Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 72 - 12. apríl 2003 Nr. 72 - 12. apríl 2003 3 Kæra kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Nanna Elisabeth Olsen fødd Højgaard á Hellu á Toftum andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi hósdagin 10. apríl 86 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík í Fríðrikskirkjuni leygardagin 12. apríl kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni sunnudagin 13. apríl kl. 14.00. Familjunnar vegna Axel, Gunnar, Josefina og Poul Johan Tey, ið ynskja at minnast Nannu kunnu lata eina gávu til »Heim til eldri« á Toftum – konto í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Petur Hansen Hósvík andaðist og varð jarðaður. Fyri tey avvarðandi Ella við familju Tøkk Hjartaliga takka vit fyri stóru samkenslu og hjálpsemi, ið varð sýnd okkum, tá ið okkara kæra momma, vermomma, omma og langomma Alma Joensen Sumba lá sjúk, doyði og varð jarðað. Tøkk tit mongu, sum vitjaðu hana og spurdu eftir henni, tá hon bleiv sjúk. Eina stóra tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum passaðu hana so væl. Tøkk til kirkjutænarar. Tøkk tit mongu, sum hjálptu til til jarðarferðina. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Missiónshúsið.Tøkk til sangarar og til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Hjartans tøkk øll somul. Elsebeth, Kristina, Danjal Pauli og Fríðbjørg Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum gjørdu 40 ára dagin hjá Búnanum so hugnaligan. Tøkk fyri blómur og til tykkum, sum stukku inn á gólvið. Blíðar heilsanir Amalia www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Ferðavinnan skiftir ham Eitt nýtt búmerki. Ein nýggj heimasíða. Og ein sniðhandbók, ið leggur leistin fyri, hvussu ein umfatandi skelting um allar Før- oyar skal fara fram í næstum. Hetta vóru arbeiðsamboð, sum Ferðaráð Føroya kundi almannakunn- gera, nú føroyska ferðavinnan eftir øll- um at døma stendur fyri stórum avbjóð- ingum FERÐAVINNA Ingi Rasmussen »Síggj Føroyar við nýggj- um eygum«. Við hesum orðum bjóð- aði Ferðaráð Føroya til tíð- indafundar á Hotel Før- oyum fríggjadagin, nú tað stundar til enn eitt ferða- vinnuár í Føroyum. Á tíðindafundinum kundi ein errin stjóri í Ferðaráðn- um, Heri Niclasen, avdúka nýggja andlitið hjá Ferða- ráðnum, eitt nýtt búmerki, sum Ingvør Nolsøe frá Step- hanssonhúsi hevur latið gjørt. Nýggja búmerkið ímynd- ar grønar summarklæddar føroyskar oyggjar, sum stinga seg upp úr bláa havinum mitt í Atlantshav- inum. Har Ferðarráðið fyrr kallaði seg »Faroe Islands Tourist Board« verður nú bert sagt »Faroe Islands« við bláum stavum, sum skulu ímynda havið. – Tað gamla navnið var ov langt og ringt at markn- aðarføra. Hetta er einkult og greitt og sigur hvat tað er, vit bjóða fram, sigur Ingvør Nolsøe. Aftan fyri ryggin Grasgrønar líðir, gjáir, hav, vón og summar eru lýsing- arorð, sum the grand lady í føroyska reklamuheiminum knýtir at nýggja búmerkin- um. Sum skilst hava starvs- fólkini á Ferðaráðnum um- biðið nýggja búmerki aftan fyri ryggin á stjóranum. Og ikki fyrr enn eitt búmerki var gjørt, løgdu tey tað fram fyri stjóran. – Eg havi onki ímóti, at fólk arbeiða aftan fyri mín rygg, tá úrslitið er so pos- itivt. Eg fall beinanvegin fyri hesum búmerkinum. Hetta er ein verdigur av- loysari fyri okkara verandi búmerki, sigur Heri Nicla- sen, stjóri. Nýggja andlitið boðar samstundis frá, at Ferða- ráðið arbeiðir við einum nýggjum samleika. Um- framt nýggja búmerkið, so arbeiða Stephanssonshús og Ferðaráð Føroya eisini við at gera ein nýggjan imagefaldara, sum skal loysa tann gamla av. Øktir møguleikar Ferðavinnan í nýggjum hami. Nýggjur samleiki. Eitt hamskifti. Hetta vóru alt orð, sum stjórin í Ferðaráðnum tók fram, nú ferðavinnan í Føroyum við Ferðaráðnum á odda ætlar at ganga nýggjar leiðir. Nýggjar og stórar av- bjóðingar liggja fyri framm- an, m.a. tí at nýggja Norrøna er farin at sigla, og tað merk- ir fleiri og kræsnari ferða- fólk. Og tí er umráðandi at gera ein vørr beint nú. – Sæð frá einum altjóða sjónarhorni bendir alt á, at møguleikarnir hjá Føroyum komandi árini at gera seg galdandi í kappingini um ferðafólkini sýnast rættiliga góðir. Onki kemur tó av sær sjálvum, og vit mugu taka avbjóðingarnar í álvara. Tað verður avgerandi fyri, um Føroyar megna at gagnnýta sítt tilfeingi og møguleikarnar, sum marknaðirnir bjóða. Eitt er at fáa ferðafólk til landið, eitt annað er at lúka krøvini hjá ferðamanninum til gist- ingar, dygd og áhugaverdar upplivingar av alskyns slagi, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum. Alt á einum staði Ein fortreyt fyri at standa seg í kappingini, er at veita dygdargóða tænastu á øllum økjum í ferðavinnuni. Heilt ítøkiliga hevur Ferðaráð Føroya nú ment ein nýggjan portal, sum varð latin upp á Hotel Føroyum fríggjadagin. Hann er at finna á w w w. v i s i t - f a r o e i s - lands.com. Hann er ikki heilt liðugur enn, men eitt nú er ætlanin, at tað við tíðini skal bera til hjá ferðafólki at seta túrar saman á heimasíð- uni. Heimasíðan skal geva føroysku ferðavinnuni ein felags samleika, og alt skal savnast á einum stað. Umframt heimasíðuna, so varð ein sniðhandbók til skelting løgd fram, sum skal syrgja fyri, at ferða- maðurin í Føroyum fram- eftir fær nógv betri leið- beining enn higartil. Tað er Tórálvur Weihe, arkitektur, sum hevur havt ta uppgávuna um hendi. Øll skelting til ferða- vinnuna skal fram- eftir gerast eftir ein- um felags leisti. Tór- álvur Weihe, arkitekt- ur, hevur gjørt eina sniðhandbók fyri Ferðaráð Føroya FERÐAVINNA Ingi Rasmussen Fríggjadagin handaði Ferðaráð Føroya Bjarna Djurholm, landsstýris- manni, eina sniðhandbók, sum í minsta smálut leggur fastar karmar fyri, hvussu skeltingin í Føroyum skal fara fram í ferðavinnuhøpi. Tað er Tórálvur Weihe, ark- itektur, sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Endamálið við sniðhandbókini er at geva øllum pørtum, sum fá- ast við skelting, eitt felags grundarlag at arbeiða við. Skeltingin skal síggjast sum ein partur av samlaðu kunningini av ferðafólkum, sigur Tórálvur Weihe. Tað er av týdningi ikki at yvir- skelta, men at geva ta kunn- ing, sum tørvur er á hjá tí ferðandi. Skipanin umfatar skelti við alment upplýsandi til- fari (eitt nú um landið, ávísa økið og bý ella bygd), skelti við serliga upplýs- andi tilfari (eitt nú bygda- gøtur, fornminni ella áhugaverd støð) skelti til staðarnøvn og minni skelt til eitt nú nátthús. – Ramman til skeltini er úr eiktræi. Tað tolir sam- band við jørð, fellur væl inn í náttúruna, er haldgott og fær ein vakran lit við tíð- ini, sigur Tórálvur Weihe. Bjarni Djurholm landsstýr- ismaður fegnaðist um til- takið við einum skeltingar- politikki. Skeltingin í fastar karmar Tórálvur Weihe (v.m.) hevur gjørt sniðhandbók til skelt- ing. Heri Niclasen, stjóri í Ferðaráðnum, kundi bæði leggja fram nýtt búmerki, portal og handa sniðhand- bókina á tíðinafundi fríggja- dagin. Aftanfyri síggjast nýggju skeltini Mynd: Jens K. Vang Nýggja búmerki hjá Ferðaráð Føroya ímyndar fjøll, ið daga upp úr havinum C M Y K 3 2