leygardagur 12. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 72 - 12. apríl 2003
Nr. 72 - 12. apríl 2003
7
Eyðfinn Reyðberg,
stjóri í Norðoya
Sparikassa, er ein av
limunum í stýrisbólk-
inum, sum arbeiðir
við at fyrireika Norð-
oyggjar til fasta sam-
bandið. Hann lat
avbera væl at fundin-
um og helt, at nógv
vitan varð løgd á
borðið
NORÐOYATUNNILIN
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
– Eg eri ikki í iva um, at
hetta eru sera dugnalig
fólk, sum eru farin undir
hesa stóru verkætlan við at
knýta fleiri av norðoyggj-
unum upp í meginøkið,
segði Eyðfinn Reyðberg.
Hann sigur millum annað,
at tað var hugaligt at síggja,
hvussu nágreiniligar fyri-
reikingarnar hava verið til
tunnilin. Her hugsar hann
serstakliga um tíðarætlan-
ina, sum sigur, at tað verður
koyrandi um hálvt triðja til
trý ár.
– Tíðarætlanin er væl-
gjørd, og tað hevur verðið
tikið hædd fyri møguligum
seinkingum eisini. Og tað
er bara gott, heldur Eyðfinn
Reyðberg.
Nógv hevur verið tosað
um ta øktu ferðsluna, sum
fer at verða í Klaksvík, tá
tunnilin er komin. Men
Eyðfinn heldur, at tað
møguliga kann verða eitt
sindur yvirdrivið. Hann
vísir á, at tað koyra dagliga
um 1.100 bilar út til Norð-
oyrar, sum liggur beint utt-
an fyri Klaksvík, sambært
talvum, sum Dávur Reinert
Hansen hevði undir sínari
frágreiðing.
– Klaksvíkingar hugsa
ikki um, at tað koyra so
nógvir bilar út handan veg-
in um dagin. Tað er tí, at tað
er í jøvnum streymi, og tí
haldi eg, at tað tykist yvir-
drivið við øllum hesum tos-
inum um ta øktu ferðsluna,
sigur sparikassastjórin.
Dávur Reinert Hansen
ásannar, at tað kanska er
nakað um tað, men hann
vísir á, at tað er neyðugt.
– Hetta er ein verkætlan,
sum helst skal vara í mong,
mong ár eftir, at hon er
komin, so tað er onki at
siga til, at tað verður farið
fram við størsta varsemi,
sigur Dávur Reinert Han-
sen, stjóri í p/f Norðoya-
tunlinum.
Nú er Norðoyatunnilin veruleiki
Fast samband um
Leirvíksfjørð var
heitið á kunnandi
fundinum um Norð-
oya tunnilin, sum
fyrireikingarbólkurin
í Norðoyggjum skip-
aði fyri hóskvøldið
NORÐOYATUNNILIN
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Umleið 150 fólk vóru til
fundin. Hann byrjaði við, at
býráðsskrivarin John Færø
bjóðaði
vælkomin
og
greiddi frá skránni á fund-
inum. Síðani spældi Klaks-
víkar hornorkestur tvey
løg. Onkur tók skemtandi
til, at teir vórðu bodnir við
at blása ígjøgnum.
Síðani tók borgarstjórin
Steinbjørn Jacobsen orðið
og takkaði teimum báðum
gestunum, at teir vóru kom-
nir til Klaksvíkar at kunna
fólk um arbeiðið við Norð-
oyatunlinum.
Steinbjørn
kom eisini stutt inn á fyri-
reikingarnar, sum Klaks-
víkar býur nú er farin undir
í samband við komandi
Norðoyatunnilin.
Stýrisbólkurin, sum er
settur at fyrireika Norð-
oyggjar til fasta sambandið,
hevur sett út í kortið nøkur
øki. Tey eru millum onnur
ítróttur-frítíð og mentan,
skúli, fiskivinna og handil-
virksemi. Ætlanin er so, at
ein samskipari verður settur
til at taka sær av arbeiðin-
um við at lýsa økini og
koma við tilmælum um,
hvat kann verða gjørt fyri at
menna hesi øki.
– Norðoyatunnilin er nú
veruleiki.
Tað vóru fyrstu orðini hjá
nevndarformanninum
í
Norðoya tunlinum, Bergur í
Garði. Hann segði eisini, at
samskiftið við lokalsamfel-
agið er av stórum týdningi
fyri arbeiðið við tunlinum.
Og hann vísti á, at tað
verður ein nýggj tíð fyri
norðoyingar, tá fasta sam-
bandið er komið. Síðani
gav hann orðið til Dávur
Reinert Hansen, stjóra í p/f
Norðoyatunlinum.
Ikki minni ferðsla
Dávur Reinert Hansen kom
fyrst inn á hetta, at tað sum
tað ræður um er, tíðin sum
kemur eftir fasta sambandið.
– Tað ræður um tíðina,
sum kemur eftir, at tunnilin
er komin. Sjálvt arbeiðið
upp á hann varar bara í eitt
ávíst tíðarskeið, so tí ræður
meira um at hugsa um eftir-
tíðina, segði Dávur Reinert
Hansen
millum
annað.
Hann helt ein sera áhuga-
verdan fyrilestur um for-
kanningar, fyrireikingar og
arbeiðið
sjálvt.
Hann
greiddi sera nágreiniliga frá
øllum arbeiðinum og allari
arbeiðsgongdini.
Eisini samanbar hann
Norðoyatunnilin við Vága-
tunnilin til nógvar av met-
ingunum, sum felagið hev-
ur gjørt. Millum annað
staðfesti hann, at felagið
ikki væntar minni ferðslu í
Norðoyatunlinum enn tað í
dag er í Vágatunlinum. Tað
vil siga einar 700 bilar um
døgnið.
Tølini yvir akfør um
Leirvíksfjørð hevur felagið
frá Strandferðsluni. Tey siga,
at um 15 % av ferðsluni sum
fer ígjøgnum Leirvíkstunnil-
in fer yvir um fjørðin. Tað
vil siga umleið 300 bilar um
dagin. Men so eru bilar, sum
standa parkeraðir á ferjuleg-
uni í Leirvík, tí fólk ikki taka
teir við yvirum.
– Tað verður spennandi at
síggja, hvussu nógvir av
teimum bilunum fara at
koyra yvirum tá tann tíðin
kemur. Sostatt kunnu vit
koma við eini varligari fyri-
bils niðurstøðu, sum sigur, at
tað væntandi ikki verður
minni ferðsla í Norðoya-
tunlinum enn í Vágatunlin-
um, segði Dávur Reinert
Hansen.
Tá Dávur Reinert Hansen
var liðugur at greiða frá,
var høvi hjá fólki at seta
spurningar. Tað vóru ikki
so nógvir spurningar, og
orðaskiftið var tí stutt. Men
til dømis spurdi ein maður
um møguliga kostnað at
koyra yvirum. Men sum
væntað, so var tað ógjørligt
hjá teimum báðum at siga
nakað um prís so tíðliga í
verkætlanini.
Ein kona reisti seg upp
og spurdi, hvar allar kvinn-
urnar eru í hesum høpinum.
– Eg hoyri bara allar
hesar nevndirnar og bólkar-
nar, sum eru og skulu verða
sett í sambandi við fyrireik-
ingararbeiðið
í
Norð-
oyggjum.
Men
ongin
kvinna er í hesum bólkun-
um, og tí spyrji eg bara, um
tað ikki er nøkur kvinna í
Norðoyggjum,
sum
er
egnað til at sita í einum
tílíkum bólki ella hvat?
Tað bleiv klappað fyri
hennara fyrispurningi, og
Steinbjørn Jacobsen segði,
at næsti bólkurin er um at
verða settur, og har verða
konufólk við.
Tá orðaskiftið var av,
fingu fólk ein kaffimunn
og køku, og so gingu tey
runt og tosaðu saman um ta
spennandi tíðina, sum nú
liggur fyri framman í Norð-
oyggjum.
Øll eru fegin um, at
tunnilin nú fer at koma, og í
Ósáskúlanum hetta kvøldið
lat tað til, at trý ár er um
heilt stutta tíð.
Mong nýttu høvi til at tosa við stjóran í p/f Norðoyatunlinum,
Dávur Reinert Hansen
Tá frágreiðingin hjá stjór-
anum var av, fingu fólk høvi
til at seta teimum báðum,
Dávur og Bergur, spurningar
0Fólk gingu runt og tosaðu um ta spennandi tíðina, sum liggur fyri framman, meðan tey nutu
ein kaffimunn
Dugnalig fólk
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í
Norðoya Sparikassa, situr í
stýrisbólkinum, sum skal
fyrireika Norðoyggjar til tað
fasta sambandið um
Leirvíksfjørð
Mynd: Savnsmynd
Felagskórið Gøta-
Leirvík og Ljómur úr
Vági fara skírisdag at
hava konsertir. Onnur
verður í Christians-
kirkjuni undir kirkju-
gongdini og hin verð-
ur í Gøtu kirkju sein-
ni um dagin
KONSERT
Ingrid Bjarnastein
Ljómur úr Vági og Felags-
kórið Gøta-Leirvík fara
skírisdag at hava páskakon-
sert. Fyrst verður lagt út í
Klaksvík, tá sungið verður
undir
kirkjugongdini
í
Christianskirkjuni.
Nakað heilt serligt er við
vitjanini hjá Ljómi í Klaks-
vík hesuferð, tí í ár eru tað
liðin 50 ár síðani Ljómur
gjørdi sínar fyrstu upptøk-
ur. Og hesar upptøkur vóru
nevniliga í Klaksvík í
studio hjá Jógvan Gerðalíð.
Verkið í framført verður
eitur Crucifiction eftir John
Steiner, og telur kórið til-
samans umleið 40 fólk.
Fyri fýra árum síðani
sang Ljómur hetta verkið,
og fyri tveimum árum síð-
ani sungu kórini bæði verk-
ið saman. Tá vísti áhugi seg
at vera fyri, at fáa verkið
umsett til føroyskt, og síð-
ani framføra tað aftur.
Verkið er ikki umsett til
føroyskt enn, men tó so.
Nøkur brot eru, og verða
tey við á konsertini.
Verkið er fyri orgul, solist-
ar og kór. Solistarnir eru
Sigmund Olsen og Hanus
Debes.
Men eysturoyingar verða
ikki snýttir fyri nakra kon-
sert, tí seinni skírisdag verð-
ur ein konsert í Gøtu kirkju.
Hon verður klokkan 16.
Dirigenturin, Dorte Til-
mar, og organisturin Christ-
ian Tilmar, eru komin til
Føroya júst til hesa konsert-
ina, og verður tí eisini
møguleiki at geva eina
gávu fyri at stuðla.
Sunnudagin klokk-
an 16 hevur Sørvágs
Tónleikarfelag sam-
an við Vestmanna
Hornorkestur kon-
sert í aulini í skúla-
num á Giljanesi. Á
páskum skulu tón-
leikararnir ferð til
Aberdeen, og
sunnudagin kunnu
vágafólk hoyra, tað
tónleikararnir fara
at framføra í Skot-
landi
KONSERT
Ingrid Bjarnastein
Vágar: Í morgin, sunnu-
dagin, verður ein konsert
í auluni í skúlanum á
Giljanesi. Henda kon-
sertin verður við Sørvágs
Tónleikarfelag og Vest-
manna Hornorkestur.
– Vit hava vant saman í
allan vetur. Byrjað varð
til tunnilsupplatingina,
og soleiðis hava vit hildið
fram, sigur Mads K.
Johannesen, sum sjálvur
spælir við og er limur í
nevndini hjá Sørvágs
Tónleikarfelag.
Skírisdag fara allir tón-
leikararnir, umframt nøk-
ur onnur, avstað til Aber-
deen. Ferðaliðið telur 45
fólk.
Langa fríggjadag skulu
tónleikararnir hava kon-
sert í Inverness, og páska-
aftan skal spælast til eina
konsert, sum verður í
sambandi við eina ellis-
akfarkappkoyring.
– Vit spæla vanligar
marshir, sálmar, solo´ir
og annað. Venjarar hjá
okkum hava verið Atli K.
Petersen og Steve Fogg-
in. Á konsertini sunnu-
dagin kemur næminga-
orkestrið hjá Musikk-
skúlanum eisini at vera
við, greiðir Mads K.
Johannesen frá.
Dirigentur á konsert-
unum verður Steve Fogg-
in.
Skírisdag verða tvær
páskakonsertir í ávíka-
vist Vestmanna og
Miðvági. Luttakandi
kór eru Vágakórið og
Vestmanna sangkór.
Hesi bæði kórini hava
síðani jól vant saman,
og eru konsertirnar
úrslit av regluligu
venjingunum
KONSERT
Ingrid Bjarnastein
Síðani tunnilin er komin
hevur tað ligið væl fyri hjá
Vestmanna sangkóri og
Vágakórinum at vant sam-
an.
– Síðani jól hava vit vant
fast saman einaferð um vik-
una. Hetta hevur jú verið
ómøguligt fyrr, og hetta
hevur eisini eydnast ser-
stakliga væl, sigur Hans
Pauli Strøm, formaður í
Vestmanna sangkóri.
Kórini telja hvør í sær eitt
sindur yvir 20 fólk, so sam-
an verða yvir 40 fólk, sum
koma at syngja skírisdag.
– Eitt slíkt kór gevur
størri møguleikar at fram-
føra størri verk, heldur
Hans Pauli Strøm. Hann
leggur afturat, at hetta hev-
ur verið eitt royndarumfar,
sum hevur ginið ógvuliga
væl.
Av tí, at tíðin hevur verið
knøpp at venja í, so verða
brot framførd úr tveimum
verkum. Annað er Missa
Brevis eftir W.A. Mozart og
hitt eitur Requiem eftir
Gabriel Fauré. Eisini verða
nakrir páskasálmar á skrán-
ni.
Kórleiðari er Kári Bæk
og hjálparleiðari er Steve
Foggin. Kári Bæk stjórnar
vanliga Vestmanna sang-
kóri, og Steve Foggin Vága-
kórinum. Verkini eru til
orkestur,
men
orkestur
verða tó ikki við í fram-
førsluni hesuferð. Helga
Garðalíð fer ístaðin at
syrgja fyri orgulfylgispæli.
Konsertirnar vera tvær í
tali, og báðar vera skíris-
dag. Onnur verður í Mið-
vágs kirkju klokkan 15, og
hin verður í Vestmanna
kirkju klokkan 19.
Leygardagin um eina
viku, verður Brandur
Enni í Amager Bio,
tann 19. apríl
KONSERT
Ingrid Bjarnastein
Guðrun Sólja er ikki ein-
asta tvøráfólk, ið slítur sín-
ar skógvar í Danmark í løt-
uni. Tað sama ger Brandur
Enni, sum í løtuni er í holt
við at gera PR fyri sína
nýggju fløgu, sum júst er
komin út í Danmark.
Brandur hevur í seinast-
uni verið við í fleiri sjón-
varpssendingum. Bæð i hjá
DR og TV2, og Bubber,
sum er kendur sjónvarps-
vertur í Danmark, hevur
enntá kallað Brand fyri
eina yngri útgávu av Ricky
Martin, sum er heimskend-
ur sangari.
Fyri stuttari tíð síðani gav
Brandur fløguna »Brand-
ur« út í Danmark. Nøkur av
løgunum á fløguni hevur
Óli Poulsen, framleitt, og
hevur hann staðið fyri út-
gávum hjá nógvum mætum
dønum.
Leygardagin verður so
ein konsert í Amager Bio
við unga tvørádreinginum.
Við á konsertini verður eini
íslendska Jóhanna Gúðrun,
sum syngur við duett við
Brandi í lagnum »Still
Friends«.
Til Aberdeen
at spæla
Giljanes
Brandur í Amager Bio
Brandur Enni verður leygardagin um eina viku at síggja og hoyra í Amager Bio
Felagskórið Gøta Leirvík og
Ljómur páskakonsert
Felags konsert fyri Vestmanna og Vágakórið
Tvær páskakonsertir verða skírisdag við Vestmanna sangkóri
og Vágakórinum. Onnur verður í Vestmanna kirkju
(myndin) og hin verður í Miðvágskirkju
Ljómur úr Vági (myndin) fer saman við Felagskórinum Gøta-
Leirvík at hava páskakonsertir skírisdag. Onnur verður í
Christianskirkjuni og hin verður í Gøtu Kirkju
C
M
Y
K
7
6