hósdagur 26. mars 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lake EA ARE
Åbyrgdarbisdstjori. Jan Miller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tårfinn Smith | Utgevari P4 Sosialurin | Bústaður Argjavegur 26 Postadressa- rdr 76
- Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen | Uppseting: P/f Sosialurin Argir mr avn
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov | Jåstinus Eidesgaard Prent: P/F Pressan 1981 Telefon: 11820 Telefax:
lee
Vesturheimurin
må hjålpa
NU um dagarnar hoyrdu vit,
at enn eitt russiskt kjarnorku-
verk hevur likid vandamikla
radioaktiva geisling út í um-
hvørvid. Eitt brek í kjarnorku-
verkinum var atvoldin til 6-
happid, sum menn enn ikki
vid vissu kenna fylgjurnar av.
Kjarnorkuverkið liggur nær
finska markinum, og bæði í
Finlandi og Svøriki fylgja teir
nú sera gjølla við fyri at fáa
stórri vissu fyri, um vandi er á
ferð fyri umhvørvid, ikki bara
í Ruslandi, men eisini í
grannalondunum. Men enn
vita vit ov lítið til at koma til
nakra realistiska niðurstøðu.
TÓ ber til at koma til eina
aðra niðurstøðu, og hana eru
kendir vísindamenn eisini
komnir við nú aftan á óhapp-
ið. Teir mæla til, at nógv av
teimum russisku kjarnorku-
verkunum verða stongd med
alla ella verða stongd, meðan
neydugu > trygdaråbøturnar
verða framdar, soleiðis at tey
ikki eru ein vandi í framtíðini.
Hetta eru yvirhøvur kjarn-
orkuverk av sama slag sum
tað í Tjernobyl, sum rætt og
slætt brendi saman fyri nøkr-
um árum síðani, og sum fekk
allan heimin at ræðast.
TAÐ vísir seg, at í fleiri av
fyrrverandi kommunistisku
londunum í Eystureuropa og
tí fyrrverandi Sovjetsamveld-
inum er trygdin á kjarnorku-
verkunum út av lagi vánalig.
Sagt verður, at tað er ein
spurningur um pening at gera
hesi verkini tryggari. Í Bulgar-
ia hava teir eitt kjarnorku-
verk, sum fyri hvgnn dag,
sum fer, verður ein alt stórri
hóttan móti øllum umhvørv-
inum. Verkið lýkur als eingi
trygdarkrøv, og hetta eru
bæði bulgarar og umheimurin
greiðir yvir. Men verkið veitir
Bulgaria so stóran part av
streymtørvinum, at tað als
ikki ber til at steðga verkin-
um her og nú. Tað merkir
rætt og slætt, at landið ella
ein partur av tí verður uttan
streym yvirhøvur.
HETTA er nakað, sum vit í
Vesturheiminum eiga at geva
størsta gætur. Tað nyttar ikki
bara at júka aftur og aftur um,
at kommunistisku stýrini
hava verið so og so ring, tey
eru atvoldin til allar ræðuleik-
ar osfr. Hetta, sum vit dagliga
kunnu lesa í málgagninum
hjá fólkaflokkinum, um
hvussu ræðuligir kommunist-
arnir hava verið, bøtir einki
um verandi stóðu. Vit í Vest-
urheiminum eru noydd, ikki
minst fyri okkara egnu skyld,
at hjálpa umrøddu londum at
gera kjarnorkuverkini trygg-
ari. Og hetta má gerast her og
nú.
TAÐ nyttar ikki bara at
standa og hyggja at og bíða
til tann heilt stóra umhvørvis-
vanlukkan hendir. Tí hon fer
at raka okkum eins meint og
tey fólk, ið búgva eystanfyri.
Harafturat hava vit eisini eina
moralska skyldu mótvegis
teimum fólkunum, sum hava
verið kúgað undir kommun-
istiskum stýrum, at veita
teimum eina hjálpandi hond,
nú m.a. tey hava megnað at
koppað hesi kommunistisku
stýri.
SJÁLVANDI eru tað fyrst
russar o.a., sum hava bygt og
reka umrøddu kjarnorkuverk,
sum mugu síggja álvaran og
gera nakað. Men við okkara
kunnleika og peningaorku í
Vesturheiminum, eru vit
noydd til at hjálpa. Eisini eru
vit tvingað til at krevja av
russum o.g., at nakað verður
gjørt, tí her umræður um-
hvørvid í Europa øllum eins
væl og í ðrum londum. Men
skulu krøv okkara gangast á
móti, so eru vit eisini noydd
Vestmanna karm
ur um
til at vera vid til at hjålpa.
Kosta hvat tað kosta vil. Í-
myndið okkum bara um álv-
arsliga vanlukkan hendir
beint við finska og svenska
markið. Tá kann hetta fáa
katastrofalar fylgjur fyri hesi
lond, tí má tað vera í teirra
interessu eisini, at nakað
verður gjørt og at hjálpa til at
fáa bøtt um vidurskiftini.
Sama kann so sigast um onn-
ur lond, sum liggja nær hes-
um vandamiklu kjarnorku-
verkum.
SPURNINGURIN er tí global-
ur og má loysast av okkum
øllum í felag. Bara at seta seg
hendur í favn ella við telduna,
soleiðis sum politiski ritstjór-
in á Dagblaðnum ger tað og
oysa eina skoluna fyri og
aðra eftir yvir kommunism-
una hevur púra onki endamál.
Tað kann tvørturiméti vera
okkum sjálvum til óbótaligan
skaða, um slík skriving fær
okkum í Vesturheiminum at
venda fólkinum í Eystur-
europa bakið. Øll eru vit
noydd til at bera útreiðslur-
nar, tí gera vit tað ikki nú, so
kunnu útreiðslurnar seinni
gerast so stórar, at talan
verður um oyðing av einum
parti av heiminum og van-
lukku fyri komandi ættarlið.
Tað hava vit ikki ráð til.
er broyting komin í.
Børn og tilkomin fáa tó
høvi at síggja sjónleikin
figgjadagin kl. 17.
Um kveldið kl. 20.30 -
Á framsýngini hjá Jack
Kampmann er myndaskrá
til keyps fyri 50 krónur, og
mæ r se m :
12. spæla skúlabórn rock-
tónleik í skúlanum, fyri
børnum, ungum og til-
komnum.
Komandi dagarnar fara
vestmenningar at merkja
munandi virksemi í bygd-
mi. Í hesum døgum 26. -
29. mars, verður Lista-
fólkatingið 1992 í
bygdini, sum eisini fyllir
100 ár í ár.
Upprunaliga var ætlanin
at listafólk skuldu hittast í
Vågunum, men av ti at ein
tåttur var at hava lista-
framsyning vid verkum
hjå Jack Kampmann, såla
og ti Andrias Andreasen,
sáli lærari í Vestmanna,
hevði havt fæðingardag
26. mars, hildu fyrireik-
arnir, at júst Vestmanna
skuldi verða karmur um
Listafólkatingið.
Kend byarbørn
Hví júst hesir persónar
verða uknir fram um so
mangt, mangt annað
stevnudagarnar, er tí Jack
Kampmann, sum kom ul
Føroyar undir krignum,
giftist í Vestmanna.
Andreas Andreasen,
sáli, var vestmenningur og
lærari í bygdini. Hann var
samstundis skald og lærdi
skulabørnini at syngja.
Tað fara skulabørnini í
Vestmanna at bjóða gestu-
num at hoyra, tá barna-
kórið fer at syngja sangir
eftir Andreas Andreasen.
Sum nakað nýtt hesa-
ferð, byrjar Listafólka-
tingid sum evnisdagur hjá
skulabørnunum i Vest-
manna i dag.
Har hava 123 børn tek-
nað ella málað hver sína
mynd, sum tilsamans skal
verða ein framsýning sein-
ni um kveldið.
Sjónleikur í morgin
Øll 123 børnini fara síð-
ani at framføra korsang,
har sangir hjå Andreasi
Andreasen eru å skrånni.
Ætlanin var uppruna-
liga, at Leikfelag Føroya
skuldi framføra sjónleikin:
“Ferðin til heimsins enda”
fyri skúlanæmingunum
henda dagin, men tíverri
Friggjakvøldid kl. 19.
Marita
seur
plakat av hesum
Petersen, listaverki fyri 100 krónur