fríggjadagur 11. apríl 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 11. apríl 2003
25
Brøndby sendi FCK úr steypakappingini
Jón Rói Jacobsen var
alla tíðina á beinkin-
um, meðan Todi
Jónsson slapp upp í
part síðstu tjúgu
minuttirnar á
Brøndby stadion
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Meðan hitastigini í góða
várveðrinum
heima
á
landið mikudagin vóru
10–12, so var tað bítandi
kalt í Danmark, har fjórð-
ingsfinalurnar í steypa-
kappingini, DONG Cup,
vórðu
spældar,
meðan
kavaflikrur dalaðu yvir
spælarar og áskoðarar.
Úrslitini hava við sær, at
liðini, sum nú skulu telvast
um plássini í finaluni, sum
verður í Parkini Kristi
himmalsferðardag,
eru
Brøndby, AaB, FCM og
Viborg. Tað var óvæntað, at
Viborg á heimavølli vann
5–2 á Farum, sum eftir fyrra
umfarið var á odda 2–0. Tá
sá einki út hjá Viborg venjar-
anum. Men eftir sigurin
verður roknað við, at hann
longdi um lívið sum ábyrgd-
armaður fyri botnliðnum í
superliguni í hvussu so er í
eina viku afturat.
Næstved var á odda ímóti
AaB, men so varð munurin
millum bestu og triðju bestu
deildina eyðsýndur, og AaB
vann 4–1. FCM vann á
heimavølli 3–1 ímóti Es-
bjerg, og so var tað uppgerð-
in millum Brøndby og FCK.
Hóast bítandi kuldan
vóru 20.769 áskoðarar á
Brøndby stadion. Í 1. hálv-
leiki var lítið at rópa hurrá
fyri, men eftir steðgin økt-
ist intensiteturin, sjálvt um
poleraða
fótbóltsspælið
ongantíð kom fram.
Tiggju
minuttir
eftir
steðgin fluktaði ein av
nýggju Brøndby spælarun-
um, Peter Foldgast, einasta
málið. Síðstu løtuna royndi
FCK at leggja trýst á, men
teir komu ikki nærri málið,
enn tá fríspark frá liðfor-
manninum, Peter Nielsen,
brast í tvørtræið.
Michael Laudrup, Brønd-
by venjarin, tykist eftir
stuttari tíð at hava megnað at
mynda eitt fínt lið. Uttan at
støðið er tað sama, so minnir
menningin av unga liðnum í
Brøndby ikki sørt um tað,
sum Alex Ferguson útinnti í
Manchester United mið-
skeiðis í níti árunum. Tá setti
hann nógvar ungan spælarar
á liðið, tað royndist sera væl,
og teir vunnu meistaraheitið.
Todi eina løtu á
vøllinum
Frá fyrsta bríksli miku-
kvøldið var eingin føroy-
ingur á vøllinum. Eins og
sunnudagin, tá somu liðini
spældu í Parkini, var Jón
Rói Jacobsen á beinkinum
hjá Brøndby allar 90 min-
uttirnar.
Ímóti ætlanini, sum FCK
leiðslan hevur havt higartil í
ár, so høvdu teir hesa ferð
Toda Jónsson í hópinum.
Hann sat í 1. hálvleiki væl
innballaður á beinkinum,
meðan Peter Møller og
Jörgen Pettersson vóru í
álopinum. Men FCK hevði
lítla tyngd í álopspartinum,
og tá ið 2. hálvleikur var
hálvrunnin, og Brøndby var
komið framum, varð Todi
settur á vøllin.
Tað var ikki eiti á góðum
ummælum, sum Todi fekk
frá frásøgumonnunum í
sjónvarpinum. Teir undir-
strikaðu enn eina ferð, at
Todi telist millum bestu
álopsspælararnar í Dan-
mark, og at tað er ein lætti
fyri mótstøðuverjurnar, tá ið
hann ikki er á FCK liðnum.
FCK venjarin, Hans Ba-
cke, hevur aftur og aftur í vár
og eisini í donsku bløðunum
mikudagin sagt, at hann
ivast í, hvussu væl fyri
kropsliga Todi Jónsson er.
Men ta løtuna, sum Todi var
á vøllinum, var einki, sum
bendi á, at hann var verri fyri
enn hinir spælararnir. Hann
var fleiri ferðir við í saman-
spæli, sum næstan bar
møguleikar við sær, og eitt
nú var tað týðuligt, at Zuma,
sum aftur hesa ferð var á
miðvøllinum í høgru, hevði
gagn av, at Todi kom á vøll-
in. Men FCK fekk einki mál,
og harvið hava teir ikki enn
vunnið í vár. FCK hevur
spælt fýra dystir.
Sunnudagin verður eitt
nýtt umfar í superliguni. Tá
skal Brøndby, sum ikki
hevur tapt higartil í ár,
spæla á útivølli ímóti OB,
og FCK fer í Parkini at
spæla ímóti Esbjerg.
Bítur frá sær
Í donsku pressuni varð upp
undir
fjórðingsfinaluna
mikukvøldið gjørt burturúr,
at FCK venjarin, Hans
Backe, er púra kaldur, sjálvt
um tað higartil í vár ikki
hevur gingið eftir vild, og
venjarin vil ikki hoyra talan
um, at hann skal gera tær
stóru broytingarnar á liðn-
um, tí onnur halda tað. Hann
hevur verið venjari í mong
ár, og tekur sær ikki tykni av
sovornum práti, sigur hann.
Í FCK eru í minsta lagi
ellivu spælarar, sum hava
støði at spæla í superliguni,
men sum sjáldan fáa møgu-
leikan, tí tað eru so nógvir
um boðið. Venjarin undir-
strikar,
at
spælararnir
kunnu ikki rokna við, at
hann fer at gera sosialar út-
skiftingar.
– Hetta er ikki nakar
barnagarður. Tá ið spælarar-
nir skriva sáttmála við FCK,
vita teir, at talan verður um
stóra kapping, og at tað bara
verða teir, sum eg haldi vera
teir bestu, sum sleppa á liðið.
Eg velji liðið, og eg rokni við
teimum, sum eg havi álit á.
Um pressan og viðhalds-
fólkini hava aðrar áskoðanir
enn hana, sum eg havi, so
mugu tey um tað. Eg leggi
ikki petti í sovorðið trýst. Eg
geri arbeiðið upp á mín
máta. Um tað ikki er nóg
gott, so hevur felagið møgu-
leikan at velja sær ein annan
venjara, vóru boðini frá
Hans Backe til pressuna og
harvið eisini til nógvu góðu
spælararnar, sum sita á
beinkinum ella als ikki slep-
pa upp í part á besta liðnum.
FCK-venjarin sigur seg ivast
í, hvussu væl fyri kropsliga
Todi Jónsson er. Men ta
løtuna, sum Todi var á
vøllinum, var einki, sum
bendi á, at hann var verri
fyri enn hinir spælararnir
Christoffer Olsen úr
Havn gjørdi ikki
mætari enn at vinna
danmarksmeistarahe
itið í Judo fyri ung
JUDO
Jákup Mørk
Hetta er ikki fyrsta ferðin,
at ungi havnarmaðurin ger
um seg. Christoffur gongur
í løtuni á øðrum ári í skúla
í Danmark, og eitt nú vann
hann bronsu í sterkasta
bólkinum í eini altjóða
judokapping, sum gekk
fyri seg í Hillerød beint
fyri jól.
Síðani hann fyri tveim-
um árum síðani fór undir
miðnámsútbúgving sína,
hevur Christoffur verið
partur av liðnum hjá
Gedsted-Vejen Judoklub,
og sum skilst hevur venj-
ingin her gingið sera væl,
og hevur føroyski ungling-
in alla tíðina gjørt stór
framstig.
Men hóast hann nú um-
boðar danskt judo-felag, so
hevur Christoffur á ongan
hátt gloymt røtur sínar. Um
páskirnar verður hann so-
leiðis við á einum føroysk-
um liði, sum fer at taka lut
í altjóða kappingini, Lim-
fjords Cup. Harumframt
skal hann í mai mánaði
taka lut í NM-kappingini í
judo. Tann kappingin verð-
ur hildin í Svøríki.
Hetta er annars ikki
fyrstu ferð, at føroyingar
gera vart við seg innan
judo í Danmark. Fyri nøkr-
um árum síðani gjørdist
Búgvi
Poulsen
eisini
danskur meistari í sínum
vektflokki, og eitt árið var
hann tann íðkarin í donsku
liðkappingini, sum hevði
bestu dystarhagtølini.
Føroyskt DM-gull
Ungi havnarmaðurin,
Christoffur Olsen, kann nú
rópa seg danskan meistara í
judo
25
24
Nr. 71 - 11. apríl 2003
Skulu halda høvdið kalt
Hóast hann í nógvar
mátar hevur kenslur-
nar uttaná, nú hann
fyri seinastu ferð skal
leiða StÍF-liðið inn á
vøllin, so er Costin
Dumitrescu ikki í iva
um, at hann má vera
ísakaldur, meðan
dysturin fer fram
GULLDYSTUR
Jákup Mørk
Tað er ein spentur venjari
hjá strandingum, sum nú
ger seinastu fyrireikingar-
nar til stóra gullbrakið í
Vestmanna. Tey trý árini
hann hevur verið venjari
hjá StÍF, hevur hann á
hvørjum ári verið partur av
steypafinaluni, men FM-
heitið hevur hann ongan tíð
vunnið, og nú er helst
seinasti møguleikin í so
máta. Costin Dumitrescu
hevur nevnliga boðað frá,
at hann nú flytir aftur til
Rumenia, og sostatt ikki
verður venjari hjá strand-
ingum komandi ár.
Skulu hugsa klárt
Tá vit royna at fregnast um,
hvussu tú sum venjari kanst
fyrireika liðið hjá tær til ein
slíkan dyst sum tann í
Vestmanna, svarar venjarin
smílandi, at hetta mest
gongur fyri seg á sálarliga
økinum.
- Mín uppgáva nú er
einamest at syrgja fyri, at
leikararnir eru klárir í
høvdinum. Eg skal halda
teimum til, men samstundis
ræður um at finna eina
javnvág. Tað er jú skjótt, at
tú kanst gerast ovurspentur í
slíkum førum, og tað gevur
ikki nakað gott, um so er.
- Men tað er ein stórur
dystur. Ivaleyst tann størsti
dysturin í føroyskum mans-
hondbólti í fleiri ár, og
hetta duga leikararnir eisini
at skilja. Hetta er eisini
møguleikin hjá okkum at
tryggja, at vit vinna nakað,
hóast vit ikki vunnu steypa-
finaluna í ár, og í so máta
kann hetta gerast besta ári
hjá mær sum venjari.
Kensluborin
Og sum sagt, so verður hetta
eisini seinasta árið hjá Co st-
in sum StÍF-venjari. Og ha-
nn dylur heldur ikki fyri, at
persónligu kenslurnar verða
nógvar, tá hann fer á vøllin.
- Tað fer at standa nógv á.
Ver vísur í tí.
- Eg haldi tað vera eitt
sindur løgið, nú eg skal
gevast her. Fyrr hevur tað
altíð verið so, at eg gleddi
meg til at koma heim. Eitt
nú tá eg spældi sum yrkis-
leikari í Eysturríki. Men
hesa ferð er tað øðrvísi.
Sjálvandi gleði eg meg eisini
nú at koma heim, men sam-
stundis eri eg ótrúliga kedd-
ur av at fara úr Føroyum.
- Árini, sum eg havi havt
her, hava snøgt sagt verið
ótrúlig. Eg havi møtt blíð-
skapi, sum eg ikki trúi var
til. Tað er kanska at taka ov
rívan til, um eg sigi eg havi
kent meg elskaðan, men eg
havi verið ótrúliga væl mót-
tikin. Hava trupulleikar ver-
ið, hava fólk alla tíðina skilt
hesar, og eg haldi ikki eg
kann siga, at eg hevði ynskt
nakað øðrvísi hesi árini.
- Nú verður tað tó sein-
astu ferð á hesum sinni,
men hvør veit. Kanska
komið eg aftur eina aðru
ferð, eru kenslubornu orð-
ini, sum vit fáa á vegnum.
- Men tá dysturin er, havi
eg ikki ráð at hugsa um
hetta. Tá ræður um at vera
fullkomuliga »cool«. Vit ha-
va stríðst í 23 dystir fyri at
standa soleiðis, sum vitr
gera nú, og eg orki ikki tank-
an um, at tað skal gerast av
við málmuni millum okkum
og VÍF. Tá er skjótt at leita
aftureftir fyri at vita, hvar
eitt einstakt stig skuldi verið
vunnið, og tað tænir ikki
nøkrum at hugsa soleiðis, so
tí vil helst sleppa undan,
sigur rumenski venjarin hjá
StÍF at enda.
Judokappingin endað
Seinasta umfar av
liðkappingini í judo
varð leikt á Oyrar-
bakka um vikuskiftið.
JUDO
Tíðindaskriv
Í dreingjadeildini var tað
longu greitt áðrenn hetta
seinasta umfarið, at Havnar
Judofelag hevði vunnið
kappingina, men teir fingu
sera harða mótstøðu hend-
an dagin, og vunnu sínar
dystir sera tepurt.
Dystin móti Sunda Judo-
felag vann HJFa 6-4 við
leikstigunum 30-20.
Verri gekst við innan-
hýsis dystinum móti HJFb.
Hesin dysturin gjørdist
javnur í stigum, 5-5, men
HJFa hevði betri úrtøku í
leikstigum, 21 móti 16, so
teir vunnu hendan dystin
akkurát.
Endaliga støðan í dreingja-
deildini gjørdist:
1
HJFa
16 stig
2
SJF
8 stig
3
HJFb
0 stig
Hjá unglingunum var sera
stórur spenningur hendan
dagin.
Tey fyrstu umførini vann
Havnar Judofelag allar
dystirnar í unglingadeild-
ini, men í seinnu hálvu var
tað Sunda Judofelag, ið
dróg longra stráðið.
Kravið til Sunda Judofel-
ag hendan dagin var fyrst
og fremst at vinna, men fyri
at tað skuldi vera nóg mikið
at vinna meistaraheitið, so
máttu teir fáa meira enn 13
leikstig meira enn HJF.
Hetta megnaði Sunda
Judofelag eisini. Teir vunnu
nevniliga greiðan sigur, 3-0
við leikstigunum 30-0. Ein
partur av frágreiðiningini
upp á munin var tann, at
Havnar Judofelag manglaði
ein av sínum sterkastu leik-
arum, men sjálvt við honum
hevði HJF ikki megnað at
vunnið meistaraheitið í ár.
Sostatt fingu tey bæði
judofeløgini úr Havn og
Sundalagnum eitt meistara-
heitið í part í liðkappingini
í ár, og tað ynskja vit
teimum til lukku við.
- Sjálvandi gleði eg meg eis-
ini nú at koma heim, men
samstundis eri eg ótrúliga
keddur av at fara úr Føroy-
um, sigur Costin Dumitr-
escu, nú hann fyri seinastu
ferð skal leiða StÍF inn á
vøllin
Mynd: Álvur Haraldsen
Havnar Judofelag vann gull í dreingjadeildini við hesari manning: Torvald Abrahamsen,
Eirikur Jákupsson, Ellindur Lydersen, Símun H. Lútzen og Sjúrður Lydersen.
Unglingarnir hjá Sunda Judofelag, sum gjørdust Føroyameistarar, vóru hesir: Jákup Sumberg,
Johannes Hansen, Hjalmar Johannesen, Teitur Reinert Joensen og Jógvan Páll Kristiansen.
C
M
Y
K
24