týsdagur 24. mars 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Erik Skak Nielsen loysir frá posabandinum:
— Skattaprosentið
má setast upp!
Nr. 58 — 24. mars 1992
— skulu Foroyar hava nakran moguleika fyri at koma
burtur úr kreppuni. Stoðan er nú so álvarslig, at ikki skal
nógu til, fyrr enn landsstýrið ikki longur klárar at taka
sær av trupulleikunum.
Hetta heldur fráfarni formaðurin í Ráðgevandi Nevnd-
int, sum fríggjakvoldið í Keypmannahavn fyri fyrstu ferð
greiddi frá síni persónligu hugsan um, hví kreppan er
; .
íkomin
» underskuddet på be-
talingsbalancen synes
uacceptabelt højt (...)
Det synes tvivlsomt, at en
ligevægt skal kunne op-
nås uden yderligere ind-
greb over for indkomster
og eller forbrug«
Hesa niðursteðu kom
Ráðgevandi Nevndin við
Erik Skak Nielsen á odda
til longu í 1981. Longu tá
fór útviklingurin innan
føroyskan búskap inn á
eina sera skeiva og vanda-
mikla kós.
Og politikararnir fingu
tað greitt at vita! Upp
gjøgnum øll 80'ini ávaraði
Ráðgevandi nevndin
skiftandi føroysk lands-
styri um, at her bleiv galin
endi. Men tað var sum at
sletta vatn á gás. Nevndin
varð gjørd til låturs og
kallað »grenjinevndin«.
Úrslitið uppliva vit í
hesum degum
Loysir frá
posabandinum
Formaðurin í nevndini
upp gjøgnum 80'ini var
Erik Skak Nielsen. Av tí
at hann starvaðist sum
embætismaður hesa tíð-
ina, kundi hann ikki so
væl geva sínar persónligu
hugsanir til kennar. Bert
leggja tel á borðið.
Men nú er hann farin
frá. Og á einum fundi í
Samuelskirkjuni í Keyp-
mannahavn fríggjakveld-
ið gav hann — eftir at
hava kannað feroyska
samfelagið í mong ár —
fyri fyrstu ferð sína per-
sónligu meting av steðuni
og orsekunum til hana til
kennar.
Men fyrst greiddi hann í
høvudsheitum frá gongd-
ini í 80'unum.
»Kunstigur há-
konjunkturur«
Høvudsorsøkin til at ong-
in vildi lurta eftir nevnd-
ini i 80'unum var helst
tann, at »tad gekk jú fint«.
Vit investeraðu og útbygd
og høvdu heimsins
hægsta livifót, og ongin
fekk eyga á nakra neyð.
Og hóast alt var fyri lænt-
ar pengar, so gingu depru
spádómarnir hjá nevndini
ikki út.
— Orsekin til at alt ikki
steðgaði upp fyrr, var, at
bankar og kredittfelog
pumpaðu so nógvar peng-
ar inn í samfelagið, sigur
Skak Nielsen. Hetta hevði
við sær, at tann >kunstigi
hákonjunktururin< vardi
líka til 1988. Privata
nýtslan fór upp, lands-
stýrið fekk nógv inn í tolli
og avgjøldum — »og de
gjorde alt de kunne for at
få brugt pengene«, sum
hann tók til.
Bæði tað privata og tað
almenna gjørdu ovurstór-
ar ílegur. — Fyri læntan
pening og við útlendskari
arbeiðsmegi! Og altíð var
tað landsstýrið og ikki
bankarnir, sum stóðu við
fíggjarligu ábyrgdini. Tað
kundi ikki ganga væl.
Tað rætta hevði sjálv-
andi verið, at landsstýrið
setti pening til viks tey
árini, tá nógv kom inn í
avgjøldum. Tað hevði i
fyrsta lagi »kølt« búskap-
in eitt sindur í staðin fyri
at hita hann enn meira, og
í eðrum lagi hevði tað
givið nakað at standa í-
móti við tá skrædlið kom.
Men almenni politikkurin
setti bara enn meiri ferð á
ta skeivu gongdina.
Inntókur minka —
útreiðslur vaksa
Tá landsstýrið so loksins
fór at stramma fíggjar-
politikkin í 1988, broytt-
ist grundarlagið púrasta.
Hóast avgjeldini vórðu
sett upp, bleiv nú so lítið
innflutt, at inntekurnar
fóru niður. Samstundis
øktust útreiðslurnar til
sosialmål — serliga ar-
beiðsloysið.
Og tá landskassin um-
framt eina ovurstóra
skuld hevur stórar út-
reiðslur til sosialmál og
smáar inntøkur, tå er —
og verður — ringt at fáa
nakað at bera til. Tí er
heldur ongin ivi um, at
kreppan fer at halda fram
í nekur ár afturat, heldur
Skak Nielsen.
Meiri skatt
Skak Nielsen heldur tað
vera »imponerandi«, at
Feroyar í 1991 hevdu
javnvág á handils- og
gjaldsjavnvágini, tá hugs-
að verður um, hvussu
stórt undirskotið hevur
verið undanfarin ár. Men
hetta er ikki nóg mikið!
Landskassin má hava
yvirskot á javnvágini, so-
leiðis at uttanlandslánini
kunnu afturgjaldast, og
vit sleppa undan at læna
meira.
Og fyri at hetta skal
kunna lata seg gera, er
neyðgut at minka enn
meira um privatnýtsluna,
so pláss verður fyri pro-
duktivum ílegum. Við eðr-
um orðum: Tað er tving-
andi neyðugt at vit seta
skattaprosentið upp!
Tríggir buskaparfrøding-
ar við áhuga fyri før-
oyskum viðurskiftum:
Erik Skak Nielsen, Árni
Olafson og Henning Holt-
Erik Skak Nielsen: Tå
bæði tað almenna og tað
privata seta arbeiði í
gongd fyri læntar pengar
og arbeiðsmegin harum-
framt verður innflutt —
tá kann tað ikki ganga
væl
Undir administra-
tión?
Men uttan mun til hvat
foroyingar gera í dag, so
verður tað sera, sera trup-
ult at koma burtur úr
kreppuni. Kynstrið verður
at finna fram til, hvussu
ein setur skattin so langt
upp, at yvirskot verður á
handilsjavnvágini, uttan
at ein harvið ger, at alt
samfelagið púra steðgar
upp.
— Møguleikarnir fyri at
klára tað eru har — men
tað verður ikki lætt. Og
harafturat kunnu viður-
skifti, sum feroyingar
onga ávirkan hava á —
t.d. fall í fiskaprísum —
lættliga gera, at tað verð-
ur heilt galið.
Spurdur hvat hann
meinar við „heilt galiða,
sigur Skak Nielsen:
— Tað er „heilt galið< tå
foroyska landsstýrið ikki
longur er fort fyri at loysa
trupulleikarnar. Og tað
vóni eg ikki hendir, tí tað
fer uttan iva at vera viður-
skiftunum millum Feroy-
ar og Danmark til stóran
skaða.
Við eðrum orðum: Skak
Nielsen óttast fyri, at
danir fara at kenna seg
noyddar at taka um endan
i Føroyum!
Orð og myndir:
Sjúrður Skaale
=
8
$
SKENDE
4
z