Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 71 - 11. apríl 2003 Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum RENNING Tíðindaskriv Byrja verður við Gamla Apo- tek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdags- haldið á Vaglinum í Havn. Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru væl- komin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1990 ella seinni, renna umleið 1,8 km. Umframt at vera ein kapp- ing fyri einstaklingar – kapp- ingin er tann fyrsta í árligu Grand Prix renningini fyri vaksin – er Flaggdagsrenn- ingin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping. Firmakappingin er skip- að á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaks- nar luttakarar á hvørjum liðið, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki, tó skulu kvinnur og menn luttaka á hvør sínum liðið. Dreingir – føðiár frá og við 1990- 1996, renna 1,8 km. Gentur – – føðiár frá og við 1990- 1996, renna 1,8 km. Kvinnur – føðiár frá og við 1958- 1989, renna 7,02 km Menn – føðiár frá og við 1958- 1989, renna 7,02 km Veteranar kvinnur – føðiár til og við 1957, renna 7,02 km Veteranar menn – føðiár til og við 1957, renna 7,02 km Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir frugt, Poptop og Restorffs soda- vatn. Vinnandi lið og einstak- lingar fáa steyp til ognar. Harumframt letur Føroya Shell heiðursmerkir til tríggjar teir fremstu rennar- arnar. Luttøkugjaldið til kapp- ingina er 60 kr., og gjørt verður vart við, at luttakar- arnir skulu melda til í góð- ari tíð, og ikki á staðnum beint undan kappingini. Rundir dagar Hetta er 17. Flaggdags- renning og sum nakað nýtt verður farið undir at heiðra tey, sum hava luttikið 10 og 15 ferðir í hesi kapping. Sambært okkara skráset- ingar eru tað higartil 2 í hava luttikið 15 ferðir og 11 í hava luttikið 10 ferðir. Men Jákup Mikkelsen roknar við, at hann verður í felagnum sambært galdandi sáttmála inntil í heyst ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Tað stendur einki til í Mol- de. Ikki soleiðis at skilja at fótbóltsliðið ikki er klárt at fara undir nýggja kapping- arárið. Men heldur er tað í fíggjarliga partinum, at skilið ikki er so gott. Kjell Inge Røkke hevur verið fíggjarliga trygdin síðstu árini, og tað er hann framvegis. Fyri góðum tveimum árum síðani skriv- aði Røkke sáttmála við Molde. Milliarderurin bant seg til at rinda felagnum 20 milliónir um árið í fimm ár. Ta avtaluna – at rinda felag- num tilsaman eitt hundrað milliónir krónur í fimm ár – ætlar Røkke at halda seg til. Men kortini hevur hann reist uggafjarðarnar so mikið, at teir í fótbólts- felagnum kenna seg noydd- ar at spara. Veruleikin er tann, at Molde FK hevur brúkt nógv meiri pengar, enn teir hava havt inntøkur at gjalda við. Í fyrraárið brúktu teir tíggju milliónir ov nógv, og í fjør brúktu teir sjey milli- ónir ov nógv. Bæði árini hevur Røkke tett holini, umframt at hann hevur rindað tað, sum hann í sátt- málanum hevur bundið seg til. Nú hevur Røkke boðað felagnum frá, at hann ikki eina ferð afturat ætlar sær at spæla eyka jólamaður. Felagið fær 20 milliónir í ár og so ikki eina krónu aftur- at. Tað er hetta, sum er orsøkin til, at leiðslan í felagnum nú kennir seg noydda at skerja útreiðslur- nar. Samlaðu útreiðslurnar sigast vera umleið 50 milli- ónir. Felagið megnar sjálvt at fáa 25 milliónir til vega í inntøkum, og so fær tað milliónirnar frá Røkke. Tað vil við øðrum orðum siga, at um útreiðslustøðið verð- ur, sum tað hevur verið, so verður talan í ár um eitt rakstrarhall upp á einar fimm milliónir krónur. Lønarlækking Størstu útreiðslurnar í fót- bóltsfeløgum eru lønirnar. Tí er tað í lønunum, at skerj- ingarnar skulu gerast, um tær skulu muna nakað. Sambært Norðlýsinum í Molde – tað eitur Romsdals Budstikke – fáa spælararnir í Molde millum tvey hund- rað túsund og eina millión krónur í løn um árið. Sama blað veit at siga, at leiðslan í felagnum hevur heitt á spælararnar um at fara tíggju prosent niður í løn ella í alt 1,5 milliónir um árið. Blaðið veit eisini at siga, at felagið hjá spælar- unum hevur verið uppi í leikinum, og at umboð fyri felagið hava tosað við spæl- ararnar – ein og ein – fyri at lodda dýpið, hvønn hug- burð teir hava til uppskotið um lønarniðurskurð. Enn er ikki greitt, hvat fer at spyrj- ast burturúr. Jákup Mikkelsen váttar, at talan hevur verið um løn- arlækking, og at hann og hinir spælararnir eru spurd- ir um, hvat teir siga til upp- skotið, men hann vil einki meiri siga um hetta uttan tað, at hann roknar við at vera í felagnum inntil síðst í november, tá ið sáttmála- skeiðið verður runnið. Molde venjarin, Gunde Bengtsson, segði fyri viku síðani, at hann hevði ætlan- ir um at keypa tveir spælar- ar á landsliðsstøði afturat til felagið. Men hann varð skjótt settur upp á pláss av leiðsluni, sum boðaði frá, at talan fór ikki at vera um at keypa nýggjar spælarar. Venjarin ásannaði, at tað var leiðslan og ikki hann, sum í sovornum førum eig- ur síðsta orðið, og so helt hann seg hava rætt at leggja afturat, at møguleikin hjá Molde at vera við í stríð- num um gullkrónurnar fór ikki at verða so góður, sum hann kundi havt verið, um felagið hevði havt keypt tveir nýggjar spælarar. Møguleikin at selja onkr- ar spælarar og harvið at lætta um lønarútreiðslurnar hevur verið nevndur, men enn eru eingir Molde spæl- arar seldir. Síðani í heyst eru fimma spælarar farnir úr felagnum. Teir vóru 26, sum stríddust um plássini á besta liðnum. Nú eru teir 21. Molde skal spenna reimina Bestu tíðirnar, menn Felag/ Fornavn Eftirnavn Staður min. sek. Ár 1 Hallur Holm Bragdið 22 56 1993 2 Guttorm Sørensen 22 58 2001 3 Bogi Lenvig 22 59 2002 4 Niels Jákup Jakobsen Bragdið 23 45 1991 5 Hjalti Gunnarstein Bragdið 23 56 1992 6 Óli Olsen Bragdið 23 59 1991 7 Sølvi Reinert Hansen Roysnið 24 5 1999 8 Freddie Poulsen Bragdið 24 7 1993 9 Ole Kragh 24 11 1993 10 A. Marni Joensen Bragdið 24 15 2000 11 Regin Joensen Tórshavn 24 20 1991 12 Eyðun Hjalt 24 47 2001 13 Cecil Weihe 25 2 2001 14 Dia Jacobsen Bragdið 25 4 1998 15 Bogi Olsen Roysnið 25 8 1998 16 Absalon Hansen Bragdið 25 17 1990 17 Rúni H. Olsen Bragdið 25 20 1999 18 Jan Smallward 25 22 2001 19 Regin Joensen Tórshavn 25 27 1992 20 Bjørn Kunoy Bragdið 25 32 1992 Bestu tíðirnar, kvinnur Felag/ Fornavn Eftirnavn Staður min. sek. Ár 1 Annemette Aagaard 26 28 2001 2 Sunneva Bjarnastein Bragdið 27 32 1999 3 Rigmor N. Joensen Bragdið 28 6 2000 4 Thorid Wester-Andersen Danmark 29 41 1992 5 Tordis Debes Bragdið 30 5 2000 6 Katrin Sørensen 31 30 2002 7 Jana Jacobsen Miðvágur 31 37 2000 8 Jóngerð Høgnesen Tórshavn 32 9 1991 9 Gurðun Poulsen Tórshavn 32 39 2000 10 Anna Herup Høgnesen 33 0 2002 11 Eva Olsen 33 3 1996 12 Lív Sørensen Tórshavn 33 8 1999 13 Gunnvá Egholm Bragdið 33 25 1998 14 Rannvá Hanusardóttir Bragdið 33 29 2000 15 Ann Thomsen Tórshavn 33 51 2000 16 Karin Gaardlykke 34 0 2002 17 Beinta Hoydal Joensen 34 1 2002 18 Randi Kúrberg Tórshavn 34 10 1991 19 Randi Dam Petersen Tórshavn 34 19 1998 20 Óluva Zachariassen 34 32 2001 Tey bestu Yvirlitið niðanfyri sýnir bestu tíðirnar, sum luttakararnir hava fingið í tíðarskeiðinum 1990-2000 Flaggdagsrenningin Vanliga hevur flaggdagsrenningin stóra undirtøku, og árið í ár man neyvan verða nakað undantak í so máta C M Y K 26 Nr. 71 - 11. apríl 2003 27 Frá Kappróðrarfelagnum N.S.Í. Aðalfundurin verður í Kappróðrarneystinum mána- kvøldið 28. apríl 2003 kl. 19.30. Skrá samb. lógum felagsins. Um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur, verður eyka- aðalfundur hálvan tíma seinni. Kappróðrarfelagið N.S.Í. Til sølu Sethúsini Tróndargøta 16, Tórshavn, verða við hesum lýst til sølu. Húsini verða nýtt til umsitingina hjá Havnar Handverkarafelag, og húsini eru eisini innrættaði til sama endamál. Talan er um eini eldri,smærri og vælhildin sethús. Móti eystri er urtagarður. Ein leyst standandi gar- aga er á stykkinum út ímóti Magnus Heinasonar- gøtu. Hon treingir til eina hjálpandi hond. Húsini eru innrættaði soleiðis: Stovuhædd: Inngongd, lítið wc, stórt rúm íroknað køkur. Loftahædd: Eitt stórt fundarhøli. Kjallari: Lágur kjallari við betonggólvi. Nærri fæst at vita við at venda sær til Advokat- skrivstovan, Fr. Petersensgøta 9,Tórshavn, att. Óla Jákup Kristoffersen,e-mail:ojk@advlaw.fo ella Elin Svínoy, e-mail: els@advlaw.fo Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta 9 100 Tórshavn · Tlf. 311145 www.sosialurin.fo 27