Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 72 - 12. apríl 2003 Nr. 72 - 12. apríl 2003 9 Tórshavnar komm- una er farin undir eitt størri umhvørvisátak TÓRSHAVN Heri á Rógvi Tórshavnar kommuna hev- ur stórar ætlanir um at betra umhvørvið í kommununi. Brennistøðin á Hjalla verð- ur í løtuni umbygd, og fólk skulu í framtíðini venja seg við at skilja burturkastið. Ruskspannir til at skilja papp og pappír frá verða latin hvørjum húsarhaldum. Í tætt bygdum økjum, ávísum býlingum, verða smærri byngjur tøkar. Ein royndarverkætlan koyrir í løtuni í ávisum pørtum av Havnini, men í framtíðini skulu øll í høvuðsstaðnum venja seg við tankan. Búmerki – og tó Sum partur av hesi ætlan kommunan farin undir eina herferð. Til hesa herferð vildi kommunan eisini hava eitt búmerkið, og tí varð ein kapping útskrivað. Hendan kapping gav eis- ini fleiri hugskot og nógva umrøðu, men einki uppskot kundi í roynd og veru nýt- ast til nógv annað enn at hanga upp í Snarskivuni. – Vit fara heldur at fáa gjørt eitt professionelt bú- merki á einari lýsingar- stovu, sigur Niels Uni Dam, starvsfólk hjá Tórs- havnar kommunu við kunn- ingarviðurskiftum um hendi. Vinnarin av kappingini gjørdist Martin W. Tórgarð, yngri. Hann fær 15.000 kr. fyri ómakin. Virðislønir vórðu eisini latnar til Ìvar og Janus Guttesen og Poul Helga Jacobsen. Umhvørvisátak í Havn Millum annað hesi mál vórðu viðgjørd á býráðsfundi hjá Tórshavnar býráði hóskvøldið TÓRSHAVN Heri á Rógvi Argja skúli Arbeitt verður við tveim- um ætlanum viðvíkjandi Argja skúla. Jan Christ- iansen sigur, at býráðið ásannar, at skúlin er illa sperdur, og tískil mugu stig takast fyri at betra umstøðurnar. Arbeitt hevur verið við einari ætlan at keypa bygningin hjá Postverki Føroya á Argjum. Hesar samráðingarnar hava ver- ið truplar, tí landið eigur bygningin, og Postverkið fer væntandi ikki at fáa ágóðan av einari sølu. Tosað verður um ein leigusáttmála, men hetta er ikki komið undir land enn. Bygningurin hjá Post- verki Føroya verðurhild- in at vera stak væl egnað- ur. Samtundis verður ar- beitt við einari ætlan at útbyggja verandi skúla á Argjum. Talan er um eina verk- ætlan fyri 12,55 mió. og fer at merkja seks nýggj- ar skúlastovur umframt onnur høli. Eisini skulu umbygg- ingar gerast í verandi høli fyri fýra milliónir. Tórshavnar býráð sam- tykti hóskvøldið at játta 3 mió. til verkætlanina í ár. Hetta er partur av einari størri ætlan fyri skúlarnar í høvuðsstaðnum, sum serliga fara at merkja fíggjarætlanina hjá Tórs- havnar kommunu í 2004. Dagstovnar Málið hjá verandi meiri- luta í Tórshavnar býráði er at fáa allar bíðilistar til ansingarpláss av vegnum í Tórshavnar kommunu. Hetta verður sagt við eitthvørt høvi, og borgar- stjórin, Jan Christiansen, nýtti høvi til at nevna hetta, tá hann legði ætlanina um tveir nýggj- ar barnagarðar fyri fjøl- miðlarnar. Annar barnagarðurin er í Hoyvikshaganum Suður. Hesin stovnurin fer at rúma 72 børnum í alt – 24 vøggustovubørn- um og 48 barnagarðs- børnum. Samlaði kostnaðurin verður 11,6 mió. 500.000 kr. verða játt- aðar í 2003 til prosjekter- ing. Í 2003 verða 39 millión- ir nýttar til at byggja nýggjar dagstovnar í Tórshavnar kommunu. Níggju av hesum milli- ónum verða nýttar til ein dagsstovnin Sólareygað við Sundsvegin. Hesin skal vera meinlíkur dag- stovninum í Øksnagerði, og tað verða somu arki- tektar, ið fara at stevna fyri verkætlanini. Dag- stovnurin Sólareygað fer at hýsa 64 børnum – 24 vøggustovu og 40 barna- garðsbørnum. 3,4 mió. skulu játtast í 2004, soleiðis at samlaði kostnaðurin verður um- leið. 12,4 milliónir við innbúgv og meirvirðis- gjaldi. Somuleiðis fara níggju milliónir til ein dagstovn við Landavegin. Mál á skránni Kirkjubøar kommuna ynskir at samráðast við Tórshavnar kommunu um eina samanlegging. Hóast einki er avgreitt, verð- ur tað væntandi ikki leingi til Kirkjubø- múrurin verður part- ur av tí deiligu Havn- ini SAMANLEGGING Heri á Rógvi Tann deiliga Havn er eitt av herrópunum hjá Tórshavn- ar kommunu. SMS plagar at nýta orðini »Ein býlingur í Havn« til sínar lýsingar. Alt hetta kann væntandi innan leingi nýtast um Kirkjubømúrin. Tí fólk í Kirkjubø og á Velbastað vilja nevnliga sleppa upp í Tórshavnar kommunu. Eitt einmælt bygdarráð í Kirkjubøar kommunu hev- ur vent sær til Tórshavnar kommunu við eini ynski um samanlegging við Tórs- havnar kommunu – ella rættari sagt realitetssam- ráðingar um samanlegging. Og samráðingarnar skulu longu vera lidnar í juni mánað. Tórshavnar kommuna og Kirkjubøar kommuna hava sum er eitt samstarv. Í fjør varð samstarvsavtala gjørd millum kommunurnar, sum millum annað merkti, at íbúgvarnir í Kirkjubø og á Velbastað kundu nýta allar fasilitetir hjá Tórshavnar kommunu og øvugt fyri ávís gjøld. Samstarvið verður á flest øllum økjum, og stigið her- frá til at leggja kommunur- nar saman er kanska ikki so stórt. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, sigur, at kommunan hevur hollar royndir í at leggja komm- unur saman við Kolla- fjarða, Argja, Kaldbak og aðrar kommunur seinnu ár- ini. Býráðið er eisini positivt innstillað fyri einari saman- legging. Ein nevnd við umboðum fyri báðar kommunurnar er sett, og nevndin fer til verka sum skjótast. Arbeið- ið skal sum sagt longu vera liðugt í juni. Í Kirkjubøar kommunu, ið fevnir um Kirkjubø og Velbastað, búgva eini 230 fólk og kommunan hevur 69 husarhald. Kommunan er væl fyri, og stórar ætlan- ir er um at stykkja út til set- húsabygging. Jan Christiansen vil ikki kalla samráðingarnar fyri ein avgreiðsluspurning, tí nógv ting eru at samráðst um, og enn er einki komið upp á pláss. Havnin og Kirkjubøur leggja saman Til komandi býráðsval í Havn verða Annfinn Brekkstein og Jan Christiansen væntandi á hvør sínum lista. Men inntil víðari eru teir borgarstjórar í hvør sínari kommunu tætt at hvørjum øðrum. Mynd: Finnur Justinussen Í framtíðini skal burturkastið hjá borgarunum í Tórshavnar kommunu skiljast. Ein tílik "byngja" verður at síggja í tættbýgdum økjum og býlingum. Mynd: Jens Kristian Vang Fyri at skapa størri inntøkur til Fiski- málaráðið, fer Skipa- skrásetingin at krevja skrásetingargjøld fyri pantabrøv, ognarbrøv o.o SKRÁSETING Heri á Rógvi Sum partur av semjuni í sambært við fíggjarlógini fyri 2003, skuldi Fíggjar- málaráðið fáa meira pening til vega. Vit kunnu kanska kalla tað eina øvugta sparing, sum í síðsta enda gevur sama úrslit – Fiskimálaráð- ið skal geva landskassanum eitt betri støði. Talan er eitt nú um skrá- setingargjøld fyri panta- brøv, ognarbrøv og út- flýggjan av tjóðskapar- brævi. Gjøldini, sum síggjast aðrastaðni á síðuni, eru galdandi fyri øll skip við eini bruttoregistartonsatali ella bruttotonsatali upp á 15 ella yvir, sum eru skrá- sett í Føroya Skipaskráset- ing, ella sum skulu skráset- ast í Føroya Skipaskráset- ing. Talan er um føst gjøld fyri ymsar skrásetingar. Rættiliga nógv skip og reiðarí fara at merkja broyt- ingina. Hugsast kann, at tey størru skipini og reiðaríini ikki fara at merkja lutfals- liga nógv, men fyri teir ein- støku smærri handlar verð- ur broytingin óivað ein tyngjandi byrða. Eitt nú skal ein gjalda 2.800 kr. fyri skráseting av skipsskeyti, sølusáttmála ella byggiváttan. Tað var Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismað- ur í fiskivinnumálum, ið gjørdi avtaluna við fíggjar- nevndina hjá løgtinginum, og Jacob Vestergaard, lands- stýrismaður, ger arbeiðið liðugt. Kunngerðin verður gald- andi frá. 1. mai. Samanborið Samanbera vit hesi gjøldini við onnur gjøld í øðrum londum, sæst at nýggju gjøldini liggja á leið tað sama og eitt sindur hægri enn í Norra og Íslandi. Eitt nú pantubrøvini eru dýrari í Føroyum, men talan er ikki um nakra stórvegis mun. Í Fíggjarmálaráðnum verð- ur roknað við, at hetta stig- ið fer at geva landskassa- num einar 600.000 kr. ár- liga, men hetta talið skal takast við fyrivarni, tí tað kann vera ymiskt, alt efir skrásetingunum. Nýggj skrásetingargjøld fyri skip Gjøldini Skráseting av fíggjarligum rættindum 2.200 kr. Skráseting av skipsskeyti, sølumáttmála v.m. 2.800 kr. Útflýggjan av skrásettum tjóðskaparbrævi 3.000 kr. Rættingar gjørdar á tjóðskaparbræv 2.000 kr. Úflýggjan av fyribils tjóðskaparbrævi 3.000 kr. Ljósavrit av skipsblaði 200 kr. BYGGING Heri á Rógvi Jan Christiansen er til reið- ar at fara í Føroya rætt við málinum um byggingina í Vallalíð. Hann heldur av- gerðina hjá Oljumálaráð- num vera láturliga skeiva. – Skulu vit nú til at steðg- að við at kalla allari bygg- ing, og byggingin seinastu nógvu árini er ikki lóglig, spyr borgarstjorin. Tað er serliga tulkingin hjá Oljumálaráðnum av orðinum »rúm«, sum Jan Christiansen heldur vera fullkomiliga burturvið. Tað snýr seg um, at byggisamtyktin sigur, at »rúm skal vera fyri stovn- um í A1 økjunum«. Hetta metir Oljumálaráð- ið sum um, at talan er um rúm í bygningum og ikki sjálvstøðugar stovnar. Og hetta heldur borgar- stjórin vera eina láturliga tulking. Láturlig avgerð hjá Oljumálaráðnum Arbeiðsmenninir hjá Tórshavnar kommunu fara ikki at steðga, og borgarstjórin heldur, at Oljumálaráðið fullkomiliga er farið av leið. Mynd: Jens Kristian Vang Øll skip yvir fimtan bruttotons skulu fara at kenna sviðan nýggju skrásetingargjøldnum, sum eftir ætlan fara at geva landskassanum einar 600.000 kr. árliga. C M Y K 9 8