Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 — 26. mars 1992 Síða 11 Páll Guðlaugsson, landsliðsvenjari: Eg voni, at vit fáa uppbakking á Svangaskarði Føroyski landsliðsvenjarin vísir á, at tað er rættiliga av- at landsliðið sunnudagin fær eina kenslu av, tað verður at spæla á heimavelli á Svangaskarði, tá HM-dystirnir vera har í summar og eisini komandi ár Tað er ikki eitt ókent pilta- 10, 10 sunnudagin kl. 15 metir føroyska landslidn- um å grasvøllinum å Svangaskarði. Talan er um einki minni enn kenda ís- lendska liðið FC Valur, ið síðstu tvey árini hevur verið steypavinnari og annars í 1990 vann tað íslendska meistaraheitið, og harvið er kendur gestur í europeiskum toppfótbólti fyri lið. At ikki færri enn fimm landsliðsspælarar eru við á liðnum, umframt tveir sera góðar jugoslaviskar spæl- arar, talar eisini fyri seg. Ein av landsliðsspælar- unum kenna føroyingar ógvuliga væl, nevniliga Anthony Karl Gregory, ið skjeyt tvey av íslendsku málunum í dystinum móti føroyska landsliðnum i Gundadali i august 1990 — ein månad undan tiltikna Landskrona-dystinum móti Eysturriki. Ta ferðina vann islendska lansliðið 3- 2 upp á eitt brotsspark í síðstu minuttunum. Dygga mótsteðu >Tað, ið er at siga um eitt lið sum hetta, er at tað er sera gott, og kunnu vit vænta okkum dygga mót- stødu,« heldur Páll Guð- laugsson, landsliðsvenjari. „Hetta er sjálvandi nakað tíðliga á árinum fyri okk- um, tí eingin er enn í full- ari venjing, men tað mugu vit bara venja okkum til, nú vit eru farnir upp í al- tjóða fótbólt.< Páll sigur, at hesi síðstu árini hevur FC Valur roynst sum eitt av teimum allarbestu liðunum í Ís- landi. Venjarin, Ingi Bjørn Albertsson er eisini ein kendur maður frá ís- lendskum fótbólti. Tað eru ikki meira enn eini tvey ella trý ár síðani hann gavst sum aktivur spælari, og eigur hann avgjørda metið i málskjóting i Islandi. Øll árini í íslendsku 1. deild skjeyt hann millum 120 og 125 mál. Roknast kann tí við, at tann spælistílur, ein slíkur málslúkari leggur seg eftir, er álopsfótbóltur, og tað er jú ókent fyri føroyingar at fáa álopskend lið ímóti sær. Kortini ætlar Páll so spakuliga at leita sær onkr- ar nýggjar royndir í hesum dystinum: Føroyskt ålopsspæl >Tað, sum eg rokni við, at vit fara at leggja okkum eftir, er at finna ein eitt sindur meira álopskendan spælistíl frá okkara síðu, sum vit kanska kunnu gera brúk av móti einum líði sum Kypros og gðrum líknandi, tá vit skulu møta teimum,< sigur landsliðs- venjarin. >Eisini fari eg at lata onkrar nýggjar menn fáa kjansin, so onkrar út- skiftingar vera allarhelst gjørdar undir dystinum.< Ein onnur orsøk til, at helst verður neyðugt við nýggjum kreftum á liðn- um, er at onkrir av spælar- unum ikki eru so væl fyri. Eitt nú er Torkil Nielsen skaddur, og tað sama hev- ur Eyðfinn Davidsen eisini verið. Haraftrat kemur so, at Tummas Eli Hansen hevur verið lagdur undir skurð, men hann er so við at vera klárur aftur nú. Spælararnir saman á Svangaskarði Spælararnir vera saman á Svangaskarði allan leyg- ardagin, og koma teir allarhelst at gista í ítróttar- húsinum. >Hetta gera vit, fyri at spælararnir skulu hava møguleika fyri ordiliga at venja seg til umhvørvid á Toftum,< sigur Páll Guð- laugsson. »Yvirhøvur royna vit at fyrireika okk- um so væl sum gjørligt til hendan dystin, sum jú er okkara allarfyrsti veruligi dystur á Svangaskarði móti útlendskum liði. hj. Karl Heri Joensen, KÍ: Taka ta venjing vit fåa Tyskvøldid i komandi viku spælir islendska 1. deildarliðið FC Valur ein venjingardyst móti KÍ. Dysturin verður á vellinum í Klaksvík, men enn er ikki fastsett, nær å degnum hann fer at verda spældur. Talan verdur tó helst um at spæla hann annadhvørt kl. 18 ella 19. Summartidin er longu tå komin i gildi, so eitt sindur ljósari er hasa tíðina, enn somu tíð nú. Karl Heri Joensen, formaður í KÍ, sigur við Sosialin, at hesin dysturin ikki beinleiðis hevur nakað við Europa Cup-fyrireik- ingarnar at gera, men-at KI tekur allar teir venj- ingardystir, liðið kann fáa. „Sjálvandi læra vit eisini nakað av slíkum dysti, ið kann koma til góða í Europa Cup- kappingini, men av ti at venjingin orsakad av ringum vedurlikindum hevur verið Ostødug, er at taka alt tað, ið fáast kann av slíkum,< sigur hann. >Vit hava kanska mist einar tríggjar víkur av ætlaðu venjingini av ringum veðri. Meðan FC Valur er á vitjan i Føroyum, fer liðið at búgva á skúla- heiminum í Klaksvík, og hevur liðið atgongd til vøllin hjá KÍ, bóltar og annað. Men annars gevur dysturin ikki KÍ nakað í kassan, ti tað er FSF, ið fær ágóðan av atgongumerkjasgluni. hj.