Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síð84 — or tidindabladid Rendi å pela Gentan koyri Drongurin sum fekk stóran skaða á Tvøroyri seinasta hósdag var bert 15 år og koyrdi ikki sjálvur Vit skrivadu í tysdagssosialinum um eina ferðsluvannlukk sum hendi á Tvøroyri seinasta hósdag. Vit skrivaðu at drongurin, sum fekk stóra skaðan, koyrdi bilin. Hetta er ikki rætt. Tað var gentan sum sat í trygdarseðla, ið koyrdi. Hon fekk ongan skaða. Drongurin misti eina tonn og hann fekk stóran skaða í munnin. Hann hevur verið lagdur undir skurð á landsjúkrahúsinum og hevur tað gott nú. Drongurin sat ikki í trygdarbelti, tá bilurin rendi á pelan. Hann varð slongdur fram í rútin og skar seg í andlitið. jústinus Shinkai Maru Kemur inn mánadagin Japanska havrannsóknarskipið, Shinkai Maru, kemur á Havnina mánadagin. Og eftir fyribilsætla- nunum so verður hetta næstseinastu ferð, at skipið kemur á Havnina Umboðsmaðurin, Torleivur Mikkelsen sigur, at skipið eftir ætlanini skal royna apríl afturat. Og skal skipið royna longri, so má landstýrið tingast við japanar. Fiskiskapurin hevur verið sera smáligur síðan skipið fór útaftur fyri einum mánað síðan. Ein føroyingur er við, tað er Birgir Streymoy, hann arbeiðir dagliga á Bakkafrost. Shinkai Maru ger royndir við at fáa surimi burturúr svartkjafti og japanar siga, at svartkjaftur er framúr góður til hetta endamál. Namibiarin umborð á Ferina Sun Vitleysur tá hann stakk --Ongir trupuleikar høvdu verið millum 47 ára gamla Olaf Vígdá og namibiaran framman- undan. Kistan kemur heim sunnudagin Namibiarin var vitleysur tá hann stakk, aðrar orsøkir kunnu ikki verða til syrgiligu hendingina seinasta fríggjadag um- borð á Ferina Sun sum kostaði 47 ára gamla Olaf Vígdá lívið. Viðurskiftini millum teir báðar føroyingarnar um- borð á Ferina Sun og namibiararnar hevði verið sera gott og Olaf var ógvuliga glaður fyri at sigla saman við hesum monnum. Útvarpið visti frá donsku sendistovuni í Namibia at siga, at maðurin var óður í høvdinum, vitleysur, tá hann stakk. Heim Sunnudagin Kistan við Olaf Vígdá 47 ára gamli Olaf Vígdá varð stungin niður seinasta fríggja- dag Mynd: Dagblaðið kemur til Føroya sunnu- dagin. Týsdagin var minn- ingarguðstænasta hildin í eini kirkju í Whalvis Bay. 60 fólk vóru møtt, harav fleiri av teimum 20 før- oyingunum, sum nú búgva í býnum. Av ti, at namibiarar eisini eiga í Ferina Sun, kemur málið fyri í rættinum í Namibia. Politiið í Namibia kann- ar nú málið. Sosialurin hevur verið í samband við politiið í Whalvis Bay, men teir hava lagt lok á málið. Einki verður sagt við pressuna fyrr enn kanningarnar eru lidnar. Ferina Sun er fyrrver- andi Slættaberg. Hann er skrásettur í Føroyum og fiskar hake. jústinus Nr. 60 — 26. mars 1992 Alkoholisma Arvalig Tað hevur elingi verið kent, at børn av alko- holikarum hava nógv stórri møguleikar fyri at útvikla alkoholismu enn onnur. --Men kanningar vísa nú, at alkohol- isma eisini er gene- tiskt arvalig, sigur Leif Knudsen, yvir- lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann hev- ur verið á kanningar- ferð í Hazelden í Minnizota. Hazelden er ein stovnur sum har alkoholikarar fáa við- gerð eftir AA-fyri- myndini. Stórar kanningar eru gjørdar vid tvillingum. Og tær visa, at sjålvt um tvillingar eru burt- uradopteradir og ongantid hava sæd síni biologisku foreldur, sum eru alkoholikarar. So hava teir hava eins stóran møguleika fyri at gerast alkoholikar- ar, sum um teir vuksu upp hjá teirra veruligu foreldrum. Leif Knudsen, yvir- lækni hevur skrivað eina grein um ferðina og hon kemur í blaðið fríggjadagin. jústinus Íslendingar gera eitt risastórt modell av Islandi, og hetta verður sett upp í nýggja ráð- húsinum Un hyggur á eitt kort, so er ringt at ímynda sær | r út. Hæddarkurvar ikki nóg mikið til veruligaat fáa í veruleikanum ss {I ngar eisini og nú hava teir gjørt kað við málið i Reykjavik, sum verður tikið í 80 fern 1 stórt modell av ) rbeiði. Hvor fjørður sæst í túrlig in g gil, áir og myrur, OK 1 sland bygt upp eftir hæddar- kur g het jørt vid herðum Í skúlanum lærdu vit at Ísland var 104.000 ferkilometur til stóddar. Meginparturin av landinum er oyðimeørk og høg fjøll, men hóast hetta so roynast dalarnir og láglendi so væl, at ríkir møguleikar eru fyri landbúnaði. ; Íslendingar hava seinastu tíðina tikið seyð av. ti kjøtframleidslan er ov stór. Í Hálendi í Íslandi er stórsta oydimørk í Europa. jústinus Tórur Mikkelsen, úrvarpsmaður kannar hugsunnarsamur gosvirkna lendið á Suðurlandinum. Mynd: Brandur í Dali