fríggjadagur 27. mars 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 61 — 27. mars 1992
br Se
Fe
Capone og Iris (Susan Blakely)
Friggjadagin kl. 22.30:
Capone
Hetta er amerikanskur filmur frå 1975.
Ben Gazzara spælir Al Capone, John
Cassavetes spælir Frankie Yale og Syl-
vester Stallone Frank Nitti. Capone var
leigu-drápsmaður í Chicago i tjågunum,
men gjørdist seinni stersti brotsmaður í
Amerika til hann doyði hálvavegna sinn-
issjúkur av syfilis.
Leygardagin kl. 20.30:
Guinness heimsmet
Lívbjargarar
Munnu djørvu australsku menninir
sleppa í víðagitnu bókina? Kemur
sviskumeistarin? Peter Dowdsdell hevur
met í at eta 144 sviskur uppá 65 sek., og
nú ætlar hann at royna somu nøgd, men
skjótari. David Frost leggur sendingina
til rættis.
David Frost
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
Leygardagin kl. 22.25:
Rio Bio
Hans Otto Bisgaard
Nýggj undirhaldssending hjá Hans Otto
Bisgaard. Hann er farin inn í eina gamla
biohell, og haðani skulu vit hoyra góðan
tónleik, síggja filmskut o.a.
Sunnudagin kl. 14.35:
Juliane
Filmur frá Peru um Julionnu, sum er
móð av at búgva hjá fosturpápa sínum, tí
hann er einki góður við hana, og hjá
mammu síni, sum er sjúk. Hon vil heldur
sleppa heimanífrá eins og lítli beiggi
hennara, sum rýmdi, og sleppa upp í ein
»banda«. Men teir vilja bert hava dreing-
ir
Sunnudagin kl. 19.35:
Manna millum
£
Tróndur Patursson hevur gjert nakrar
linoliumstekningar av teimum mest van-
ligu hvalasløgunum, ið eru í Norðurat-
lantshevum. Hesar tekningar verða
prentaðar á gamlari blaðpressu ein og
ein. Á ferð síni miðskeiðis í sjeyti árunum
við húðarbátinum Brendan, kom Trónd-
ur nær at hesum risadjórum. Tróndur
sigur frá hesum upplivingum í sambnadi
við hvalatekningarnar.
Vitjað verður á Ellisheiminum í Vág-
um. Vit síggja tey gomlu royna nýggja
bussin, fáa stutt prát við onkran teirra.
Vit hitta nevndina, ið hevur givið bussin,
og støkka inn á gólvið hjá einum gevara,
id gjørdi tað møguligt at keypa bussin so
skjótt.
Sunnudagin kl. 21.00:
Kontrapunkt
Sveríki og Ísland. Vertur er Sixten Jord-
strøm. Ývirdómari Jens Østergaard.
Sunnudagin kl. 22.40:
Fernisering
Sjónvarpsleikur um tjekkiska forsetan
Vaclav Havel, og tað sum hendi honum í
1976.
Hjúnini Vera og Michael hava boðið
gamla vinmanninum Bedrich at koma at
síggja nýggju íbúð teirra. Men Bedrich,
sum er ein fátækur rithevundur, dugir
ikki at síggja, hvussu gott tey hava tað.
Týsdagin kl. 21.15: |
Eitt pláss í sólini
27. februar fylti Elizabeth Taylor 60 ár
og í hesum sambandi sendi TV2 eina
sendirød av filmum hjá henni gjøgnum
45 ár. Fyrsti filmurin er frá 1951 og snýr
seg um kærleikan millum eina unga, ríka
kvinnu og systkinabarn hennara.
SA * er
Montgomery Cliff og Elizabeth Taylor
SÍ
Hósdagin kl. 21.55: -
Mynd av einum
hjúnabandi
Seinasti partur av sendireðini um Violet
og Vitu og menn teirra, Harold og
Denys. Kvinnurnar báðar gera av at gera
álvara av dreymi teirra — at liva saman.
Eisini sjálvt um hetta elvir til stórar
broytingar hjá teimum øllum — ikki
minst hjá Harold og dreingjunum báð-
um. Men Harold og Denys gevast ikki
so
Morgunlestrar
í Útvarp Føroya
23.—28. mars.
Hesa vikuna lesur Magnus
Hegenni í Hvannasundi
Sálmar:
Mánadagur 30. mars
nr. 173 Klettur, klovin fyri mær
nr. 64 Jesus til várt sálargagn
Týsdagur 31. mars
nr. 523 Ein fagur vegur er hjá teim
Mikudagur 1. apríl
nr. 36 Himlafadir, gløgt tú kennir
nr. 558 Faðir, fylg mær henda dag
Hósdagur 2. apríl
nr. 211 Páskablóma, hvat vilt tú
Fríggjadagur 3. apríl
nr. 213 Til Emmaus fram leiðin bar
Leygardagur 4. apríl
nr. 216 Frøi er í himli høga
Lýsið í sosialinum