Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

#5 RE EK júl Nr. 58 — 24. mars 1992 Eru teir ræddir??? Í seinastuni hevur verið nógv skrivað um farma- flutningin úr og til Fer- oya, og týðiliga sæst at politikararnir og stjórin fyri Feroyaleiðina ikki eru samdir um henda spurn- ing, serliga ikki tað, at »Smyril« skal sigla til Aberdeen. Lat tað verða sagt bein- anvegin, uttan at taka parti við nøkrum av pørt- unum, at farmaflutningur- in år og til Føroya ikki er nøktandi fyri serliga ut- flutarin, og enn flyta før- oysku farmaskipafeløgini við eini ótíðarhóskandi farmaflutningsskipan, sum fyri langt síðani er avoldað, og tað er bert vantandi kunnleiki til farmaflutning, at hesir enn sigla við skipum, sum hoyrdu sjeytiárunum til. Felagið, sum í letuni stendur aftan fyri Feroya- leiðina, er elsta farma- flutningsfelag í landinum og hevur skjótt 80 ár á baki, men hóast eina veld- iga umsiting og av náði frá Feroya fólki og Feroya landsstýri og annars havt allar meguleikar eitt felag kann tonkja sær, hevur tað enn ikki megnað at út- búgvið ein einasta shipp- ing-mann ella befraktara enn minni klárað at fingið til vega skip í uttanlands- sigling. Hóast alla hesa good- will eftir 80 ár, eigur fe- lagið saman við bankun- um 3 neyðars skuldar- bundin, ótíðarhóskandi skip á sonevndu havra- grýnsrutunum. Ófatiligt, at „heimsins bestu« (citat: politikararar og Jjournalistar) altíð skulu vera 20 ár aftan fyri sína tíð??? Hóast føroyingurin onki serbygt konteynaraskip eigur, so eiga vit eitt sera flott orð fyri hesum skip- um — bingjuskip — har skalt tú síggja. Sjálvt um »faktorernes orden er ligegyldig«, so hevði tað verið meira týdningarmikið, at føroy- ingurin fyrst hugsaði um shippingfólk og skip fyri síðani at seta fólk at grava nýggj orð fram. Frá 1981—1988 komu og fóru 18 farmaskip til og úr Feroyum, og tá avtorn- aði var bert eitt eftir, »Norrøna«, sum Føroya Løgting bjargadi år kon- kursinum, og téku teir so djåpt i lumman, at hetta skip nytist bert at sigla 4 mánaðir um árið. Men Skipafelagið aftan fyri Føroyaleidina átti eis- ini 2 skip, sum nevndust »Svanur« og >Olavur Gregersen«, sum eisini stóðu fyri at fara í fúta- rættin, men gakk, lands- stýrið sigst hava strikað pantini, teir áttu í bátum skipunum, og lótu tey fara undir norskt flagg og doypt av nýggjum til »Nidaros« og »Tinganes«. Fantastiskt einaferå afturat!!! Hetta kundi ikki lata seg gera i nøkrum av hin- um skipunum, og krevur Føroya fólk ti eina frå- greiding afrå sakkunnleik- anum i Landsstyrinum, um tað er nakar. Og tað er hverki FIS ella FAS ella DIS ella DAS ella NIS ella NAS, sum kunnu bjarga fer- oysku farmaskipavinnuni, tí vit hava so gott sum onga farmaskipavinnu, við undantaki av Hans Paula í Horni og Kenn- skipunum, sum sigla uttanlandasigling burtur- av. F.A.S. kann bert hjálpa til at flyta somu feløg nak- að inn frá gravarbakkan- um. Annars er at siga, at ein altjóða skipaskráset- ing skuldi eisini verið komin fyri ein 20—25 ár- um síðani, og kanska í ein- um heilt eðrum líki enn nú. TTT (Traderline's Total Transport) við »Lidar- tindi< er einasta skip, sum higartil hevur víst á gongda leið, tá ið talan er um flutning úr og til Fer- oya. Tvey slik skip høvdu nøktad allan tørv føroy- inga alt årid, bædi i sam- band við út- og innflutn- ing. Eitt framkomið sam- felag containariserar ella trailariserar, tá ið talan er um flutning og flutnings- terv, og farmurin skal verða minst meguligt handfarin á vegnum frá avskipara til móttakara, og harumframt skal farm- urin vera móttakaranum í hendi til tíðina. Og her hava føroysku feløgini aft- ur nógv at læra, og harum- framt skulu tey duga sær ikki at vera bert einum ella nøkrum ávísum kund- um undirbrotligir, soleiðis at tað verða í veruleikan- um hesir, sum stýra skút- uni. At enda halda vit, at tað er uppá tíðina, at journal- istarnir taka seg saman og hyggja nærri at hesum spurninginum til viðgerð- ar og debat, uttan at tit halda við nøkrum ávísum felag ella politikara. borgarligur Ikki fleiri skula-brølarar Eitt er at Landsstýrið og Býráðið spæla madador um skúlarnar, við tí úrsliti at børn og lærarar ganga skeivoygd runt og vita ikki um tey eru keypt ella seld, tað er ein vanlukka í sær sjálvum, men er ætl- anin at gera fimleik til val- lærugrein er vandi á ferð, og tað í stóran mun. Undirritaði hevur sein- astu 15 árini virkað sum fimleikalærari og veit eftir hondini hvat tað er vit hava við at gera, tá tosað verður um fimleik og ann- an ítrótt. Henda greinin skal fat- ast sum ein ávaring til tey fólk, sum sita við ábyrgd- ini av skúlamálum, tí er ísurin tunnur undir skúla- málunum í hesum degum, Svartaspillan Aftan á at hava hoyrt útvarpið fríggjadagin, „har boðað varð frå at flakavirkið í Vági nú aft- ur fór í gongd, komu so tíðindi í útvarpinum leygardagin, hvar lisið varð burtur úr svertu Dimmu um flakavirkið og skipini, sum fara av bygdini. Friggjakvøldid hoyrdu vit í útvarpinum sam- røåu við bankastj ran, har n legði dent 3 at eypir skir i undir eini tvingsilssølu. Tað skuldi ikki verið neyðugt hjá útvarpinum leygardagin at lesa upp úr Dimmu tílíkt svart- skygni, aftan á at hava hoyrt tíðindini fríggja- dagin. Vit, sum eru sloppin av við Dimmu, kundu fingið frið at etið dog- urða ein leygardag, uttan at verða fylt við slíkari svartaspillu. nt“ Jr mur so verður hann enn tynri við hesum álvarsmáli. Fólkaskúlin leggur sum er lunnar undir tann áhuga, sum bern fáa fyri ítrótti sum heild og verður her serliga hugsað um at vit eiga nógvar góðar ítróttarlærarar i fólka- skúlanum, sum geva bern- unum ta motión, tey hava brúk fyri, samstundis sum tey fáa innlit í hvar ið ítróttarverðini, tey egna seg best. Fimleikur er eftir mín- um tykki tann týdningar- mesta lærugreinin í skúl- anum, ella við eðrum orð- um um børn ikki eru nøku- lunda fyri kropsliga, so gongur tað út yvir tað sálarliga, soleiðis at kon- sentratiónin og motiva- tiónin til hinar tímarnar minkar og hvat er so vunnið. Vit, sum dagliga ar- beiða við børnum á ítrótt- arøkinum, vita hver fer at frávelja fimleikatímarnar, tað er nevniliga tjúkki Hans og dellu Maria ella tey, ið mest hava fyri neyðini at íðka fimleik, og hvat er vunnið við at fáa 11 í heimstaðarlæru, tá pulsurin liggur á 200 eftir ein trapputúr, serliga tá hugsað verður um hvussu skjótt samfelagið koyrir í dag. Vit hava í dag ein vaks- andi bólk av børnum og ungum, ið nýta frítíðina til småkriminalitet og annað tílíkt, tí tey keða seg, eru ómotiverað og rótleys. Er endamålid at økja henda bólkin, er rætt borið at við at gera fimleik til vallærugrein. Er endamálið ikki at ekja omanfyrinevnda bólk, so haldið nallarnar burtur frá fimleikinum og um nakað skal gerast við fimleikin, so ekið tvungna tímatalið. 19.03.92 Sjúrður Johannesen fimleikaleiðari fre Til minnis um Frans å Hamri Maðurin, ið búði saman við konu síni úti i Rætt, er farin. Fittligu húsini standa fólka- tóm, men urtagarðurin er enn til og páskalilj- urnar koma enn einaferð til sjóndar, og enn skrukka henurnar hjá Fransi og Celindu og í úthúsinum jarmar. Stórur saknur var í bygdini, tá hesi hjún, vegna heilsubrek, so knappliga fluttu til grannabygdina, til dóttrina at búgva. Undarligt var at fara út í Rætt. Hetta vakra umhvervið hevur nú mist tað týdningar- miklasta, nevniliga menniskjuni, ið livdu væl saman og sum hámettu gávurnar, skap- arin hevði lånt teinum. Fyri okkara hús var Frans nakað heilt ser- ligt. Hann stakk inn á gólvið av og á, tók okkum smáu á knæ sítt og kíndi varliga barnakinnum okkara. Í hoyggingini var Frans álitið, tað var eitt spæl at hoyggja, tá hann var millum okkara, og veðurgudarnar kendi hann, so mong hoy- byrðan kom inn turr við hansara hjálp. Frans var ein av teimum, sum bygdu missiónshúsið í Hvalba, hann var leingi for- maður. Og jólatræsfestini, bæði fyri børn og vaksin, var hann við til at fyriskipa. Sunnudagsskúlalærari var hann eisini góð- ur, lærdi okkum bern tað einfaldasta, ið til er, kærleiksboðið, og at leggja saman hend- ur. Fullvísur var hann í trúnni á Gud, og hevði hann hin altvaldandi altíð við sær. Beinasamur var Frans at heita á, um tað var stórt ella smátt, so segði hann ja, áðrenn hálvtalað var orð. Eitt eg mangan virdi hann fyri, var hans- ara lívsgleði. Hóast tógvið stríð bæði í berg, bøi, haga og firði, so var hann altíð glaður og takksamur fyri lívið. Hver hvalbingur minnist ikki Frans, tá hann við tungari fuglabyrðu kom gangandi fet fyri fet. Ella, Frans fúkandi, við fullum neva av salti, í skúrinum á gomlu keiini, í ferð við at salta og hagreiða stórar rúgvur av skitnum skinnum. Frans í kirkjuni, lesandi upp lestur, ella viðhvert í torninum, ringj- andi klokkuna. Frans í sondunum, sitandi á sínum sands- ryggi og skoðandi eplaveksturin, ella hann hippaði ella lúkaði. Tómt var í Hvalba, tá hjúnini knappliga vóru burtur, men gott var at vita, at tey hóast alt vóru hinu megin Káragjógv. Nú er Frans ikki longur i grannabygdini, eftir situr Celinda, má tú onkursvegna finna troyst, góða! Frans hevði nógv gott at læra okkum bygdarfólk, vónandi hava vit tikið við læru hansara og geva teimum ungu hana víðari. Friður veri við minninum um mannin úti í Rætt. Nita. = > OPP A Bergmenn - eru altíð til reiðar at spæla til veitslur c annað. Tif. 13961