hósdagur 26. mars 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Danskt
i 3. ella
4. flokki
Ein av spurningunum,
sum varð dúgliga um-
røddur í samband við
broyungarnar í fólka-
skúlalógini var undir
vísingin í føroyskum,
g harvið eisini nær
næmingarnir skuldu
byrja at læra danskt
Allir ungmenn vóru
samdir um, at føroyskt
skuldi lærast væl og
virðiliga.
Signar Hansen helt,
at aðrar lærugreinir
skuldu styrkjast í mun
til danskt. Her hugsaði
hann serliga um før-
oyskt, men so máttu
eisini meira pengar
setast av ul eitt nú
føroyskt undirvising-
artilfar.
Jógvan A. Johanne-
sen helt, at eingin
orsøk var at næm-
ingarnir lærdu danskt
fyrr enn í 4. flokki.
Hetta helt hann vera
góður stuðul til før-
oyskt, men tað vildi
sambandsmaðurin
Terji Davidsen ikki
hoyra talan um. Danskt
frå 3. flokki, er krav
sambandsmanna.
Bjarni Djurholm
segði seg ivast í, um
tað fór at bóta um tað
føroyska, um næming-
arnir ikki lærdu danskt
fyrr enn í fjórða.
-Fyrr lærdu fólk bert
danskt í skúlanum,
men tá málbóru tey seg
betur á føroyskum enn
tey gera í dag, vildi
hann vera við.
Hetta sjónarmið
kundi Jógvan A. Jo-
hannesen als ikki góð-
taka. -Er tað so, at tess
minni tey læra, betri
duga tey,- so er okkurt
galið.
Marita Petersen
segði, at hon kundi
hugsa sær, at hver
einstakur skúlin kundi
gera av, um hann vildi
byrja undirvísingina í
+
donskum i 3. ella 4.
flokki.
tór.-
4
Nr. 60 — 26. mars 1992
Frálæran í Fólkaskúlanum byggir á læruna hjá Karl Marx. So
væl hava tey vinstrahallu duga, vil formaðurin í Skúlanevndini
hjá løgtinginum, Bjarni Djurholm vera við.
-Heilaspuni, sum bert finst í knokkinum hjá einum stokk-
konservativum fólkafloksmanni, segði Jógvan A. Johannesen
Skal fimleikurin vera val-
lærugrein ella tvungin,
skal undirvísingin í donsk-
um byrja í 3. ella 4. flokki
og skal næmingatalið í
hvørjum flokki fara upp
um 24. Hesir vóru spur-
ningarnir, sum tingmenn
heftu seg serliga við í
samband við uppskotið frá
landsstýrinum um broyt-
ingar í fólkaskúlalógini.
Ordaskiftid var drúgt, tí
ungmenn høvdu nógv upp
á hjartað, tá tingið týsdagin
umrøddi uppskotið til
broytingar i fólkaskúlalóg-
ini, sum landsstýrið hevur
skotið upp.
Jógvan A. Johannesen úr
Javnaðarflokkinum, sum
sjálvur hevur verið lærari í
30 ár í miðalstórum bygda-
skúla, segði seg bera ótta
fyri, at landsstýrið vildi
tillaga lógina soleiðis, at
stórri vandi var fyri, at
smærru skúlar fóru at
verða avtiknir, og tað
ávarðaði hann ímóti. Sum
er, er sera lætt at taka av
em skúla. Hetta má ikki
gerast enn lættari, segði
Marx út
Bjarni Djurholm, úr
Fólkaflokkinum, lærari, og
formaður í løgtingsins
Skulanevnd sveiggjaði ide-
ologiska koyrlinum av
tingsins rødarapalli. Hann
helt fyri, at tað var heppi,
at landsstýrið strammaði
reglurnar upp viðvíkjandi
skúlanum, tí virðingin fyri
fólkaskúlanum er so sum
so, segði hann.
Bókliga frálæran er ikki
nóg góð, og so væl hava
tey vinstrahallu duga,
meðan teir borgarligu hava
snorksovið, at nú byggir
pedagogiska frálæran á
Karl Marx. Marx skal út,
og stórri pláss skal gevast
lærugreinum sum søgu og
landalæru, segði Bjarni
Djurholm, sum helt, at tað
var gott, at skúlarnir kundu
fara upp um 24 næminga
markið.
At Marx hevði serliga
ávirkan á fólkaskúlan í dag
segði Jógvan A. Johanne-
sen seg ivast stórliga í. Tað
hevði hann ikki lagt til
heilasdúni sum bert finst í
knokkinum hjá stokkkon-
servativum fólkafloks-
monnum.
Hví broytingar?
Terji Davidsen úr Sam-
bandsflokkinum ivaðist í,
um tað vóru onur enn
landsstýrið, sum veruliga
ynskti broytingar í fólka-
skúlalógina. Hann sipaði
til ein fund, sum lands-
stýrið skipaði fyri í vetur
um fólkaskúlan. Har vóru
ikki ynski um tær stóru
broytingarnar, segði Terji
Davidsen, sum helt, at
verandi fólkaskúlalóg var
rúm, og gav pláss fyri
møguleikum, sum í dag
ikki verða royndir.
Helena Dam á Neystabø
sipaði eisini til fundin,
sum landsstýrið skipaði
fyri í vetur, og segði seg
eisini hava fingið tað burt-
ur úr fundinum, at einki
ynski var um storvegis
broytingar.
-Tó so, onkrar av broyt-
ingunum, sum landsstýrið
skýtur upp, bera á rætta
borðið, segði hon ; men bar
samstundis ótta fyri, at
broytingarnar ørkymladu
fólk.
Mælti frå broytingum
Signar Hansen úr Tjóð-
veldisflokkinum visti at
siga, at lesiætlanarnevndin
hevdi mælt frå at gera
broytingar í fólkaskúlalóg-
ini í hesum skúlaárinum.
Hann segði seg óttast fyri,
at skúlin verður ein
hurlivasi allur sum hann
er. Hann helt tað vera
ovboðið at broyta lógina
soleiðis, at fleiri enn 24
næmingar kundu vera í
hvørjum flokki.
Eingin kollvelting
Eftir millum fimm og
seks tíma drúgvt orðaskifti
tók Marita Petersen, lands-
stýriskvinna samanum, og
svaraði spurningum frá
tingmonnum.
Um vandan fyri at
smærri skúlar verða niður-
lagdar segði hon, at hesin
vandin er ikki stórri nú enn
hann hevur ið. Í so
1åta skal lógin
Eingin orsøk hjá
formanninum í
Skulanevndini at óttast
Marx
Ein partur av
broytingunum í
fólkaskúlalógini miða
ímóti at geva
næmingunum betri
frálæru í eitt nú
landalæru og søgu.
Mynd: Kalmar
ast.
Landsstýriskvinnan helt
ikki, at neyðugt var hjá
Bjarna Djurholm ella nøkr-
um ødrum at óttast nakra
marxistiska innrás í fólka-
skúlan.
-Skúlin er í sjálvum sær
konservativur. Hann held-
ur upp á tað sum er. Lær-
arar eru í stóran mun
konservativir, og tað eru
foreldrini eisini, tí tey
kenna best til gamla
skúlan, sum íkki kundi
sigast annað enn at vera
konservativur. -So ver bert
róligur, Bjarni Djurholm,
uggaði landsstýriskvinnan.
Um 24 næminga há-
markið i hvørjum flokki
segði Marita Petersen, at
orðingin var eitt sindur
leysari nú. Í hesum sam-
bandi kundi hon hugsa
sær, at hvor skúla sær átti
at sleppa í stórri mun at
ráða sær sjálvum um hann
tók nakrar næmingar aftrat
í onkran flokk. Men vit
eiga at vera varin ikki at
hava ov nógvar næmingar
í hvørjum flokki, legði hon
aftrat. Landsstýriskvinnan
segði, at talan er ikki um
nakra kollvelting innan
skúlan, sum onkur kanska
heldur. Bert justeringar,
sum hon tók til.
Onkur tingmadur fanst at
landsstýriskvinnuni fyri at
skunda broytingarnar
ígjógnum uttan at millum
aðrir lærarar vóru fyrireik-
aðir.
Til hetta segði Marita
Petersen, at tað ber eisini
til at bíða so leingi, at als
einki verður gjørt. Hon
segði, at ein partur av
broytingunum skal helst
koma í gildi til komandi
skúlaár, aðrir partar ikki
fyrr enn næsta heyst. Og
Skulu tær tað, er einki ov
tíðliga at hava ta politisku
viðgerðina nú, segði lands-
stýriskvinnan.
Málið um broyting av
fólkaskúlalógina varð
beind í Skúlaneyndina hjá
løgunginum
:
seeded