leygardagur 12. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 72 - 12. apríl 2003
Nr. 72 - 12. apríl 2003
11
Tjóðveldisflokkurin hevur júst havt floksting í
Hósvík, og var áhugavert at hoyra, hvat flokkurin
sigur um støðuna sum heild.
Vit fingu millum annað at vita, at Tjóðveldisfólk var
eitt hugsandi fólk. Tað er óviað rætt, men synd er at
siga, at seinastu árini hava víst hesi fólk, sum eitt
handlandi fólk. Vit skulu langt aftur í søguna fyri at
finna lakari valskeið enn tað seinasta, tá tað kemur
til yvirtøkur. Gamaní hevur eisini verið soltið, tá
Sambandsflokkurin hevur havt Løgmann, men tað
er ein erlig søk, tá man alment boðar frá, at man
einki ætlar sær á sjálvstýrisleið.
Skipasýnið var yvirtikið í seinasta valskeiði, og tykist
handalagið hava verið gott, tá hendan yvirtøkan var
framd. Havumhvørvismál vóru eisini yvirtikin av
sitandi samgongu, og eigur samgongan rós uppiborið
fyr tað. Útyvir omanfyrinevndu yvirtøkur er so at siga
einki hent á sjálvstýrisleið. Tað hevur verið tosað
nógv, men avrik eru ring at síggja. Yvirtøka av Løg-
reglu og rættarskipan skal fyrireikast, men ikki fremj-
ast, í hesum valskeiðnum. Fólkakirkjan skal yvirtak-
ast, men her tykist eisini stígur verða komin í.
Fólkakirkjan er eitt gott dømi um, hvussu ein yvir-
tøka, sum burdi verið ein formalitetsspurningur, kann
avsporast av væntandi pragmatismu. Intentiónirnar
eru ivaleyst tær allarbestu, men tað gongur eftir øllum
at døma sera strilitið.
Tað er bláoygt at fyrigykla sær, at ein full semja fæst
millum prestar, fríkirkjufólk og politikarar, áðrenn
nøkur yvirtøka verður framd. Tað frægasta er, at yvir-
taka fyrst i verandi líki og koyra statsins part av gjald-
inum á fíggjarlógina. Síðani kann ein arbeiðsbókur
setast, ið kann umrøða framtíðar fólkakirkjuna. Tá
hevði ein ósemja ikki forðað fyri sjálvari yvirtøkuni.
Hví megnar ein sokallað loysingarsamgonga ikki fleiri
yvirtøkur? Svarið má verða handalag ella mangul
uppá sama. Vilji skuldi so ikki manglað.
Samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldis-
flokkin og Fólkaflokkin frá 1974 til 1980 yvirtók
umsitingina av skúlaverkinum, almannaverkinum,
yvirtók Postverkið, stovnsetti V&B, flutti sjómarkið út
á 200 fjórðingar o.s.fr. So kom stígur í tey árini Sam-
bandsflokkruin hevði Løgmann. Í samgonguni, sum
so kom millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og
smáu flokkarnar, var blokkstuðulsskipanin innførd.
Hendan skipan, ið var samtykt í 1988 var eitt
risaframstig í mun til gomlu refusiónsskipanina.
So kom kreppan, og síðani er millum lítið og einki
hent á sjálvstýrisleið. Nú er nokk hugsað, og tíð er
at handla! Føroya fólk vil yvirtøkur, hóast flestu
føroyingar ikki vilja loysing. Lat okkum gera tað, vit
eru samd um, og so kjakast um rest, tá tað verður
aktuelt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Yvirtøkuhandalag
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Søguligur dagur fyri tey sálarsjúku
Svenning av Loft
formaður
Týsdagurin 8. apríl var ein
søgurligur dagur fyri tey
sálarsjúku, teirra kæru og
øll tey, ið eru um tey
sálarsjúku, og hava gjørt
eitt
megnararbeiði
fyri
hendan partin av sam-
felagsborgarum okkara.
Tað var sera hugaligt at
sita í tinginum hendan dag-
in og lýða á tað, ið tingfólk
høvdu at siga. Umboðini
fyri allar flokkarnar vóru
sera vælviljað fyri hesum
uppskotinum um heildar-
psykiatri, sum Bill Justin-
ussen legði fram á tingborð
hendan dagin.
Hetta er fyrstu ferð at eitt
so umfatandi ált er komið á
løgtingsborð. Hetta skal
landsstýrismaðurin,
Bill
Justinussen, hava eina hjart-
ans tøkk fyri. Hann hevur
eisini boðað frá, at tað fer
ikki at ganga long tíð áðrenn
tey fyrstu lógaruppskotini til
frama fyri tey psykisk sjúku
fara at verða løgd fyri tingið
til samtyktar - og tað gleða
vit okkum til.
Vit fara eisini at takka
teim tinglimum, sum í farn-
um árum hava havt viður-
skifti teirra sálarsjúku á
hjarta og reist fyrispurning-
ar til landsstýrismenninar á
økinum. Hetta hevur ikki
verið til einkis.
Tvey valaálit eru seinastu
árini løgd fyri landsstýris-
menninar á økinum, um-
framt onnur frammanund-
an. Annað av teim seinnu
álitunum bar heitið “Ein
glotti fyri framman”. Sinn-
isbati hómar nú ein glotta
fyri framman, við tað at
nevnda álitið um heildar-
psykiatri er lagt fyri tingið
til umrøðu. Tí gleða vit at
okkum til at tey fyrstu
ítøkiligu uppskotini fara at
verða løgd fram á tingborð
til samtyktar.
Vit fara at minna á, at
størstur er tørvurin fyri
bústøðum til tey sálarsjúku.
Hetta má raðfestast fremst,
saman við virknismøgu-
leikum fyri tey sálarsjúku.
Tí var spell, at sosialpsyki-
atrii-ætlanin ikki varð løgd
fram á hesum sinni. Tað
hevur sína serstøku orsøk.
Men hesin parturin eigur at
verða lagdur fram á ting so
skjótt sum greiði er fingin á
umsitingarliga spurningin-
um millum Páll á Reyna-
túgvu og Bill Justinussen.
Sum skilst so er ætlanin, at
Bill Justinussen í framtíðini
fer at umsita alt økið, ið
hevur við sálarsjúk at gera,
og tað jú eisini tað einasta
rætta, at alt psykiatriska øk-
ið er undir einum og sama
landsstýrismanni.
Samferðsluhavn á Trongisvágsfirði
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Kanningar vísa, at hon
verður ikki nýtulig í 48
dagar um ári uttan pier, er
tað hetta løgtingsmenn og
suðuroyingar ynskja?
Eftir eina langa burðartíð
er vinnunevndin loksins
barsla við einum meirluta
áliti, sum løgtingið skal
taka støðu til.
Ístaðin fyri at halda ting-
ini
sundurskild,
hevur
vinnunevndin forbrongla
málið, við at blanda havna-
útbygging og tunnilsger
saman, við tí fylgju, at tá ið
nýtt strandfaraskip kemur
til landið hevur tað ikki
nakað atløgupláss í Suð-
uroy.
Málið er annars heilt
greitt, tí uppskot til lóg-
tingslóg sigur, at landsstýr-
ismanninum verður heimil-
að at skipa fyri, at sam-
ferðsluhavn við landgongd
og farstøð verður bygd
eystan fyri Drelnes á
Trongisvágsfyri. Byggiút-
reiðslurnar til verkætlanina
kunnu í mesta lagi vera 60
mió kr.Bert fólkafloksum-
boði tekur undir við, at
samtykkja hetta uppskoti
uttan broytingar.
Gróttøka til havnaút-
bygging kann fáast frá
tunlum oman fyri havnar-
lagið á Drelnesi ella keyp-
ast frá einum ljótum grót-
broti.
At allir suðuroyingar taka
undir við seinra uppskotin-
um um tunnilsloysn Øravík
-Hov er ein sjálvfylgja og
tað skuldi heldur ikki verði
nakar trupuleiki fyri løg-
tingsmenn, at tikið undir
við hesum uppskoti, tí tað
er bæði bíligari og betri.
Tað er heldur eingin orsøk
til, at gróti frá hesari tunnil
skal goymast, tí allar
kommunurnar í Suðuroy
eru ivalest áhugaðar í at fáa
fatur á hesum tilfari.
Í álitinum stendur eisini,
at fyrst spara teir 15 mió kr.
uppá havnaútbygging og
síðani 30 mió kr uppá tunn-
ilsgerð, íalt 45 mió kr.
Skulu hesar 45 mió kr.
brúkast í Suðuroy ? t.d
tunnil til Fámjin umleið 20
mió kr og 25 mió til breið-
kan av tunnil til Hvalba?
Livst so spyrst.
BILEFTIRLIT
FØROYA
Bileftirlitið hevur í dag
latið politistøðunum kring
landið 377 mál um veg-
skattaeftirstøður, til at taka
nummarspjøldrini av akfør-
um, sum enn ikki hava
goldið vegskatt fyri fyrra
hálvár 2003.
Kann bileigarin ikki vísa
fram kvittan fyri goldna
vegskattaeftirstøðu, verða
nummarspjøldrini tikin av
bilinum.
Hetta til kunnleika.
Viðvíkjandi: Vegskattaeftirstøðu fyri fyrra hálvár 2003
VIÐMERKINGAR
Aftursvar til Jenis viðvíkjandi seksualundirvísing í skúlanum
Jóhan á Plógv
Góði Jenis av Rana
Eg haldið at tað er ræðandi,
um tú nú fert at blanda teg
í, um hvat fyri tilfar verður
brúkt í skúlanum um kyns-
lív. Ræðandi, tí at Føroya
fólk kennir tína áskoðan, tá
talan er bæði um kynslív og
samkynt. Eg ivist onga løtu
í, at tú meinar tað besta,
men tíðanniverri eru tínir
tankar stýrdir av átrúnarlig-
um morali, sum als ikki er
nútíðar hóskandi, og sum
børn, sum sleppa at vera
børn, als ikki skilja.
Eg skilji á Jenisi, at mong
foreldur eru ólukkulig av tí
seksualundurvísing, sum
børn teirra læra um í skúl-
anum. Nú havi eg ikki haft
ta æru at sæð hesar báðar
filmarnar, men eg skilji á
Jenisi, at teir ikki eru bygd-
ir upp á somu mentan, sum
vit føroyingar hava. Mær
vitandi eru kynsliminir líka
á øllum menniskjum, óan-
sæð um tey hoyra til eina
aðra mentan ella trúgv.
Kynsdriftirnar eru akkurát
tær somu, sum teir syndugu
danskarnir stríðast við. Eg
eri tó samdur við tær í, at
sýna filmar við kynsligari
samlegu er ikki hóskandi
fyri børnum í 7 klassa. Rætt
skal vera rætt.
Eg haldi at seksualundir-
vísing í skúlanum skuldi
verið ein lærugrein á jøvn-
um støði við allar aðrar
lærugreinir. Man byrjar at
tosa um kenslur, hjartasorg,
happing, tað at vera drong-
ur, tað at vera genta og við-
urskiftini millum kynini.
Tað at vera ungur og finna
sær eitt standistað í tí for-
virraðu verð, sum ung
skulu ígjøgnum, fyri at
finna sær ein samleika.
Stigvíst fert tú so víðari og
undirvísir í tilfari, sum
hóskar til aldur teirra. Tað
ræður um at fáa eitt kjak
millum kynini, soleiðis at
tey fáa at vita frá hvørjum
øðrum, at í veruleikanum er
tað sjarma, virðing síná-
millum, humør, fittur, per-
sónligheit, tað at man
svingar væl saman, sum
telur, altso innari virðir og
ikki bert tey uttaru. Hetta
vil eisini verða ein stórur
lætti hjá teimum, sum gen-
erelt eru undir hørðum
trýsti fyri at síggja gott út,
harav er ein stórur partur
bangin fyri ikki at fáa ein
sheik ella damu, tí tey ikki
líkast fotomodellum. Eg
haldi, at man skal taka
gestalærarar til hesar læru-
greinirnar, tí at tað vísir
seg, at børnini opna seg
meira fyri einum persóni,
sum tey ikki kenna frá øðr-
um viðurskiftum.
Hósdagin, 10. apríl 2003
kl. 16.00, letur Absalon
Hansen upp myndafram-
sýning
á
torginum
í
Snarskivuni.
Snarskivan, ið er av-
greiðslan hjá Tórshavnar
kommunu, húsast saman
við
postavgreiðsluni
í
gamla posthúsbygninginum
í miðbýnum. Hugnaliga
forhøllin, nevnd Torgið,
verður eisini brúkt til fram-
sýningar, sum mentamála-
deildin skipar fyri.
Síðani Snarskivan læt
upp, hava skiftandi fram-
sýningar verið á Torginum,
har føroysk listafólk hava
sýnt fram, og nú er Torgið
karmur um eina framsýn-
ing hjá Absalon Hansen.
Talan er um fotomyndir av
føroyskum landsløgum.
Framsýningin
verður
hangandi til miðan mai.
Høvi
er
at
síggja
framsýningina, tá ið opið er
í snarskivuni, mánadag-
fríggjadag kl. 9-16, tó
hósdag kl. 9-18.
Listaframsýning í miðbýnum í Havn
Kjartan Stakksund
Teir tóku nú Jesus; og hann
bar sjálvur kross sín og
gekk út á tann staðin, sum
kallaðist Ennistaðurin, og
suiim á hebraiskum eitur
Golgata. Har krossfestu teir
hann og saman við honum
tveir aðrar, ein hvørjumeg-
in, men Jesus í miðjuni.
Men Pilatus skrivaði eisini
eina yvirskrift og setti hana
á krossin; har stóða skrivað:
»Jesus úr Nasaret, kongur
jødanna«. Hesa yvirskrift-
ina lósu nú mangir av jød-
unum, tí at staðurin, har
sum Jesus varð krossfestur,
var nær við bygdina, og hon
var skrivað á hebraiskum
og rómverskum og griksk-
um máli. Tá søgdu høvuðs-
prestar jødanna við Pilatus:
»Skrivað ikki: Kongur jød-
anna; men: Hann segði: Eg
eri kongur jødanna«. Pila-
tus svaraði: »Tað, sum eg
havi skrivað, havi eg skriv-
að.« Tá ið nú hermenninir
høvdu krossfest Jesus, tóku
teir klæði hansara og býttu
tey sundur í fýra lutir,
hvørjum hermanni ein lut,
somuleiðis kyrtilin; men
kyrtilin var óseymaður,
vovin í einum oman igjøgn-
um. Teir søgdu tí hvør við
annan: »Latum okkum ikki
sera hann sundur, men
latum okkum heldur kasta
lut um hann, hvør ið skal
fáa hann;« tí at skriftin
skuldi ganga út: »Teir býttu
klæði míni millum sín, og
kastaðu lut um klædning
mín.« Hetta gjørdu nú
hermenninir. Men við Jesu
kross stóð móðir hansara
og móðursystir hansara,
Maria, kona Kleopasar, og
Maria Magdalena. Tá ið nú
Jesus sá móður sína og
lærusveinin,
sum
hann
elskaði, standa har, sigur
hann við móður sína:
»Kvinna, har er sonur tín!«
Síðan sigur hann við læru-
sveinin: »Sí, har er móður
tínn!« Og frá teirri stund
tók lærusveinurin hana
heim til sín. Eftir hetta, tá
ið Jesus visti, at alt nú
longu var fullgjørt, til tess
at skriftin skuldi ganga út,
sigur hann: »Eg eri tystur.«
Har stóð eitt ker fult av
edikki. Teir settu tá ein
svamp fullan av edikki á
ein ýsopslegg og bóru
honum at munni. Tá ið
Jesus nú hevði fingið
edikkin, segði hann: »Tað
er fullgjørt!« Og hann
boygdi høvdið og gav upp
andan. Jóhs. 19, 17-30.
Vit hava nú aftur einaferð
enn gingið ígjøgnum Jesu
pínslusøgu í føstuni, hvat
sigur hetta okkum í dag, at
Jesus mátti ígjøgnum hesa
ómenniskjaligu líðing fyri
at bjarga okkum frelst heim
í Guds æviga ríki, var tað
eingin
annar
útvegur?
Hendan
spurning
hava
mong menniskju sett sær
sjálvum, hetta prógvar bara
Guds undurfulla kærleika
til mannaættina, sum var
sett uttanfyri Paradís, vegna
syndafallið; tí er tað at vit
ongantíð koma uttan um
Jesus, hann er einasti
møguleiki fyri at koma inn
í Guds ríki ein dag.
Tað verður ofta sagt at
tað vóru ikki naglarnir sum
negldir
vóru
ígjøgnum
hendur og føtur frelsarans
hin dagin á Golgata, men
tað var Guds undurfulli
kærleiki til ta falnu manna-
ætt, sum bant frelsaran til
krossin, og tað er so satt
sum tað er sagt. Jesus var
sendur til jarðar fyri at
fremja faðirsins vilja, og
tað var at bjarga okkum inn
aftur til Guds, sum vit
vegna syndafalli vóru rikin
frá honum, men nú hevur
Gud givið menniskjum
hendan
møguleikan
at
koma aftur til Guds; o, tann
veldigi kærleiki Gud hevur
til okkum menniskju, at
hann lat sín einborna son
fara inn í líðing og deyða
fyri at vit skuldu verða
bjargað undan Satans og
deyðans mátti.
Gud havi lov fyri at Jesus
ikki var liggjandi í grøvini,
men
sprogdi
deyðans
leinkjur fyri at vit menn-
iskju skuldu liva, men tá ið
tað er sagt so skal tað held-
ur ikki dyljast, at vit koma
ongantíð uttanum Jesus, vit
koma altíð at standa yvir
fyri einum valið í lívinum,
annaðhvørt velja vit Jesus
og eiga tað æviga lívið
saman við Jesusi longu her
og nú, og síðani heima í
Guds ríki, ella vraka vit
hann og mega glatast, tað
verður okkara avgerð. Til-
boðið er gladandi í náðitíð-
ini, tað vil siga frá vøggu í
grøv, tá foldarlívið er farið,
er allur møguleikið farin.
Tá tað er sagt, at allur
møguleiki er farin tá lívið
er at enda komið, so skal
tað eisini sigast at so leingi
vit liva foldarlív okkara her,
so leingi hava vit hendan
møguleikan. Jesus stendur
við okkara hjartadyr og
bankar, hann vil so gjarna
koma inn og geva okkum
eina livandi vón, sum ber
ígjøgnum hetta foldarlív, ja,
líka inn í ævinleikan.
Kunnu vit taka undir við
Pæturi ápostli, tá ið hann
sigur: Lovaður verði Gud
og faðir várs Harra Jesu
Krists, sum eftir miklu
miskunn síni hevur endur-
føtt okkum til livandi vónar
fyri uppreisn Jesu Krists frá
deyðum, til ein óforgongi-
ligan og óspilluligan og
ófølnandi arv, sum er
goymdur í himlunum til
tykkara, – tit sum við Guds
kraft verða varðveittir við
trúnni til ta frelsu, sum er
liðug at verða opinberað í
teirri síðstu tíðini, sum tit
skulu fegnast um, tó at tit
nú eina skamma stund, um
so skal vera, kenna harm í
mongum ymsum royndum,
fyri at tykkara roynda trúgv,
sum er nógv dýrmætari enn
hitt forgongiliga gullið,
sum tó verður roynt í eldi,
má verða funnin til lovs og
dýrdar og heiðurs í opin-
bering Jesu Krists, hann,
sum tit ikki hava sæð, men
tó elska, hann, sum tit, tó at
tit ikki nú hava hann fyri
eygum tykkara, tó trúgva á,
skulu fegnast um við ósigi-
ligari og dýrmettari gleði,
tá ið tit náa málið fyri trúgv
tykkara, frelsu sálanna. 1.
Pæt. 1, 3-9.
Eiga vit hesa livandi vón-
ina so fáa vit eisini einar
gleðiligar páskir. So vil eg
ynskja øllum einar gleði-
liga páskir í Jesu navni við
hesum páskasálinum, sum
eg havi yrkt til hesar pásk-
irnar:
Páskasálmur
Lag: Gakk undir Jesu kross
at stá. Bf. 64, Dk. 438, Gfs.
5
1.Við Golgata eg friðin
fann,
har blóð Guds sonar
niður rann;
tað burtur mínar syndir
tvóð,
hans náði móti mær er
góð.
2.Tað svárt var har á Gol-
gata,
tí øll mín synd á Jesus lá;
hann negldur var á kross-
ins træ,
og fyri fíggindum hann
bað.
3.Tín pínsla, deyði fyri
meg,
er bjarging mín á smala
veg;
tí prísi eg hans navni her,
sum frelsti meg í óndu
verð.
4.O, Jesus góði, lær meg
sjá,
teg hangandi á Golgata;
í grøvina tú lagdur var,
tí at tú mínar syndir bar.
5.Úr grøvini tú tó upp stóð,
tá runnið hevði alt títt
blóð;
sum hvørja sál her tváa
kann,
tú sigur yvir deyða vann.
6.Mín vón í dag er sigur
tín,
tí ert tú Jesus frelsa mín;
tú lekti míni syndasár,
í míni sál er ævigt vár.
Páskir - Tað er fullgjørt
C
M
Y
K
11
10