Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|- H Nr. 59 — 25. mars 1992 Ragnar Hermansen, skipari »Vit leggja iøroysku kvotuna« --Tað eru reiðararnir, sum uppblása lítlu før- oysku kvotuna, tí teir fáa kapping á útlendsku marknaðunum, sigur hann Fríggjadagin í seinastu viku var tómligt í havnini í Reykjavík. Teir flestu bátarnir vóru úti og har vóru so fá skip, at tann einasti vit fingu uppá tal var skiparin á einum fiski- rannsóknarskipi, Ragnar Hermanson. Hann er skipari á einum av teim fýra rannsóknarskipunum, sum íslendingar eiga. Og vit spurdu hann beinleiðis: "Hvat halda íslendskir fiskimenn um fóroysku kvotuna í ís- lendskum sjógvi? --Eg haldi, at meinigi íslendski fiskimaðurin og meginparturin av fólki á landi hava einki ímóti føroysku kvotuni. Hon er so lítil at hon ger hvorki til ella frá. Tað eru reiðar- arnir sum blása hesa kvotu upp, kanska fyri at fjala útyvir teirra egna dugna- loysi, tá tað snýr seg um at selja fisk, sigur Ragnar Hermansson. --Tað er orsakað av før- oysku kapingini á altjóða fiskamarknaðinum, at reiðararnir eru so sárir um føroysku kvotuna, sigur hann. Ragnar heldur at hann kann tala fyri fiski- mannin, hann er formaður fyri einum av teim stórstu verkafeløgunum á Suður- landinum. Ragnar Hermanson vísir eisini á tí aldargamla sam- bandið, sum hevur verið millum føroyingar og ís- lendingar og sigur at mill- um vanliga íslendska fólk- ið eru føroyingar ikki illa kendir. Roynt eftir hýsu Ragnar Hermansson royndi í seinastu viku í Faxaflóðanum eftir hýsu. Teir trolaðu. --Vit royndu í fimm Hesin trolarin í Grindavík tók í seinasta hósdag. Mynd: Brandur Ragnar Hermansson á brúnni. Mynd: Brandur dagar og fingu 100.000 pund. Vit hava gjørt royndir við serligum trol- um. Og nú er fiskur aftur at fáa Lítið at fáa Íslendsku fiskimennirnir hava ikki havt góðar dagar teir fyrstu mánaðarnar í ár. Sera lítið hevur verið at fingið, og eisini hevur viðrað illa. Vit vitjaðu í Grindavík seinasta hósdag og tá var lív á havnalagnum. Beint uttanfyri lógu ei- sini 20 lodnubátar og fyltu seg. Tann hálva tíman vit koyrdu frá Reykjanesi og til Grindavíkar fóru tríggir at sigla fullfermdir heim. Og lodnubátarnir fiskaðu í klettin. Tá vit komu ul Grinda- víkar lá ein lodnubátur og landaði. Hann landaði til eitt virkið, sum virkar djórafóður burturúr lod- nuni. Í Grindavík verður landað uppá gamla mátan, har verður lodnan hóvað burturúr lastini. Stein deytt fyrr í ár Ferðaleiðarin greiðir frá, at tá hon fyri stuttum var í Grindavík var býurin deyður. Onki virksemi var á havnalagnum. Og flaka- virkið lá still. Tað var syrgiligt at síggja ein fulla havn av svínabundnum skipum. Seinasta hósdag var ørvisi. Flestu skipini vóru úti og tey sum lógu inni gjørdu til at fara avstað. Arbeiðsloysi Arbeiðsloysi er í Íslandi. I dag er arbeiðsloysi um- leið 2,5 prosent og so stórt hevur tað ikki verið síðan 1969. Og arbeiðsloysi er stórst innan fiskivinnuna. |pí. wenzel petersen, tif. 13873 [slendingar hava verid noyddir at skerja teirra kvotur munandi, ti stovn- arnir eru hóttir. Íslendingar geva bæði sær sjálvum og lív- frødiligu viðurskiftunum í havinum skuldina fyri at stovnarnir eru so ila fyri. Nógv roynd saman við vánaligum tilgangi á stovnunum gevur vánaligt úrslit. Nú hava so íslendingar gjørt nakað ålvarsligt við hetta. Seinastu fýra árini hava teir skorið kvotuna á toski frá 400.000 tonsum nipur á 256.000 tons. Og teir rokna við at koma at liggja á hesum stødinum eina tíð enn. Grindavík er ikki ein náttúruhavn. Hon er ring at taka, men kyrt er innan brimgardin. Uttanfyri er ringt farvatn vid nógvum skerum. jústinus