leygardagur 12. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 72 - 12. apríl 2003
Nr. 72 - 12. apríl 2003
5
– Tað er ikki hugs-
andi, at vit fara at
stuðla vinnuni aftur
við beinleiðis stuðli,
men spurningurin er,
hvussu vit í aðrar
mátar kunnu stuðla
rækjuflotanum við
samráðingum, sum
kunnu geva flotanum
øktar møguleikar og
betri umstøður, sigur
Jacob Vestergaard
RÆKJUFLOTIN
Vilmund Jacobsen
Í Sosialinum herfyri vísti
Bjarni Petersen, skipari á
rækjutrolaranum, Arctic Vik-
ing, á, at ein gongd leið
burtur úr truplu støðuni hjá
rækjuflotanum hevði verið,
at skipini sluppu undir eina
FAS-líknandi skipan. Hann
helt ikki, at hetta átti at ver-
ið so trupult, tá ið vit
frammanundan hava eina
slíka skipan fyri farmaskip-
ini.
– Rækjuflotin fiskar ikki
– eins og onnur langfara-
skip – av kvotum, sum ver-
ða rindaðar við fiski undan
Føroyum, men av kvotum,
ið flotin sjálvur gjøgnum
árini hevur útvegað sær
søgulig rættindi til.
Bjarni Petersen helt, at
nú rækjuflotin stendur til at
fara fyri bakka, hevði ein
FAS-líknandi skipan bøtt
munandi um støðuna.
Eingin bjarging
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum, sigur, at hann er vit-
andi um truplu støðuna hjá
rækjuskipaflotanum, men
at ongar ítøkiligar ætlanir
eru frá almennari síðu um
at taka hond um hendan
partin av flotanum.
– Tað er ikki hugsandi, at
vit aftur fara at stuðla vinn-
uni við beinleiðis stuðli,
men spurningurin er, hvus-
su vit í aðrar mátar kunnu
stuðla rækjuflotanum við
samráðingum, sum kunnu
geva flotanum øktar møgu-
leikar og betri umstøður.
Landsstýrismaðurin er eis-
ini vitandi um argumentið,
at rækjuskipini ikki veiða
av kvotum, sum verða rind-
aðar við fiski undan Føroy-
um.
– Vit fylgja við, hvussu
gongdin er, og í hesum sam-
bandi hava vit havt fundir
við umboð fyri rækjuvinn-
una og grannskoðarar hjá
reiðaríunum. Tøl eru sett
upp, og tosað hevur verið
aftur og fram um, hvørjir
møguleikar eru.
Jacob heldur tó ikki, at
ein FAS-líknandi skipan
kann hjálpa rækjuskipa-
flotanum burtur úr krepp-
uni, tí soleiðis, sum støðan
er, munar ein tílík skipan ov
lítið.
– Ein FAS-líknandi skip-
an ger lítlan og ongan mun
hjá fleiri av skipunum, sig-
ur hann.
Veldugur tørvur
Landsstýrismaðurin sigur,
at fíggingartørvurin hjá
rækjuskipaflotanum
er
velduga stórur og táttar upp
ímóti 100 milj. krónum.
– Vit hava skilt, at bert
tvey skip høvdu líkinda úr-
slit í fjør og hóraðu so
nøkunlunda. Øll hini høvdu
hall.
Jacob sigur, at fleiri
rækjuskip standa í nógvum
peningi, og soleiðis sum
støðan er nú, gongur tað
niður á bakka hjá teimum
øllum.
– Eigarar av rækjuskip-
um ringja av og á og spyrja,
hvussu vorðið er – og um
landsstýrið ætlar at taka
nøkur stig, men sum eg
nevndi, fyriliggur eingin
ítøkilig ætlan um at stuðla
flotanum beinleiðis, sigur
hann.
Jacob vísir á, at løgtingið
júst hevur heitt á lands-
stýrismannin um at seta
eina skjóttarbeiðandi nevnd
at viðgera langfaraflotan og
herundir eisini rækjuskipa-
flotan.
– Mín sannføring er tó, at
einki er bara hvítt ella
svart. Tí haldi eg ikki, at tað
– uppá forhond – er rætt at
siga, at tað als ikki kann
koma uppá tal at hjálpa
rækjuskipaflotanum burtur
úr kreppuni, nú útlitin hjá
flotanum eru so sera vána-
lig.
Oysa á marknaðin
Landsstýrismaðurin sigur,
at kanska fer tað at hjálpa
flotanum eitt sindur, um
oljuprísurin, soleiðis sum
útlitini eru, fellur.
– Hinvegin vísir tað seg,
at tá ið prísurin á rækjunum
fellur, oysa kanadiumenn
og grønlendingar bara fleiri
rækjur inn á marknaðin, og
tað gongur so aftur útyvir
prísirnar, sum okkara skip
fáa, sigur landsstýrismað-
urin í fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard.
Í blaðnum herfyri segði
Bjarni Petersen, at mann-
ingarhýrurnar umborð á
føroysku rækjuskipunum
eru nógv hægri enn umborð
á teimum skipum, vit kapp-
ast við.
Rækjuflotin hevur velduga stóran fíggingartørv
– Ein FAS-líknandi skipan,
sum rækjumenn hava skotið
upp, hevði lítlan og ongan
mun gjørt, tí fíggingartørvur-
in hjá rækjuvinnuni er so
velduga stórur, sigur Jacob
Vestergaard, landsstýris-
maður í fiskivinnumálum
– Bert tvey rækjuskip høvdu
líkinda úrslit í fjør og hóraðu
so nøkulunda. Øll hini høvdu
hall. Soleiðis, sum støðan er
nú, gongur tað niður á bakka
hjá øllum rækjuflotanum,
sigur landsstýrismaðurin,
sum tó ikki vil geva lyfti um
nakran beinleiðis stuðul úr
landskassanum
Lógir eru settar í verk
uttan tingsins sam-
tykki. Og tað vil løg-
tingið ikki finna seg í.
So mikið var semja
um í løgtinginum
hósdagin. Men orða-
skifti fór eisini at
snúgva seg um, hvørt
løgmaður visti, hvat
danska stjórnin hevði
í kvittanum. Løgmað-
ur ger hinvegin púra
greitt, at hann onga
tilsøgn hevur givið til
at seta lógirnar í verk
HERNAÐARLÓGIR
Ingi Rasmussen
Løgtingsmenn taka tað í
sera stórum álvara, at dan-
ska stjórnin hevur sett ein
bunka av lógum og kunn-
gerðum í gildi fyri Føroyar,
uttan at spyrja løgtingið eft-
ir.
Tað varð staðfest, tá løg-
tingið hósdagin seinnapart
viðgjørdi uppskot til ríkis-
lógartilmæli hjá Javnaðar-
flokkinum um at avtaka
hernaðarligu revsilógirnar
v.m., sum ríkisumboðið
hevur lýst í kunngerðar-
blaðnum uttan at spyrja før-
oyingar eftir. Tað hevur
annars verið vanlig manna-
gongd, síðan heimastýris-
lógin kom í gildi fyri 55 ár-
um síðan. Talan er um einar
30 lógir og kunngerðir, ið
stava líka frá 1940 fram til í
dag.
Løgtingið vil hava lógir-
nar tiknar av aftur við brest-
in og krevur, at tað verður
spurt eftir og gevur sína
samtykt, áðrenn ríkislógir
verða settar í verk frameftir.
Løgmaður visti
So mikið var semja um.
Men á løgtingsfundinum
hósdagin kom eisini fram,
at landsstýrið var kanska
ikki so óvitandi, sum tað
letst at vera. Í øllum førum
løgmaður er kunnaður um,
at danska verjumálaráðið
ynskti hernaðarlóggávuna
fyri Føroyar dagførda.
Í tveimum brøvum frá
25. og 30. juli 2002 frá dan-
ska verjumálaráðharranum
Svend Aage Jensby sæst, at
løgmaður er kunnaður um,
at danska stjórnin vildi
hava lógirnar settar í verk.
Og talan er um júst tær her-
naðarligu
revsilógirnar
v.m., sum stríð nú stendst
av. Hetta brúkti serliga
Sambandsflokkurin
men
eisini
Javnaðarflokkurin
nógva tíð til í løgtinginum.
– Sambandsflokkurin vil
hava, at allar ríkislógir
skulu fyri løgtingið til
støðutakan, áðrenn tær vera
settar í gildi. Og um løg-
tingið ikki samtykkir tær,
skulu tær ikki setast í verk.
Lat tað vera púra greitt.
Men onkur skal bera lógir-
nar í tingið, og vit kunnu
bara staðfesta, at onkur í
landsstýrinum hevur ligið á
hesum málinum í eitt heilt
ár, og tað undrar meg, sigur
Heðin Mortensen, ting-
maður.
Onki viðmæli
Løgmaður skar tingini út í
papp, tá hann svaraði ákær-
unum aftur. Talan var um
eina einvegis ígildissetan
frá danskari síðu, slerdi
hann fast.
– Løgmaður hevur hvørki
munnliga ella skrivliga
mótvegis donsku stjórnini
givið tilsøgn um at seta
hesar lógir í gildi, segði An-
finn Kallsberg.
Løgmaður greiddi frá, at
orsøkin til, at hann ikki
hevði brúkt stórvegis orku
upp á hesar lógirnar, hóast
hann fekk bræv um tær, var,
at løgtingið longu hevði
samtykt
26.
november
2001, at hernaðaligu revsi-
lógirnar skuldu takast av,
og at Føroyum ongar lógir
nýttist á økinum.
– Løgtingið hevur tikið
støðu til, at vit ikki ynskja
lóggávu á hesaum økinum.
Og tí eru absolutt eingi stig
tikin til at viðgera hetta
málið meira í Tinganesi.
Hetta er eitt mál, sum løg-
tingið ikki ynskir, hví so
brúka orku upp á tað?
spurdi Anfinn Kallsberg.
Løgmaður stóð fyri skotum
C
M
Y
K
5
4