Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 58 — 24. mars 1992 Síða 11 - og reinifóri er nóg mikið, tá tú ert saman við arbeiðsfelógum - eisini teimum, sum eru HIV - smittað ella hava sjúkuna AIDS Tað var Politistafelagið sum skipaði fyri pallborð- fundi undir heitinum: “AIDS á arbeiðsplássin- um" í Norðurlandahúsi- num leygardagin. Fundurin varð hildin í stóra salinum, og rættiliga nógv fólk vóru á fundi- num. Tað er eyðsýnt, at fólk taka AIDS spurningar í ál- vara. Umboð fyri skúlar, heilsuverk, heimahjálparar og løgregluna vóru í stór- um tali. Fundurin avdúkaði sum soleiðis ikki stórvegis nýggjar upplýsingar. Hann staðfesti fyri tað mesta tað, sum higartil hevur verið upplýst um smittuvandar, og hvussu tú kanst verja teg móti hesum. Serliga áhugavert var innleggið hjá Annu Sam- uelsen um, hvat tú ikki skalt vera bangin fyri, um tú t.d. kemur at arbeiða saman við persóni, sum er HIV- smittaður, eitt nú at drekka av sama koppi, fara á wc har HIV- smittaður hevur verið, í svimjihyli, stutt sagt, at tú sosialt ikki nýtist at vera bangin fyri smittuvanda. Øll eru i vandabólki Tað er framvegis kyn- sligt samband sum er vandabólk. I dag eru øll fólk í vanda, um tey ikki nýta hít við kynsligum sambandi. Tað, sum kanska er mest neyðugt í framtíðar upplýsing, er at staðfesta veruligar vandar og at bróta niður fordómar og villeiðandi upplýsingar, sum henda sjúka seinastu árini hevur elvt til. Tað er tí ógvuliga týðandi táttur frameftir at gera vart við vandan, og at fáa almenn- ingin at vera menniskjans- lig móti sjúklingum ella HIV-smittaðum, so tey kunnu kenna seg trygg i gerandisdegnum. Heili átta fólk sótu við pallborðið henda dagin, og tað var kanska í so nógv, tá hugsað verður um, at øll skuldu leggja fram sina vitan, sum oftandi samvaradi ti, sum onnur i pallbordinum høvdu førdu fram. Við pallborðið sótu: Regin Jespersen, fyri løg- regluna, Anna Samuelsen, sjúkrasystir við serkunna- leika innan AIDS sjúkuna, Jón á Steig, lækni, Nepper Ckristensen, fúti, Høgdi D. Joensen, landslækni, Hanna á Reynatúgvu, Ar- beiðseftirlitið, Bjarni Bæk, prestur og Jóannes Eidesgaard, landsstýris- maður. Dagmar Joensen- Næs var orðstýrari. Ein filmur, sum heilsus- týrið í Danmark hevur gjørt, var síðani sýndur, sum vísti fýra ymisk ar- beiðspláss, har ein per- sónur var HIV-smittaður. Vánalig upplýsing elvir til fåvitsku Filmurin visti serliga, hvussu vånalig upplysing kundi gera støduna hjå ti smittaða ómenniskjans- liga, tí starvsfelagarnir í bangilsi og fávitsku íkki sýndi tí smittaða samken- slu ella á annan hátt tóku væl mót honum. Tað var júst hesi viður- skifti, sum fundarfólkið kundu spyrja pallborðlut- takarnar um. Ein spurningur var, um ein persónur, sum varð HIV- smittaður, hevði loy- vi at fjala tað fyri øllum? Jón á Steig greiddi frá, at tá læknin segði einum persóni, at hann var HIV- smittaður, so royndu teir samstundis at sannføra hann um, at best var siga familju, lækna og tann- lækna frå hesum, men at tað ikki var eitt krav, sam- bært reglunum frá 1987 um AIDS og HIV-smittu, sum danska heilsustýrið hevur gjørt. Sambært hesum er ikki loyvt at skráseta HIV- smittað og AIDS sjúklingar, og Nepper Christensen, fúu upplýsti, at tað neyvan bar til at seta eina lóg um skrá- seting í gildi í Føroyum, sum stríðir móti lógum í Danmark. Jóannes Eide sgaard landsstýrismaður, segði, at tað saktans ber til at gera serlógir á almannagkinum D0MmI Samsyning at r „1 Ár i ansa cidri tólkum stuðulin = og bjålvingar dagpeningaskipanin dannes Eidesgaard: - Eg haldi at danir hava mett haldi, at tað gevur ein falskan tryggleika, um skráseting varð gjørd. Tað vildi givið enn stórri trupulleikar enn higartil. Um tú fært gjørt blóðroynd í dag, so veitst tú ikki, um tú ert frískur fyrr enn um triggjar mánaðar. Tá kanst tú aftur fáa blóðroynd tikna, men hon røkkur ikki longri enn júst tann dagin. - Tad er ivaleyst rættast at nyta somu reglur sum hini Norðurlondini, ið eru tær vil ganga efur í Føroy- um. AIDS-ráð Í næstum er ætlanin at seta eitt AIDS-ráð á stovn, sum skal hava ul endamáls at leiðbeina og ráðgeva um hesar spurningar. Tað er tí av týdningi fyri at basa smittuni, at tú nýtir vanligt reinføri á arbeiðsplássinum eins og vanligt er í sambandi við øll fólk. T.v.s. at vit íkki skulu vera gðrvísi móti HIV-smittadum, men heldur at nýta vit og skil, og fara eins væl um øll fólk, sum tú hittir á arbeiðsplássi eins og aðrastaðni, segði Hanna á Reynatúgvu, ergo- lerapeutur á Arbeiðs- efurliunum, m.a Hin parturin er so at hava so fá kynslig sam- band sum ulber, helst bert eitt samband, og at nýta hit í llum fórum, segði Høgni D. Joensen, lands- lækni. Veikt virus Tå talan er um HIV- smittu og AIDS å arbeids- plåssinum, verdur oftast hugsad um smittuvandi i blóði og vevnadarvætu. Her kom fram, at HIV- virus er Ogvuliga veikt, og likamid. Ta tå em blóðdrop Inaður, sc Tad k iram á linu polit ir Ld ttaður i ar- fingið HIN tu í sam- band vid arbeiðið Bert um AIDS å arbeidsplåssinum Ti er besta regla fram- eftir at fara væl um rein- føri og forda fyri at fåa blóð á seg, eitt nú um prus er á hondunum. Ein lítil møguleiki er fyri at virus kann smitta á henda hátt. Tað er framvegis kyns- ligt samband, sum er vandamiklast, men av tí at fundurin henda dagin snúi seg um AIDS á arbeiðs- plássinum, vóru júst kyns- ligu spurningarnir ikki við í umrøduni. Slíkt ráð hevði verið agnligt, ti tað kann forða yri nógvum misskiljing- um í samband við HIV smittu og AIDS sjúkuni. Alt ov nógvar søgur av meira ella minni sonnum slag, hava staðfest seg í al- menninginum, helt annar luttakari. í Dagny vandamikið, og nú verður ikki bert tosað um homu- sexuellar, sum. serligan Við pallborðið sótu: Regin Jespersen, fyri ipgregiuna, Anna Samuelsen, sjúkrasystir við serkunnaleika innan AIDS sjúkuna, Jón á Steig, lækni, Nepper Ckristensen, fúti, Høgdi D. Joensen, landslækni, Hanna á Reynatúgvu, Arbeiðs- eftirlitið, Bjarni Bæk, prestur og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður. Dagmar Joensen-Næs var orðstýrari. EET