Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

lakast av Fótbóltssambandið hevur keypt allar tær 25 troyggjurnar frá Thurid aftur Samró, ið annars vóru ætlaðar sum gåva til landsliðið. Orsøkin var, at Marr Fisher hevði reklamu á troyggjunum, og tað bar ikki til Tær serligu troyggjunar til fótbóltslandsliðið, ið ætl- anin var at sýna fram og handa á samkomu í dag, hava fingið eina eitt sindur øOrvisi lagnu, enn ætlanin upprunaliga var. Ætlanin var nevniliga, at meðan sjampanja — bein- leiðis frá einum belgiskum vinbénda — og einir tiggju ymiskir laksarættir stóðu á borðinum, skuldu tær 25 troyggjurnar verða hand- aðar landsliðnum. Um- framt troyggjurnar fylgdi eisini fullur búni við — skjúrta, slips og brókur. Keypt troyggjurnar >Hetta verður tó av ong- um nú, og hevur fótbólts- sambandið í staðin keypt tær troyggjurnar, eftir at vit máttu rekja tær upp og vinda stóran part av nýggjum,< sigur Thurid Samró, ið er stigtakari til gávuna. >Vit høvdu nevniliga fingið fyritókuna Marr & Co. at stuðla okkum í sambandi við útreiðslurnar, ið stóðust av at gera troyggjurnar, og tí varð ein lítil reklama frá fyritøkuni sett á troyggj- urnar.« Men hesa reklamu kundi fótbóltssambandið undir ongum umstødum góðtaka at hava á hesum troyggjunum. HF-framsýning Tey ungru liðini verða at síggja á Stórheyggi leygar- dagin 28. mars og á Nabb sunnudagin 29. mars, báðar dagarnar kl. 16.00. Fimleikaárið er nú við at enda og tær fyrstu fram- sýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag byrja. Heili framsýningunum, og eru tey øll spent uppá at vísa, hvat tey hava lært í vetur. GB v iU nesur Tey yngstu eru umleið 2 ár, og fara tey saman við foreldrum at vísa hvat ein so lítil fimleikari dugir. Smádreingunum dáma sera væl at íðka reiðskaps- fimleik, og við at byrja so ungir, læra teir eina rúgvu og blíva betri ár fyri ár. Teir gera alt frá at bólta rút á máttu til salto á trampolin. Eisini vísa teir rútmiskan fimleik. genturnar er glaðum rørslum vis seriur, tær hava vant vetur. Seriurnar eru ógvu- liga fjølbroyttar og nekur lið hava >kryddrað< tær við paraplyum, vimplum og bóltum. Við at brúka eitt hondreiðskap í serium ger, at tær eru nógv ring- ari at læra. Nakrar smágentur hava eisini sjálvar gjert eina seriu, sum tær vilja vísa. Í hesari framsýningini er tað elsta liðið eitt reið- skapslið við gentum og dreingjum, og tey fram- føra góðan reiðskapsfim- leik á nógvan ymiskan hátt Eisini v rða 2 av okkara Grand-i vunnu kappingina fyrr í síggja. Tey fara bæði at vísa kappingar- ar, at seriurnar og aðrar seriur. Havnar Fimleikafelag vónar at síggja nógv fólk til framsýningarnar. Marr einki við landsliðið at gera > Vit hava okkara spon- sor, og hann er ikki Marr á Co., men Shell, og tí kunnu vit sjálvsagt ikki so væl ganga við hesum rekl- amunum á troyggjunum, eisini ti Marr yvirhøvur ikki hevur nakað at gera við landsliðið,< sigur Ják- up Simonsen, starvsnevnd- arlimur i FSF. »I fjør fingu vit eisini troyggjur, skjúrt- ur og buksur — tå frå klædnahandlinum Jung- mann — uttan at nøkur reklama t6 var sett å, so eingin meining hevdi verið í, at vit skuldu farið út at reklamera fyri hesum, uttan at fótbóltssambandið beinleiðis fekk nakað aft- urfyri.< Ein annar starvsnevnd- arlimur í fótbóltssamband- inum, Jcas Erik Magnus- sen, sigur fyri Sosialinum, at tað ikki er ein partur av avtaluni við Shell, ið er høvudssponsorur, at Marr- reklaman ikki måtti standa á troyggjunum. >Um spælarar á lands- liðnum skulu ganga í nøkr- um búnum, so er tað mest náttúrliga, at navnið á fót- bóltssambandinum og kanska høvudssponsor- inum stendur á, og íkki navnið á einari fyritøku, ið einki hevur við landsliðið at gera og annars ikki hev- ur sýnt tí serligan áhuga,< sigur Jens Erik Magnus- sen. Alt mátti gerast av nýggjum Í sambandi við, at Marr á Co. stuðlaði gerðini av Thurid Samró við eini av troyggjunum, ið ætl- anin var at landsliðs- spælararnir skuldu fáa. Mynd: Kalmar pi Í | i | |pf. wenzel petersen, tif. 13873 troyggjunum, hevur fyri- tøkan eisini fingið sjey troyggjur til nýtslu hjá starvsfólkinum har, og á teimum troyggjunum er reklaman sjálvsagt enn. Men tað skapti ikki so lítið swíð fyri Thurid Sam- ró og hini, ið hava gjørt troyggjurnar, at fótbólts- sambandið rættiliga seint fann útav, at reklaman ikki mátti standa á. >Vit høvdu jú bundið allar troyggjurnar, so tá tað vísti seg, at reklaman mátti verða tíkin av aftur, varð neyðugt at rekja tær uppaftur og binda av nýggjum, og hevur tað arbeiðið tíkið næstan eins langa tíð og at binda allar lroyggjurnar frá fyrstan tíð,< sigur Thurid Samró. >Men vit hava so selt fótbóltssambandinum troyggjurnar, so hetta hev- ur tó ikki givið okkum út- reiðslur oman á tað, vit annars roknaðu við.< Eingin 'premiera' Í sambandi við troyggj- urnar, ið nú ikki fáa nakra beinleiðis 'premieru”, varð tógvið givið av Snælduni, litað hjá Vevistovuni, tvær konur hava bundið, og ein seymað saman, meðan Tórgerð Suðuroy hevur latið silvurknappar til. Tað, sum vit nú aftaná hava keypt troyggjurnar fyri, er ein yvirkomilig upphædd, so tey ikki sita eftir við einum undirskoti, ið ætlaðu at geva troyggj- urnar,« sigur Jákup Sim- onsen. >Málið snýr seg í stuttum um, at sambandið iki hevur verið nóg gott millum okkum og tey, og tí hendi tað óhepna, at hesar reklamurnar komu á, men nú er so alt avgreitt á ein hátt, allir partar eru væl nøgdir við.< HAR BILUR TIN VERDUR HAND- FARIN SUM OKKARA EGNI!