fríggjadagur 11. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 • fríggjadagur • 11. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Dagsformurin avgerandi
- Tað er fyrst og
fremst í verjupart-
inum, at vit kunnu
vinna dystin, men tað
verður betra liðið á
degnum, sum vinnur,
heldur Bent Djur-
huus um brakið í
Vestmanna
GULLDYSTUR
Jákup Mørk
Sum nevnt aðrastaðni í
blaðnum, so tóktist tað ikki,
sum um intensiteturin í næst
seinastu
venjingini
hjá
strandingum var heilt so
høgur, sum roknast kundi
við. Til tíðir var venjingin
eina mest merkt av lótum
frá summum av leikarunum.
Eftir venjingini hittu vit
ein av leikarunum, Bent
Djurhuus, og hóast hann
ásannaði, at hetta ikki
hevði verið harðasta venj-
ingin á árinum, so bar hann
ongan ótta fyri, leikararnir
ikki vóru uppsettir.
- Ja. Fepurin í leikarun-
um er ikki ordiliga komin
enn, men tað skal nokk
koma. Hjá áskoðarunum er
kanska heldur øðrvísi. Eg
haldi at eingin hevur tosað
um annað enn hondbólt alla
vikuna, men vit mugu bara
royna at taka tað meira
róligt.
- Nú hava vit eina venjing
eftir, og hóast hon neyvan
verður av teimum harðastu,
so eri eg ikki í iva um, at vit
verða uppsettir. Hetta er jú
størsti dysturin á árinum,
og sjálvur haldi eg tað vera
fantastiska
stuttligt,
at
kappingarárið skal enda so.
Tað ger tað til eina sanna
finalu, og so er tað bara upp
til okkum at taka av. Og tað
ivist eg ikki í, at vit gera,
heldur Bent.
- Kynstrið hjá okkum
verður kanska heldur hin-
vegin at halda høvdi kalt,
so vit ikki gerast ovurspent-
ir. Tað kann vera oyðileggj-
andi fyri byrjanina av dyst-
inum, men tá so fyrstu min-
uttirnir eru farnir, ivist eg
ikki í, at allir slíkir tankar
eru burturi. Tá snýr tað seg
bara um at vinna dystin.
Verjan skal rigga
Og spurdur, hvat hann
heldur er uppskriftin til ein
sigur á VÍF, er Bent ikki í
iva.
- Vit skulu hava verjuna
at rigga. Tað er so sera ein-
falt. Uttan eina góða verju
hava vit ongan møguleika
at spæla kontra-spælið,
sum er hitt besta vápnið hjá
okkum, so verjan er í so
máta fortreytin.
- Og so ræður eisini um
at lurta eftir tí, sum Svein-
bjørn altíð sigur. Tá møgu-
leikarnir fyri kontra ikki
eru til staðar, so ræður um
at hava tol og breidd í spæl-
inum, so vit ikki fremja
nøkur óneyðug mistøk.
- Men tá hetta er sagt, so
skal eisini leggjast afturat,
at tað ber illa til at rokna
seg fram til, hvussu dystur-
in skal vinnast. Tað verður
dagsformurin, sum verður
avgerandi, og so mugu vit
bara syrgja fyri at hava ein
góðan dag, sigur Bent
Djurhuus at enda.
- Hetta er jú størsti dysturin
á árinum, og sjálvur haldi eg
tað vera fantastiska stuttligt,
at kappingarárið skal enda
so, heldur Bent Djurhuus, nú
seinastu fyrireikingarnar til
gullfinaluna skulu fáast frá
hondini
Mynd: Álvur Haraldsen
StÍF skal leygardag-
in spæla gullfinalu í
Vestmanna. Ein
dystur, sum í sjálv-
um sær einsamallur
ger av, hvat av liðun-
um fær gullmerkini
um hálsin. Miku-
kvøldið vitjaðu vit
næst seianstu venj-
ingina hjá StÍF
GULLDYSTUR
Jákup Mørk
Tað er heldur friðarligt í
ítróttarhøllini á Skála.
Bert tríggir dagar eru
eftir, til stórsti dysturin á
árinum skal byrja, men
hetta tykist ikki nerva
leikararnar, nú næst sein-
asta
venjingin
er
á
skránni. Undir upphiting-
ini snýr prátið seg heldur
um dystin millum Real
Madrid og Manchester
United, og tað er ikki við
mýkindum, at viðmerk-
ingarnar fúka gjøgnum
luftina til teir av leikarun-
um, sum hava kastað sín
alsk á enska felagið. Við-
merkingar sum tó verða
aftursvaraðar við atfinn-
ingum at, hvussu vánaligt
okkurt fyrrverandi enskt
stórfelag nú er, og soleiðis
gongur
prátið
fyrstu
nógvu minuttirnar.
Ongantíð í topp
Spakuliga kemur tó meira
intensitetur í. Málverjar-
nir verða eisini upphitað-
ir, og tá Costin Dumi-
trescu síðani setur nøkur
interval-spøl ígongd, fer
pulsurin av álvara upp hjá
teimum flestu.
Tað tykist tó sum um
sleppur álvarin, sum ann-
ars átti at valdð, ongan tíð
at koma fram. Venjingin
verður sum vant endað
við spæli millum tvey lið.
Teir uttan vest tykjast
kanska vera teir, sum eru
nærri einum plássi í so-
nevndu ideal-uppstilling-
ini, men tað merkir tó
ikki, at teir fáa lætt spæl
kortini. Í eini rótutari upp-
gerð vinna teir kortini við
einum einstakum máli, og
so er venjingin fyri kvøld-
ið mest sum liðug.
Onkrar skotvenjingar
verða gjørdar afturat, og
nakrir av leikarunum sita
eftir. Prátandi og skemt-
andi, men tað er einki at
ivast í, at skemtingarlagið
onkursvegna er við til at
krógva tann spenning,
sum nú býr í.
Bert
ein
venjing
fríggjakvøldið,
og
so
dysturin
leygardagin.
Tann seinasti í hesum
kappingarárinum og sam-
stundis tann mest avger-
andi. Undan hesum hava
teir í 23 dystum syrgt fyri
útgangsstøðinum,
sum
teir nú hava vunnið sær,
men enn restar seinasti
bitin. Krúnan, sum setir
punktum fyri einum góð-
um kappingarári, og tað
verður hesari, sum farið
verður eftir leygardagin.
Seinastu
fyrireik-
ingarnar
Fyri tað mesta gekk venjingin róliga fyri seg, men einki er
at ivast í, at leikararnir kortini vera púrasta klárir
leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
23
22
Nr. 71 - 11. apríl 2003
C
M
Y
K
22