hósdagur 26. mars 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 26. mars 1992
Hægri lesandi uttan fyri Norðurlond:
Á
Atjan kunnu fáa
Stuðul frá USUN
komandi árið
Í løtuni eru niggju føroyingar, ið lesa utt-
anlands, við i USUN-stuðulsskipanini
>Tað eru ov få lesandi utt-
anlands, ið kenna til stuð-
ulsskipanina USUN, og ti
vilja vit fegnir koma út við
kunning um, at føroyingar,
ið lesa uttanlands og lesa
uttan fyri norðurlond, vera
stuðlaðir úr Føroyum.«
Hetta sigur Klaus Rei-
strup á Landsskúlafyrisit-
ingini, ið er ein av teim-
um, ið situr í nevndini, ið
umsitur USUN-stuðuls-
skipanina.
Klaus Reistrup, saman
við Kjartan Kristiansen og
Poul Geert Hansen,
greiddi á einum kunnandi
fundi í vikuni frá USUN,
og var ein av aðaltáttunum
í tí, teir føra fram eisini
tað, at umráðandi er at fáa
fólk út um Norðurlond at
lesa.
Gevur betri fíggjar-
ligar møguleikar
>Við at ÚSUN gevur
lesandi betri fíggjarligar
møguleikar fyri at lesa utt-
anfyri Norðurlond, kunnu
vit á tann hátt fáa fleiri
væl útbúgvin fólk, ið hava
kunnleika og royndir úr
ødrum londum enn Norð-
urlondum, og kann hetta
bæði á ein og annan hátt
koma føroyska samfelagn-
um til góða,< siga teir
tríggir. e
USUN-skipanin varð á
vári 1991 sett í verk, og
endamålid er — sum teir
triggir eisini siga tað —
heilt einfalt at fáa fleiri at
fara undir lestur aðrastaðni
enn í Norðurlondum.
„Eisini gevur skipanin
teimum møguleikar, ið
hava lisið í Norðurlond-
um, men vilja fara onkra
aðrastaðni at økja sær um
kunnleikan. Til dømis, um
fólk vilja leggja eitt år
aftrat lestrinum onkra
aðrastaðni, enn tey hava
lisið frammanundan.«
Sum er, eru níggju før-
oyingar, ið lesa
uttanlands, við í skipanini,
og í komandi árinum
lestrarårinum 1992/93 —
verda 18 studulspartar at
byta út til lesandi.
Tydandi og vid-
komandi úbúgving
Treytirnar fyri at fáa
stuðul frá USUN er, at tey,
ið sýkja, fara undir eina
útbúgving, sum verður
mett sum týðandi og við-
komandi.
Hver útbúgving lýkur
hesar treytir, er sjálvsagt
nakað, stóða verður tikin
til í hvørjum einstókum
føri.
>Týðandi merkir, at út-
búgvingin skal hava eitt
ávíst alment og útbúgving-
arliga høgt stødi, og at út-
búgvingin er viðkomandi,
merkir, at hon skal kunna
nýtast i føroyska samfel-
agnum,< sigur Poul Geert
Hansen. >Talan vil altso
vanliga vera um útbúgving
á hægri útbúgvingarstovni,
men allir møguleikar eru
opnir og fáa eins viðgerð.<
Gjøgnum USUN ber til
at fáa stuðul til lestur i øll-
um londum í heiminum,
bert útbúgvingin lýkur tær
treytir, at hon er týðandi
og viðkomandi.
Tosaðu við
lesandi í Onglandi
Meðan umboð fyri út-
varpið og tey bæði stóru
blødini í Føroyum vóru til
stadar å kunnandi fund-
inum å Menningarstovuni,
varð ringt til 23 ára gomlu
Barbaru Samuelsen úr
Havn, sum lesur samfel-
Síða 3
Klaus Reistrup, Kjartan Kristiansen og Poul Geert Hansen bíða við telefonina eftir
sambandi vid Barbaru Samuelsen, id lesur samfelagsfrødi og samskifti í London. Hon
greiddi frá, hvussu hon fekk nyttu av USUN-skipanini.
agsfrødi og samskifti á
hægri útbúgvingarstovni í
London.
Hon greiddi frá, at stuð-
ulin frá USUN ikki rakk til
allar- útreiðslur, men vísti
samstundis á, at London er
ein dýrur býur at liva í, har
tilboðini ul hin einstaka
eru mong. Annars segði
hon eisini, at umstødurnar
á skúlanum og heiminum,
har hon búði, vóru sera
góðar við gllum hugsandi
hentleikum — bæði til ta
upptiknu tíðina og til fri-
tíðina.
Men sum er hevur hon
eisini verið noydd at taka
lán aðrastaðni fyri at fáa
tað at røkka.
Brúkast fleiri staðni
»Eg havi lisið síðani í
summar, og varar útbúgv-
ingin í trý ár, so næstan
tvey ár eru eftir enn,<
segði Barbara Samuelsen.
»Orsøkin til, at eg fór at
lesa her, var at eg fyrst fór
til Onglands at arbeiða á
einum kollegii, i køkinum.
Av ti at eg so var har i
eina tid, fekk eg hug at
Mynd: Kalmar
vera verandi og lesa vidari
har.«
Ta úbúgvingina, hon er í
ferð við at taka, kann hon
brúka innan fleiri øki, tå
hon kemur heim aftur, eitt
nú í útvarpi, sjónvarpi ella
á bløðunum. Eisini innan
reklamur og PR-arbeiði er
útbúgving hennara sera
væl hóskandi.
hj.
landsstýriskvinna, Lista-
fólkatingið í Aulini.
Síðani lesur Sverri Eg-
holm brot úr Vestmanna
søgu, og Jóhannes And-
reassen spælir klavertón-
eik eftir Chopin.
Listaframsyning
I morgin letur eisini upp
listaframsyningin hjå Jack
Kampmann. Umleið 50
verkir eftir kenda lista-
mannin verða at síggja.
Annars er høvi at síggja
forvitnisligu framsýning-
ina hjá Arkitektafelag Før-
oya, sum fyrstu ferð var
sýnd á altjóða arkitekta
ráðstevnuni í Tallin.
Rithøvundafelag Føroya
skipar eisini fyri bóka-
framsýning í hesum sam-
bandi. Meðan framsýning-
arnir eru, verður tónleikur
at hoyra.
Kvøldseta
I annadkvøld kl. 20.
verður kvøldseta í ítrótt-
arhøllini, har verður upp-
lestur, vísusangur, kór-
sangur og hornorkestur
spælir.
Setanin av Listafólka-
tinginum endar við før-
oyskum dansi í gamla
skúlanum í Vestmanna.
Leygardagin verður
m.a. pallborðfundur um
evnið: “Livikor hjá
listafólki og
møguleikarnar hjá listini
at mennast í Føroyum”,
Við pallborðið sita: Marita
Petersen,
landsstýriskvinna, Jógvan
Jespersen, útvarpsstjóri,
Jógvan Asbjørn, sjón-
varpsstjóri, Laura
Joensen, sjónleikari,
Hanus Andreasen,
rithøvundur og Bárður
Jákupsson, listamaður.
Dagny
Beit tvær
Ein bilførari varð tvær
reisur bitin av hundi á
Tvøroyri týsdagin. Bilfør-
arin koyrdi i bilinum og
hevði hondina útgjøgnum
rutin, tá hundurin, sum elti
bilin, goggaði í hondina á
honum.
Maðurin gjørdist kløkk-
ur, steðgaði bilinum og fór
út. Men tá var reint galið,
hundurin leyp á aftur og
beit mannin í hina hond-
ina. Maðurin fekk smásár
av hendingini
Betri rætt enn fólk
Vakthavandi á politi-
|relsur
stødini å Tvøroyri sigur, at
tað einasta politiið kann
gera er at geva eigaranum
bót fyri at hundurin gong-
ur leysur. Fúun má taka
stóðu ul um hundurin skal
avtakast
Seyðurin hevur betri
rætt enn fólk. Bítur ein
hundur scyð, ella rennur
efur honum, so kann hann
skjótast á staðnum
jústinus