hósdagur 26. mars 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
OR
Nr. 60 — 26. mars 1992
Skulaitrottur
er fyri oll
Verður ítróttur vallærugrein, er vandi fyri, at summir skúl-
ar ella kommunur fáa ein ungdóm, sum er verri fyri enn
ungdómur aðrastaðni, skrivar Andras L. Samuelsen, lærari,
í >Sjónarmið<É í dag.
Flestu foreldur vita, at
er talan um eina val-
lærugrein, so kann ein
næmingur melda seg úr
henni nær tað skal vera
í skúlaárinum. Hugsa
vit okkum t.d., um upp-
skotið verður samtykt,
at næmingar í 7. flokki
um jóltíðir velja at hava
ítrótt í 8. flokki. Aftan á
summarfrítíðina verður
farið í skúla og av eini
ella aðrari orsek melda
fleiri næmingar seg úr
ítróttatímunum. Er tað
so sami lærari, sum
hevur ítrótt næsta ár,
tað er tað oftast, ja so
velja hesir næmingar
kanska heldur ikki ítrótt
næsta ár.
Úrslitið kann í versta
føri verða, at ein skúli
ella kommuna fær ein
ungdóm, sum ikki fær
ta neyðugu undirvísing-
ina i likamsrøkt, sum
eitt framkomið samfelag
veit krevst, fyri at kom-
andi ættarliði skal vera
eitt gott lív lagað.
Er orsekin at gera
ítrótt til vallærugrein
sparing, er ivasamt við
hesi sparingini, tí
ítróttatímin í framhalds-
deildini vil í allarflestu
skúlum vera allíkavæl;
heldur verður úrslitið
ein øking í útreiðslunum
í framtíðini, sum lækn-
ar, fysioterapeutar hava
ávíst, í heilsugkinum.
Ella er tað, at teir fáu
næmingarnir, sum
skulka frá ítrótti, ikki
skulu forðast í at fáa
prógv. So verður tað ein
høgur prísur hjá samfe-
lagnum at gjalda fyri
hesar næmingarnar.
Ítróttatímin í
framhaldsdeildini
Í framhaldsdeildini skal
ítróttatímin umframt at
innihalda kropsrekt o.a.,
eisini geva kunnleika til
tær ymisku ítróttagrein-
irnar og geva næming-
unum meguleikan at
royna hesar. Hetta fyri
at næmingarnar betur
eru ferir fyri at velja
sær eina ítróttagrein,
sum teir aftan á loknan
skúla kunnu halda
áfram við. Alternativið
til hendan partin av
ítróttatímanum er at
næmingarnir skulu
melda seg inn: Í eitt
fimleikafelag at royna
fimleik, í eitt hondbólts-
felag at royna hondbólt,
í eitt badmintonfelag at
royna badminton, í eitt
róðrarfelag at royna
rógving osfr. Tað er ikki
hugsandi, at næmingar-
nir fara at gera hetta.
Undir ellum umsteð-
um og í besta feri verða
tað altíð fleiri næming-
ar, sum ikki fáa ta neyð-
ugu likamsvenjingina og
hetta verða, sum eg fyrr
havi víst á og sum lækn-
ar, fysioterapeutar 0.0.
eisini visa å, tey, sum
sosialt eru verri fyri.
Skúlastjóri og skúla-
psykologur í Runavík,
sum eisini er limur í lesi-
ætlanarnevndini, sum
hevur gjert hetta upp-
skotið, sigur í Sosialin-
um tann 18. mars: Vit
vita um stórar fráveru
trupulleikar í ítróttatím-
unum, og víðari sigur
hann: Hver sigur, at
ikki júst somu næming-
ar íðka ítrótt í frítíðini?
Sum lærari við Venj-
ingarskúlan og sum for-
maður fyri Feroya
Ítróttalærarafelag og
harvið tosi við nógvar
ítróttalærarar úti um
landið, kenni eg ikki til
nakra stóra fráveru í
ítróttinum í framhalds-
deildini, og viðvíkjandi
at teir fáu næmingar,
sum ikki meta til ítrótt,
skulu luttaka í onkrum
ítróttafelag aftan á
skúlatíð, er tað vist bara
skúlastjórin sjálvur sum
trýr uppá.
Hvar er Feroya Lær-
arafelag!!! Undirritaði
vísti, á eykaaðalfundin-
um hjá Feroya Lærara-
felag tann 7. mars, á
ætlanina at gera ítrótt
til vallærugrein og heitti |
å Lærarafelagid um at
mótmæla hesum, eisini
var sagt at Feroya
Ítróttalærarafelag harð-
liga mótmælti hesum og
at felagið fór at senda
eitt mótmælisskriv til
Feroya Legting. Hetta
mótmælisskriv varð
sent avstað 10. mars til
Feroya Legtings skúla-
nevnd, í sama skrivi
bjóðar nevndin í Feroya
Ítróttalærarafelag sær
at koma á ein fund við
Legtingsins skúlanevnd,
at viðgera hetta álvars-
mál. Nevndin í Lærara-
felagnum lovaði, at hon
fór at krevja alt upp-
skotið til viðgerðar, áðr-
enn tað fór í Legtingið.
So vítt eg veit, hevur
Lærarafelagið einki
gjert enn og uppskotið
liggur nú í Legtinginum
til politikarar at taka
steðu til.
Av teimum 663 lærar-
um í Feroyum eru 106
limir í Feroya Ítrótta-
„ Se
lærarafelag. Ikki so
frægt sum at vera kunn-
aðir um hetta tíans-
heldur at verða spurdir
um nakað. Hvar er
demokratiið í tí fer-
oyska skulaverkinum???
Fólkaskúlin skal, sam-
bært 1. tátt í fólkaskúla-
lógini $2. 3. stk. uppala
og fyrireika næmingar-
nar at liva við og vera
við til at taka avgerðir
undir felags ábyrgd í
einum fólkaræðisligum
(demokratiskum) samfe-
lag. Ein kundi ynskt, at
teir, sum hava ábyrgd
av hesum broytingar-
uppskoti, tað veri seg
Lesiætlanarnevndin ella
Landsstýrið, góvu okk-
um, sum skulu undir-
vísa næmingunum í
fólkaræði, somu demo-
kratisku rættindi at
taka avgerðir undir fe-
lags ábyrgd.
Tórshavn,
týsdagur 24. mars 1992
Andras L. Samuelsen
eitt, sum tiltalar meg
mest, er eitt alternativ, ið
ein norskur professari í
búskaparfreði bar upp á
mál einaferð í fjør, har
hann skeyt upp, at Feroy-
ar, Ísland, Grenland og
kanska eisini Kanada,
gingu saman í ein felags-
skap, sum skuldi virka
fyri búskapar- og handils-
ligum samstarvi landanna
millum.
Fyri uttan nógv felags-
eyðkenni hesum londum
viðvíkjandi, so eru hetta
lond, sum liva ella partvís
liva av fiskivinnu og hava
tískil felags áhugamál á tí
vinnuliga ekinum.
Hesin felagsskapur í út-
norði hevði styrkt mun-
andi um steðu okkara
mótvegis EF. Spurningur-
in er bert: Hver skal taka
stig til henda felagsskap?
Hava teir feroysku
politikararnir bragdarhug
og dirvi til tess, so er tað
bert at fegnast um.
=. =
ótsteðuma:rr
Framhald av forsíðuni
gera fyri at bjarga
okkum, ið er trup-
ulleikin.
Klára okkum uttan
fyri
-Eg dugi ikki at síggja
annað, enn at vit hava
eitt gott utgangsstødi
við náttúrutilfeingi,
fólki ol. til at vit skulu
kunna klára okkum. Eg
dugi heldur íkki at
síggja, at tað skal gerast
nakar trupulleiki at selja
fisk uppá eitt sindur
longri sikt.
Sigurd Poulsen undir-
stríkar enn einaferð, at
hetta er ein persónlig
politisk metan. Og hann
heldur fram:
Einki fyri smá lond
-Ég ívist stórliga í,
hvussu leingi, serliga at
tey smáu londini koma at
hava nakran fyrimun av
EF. Sjálv skipanin í EF
hongur saman við tað, at
tað er búskaparlig fram-
gongd. Tað, sum verður
gjørt nú, er vid til at
loysa upp fyri búskapar-
ligum vekstri.
Og alt bendir á, at tað,
sum verður gjørt, heldur
bara nøkur fá år, so eru
fyrimunirnir uppbrúktir.
So eg haldi ikki, at tað er
nógv, sum talar fyri, at
vit nú skulu leypa gleiv-
beintir inn í EF.
Sigurd Poulsen vísir á,
at tey áhugamálini í EF,
sum vit berjast ímóti í
dag, tey hvørva ikki,
sjálvt um vit gerast lim-
ir í EF.
(Sosialurin fer annars í
komandi hløðum at hava
samrødu vid landsbanka-
stjóran Sigurd Poulsen,
um støduna í samfelag-
num í dag.)
jan
Landsstýrið fer
| Gera neyvan meira
VIG Eysturskúlan
neyvan
Eysturskúlamálið í ár, í hvussu er.
Tá málið um at steðga við søluna av Eysturskúlan-
um var fyri á tingi týsdagin vísti Signar Hansen á
skrivid fra Menta- og Skulanevndini í tinginum, sum
heitti á landsstýrið um ikki at gera meira við
Eysturskúlamálið í hesum sinni. Tingmaðurin spurdi
Marita Petersen, landsstýriskvinnu í skålamålum,
hvat landsstýrið segði til nevnda skriv.
at gera meira við
Til hetta svaraði landsstýriskvinnan, at landsstýrið
kann illa síggja burtur frá einum tílíkum skrivi frá
eini samdari løgtingsnevnd.
Ut frå hesum skilst, at landsstyrid fer ikki at gera
meira við Eysturskúlamálið á hesum sinni, men fyrr
enn býráðið hevur fingið bræv frá landsstýrinum
hesum viðvíkjandi seinri í vikuni, vil Marita Peter-
sen ikki siga meira.
tór.-
MOTOROLA
LMR-telefonir
Søla & tænasta
H..J. Michelsen
Handan A 6, Torshavn
tif. 14414 - fax. 18045
-HEVUR FLESTAR OG
BESTAR VINNINGAR !