torsdag den 09. april 1992 kl. 11.20.
Højeste bud på 1.
3.000.000,00 kr.
auktion var
Færøernes fogedret,
den 17.03.92
Ole G. Olesen
dfm.
Frá Kvinnuhúsfelagnum
Aðalfundurin
verður
sunnudagin 5. apríl 1992, kl. 16.00
i
Mettustovu
Skrå samb. lógum felagsins.
Nevndin
Frítíðaravloysarar
Ellis- 8 Avlamisheimið
í Vágum
sekir eftir: sjúkrasystrum, sjúkrahjálpar-
um, umsjónarmanni og ymiskum
hjálparfólki at avloysa í summarfrítíðini.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og
fråsøgn um fyrrverandi arbeiðspláss
verður at senda heiminum áðrenn 1.
apríl.
Blindastovnur Føroya
hevur opið månadag— friggjadag kl. 9—16.
Teiefonir: 18222 og 19288.
=
Nr. 55 — 18. mars 1992
Skilir tú tína kvinnu?
Mannfólkaroykurin breiðir
seg. Å skrivstovunum. I
skiftirúmunum. Á konditta-
rinum. Íklubbununum...Ja,
allastaðni har menn hittast -
kunnu hittast - uttan kvinnur.
Men tað er eitt nýtt
slag av mannfólkaroyki:
“Kvinnan hevur tvey bein,
tveir armar, kropp og høvd.
Tærbrúka somu orð og tosa
sama mál. Ti halda vit at tær
eru sum vit," sigur ein. “Í
veruleikanum hoyra tær til
eina aðra ætt. Koma frá eini
aðrari stjórnu. Heimurin sær
grðvísi út í teirra eygum.
Tærhugsagrðvísi. Tærsiga
eitt - meina nakað heilt
annað."
Ein annar roynir seg
við nýggjari útgávu: “Tær
meina hvert orð, tær siga -
men tær meina nakað heilt
annað, enn tað, vit halda,
tær meina."
“Tær eru fullar av
andsøgnum. Taðer 6gjørligt
at fylgja vid. Tær vænta, at
vit skulu fara vid teimum
sum felagar á jøvnum føti -
og hvør er ikki til reidar til
tess?
Dreymakvinnan fyri
eitthvørt mannfólk vid
sjålvsvirding, er sjålvstød-
ug, hevur bein i nøsini, veit
hvat hon vil. Hon er ein
sjålvberandi konstruktión,
um ein kann siga tad so.
Ovurkåtur hugsar tú:
Endiliga fann eg hana! Og
aftaná eitt tíðarbil - sært tú
at hon í veruleikanum leitar
eftir einum pápa. Hon vil
verjast. Undirhaldast. For-
kelast. “Antin eru tað ikki
nóg nógvir pápar til í heimi-
num - ella eru teir, ið eru,
ikki nóg nógv pápar..."
Menn brúka nógva
tíð uppá kvinnur, hugsa yvir
tær og um tær. Tað hava vit
altíð gjørt. Men tankarnir
ganga nýggjar leiðir - og vit
eru ikki longur so bangniz
fyri at lata kvinnurnar taka
lut í okkara innastu tonkum.
Nú vilja vit skilja hesar
forbannaðu kvinnurnar.
Men vit kunnu ikki. Siga
kvinnurnar...
Samanumtikið sýn-
ist hetta at verða tann størsti
trupulleikin: Vit vilja fegnir
gera kvinnunar nøgdar. Men
tað sýnist altid at tørva
okkurt.
Menn eru i veru-
leikanum lættir at farast um,
Maðurin finnir eina kvinnu,
hann dåmar - og so leingi
sum hon ikki ger ov n6gv
um seg, er hann i botn og
grund væl nøgdur. Hinvegin
finnir kvinnan sær ein mann,
ið kann blíva til nakað. Ein
sum - vid rættari vegleiding
og åvirkan - kann gerast
dreymamaðurin. Síðani fer
hon í holt við at broyta hann,
og hann verður sjálvandi
ongantíð hann, hon droymdi
um.
Tann nýmótans
maðurin veit, at hann skal
hjálpa til heima við hús.
Hann fer til handils, vaskar
upp, leggur børnini at sova -
og við jóvnum millum-
bilum, bjóðar hann oman í
pylsuvognin. Og hóast alt
stríðið fellur hamarin, besti
trumfurin hjá kvinnuni: “Tú
skilir meg ikki!"
Tú byrjar eina ran-
sókn í tær sjálvum: Hvussu
ber tað til at eg, sum megni
míttarbeiði rímiliga væl, fái
herðaklapp fyri míni hug-
skotogrøs fyri mínar loysnir
- ja, sum tá saman um kemur,
av og til, fái eitt bros frá
mínum kvinnuligu starvs-
feløgum - hvussu ber tað til
atjúst tann kvinnan, sum eg
komi saman við, búgvi
saman við, havi børn saman
vid - sum eg kenni betri enn
nakað annað menniskja ...
Hví skilji eg ikki júst hana.
Eg leggi høvdi til
rættis á bríkini og stari upp
í tað snarandi viftuna í
loftinum: “Skilur tú hvat
hendir við mær. Hvat hendir
í veruleikanum?"
Sálarfróðingurin:
“Vit leita allir eftir manni-
num við stórum M. Kvinnan
í okkara tíð kennir ikki seg
sjálva, sum eina kvinnu.
Men maðurin er í villareiði
- hann kann ikki finna mann-
in í sær sjálvum - og til tað
hendir, kunnu partarnir ikki
hittast.
Síðan vit settu torv-
leypin frá okkum og tóku
telduna upp í kneppið, hava
vit menn havt trupulleikar
við okkara identiteti.
Í gomlum døgum
vóru vit ikki í iva. Tann lítli
pilturin, ið fór í hagan við
pápanum, sá hvussu hin
gamli fór um kríatúrini og
náttúruna. Sá hvussu hann
legði bátin eftir loti og ráki.
Så hann brúka alla sína megi
- pápin varð grundarlagið
fyri at familjan fekk mat í
munnin. Pápin útvegaði,
pápin gav.
Hvat sær pilturin í
dag - um hann yvirhøvur
sær pápan arbeiða? Ein
mann, ið gleðir í ein teldu-
skerm. Skrivar á pappír.
Tosar í telefon. Einki ser-
merkir hann sum ein mann.
Tað er ikki so langt
síðan at leiklutirnir hjá
teimum báðum kynunum,
vóru heilt greiðir. Menn
skuldu vera sum rættir menn
- sum John Wayne ella Kirk
Douglas f teirra bestu
døgum. Kvinnunar kundu
velja fritt millum Marilyn
Monroe „Doris Day og Aud-
ry Hepburn. Meneingin var
í iva um hvat var dreyma-
myndin - fyri mann ella
kvinnu.
Vietnamkríggið bur-
turbeindi tað harða og tað
mansligu megina - John
Wayne við grønari baret,
varð útvístur av vøllinum.
Nú ráddi um at seta í gongd
teir kvinnuligu eginleik-
arnar, sum eina mótvekt til
deyða og oyðileggjan, og
tann vaksandi kvinnurørslan
gav Manninum banasár og
lat hann í "Høsnastrik” frá
høvur til fót.
Hann kundi hóskan-
di verða eftir heima og skifta
blæður á bórnunum, meðan
mamman dansaði, við ber-
um boppum, til bongotrum-
m:1r, heilt uppi við pallin.
Bæði menn og
kvinnur funnu kvinnuna í
sær sjálvum, tann bleyti
maðurin var IN - men eingin
kann í dag minnast hvar.
Kvinnurnar gjørdust jú
skjótt móðar av honum - og
so varð kallkynið veruliga
úti at skíta. Tað hava vit
verið líka síðani.
Eitt av úrslitunum
varð Yuppi-maðurin, sum
bar sermerkið av, at alt var
uttaná og einki innani.
Hugsatær Mickey Rourke í
9 1/2 viku: Einki “commit-
ment”, einki veruligt sam-
band við hitt kynið.
Samfelagsfrødingar
siga, at AIDS og figgjarligur
ótryggleiki, fær tey ungu til
at venda aftur til tær gomlu
dreymamyndirnar. Men
sjálvt um Madonna minnir
um Marilyn Monroe, er tað
væntandi eingin, ið torir
skjóta upp, at hon er ein
endurtøka. Madonna gleivar
og følir uppá seg sjálva -
fyri almenninginum, å
pallinum. Kvinnan veit, hvat
hon vil hava, og bidar ikki
eftir at madurin skal geva
henni tað.
Jú, kvinnan krevur.
Stórlætni. Blídni. Forstáð-
ilsi. Gávur. Og tann neyðars
maðurin - sum langtsíðan
hevur gloymt sína fortíð sum
útvegari, sum hin bulmikli
kalurin í bø og haga, sum
verjin hjá familjuni móti
illveðri og vanlukkum -
gerst grkymlaður. Hann
hevur gloymt, hvat tað vil
siga at geva. Hann gerst
Ótryggur og heldur seg aftur.
Flyggjar"
Viftan melur enn
líkasæl, uppi í loftinum, tá
eg renni út í tað kalda vetrar-
kvgldið. Leitandi eftir
manninum.
Euroman
BINGO
Gott bingo verður í Eydnuni á Oyra-
bakka sunnudagin 22. mars kl. 16.00.
Ferð fyri tvey til Bergen og havamøblar
verður burturlutað. Annars nógvur góð-
ur døguråamatur.
Dansibólkurin Fragdin
—waia£i$ið |
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. *
Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 ella
031-578999.
í
——"———
A —