Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Fríggjadagin kl. 18.35: | A served Head Richard Attenborough og Lee Remick Bretskur filmur frå 1971 vid Lee Remick r Richard Attenborough i høvudsleik- Hvussu hann tunum so roynir, so kennir Martin Lynch-Gibbon seg hvørki nøgdan ela énøgdan vid liv sitt saman við konuni Antoniu elkla frilluni Georgie. tandi um sambandið millum sálar- og hálv- sína Honor — er Palmer besti vin- ur hjá Martin. Og Martin verður eisini sanniørdur um at frødingin Palmer og Antoniu systir eingin er sum Honor, og hann fer at gera sum hon í øllum Staðan verður uppaftur fløktari, tå ið skilda systir Martin, Rosemary og bróð- irin Alexander eisini verða millum tey ótrúgvu. Og Martin, sum altíð hevur hildið seg verið steðufastan, veit knapp- liga ikki, hvar hann stendur Leygardagin kl. 14.35: Return Engagement Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1978 við Elisabeth Taylor og Joseph Bottoms í hevuðsleiklutunum. Ein kvinnulig stjórna hevur broytt livihátt til at verða professari í segu á einum lærdum há- skúla. Hon livir eitt friðarligt lív, og einki órógvar hana. Inntil tann dag, maður hennara fer frá henni. Tá broytist alt, og næmingarnir tosa eisini um fortíð henn- ara. Ein drongur biður hana verða við í einari framferslu, sum skal verða har á skúlanum. Hon veit ikki rættiliga, hvat hon skal gera, men sambandið millum hana og henda drongin er eisini eðrvísi enn vanligt, men aldursmunurin er stór- ur Leygardagin kl. 19.30: Tex Amerikanskur filmur frá 1982, bygdur á skaldsegu hjá S.E. Hinton. Matt Dillon spælir Tex, unglingin, sum býr saman við eldra beiggja sínum og pápanum. Men pápin er sum oftast burturi, so teir eru nógv einsamallir. Breðurnir eru ólík- ir, og tað er Mason, sum kennir ta stóru ábyrgdina, meðan pápin er burturi. Sunnudagin kl. 15.40: See how she runs Amerikanskur filmur frá 1978 við Jo- anne Woodward í hevuðsleiklutinum. Betty Quinn broytist nógv, tá ið hon kemur í skiftisárini. Hon óttast fyri at gerast ov feit og hugsar nógv um, hvat hon hevur fingið burtur úr lívinum. Hon kennir tað sum dagarnir bara ganga, utt- an nakað hendir. Hon vitjar pápa sín á ellisheiminum, lurtar eftir detrunum. Hon ger av at fara at renna... Dustin Hoffman og Tom Cruise Sunnudagin kl. 19.30: Rainman Amerikanskur filmur frá 1988 við Dustin Hoffman og Tom Cruise í hevuðsleik lutunum. Eftir at hava verið heimanifrå í illum, kemur hin ungi Charlie Babbit heim aftur, tá ið pápin er deyður. Hann undrast á, at hann einki arvar, uttan ein hvítan bil, ein Buick '49. Tríggjar milli- ónir eru testamenteraðar til ein annan. Charlie verður í ødini um at ein fremm- andur skal fáa allar pengarnar og ger av at finna tann mannin. Hann verður skelkaður, tá ið hann uppdagar, at hesin fremmandi er beiggi sín. Charlie kennir seg sviknan, hann hevur ongantíð fingið nakað at vita, men hann er kortini glaður um at hava funnið beiggja sín. Raymond Babbit er eldri enn Charlie og hann er au- tistiskur og livir í sínari egnu lítlu verð. Charlie tekur Raymond við sær, og teir fara við bili til Los Angeles. Hetta er ein hugvekjandi ferð hjá báðum... Mánadagin kl. 18.35: Romantic Comedy Amerikanskur filmur frá 1983 við Dud- ley Moore. Jason Carmichael er ein væl umtóktur rithevundur í New York. Men hóast tað gongst honum væl, so hevur hann mist íblásturin. So hittir hann Phoebe, ein enskan lærara úr einum lítlum býi, og Phoebe vil fegin skriva. Jason uppdagar, at tað júst er Phoebe honum tervar at ar- beiða saman við. Hann kundi eisini hugs- að sær at búð saman við Phoebe, men hjúnalagið forðar honum í tí. Samstarvið gongst væl, og nógvir sjónleikir verða skrivaðir. Seinni verður Jason skildur, men tá er Phoebe bundin. Men at enda eydnast tað teimum at koma at liva saman... Mánadagin kl. 20.30: In the Heat of the Night Bubba verður vitni til eina vanlukku, har ein ungur drongur verður ákoyrdur, og blførarin rýmir. Eftir at hava boðsent sjúkrabili, fer hann aftan á bilinum, og tað er ein ungur drongur, Troy, sum koyrir. Troy arbeiðir fyri ein kendan narkohandlara, og hann roynir alt hann Nr. 61 — 27. mars 1992 er mentur at sleppa undan Bubba, at bjarga lastini — kokaininum. Bubba lov- ar Troy at sleppa undan revsing, um hann vil vitna móti stjóra sínum. Men pápi tann skadda drongin heldur, at so sleppur Troy ov lætt Mánadagin kl. 22.25: Rockford Files Av tilvild verður Rockford og pápi hans- ara ver) ar hjá níggju ára gomlu Marin, sum roynir at finna pápa sín. Men pápi hennara ger alt hann kann fyri ikki at verða funnin. Rockford setir sær fyri at hjálpa gentuni, men uppdagar skjótt, aí tað eru fleiri, sum leita eftir Stu Gaily, m.a. mafian og narkotiklaløgreglan Týsdagin kl. 19.30: Father's Revenge Amerikanskur filmur frá 1988 við Brian Dennehy, Joanna Cassidy og Ron Silver í hevuðsleiklutunum. »Navn mitt er Ka- ren Hobart. Eg eri krigsfangi hjá People's Action Army. ..«. Paul og Anne Hobart trúgva ikki sínum egnu eygum, tá ið tey í sjónvarpinum síggja einastu dóttir teirra lesa hesi orðini. Hár- ið e rakað av henni, og røddin skelvir. Tað sæst, at tað er álvara. Karen cg fýra aðrir gíslar sita onkustaðni í Frankfurt og verða brúktir sum brikkar í einum politiskum maktpæli. Treytirnar hjá yvirgangsmonnunum eu at tveir av fang- um teirra, sum sita í Týsklandi, skulu fáa frítt at fara til Algeria, so skulu gíslarnir sleppa leysir. Foreldrini hjá Karen eru sannferd um, at sakin verður viðgjerd á rættvísan hátt hjá amerikonsku stjórn- ini, men síggja seinni, at tað er týska stjórnin, sum hevur málið. At hjálpa, so frægt tey kunnu, fara Karen og Paul til Frankfurt, men har fáa tey boð um, at týska stjórnin, í samráð við USA og Stórabretland ikki vil samarbeiða við yvirgangsmenninar. Paul ger av at taka lógina í egnar hendur... Hele Patton, Joanna Cassidy og Brian Dennehy Married with Children Al verður erkymlaður tá ið hárskeri hansara, Tony, doyr. Hver skal nú klippa honum? Tony var tann seinasti av tí gamla slagnum, og skal hann kanska fara á eina nýmótans hárfríðkanarstovu? Men hárið veksur Mikudagin kl. 21.00: Miami Vice Crockett og Tubbs skulu verða trygdar- vørdar å einum luxus-hotelli, og hetta er ikki nakað serligt, halda teir. Men teir fáa annað at síggja. Eftir at hava hitt Castillo, síggja teir, at steðan er álvar- som. Teir finna falskar hotel-detektivar, sum eru uppi í nógvum ólógligum. Ein ung genta, sum »arbeidir« har, hjálpir teimum, um hon ikki fær revsing fyri tað, hon hevur gjert fyrr. Mikudagin kl. 22.25: | Rockford Files Meðan vinmaður Rockfords, Angel, hugnar sær við nývunna rikidømi sínum, fær Rockford at vita, at mafian ætlar at drepa Angel í samband við eitt mál um skattasvik. Men tað er torfert at sann- fora Angel um, at mafian hevur áhuga fyri honum. Hósdagin kl. 19.05: 21 Jump Street Hanson og Penhall byrja á Taft High School at leita eftir einum innbrotstjóvi, sum hevur stolið úr húsunum í granna- lagnum. Tá ið tey handtaka Walker Stevenson, meðan hann brýtur inn, upp- daga tey, at hann er ikki maðurin, tey leita eftir. Men tá ið Walker dagin eftir tekur lívið av sær, kennir Hanson seg partvís sekan og fer at tosa við vinirnar hjá Walker. Hósdagin kl. 22.00: Married with Children Tá ið Al kemur heim úr arbeiði eftir strævnan dag, liggur Peggy á sofuni. Hon hevur etið ov nógv góðgæti. Og Bud hevur mist nýggja jakkan hjá sær, og Kelly biður um pengar at keypa 800 smá- køkur fyri. Eftir at Bud hevur brotið ein råt hjá grannanum, heldur Al, at sonurin má læra, hvat viði pengar hava...