Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 58 — 24. mars 1992 EITT FÓTBÓLTSMINNI FRÁ SUMRINUM 1959: Teir fingu størsta sigurin, vunnin er á føroyskum leikvelli Suðuroyarliðið basti íslendska B-landsliðnum »Eitt bragd«, fjarritaðu klakksvíkingar Aldrin nakrantíð áður hevur verið so stórur spenningur áðrenn ein fót- bóltskamp á Tveroyri sum seinasta leygardag, tá Suðuroyarliðið um kveldið skuldi spæla móti íslendska B-landsliðnum. Vaksin sum bern tosaðu ikki um annað, hvar ein so kom. Allastaðir var spurt: „Hvussu fer at gangast?« Vónirnar vóru ikki so góð- ir móti einum liði, sum hevði bangað burtur úr bæði føroysl ndslið- um og býlið: iavn. )g hart bædi 'B og VB liggja niðast í landskappingini. Onkur ágaði sær tó at tippa javnleik, meðan flest øll sjálvandi = vónaðu at »okur« fóru at vinna. Tá ið klokkan leið móti 6 byrjaði fólk at ganga út til leikvellin á Sevmýri, — tey komu allastaðir frá. Sunnaneftir kom bilur aft- an á bil, so at siga í »kara- vanum«, og allir stóðu teir á rað úti við leikvellin. Heilt nógv fólk var samankomið, øll væntaðu tey at síggja ein góðan kamp... Og so byrjaði kampurin. Tað var sum íslendingar vildu taka framav feroy- ingum beinan vegin og startaðu í uppvísnings- stíli. Kvikir vóru teir, so tað sá næstan út sum suðuroyingarnir stóðu stillir. Men forsvarið fekk fótað sær og sent bóltin fram til forwardarnar. 5 minuttir = vóru farnir, suðuroyingarnir førdu gott álop fram, inn móti máli, tá tók ein íslending- ur bóltin beint framman- fyri málinum. Straffi! Pauli skuldi skjóta. Skotið var vælplaserað, men alt ov lítil kraft var í, so mál- maðurin fekk hendur á bóltin. Íslendingar sluppu við skrekkin, men eitt mál hevði verið gott at spælt uppá hjá suðuroyarlið- num. Nú ferdu íslendingar ferð eftir ferð álop fram og tað sýntist sum um steð- an fór at vera hættislig hjá forsvarinum. Men einki batti, hvussu so kvikir íslendingar enn vóru, so eydnaðist teim- um ikki at fáa mál. So kom vend í. Forsvar- ið heyði stødgad islendska landsliðnum og sendi nú bóltar fram til forwardar- nar. Ferð eftir ferð gjørdu teir álop, havdu góð upp- lop, og áskoðararnir hepp- aðu spælararnar upp. So hendi tað í 27. minuttin- um. Henry fekk bóltin á høgru síðu, rak fram, sneiddi inn móti máli, stillaði kanónina inn og sendi so bóltin upp í netið! Lat okkum bara siga, at áskoðararnir róptu, men teir róptu hart!! Tað var frøi á ollum. Suðuroyarlið- ið ferdi móti islendska landsliðnum! Men ikki nokk við tí. Tað vóru suðuroyingarnir, sum áttu restina av hálvleikinum. Naskir vóru teir íslendska málinum. Mervyn hevði góðan kjans at scora, men tað miseydnaðist. Arni sendi eitt frálíkt skot gjøgnum forsvarið, jørd- strúkandi, fleiri sóu longu bóltin í netinum, men mál- maðurin var snarur, fekk beintið fyri bóltin og út til hjørna við honum. Hålv- leikurin endaði við 1 —0 til suðuroyarliðið. Tað hevði smáregnað í fyrra hálvleiki, men í pausini oysti tað niður. Hetta kom tó ikki at tarna spælinum nakað og áskoðararnir góvu sær nærum ikki far um regnið, tá ið kampurin byrjaði aft- ur. >Drívið á. Teir orka ikki meir<, hevdu áskoðararnir rópt í fyrra hálvleiki, tá suðuroyingarnir = høvdu yvirtakið. Men íslending- ar orkaðu. Tað fingu vit at síggja í eðrum hálvleiki. Og sum tað var stuttligt at síggja teirra saman- spæl! Hetta var short passing, har bólturin gekk frá manni til mann við millimeturs precisión. Hetta vóru menn, sum høvdu lært fótbóltsspælið frá grundini av, tað dugdu áskoðararnir eisini at skyna á og freddu seg yvir at síggja so vakran leik. Soleiðis var spælið á miðj- um velli, men tá íslending- arnir komu móti forsvar- inum hjá suðuroyingun- um, tá stóð sum í bergin- um. Jarnteppið var hongt niðurfyri. Væl og virðiliga vardu Thornbjern & co., og aftanfyri stóð Eyðun til reiðar at »samla upp«. Men forwardarnir hjá suðuroyarliðnum fingu eisini nakað burturúr, sjálvt um tað ikki eydnað- ist so væl sum í fyrra hálv- leiki. Tey farligastu álop- ini vóru, tá Arni sendi eitt skot í yvirliggjaran so tað smelti eftir í, og tá Henry sendi bóltin frá hegru tætt inn fyri mál, men við síðuna av. Hvergin part- urin fekk nakað mál í hes- um hálvleiki og kampurin endaði soleiðis við 1—0 til suðuroyarliðið. Hvussu spældu íslend- ingar? Sum áður frásagt, so høvdu teir eitt frálíkt samanspæl. So skjótt sum bólturin var avleveraður, runnu teir í nýggja posi- tión, klárir at taka ímóti aftur. Ein yvirgang sá tað út til at vera dupult so nógvir íslendingar sum suðuroyingar á leikvellin- um, so kvikir vóru teir og bert Henry kundi standa teimum mát í skjótleika. Málmaðurin var ikki hin sami sum spældi í Havn, men hesin sýndi eins gott málmansspæl og hann. Sum heild spældu íslend- ingar væl, men á Tver- oyru mettu teir einum liði, sum var nógv sterkari enn føroyska landsliðið, og sjålvt um teir gjørdu sitt itarsta hvør einstakur, so måttu teir åsanna, at teir høvdu møtt sinum yvir- monnum. Men harfyri verður ikki sagt, at suður- oyingarnir einki høvdu at læra av íslendingum. Tí tað høvdu teir sanniliga! Hvussu spældi suðuroy- arliðið? Tað var eins og allir 11 høvdu hitt gamla >slag-orðið< hjá TB í hug- anum: >Okur vilja vinnac. Eingin kann lastast, men allir eiga teir rós fyri henda kamp, sum var teimum til stersta heiður. Tað var tó serliga forsvar- ið, sum tók tungara takið, men teir gjørdu tað til lítar. Bert eina einastu ferð eydnaðist tað einum íslendskum forwardi at sleppa innum. Hetta var í eðrum hálvleiki, men hann bleiv so hart trongd- ur, at Eyðun fekk beinið á bóltin og sendi hann út til innkast. Kanska er tað skeivt at nevna nakran framúr, men Thorbjern Djúrhuus hevur tað uppi- borið. Soleiðis sum center- halfurin á suðuroyarlið- num spældi henda dagin, er hann uttan iva í dag tann besti fótbóltsspæl- arin í Feryum. Og islend- ingar vóru fyrstir til at ásanna hetta. Hann vardi fyri suduroyingar, sum eitt fjall, sum Beinissverð, so stinnur sum ættar- menn hansara úr Sunnba. Tad sigst, at Thorbjørn ætlar at gevast við fót- bóltinum. Tað verður stór- ur saknur fyri TB — og fyri áskoðararnar. Honum vinstrumegin stóð Sjúrð- ur úr Vági, sum royndist so væl sum ongantíð áður, og hegrumegin Petur úr Hvalba, sum tuskaðist, fekk nógv burtur úr og nærum gjerdi mál við ein- um longum frísparki, sum málmaðurin júst fekk fist- að upp um. Um báðar bakkarnar er tað at siga, at teir eins og hinir í for- svarinum vóru first class. Poul Juul var knáur og kom mangan íslendingum tverur fyri, meðan Hans úr Trongisvági var so snarur, sum hann altíð hevur verið, og tað fingu íslendingar at sanna. Ein skuldi trúð, at Eyðun úr Vági altíð hevði verið mál- maður hjá TB, so væl dugdi hann at spæla saman við teimum, visti nær tann rætta stundin var at »gripa inn« bóltin sera væl. Av for wardunum høvdu Pauli og Mannbjørn mest at gera, men teirra partur lá ikki eftir. Millum teir — á miðjuni — var Mervyn, sum til tíðir vísti, hvussu farligur hann kann vera. Vinstrumegin roynist Arni nógv betur enn á landsliðnum, tá hann nærmast bleiv »utifryst- ur« av sínum viðspælar- um. Hegrumegin var hin triði vågbingurin, mål- scorarin Henry, og spældi hann sera væl. Um áskoðararnar kann sigast, at teir eisini spældu ein harðan kamp og eiga teirra part av sigrinum. Teir heppaðu spælararnar upp, summir nakað ógvorðaðir, men øll kundu lætt semjast um, at henda kamp fór leingi at verða tosað um. Tað er einki at ivast í, at hetta besti kampur, sum nakrantíð er spældur í Feroyum; landskampurin í Havn var fyri ongum at rokna afturímóti. Tað má tí sigast at vera spell, at tey norðanfyri ikki fingu høvi til at síggja henda kampin, men tíverri hava vit ikki fingið fjarsýn enn... Suðuroyarliðið fekk so- ljóðandi fjarrit frá ítrótta- vinum í Klaksvík: Eitt satt bragd. Til lukku við tí. r tók og tó K.Í. Um kveldið var sam- koma fyri íslendingunum, har P. M. Dam, legmaður, ið er protektor fyri ítróttin í Føroyum, helt góða reðu, sum gestirnir hildu væl um. Onkur vil kanska halda, at vit hava tikið nakað grovliga til í yvirskriftini, men er tað ikki so? Tað ís- lendska B-landsliðið er besta fótbólslið, sum vitj- að hevur Fero Íslend- suður á Tvero> og laa einki mál. men tapa móti suðuroyarliðnum: við 1—0 Suðuroyingar eru ernir, og teir kunnu vera tað! Greinin omanfyri stóð í Søsialinum i 1959, og hevur ein lesari sent okk- um hana. Kanska er hon ikki sørt apropos, verður samanborið við foroyska fótbóltin í dag, og ikki minst frálíku úrslitini í EM-kappingini. Undan tiltikna Landskrona-dyst- inum 12. september 1990 móti Eysturriki, hevur úr- slitið hjá suðuroyingum óivað verið besta fótbólts- bragd, føroyingar hava staðið fyri. Verður so kanska nakað lært av hesum báðum dystum, kundi væl hent seg, at okkurt líknandi úrslit spurdist burtur úr teirri komandi HM-kappingini. MER TN valle hót