Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 Nr. 59 — 25. mars 1992 Síða 17 Arbeiðsloysi og pensjónistar í Føroyum Sum øllum kunnugt verð- ur nógv tosað og skrivað um arbeiðsloysi í Feroy- um, og hvussu vit fáa samfelagshjólini aftur at mala, soleiðis at vit kunnu fáa flest øll í arbeiði aftur. Í hesum sambandi kundi eg serliga hugsað mær at komið inn á steðu pensionistanna, av tí at hesir verða útsettir fyri eitt sindur av hverjum viðvíkjandi arbeiðsloysis- steðuni. Tað er ofta áhugavert at samanlíkna við onnur við- urskifti, sum eru hend gjøgnum tíðina. Í td. Týsklandi undir 2. heims- bardaga valdi Hitler at geva jødunum skyldina fyri alt tað ringa, sum hendi í landinum og alt fólkið bleiv eftirhondini yvirbevíst um (heilavask), at hetta var soleiðis (syndabukkasyndromið). Hetta var sjálvandi sera bekvemt, tá veruligu trupulleikarnir á henda hátt kundu fjalast. Á henda hátt kundi hann eisini fáa politiskt vald og goyma seg aftan fyri veru- ligu trupulleikarnar. Eg vil kortini ikki bein- leiðis sammeta táverandi steðuna í Týsklandi við ta steðu, vit nú hava í Feroy- um, við tí ágangi, sum ávísur persónur og feløg koyra ímóti pensionistun- um. Men vit skulu hinveg- in vera varin við ikki at læsa okkum fast upp á ein ávísan bólk í samfelag- num, hvers burturbeinan frå arbeiðsmarknaðinum kann loysa arbeiðsloysis- trupulleikarnar í Feroy- um. Hetta er ein fallit- erklering. Tað vit hava brúk fyri í Feroyum eru fólk, sum hava initiativ og geniali- tet, t.v.s. fólk, sum hava vilja og hugskot til at menna nýggja verufram- leiðslu, skapandi fólk og fólk, sum arbeiða nógv. Her er talan um kvalitetin á fólkinum í samfelag- num. — Japanarar eru eitt eksemplariskt dømi uppá slíkar eginleikar, sum nevndir eru omanfyri. Tad er sostatt ikki politikarin, sum skal byggja virkir, men skal bert vera við til passivt at skapa rammur- nar fyri at vinnulívið kann trívast. Tí skulu teir ikki standa einsamallir við ábyrgdini fyri landsins vánaligu gongd. Vit skulu heldur ikki gloyma, hví steðan er sum hon er í dag. Tað er ikki tann gamla generasjónin, sum hevur koyrt feroyska búskapin í sorl, men held- ur tey ungu, sum skulu bera landið víðari. Vit hava ikki livað yvir evni, men sett av ímóti vánalig- um tíðum — vit hava kort- ini ikki stór lán uppá hús! Tey ungu her, eru eisini leiðslurnar í bankunum, sum hava fert ein skila- leysan lánipolitikk, har tú hevur fingið lán uttan nakran sum helst eginpen- ing. T.v.s. mentaliteturin hjá fólkinum hevur verið ávirkaður til ikki at spara upp, men lána so nógv sum gjørligt, fyri síðan aftur at áa rentufrádrátt í skattinum. Eftir hesi láni- gildi liva fólk nú uppá »Stumparnar«, t.v.s. verða tey arbeiðsleys ella hvort av sínum í bert stutta tíð, gongur tað galið. Feroyingar eru forkelað- ir, vit hava bert skólað fiskin upp úr havinum og aldrin hugsað um at gera hetta við umhugsni. Vit hava sloppið undan gransking og menning innanfyri vinnuøki, og tí virkar tað vónleyst og óyvirkomiligt, at vit nú fáa hetta sum eitt óum- gangiligt krav fyri at kunna varðveita okkara livistandard. Tað er sjálvandi rætt, at tá tíðirnar eru sum tær eru, so kundi tað í ávísum fori verið skilagott at ein eldri maður og/ella kona, sum ongi lán hava, sum ikki hava heimabúgvandi børn, kundu >trappað< ar- beiðstíðina niður eftir t.d. 60 ára aldurin. Fyri nekur kundi hetta latið seg gjørt, men fyri onnur hevði hetta verið heldur truplari. Tey, sum tað hevði verið truplari fyri, eru tey, sum ikki hava nekur ítriv, t.d. ferðing, dans, kortspæl, lesna osfr. Nekur kundu hugsað sær at havt seyðahald, men eiga onga jerð. Nøkur hava sitið á skrivstovu alt lívið, tey kunnu meguliga ikki hjálpa bernunum við at umvæla ein bil ella be- tonga ein garð. Tað eg vil siga við hesum demunum er, at tað kann vera trup- ult at slúsa tey eldru úr einum festum arbeiði í eitt annað arbeiði, sum kann verða meira fjølbroytt. Sannleikin er, at vit í Fer- oyum ongan eldrapolitikk hava. At leggja seg í song- ina at doyggja er og verð- ur skilaleyst. Tí má tað eisini vera av áhuga fyri tey ungu at tryggja seg, tá tey jú einaferð koma í tann aldurin, tá tey skulu út av arbeiðsmarknaðin- um. Okkara ungdómur, sum í dag verður fyltur við upplýsingum og lærdómi, skuldi havt sjálvsálit og hugskot ella hvat? Um tit halda tykkum bera landin- um uppi, so eru nú stórar avbjóðingar til tykkum, fyri at vit kunnu koma víðari. Hví skulu vit eldru bera ábyrgdina, hetta er óverdugt, bæði fyri tykk- um og okkum. At enda kundi eg hugs- að mær at sagt eitt sindur um pensjónina, vit fáa. Fyri nekur er núverandi upphæddin nóg stór, men fyri onnur er tað trupult at fáa endarnar at rekka saman. Sjálvt um ein er pensioneraður, eru eisini fastar útreiðslur, sum skulu gjaldast (sí demi uppá okkara privata húsarhald, fyri 2). Privatroknskapur, uppgjørdur fyri ein mánaða: SEV . . 700 kr Gassolja . 825 kr Sjónvarp og útvarp 175 kr Viðlíkahald av tv og radio 110 kr Sjúkrakassi, 2 fólk 246 kr Medisin og tann- lækni . 80 kr Brillur, 2 fólk 80 kr Telefon uml. 320 kr Húsatrygging 370 kr Ábyrgdartrygg- ing, bilur 82 kr Veggjeld, bilur 118 kr Dekk til bilin 90 kr Benzin og olja til bilin 230 kr Billutir | 250 kr Skógvar og klæði .. 50 kr Perur og umvæl- ing av eltólum 220 kr Viðlíkahald av sethúsum, út- húsum 1.200 kr Matur ......... 1.900 kr Hondkeyp ...... 350 kr Tilsamans ... 7.396 kr Pensión 6.200 kr Mánaðarligt hall 1.196 kr Árligt hall 14.352 kr Annars hverki roykja ella drekk vit, ganga ikki til fótbólt og dans og ferð- ast næstan onki etc. Tað, sum kann tryggja einum pensiónisti eitt sterri handilsfrælsi enn hvat sjálv pensiónin gevur meguleika fyri, er sjálv- andi ein uppsparing, so- leiðis at vit av og til kunnu ferðast etc. Tí ein áheitan til oll tey ungu, sum eina- ferð verða pensiónistar, fáið tykkum eina privata kapitalpensión, soleiðis at tit kunnu liva gott og ótta- leyst á tykkara eldru døg- um Ein fólkapensjónistur Politi og trygging Í Dimmu 17. mars 1992 sigur politikommiserurin: ÞAt summir bileigarar mugu hava gloymt at goldið fallin tryggingar- gjøld og fyri at sleppa undan, at nummarplátur- nar á bilum teirra verða kliptar av løgregluni bla bla bla... Si * “ eldin klippa plát- urnar av løgregluni, ella klippa teir pláturnar av sær sjálvum??? Ná, skemt til síðis. Hann burdi vitað, at or- sekin til at ein partur av fjøldini ikki hevur goldið trygging, er hon at trygg- ingarsambandið hevur gjert nakað ólógligt. Og so er spurningurin til fútan: Hverjari síðu av lógini stendur politiið ???!!! Eg sjálvur havi ikki goldið trygging — og ætli heldur ikki at gera tað fyrrenn tað er greitt, um tað sum tryggingarsam- bandið hevur gjert, er lóg- ligt ella ólógligt. Ein sum nýtir at hoyra góðan tónleik Men, sum brúkar hamaran | * Fleiri snið at velja ímillum. * Hús eftir egnari tekning eisini møguligt. Prísir frá kr. 665.000. - fyri lyklaklár sethús Umboð og sela: Tróndargeta 26 Tlf. 14321 Fax 19321 Suðuroyar-húsið Tlf. 71787 Fax 71541 Eitt hjartasuff!!! Å Glyvrum 21. mars 1992. Åh, ja! Tysdagin 17. mars 1992 varð broyting i Fólkaskúlalógini løgd fyri Legtingið. Men fingu vit, sum starvast í fólkaskúl- anum, hevi at gera við- merkingar, áðrenn tað var ov seint? Hóast okkum varð lovað, at hesaferð skuldi onki fara fram í skundi, at øll viðurskifti skuldu vera opin. Hvat fingu vit at vita? Tey, sum lesa Sosialin, fingu nakrar småbitar, sum bert erkymlaðu, tí tað tyktist, sum Lands- stýrið longu hevði avgjert hetta. Fingu vit nakað at vita frá okkara fólki í Lesi- ætlannarnevndini, áðrenn ; broytingin varð legd fyri Legtingið? Jú, tann 20. mars fingu skúlastjórarnir eitt upp- legg til ein komandi stjórafund við Lands- skúlafyrisitingina hesum Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá ki. 15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dec frå ki. 15.30—7.00 á morgni. viðvíkjandi. Men hvat var tað? Uppskotið hjá Lands- stýrinum ella uppskotið frá Lesiætlannarnevndini ella nakað heilt annað. Hvat stóð har? Mundu lærararnir, sum skulu starvast undir hes- um broytingum fáa nakað at vita? Man nakar fundur fara at verða hildin fyri okkum at kunna okkum um hetta, áðrenn planurin fyri næsta ár verður lagd- ur? Og so siga hesi fólkini, at tey eru okkara umboð, at vit draga somu línu, líka frá landsstýriskonuni yvir Landsskúlafyrisit- ingina og nevndina í Fer- oya Lærarafelag til stjór- arnar. Halda tey tað vera tað upplýsta einaveldið? Er tað legið, at vit eru illa við, hugstoytt og fela, at onkur traðkar á okkum? Heilsan Elsa Birgitta P. Egholm 2 sir a Rr ALAN 1) Í Få