Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Lasse Klein, logtingsmaður, skrivar: Hví vit skulu skipa ein eldrapolitikk Orðaskifti um eldrapolit- isk vidurskifti var rætti- liga nógv frammi i sam- bandi við at Útvarp Fer- oya var og vitjaði í Sand- oynni, umframt eina ser- liga sending um sama evni, og vit mugu við- ganga at tað er rættiliga sjáldan at eitt slíkt evni sum hetta verður umrett. Alt ov sjáldan, og tí skal Ú.F. hav tekk fyri sín leik- lut í hesi umreðu. At fáa politikarar út í eitt opið og ærligt orða- skifti um hesar spurning- ar er trupult, men vit mugu viðganga, at tað er neyðugt at spurningarnir um eldrapolitikk verða tiknir til viðgerðar í álv- Tann rikni eldrapoli- tikkurin hevur gjert sítt til at broytt fatanina av steðuni hjá teimum gomlu í samfelagnum og hevur latið tey sita í alt ov stóran mun sum óvirknir móttakarar. Rikni eldrapolitikkurin higartil hevur prógvað á- vísar trupulleikar á eldra- politiska økinum, t.d. tað, at tervandi pláss á ellis-og rektarheimum hevur fert til ekt trýst á sjúkra- húsini. Eisini verða nekur eldri fólk móti vilja sínum kroyst út av arbeiðs- marknaðinum, og tað hevur uttan iva eisini fert við sær meiri sjúkdóm og sosialar trupulleikar. Talið á gomlu veksur al- samt, og serliga talið á 80 ára gomlum, og talið kem- ur helst at vaksa heilt nógv tey næstu 20 árini. Mett verður, at kom- andi 20 árini økjast út- reiðslurnar til sosial- og heilsuendamál nógvar milliónir krónur, og árligu útreiðslurnar til fólka- pensión taka rættiliga dik á seg. Tí er eisini neyðugt: 1. At tey gomlu verða tik- in meira við upp á ráð, tá ið eldrapolitisk til- tek verða sett í verk. 2. At við viðurkenna og virða arbeiðið hjá teim- um gomlu í samfelag- num í sama mun sum fyrri. 3. At vit gevast við at meta tey gomlu sum »6virknar, njótandi og dýrar samborgarar, ið bert skulu uppihald- ast«. Frisk og sjúk gomul Vanliga hugsanin er, a. At sum árini ganga koma sálarligar og li- kamsligar broytingar, ið hoyra aldrinum til. b. At minkandi virkis- mátturin kann verða spírin til veruliga sjúku. c. At sjúkdómurin versn- ar við aldrinum, og mangan er talan um fleiri sjåkraeydkenni, sum tey gomlu ikki kenna á sær. Ti er neyðugt at umhugsa: 1. At ráðgeving og leið- beining verður latin um, hvussu frægast verður lagt upp fyri vanligum aldursbroyt- ingum. At upplýst verður um fjarandi aldurstreytað- an yrkismátt, eisini um samfelagsbygnaðan annars. 3. At heimahjálpin verð- ur víðkað innanfyri verandi karmar, so at kveld- og náttarvakt fæst í lag allastaðni har tervur er á tí. 4. At samstarvið millum heimahjálpina og kommunulæknarnar verður styrkt. At bett verður um styrkin til tannarekt- ina hjá teimum gomlu. N en Vit eiga ti at mida fram ímóti: 1) At eggja hugin hjá teimum gomlu til fram- haldandi at klára seg sjálvi í egnum um- hvervi. 2) At eggja til sosiala ábyrgdarkenslu mill- um ættarliðini. 3) At eggja til sjálvboðið arbeiði og felagsloysn- ir, at samskipa al- mennu og privatu hjålpartiltøkini. Íbúðarviðurskifti Flestell gomul búgva heima hjá sær sjálvum. >Rikni eldrapolitikkurin higartil hevur sýnt vantandi samanhang«. Uml. 1,5% av ellum per- sónum búgva á rektar- heimi ella sjúkrahúsi, men ein partur av ellum yvir 85 ár búgva á rektarheimi. Tað tykist greitt, at alt ov nógv rerslubrekað gomul búgva í ov ringum íbúð- um. Egin íbúð Vit eiga tí at virka fyri: 1) at fáa tað at bera til hjá teimum gomlu at búgva heima hjá sær sjálvum, annaðhvert talan er um egin hús ella leiguíbúð, 2) at hjálpa til at inn- rætta og halda íbúðina, so at tey gomlu fram- vegis eru for fyri at búgva einsamall, 3) at nýbygdar leiguíbúð- ir verða soleiðis inn- rættaðar, at eisini tey brekaðu gomlu kunnu búgva sum tey eru von. Arbeiðskor teirra gomlu - Teir trupulleikar, sum tekniska menningin, me- kanisering og broyttar ar- beiðsumsteður skapa æ ar- beiðsplássinum, eru stór- ir, og hava ført við sær, at fleiri halda seg ikki til ar- beidi. Dømi eru um at fólk gevast å ungum aldri vegna heilsubrek og pen- sionsmøguleikar longu i yngri årum. . Nekur eru ikki fegin um at sleppa arbeiðinum, tá ið aldursmarkið er sett. Áskoðan mín er: 1) At tey gomlu stigyíst kunnu skarva av síni arbeiðstíð og sam- stúndis fáa partvís aldurspensión. Hetta gevur hevi at brúka ar- beiðsmáttin meira mið- víst, og samfelagið fær framvegis gagn av royndum og vitan teirra gomlu. 2) At partarnir í arbeiðs- marknaðinum í ávísan mun geva eldri fólkum meguleika at halda fram í arbeiði sínum. Í øllum forum eiga tey gomlu í sterri mun enn higartil at verða tikin upp á ráð, tá ið eldrapolitisk tiltøk verða sett í verk. Nr. 59 — 25. mars 1992 „Í ollum forum eiga tey gomlu at verða tikin við upp á ráð, tá ið eldrapolitisk tiltok verða sett í verk«. Men vit mugu sam- stundis = gera okkum greitt, at eingin almennur stovnur kann í sjálvum sær skapa ella beta aftur virði, sum samvera mill- um fólk, sjálvsvirðing, ar- beiðsgleði, hugflog, sam- lyndi og kærleika. Tað al- menna eigur í ávísan mun at skapa fortreytir fyri, at hver einstakur sleppur at skapa sítt egna lívsinni- hald. Soleiðis eigur at vera hjá teimum, sum nú eru gomul — og hjá okkum, sum einaferð verða gomul. Lasse Klein »Åt vit gevast við at meta tey gomlu sum »Øévirknar, njótandi og dýrar samborgarar, ið bert skulu uppihald- asta. Framhald av síðu 10 ur, at hann er ovurfegin um hesa kanning, og at hann beinanvegin fer at gera sítt til at yvirtala po- litikarar og skattgjaldarar soleiðis, at hendan iløgan uppá bert 150 milj. kr. politiskt kann trýstast igjøgnum, helst longu til heystar. 5 min. seinni í somu tíðindasending við- gongur fíggjarmálaráð- harrin, at fíggjarlógin fyri 1992 als ikki hongur sam- an, og at hann má út í samfelagið at finna 200 milj. kr. beinanvegin. Hes- in tragikomiski sjónleikur verður framferdur í fjel- miðlum okkara, sam- stundis sum 100 tals syrgiligar lagnur verða tveittar ut i arbeidsloysi og vónloysi, tí vinnu- grundarlagið í landinum er máað burtur. Og sam- stundis sum vinnan ikki sleppur í gongd við skila- góð projektir, tí ongin peningur er tekur í landin- um til at fíggja tey. Sum skilst roynir landsstýrið at fáa til vega biligari til- boð úr Noregi uppá tunnil- in, og minnir hetta ikki sert um tann mátan, sum varð nýttur at fáa tey ym- isku projektini í sjeyti- og áttatiárunum at hanga saman, men sum vit nú trúðu, vit endaliga vóru komin burturúr. Tunnilin stendur í dag helst í einum 50—60 mi}; kr. Hesir pengar eru, sum so nógvir aðrir, seplaðir burtur, og koma ongantíð aftur. Latið vera við at spilla meiri pening burtur við at bjarga tí, sum farið er. Feroyingar eru upp gjøgnum sjeyti og áttati árini so mangan villleiddir við elegantum ráðgevara- útskriftum av hepisleys- um projektum. Lat hetta ikki endurtaka seg, sjálvt ikki við hjálp av lektarum frá lærdum háskúla uttan- lands. Óansæð hvussu borið verður at, so skal hetta projekt fíggjast við lán- tøku uttanlands. Í Før- oyum er ongin peningur at heinta. Hasar 80 milj. kr., sum longu eru læntar, og sum elva landsstýris- manninum í samferðslu slíkan ampa, kundu pass- andi verið brúktar sum stovnsfæ til nýggjan fígg- ingargrunn, sum Ídnaðar- felagið nevnir í síni árs- frágreiðing, soleiðis at vit fingu skapt nekur varandi arbeiðspláss. Alt vanligt vit og skil tosar ímóti at fara í holt við hetta luksusprojekt, og skulu argument nevn- ast, kundu hesi verið nevnd: 1: Okkara lítla samfelag orkar ikki eina slíka luksusiløgu. 2: Figgjarstødan i landin- um er katastrofal og ikki i tråd vid eina slika iløgu. 3: Tað er ómoralskt at prioritera eina slíka luksusiløgu hægri enn ílegur i varandi ar- beidsplåss, sum kundu tryggja næsta ættar- liði sømilig livikor. 4: Vit kunnu klåra okkum við ti sambandi um Vestmannasund sum er nógv år fram í tíð- ina. 5: Í Vestmanna er júst bygd ein nýggj ferju- lega, sum klárar at nekta henda tervin í nógv ár. 6: Menningin á tøkni- freðiliga økinum fer at gera tað bíligari at byggja henda tunnil um 20 ár. : Kann tað við vissu sig- ast, at henda ílega er so áhugaverd búskap- arliga, og at vit fáa økt okkara útflutning og betrað okkara kapping- arferi við henni, so kundu vit í staðin longu nú byrja at spart upp til henda tunnil, so vit áttu fyri hann um 20 ár. Hetta kundi t.d. verið gjørt við at flutt flogseðlaavgjaldið í ein grunn til hetta enda- mál. Vit mugu tíverri ásanna, at okkara politik- arar seinastu 15 árini systematiskt hava stýrt okkum út í vónloysi. Fáa tit ikki steðgað og jarðað hetta luksusprojektið nú, so er seinasti meguleikin at bjarga restunum, um nakrar eru eftir, av tykk- ara trúvirði rokin. At enda vilja vit heita á avvarðandi myndugleikar um at gera útrokningar viðvíkjandi lønseminum hjá øllum iløgum, sum ætlað verður at fara undir, men ikki at brúka slíkar útrokningar, sum ein ávís- ur maður lesur bíbliuna. Virðingarmest -) Feroya Ídnaðarfelag Bergur Poulsen, formaður