mikudagur 1. apríl 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 1. apríl 1992 tiøindabiaðið
Síða9
F
É
— Stødis-
— utbugving
|||
fyri listafólk
- sum fyrireiking hjá ungum
listafólkum, ið ætla sær
listaligar útbúgvingar
Hetta var eitt hugskot,
sum Guðrið Poulsen,
listakvinna, setu fram á
Listafólkauinginum í Vest-
manna.
Guðrið Polusen hevur
nomið sær útbúgving inn-
an leirlist, og hevur verið
á grundskúla í Finnlandi í
tvey ár, áðrenn hon fór á
Listaháskúla í Íslandi, har
hon var í nøkur ár.
I dag hevur Guðrið
Poulsen leirlistaverkstad
og handil i Havn, umframt
at hon undirvisir í Tórs-
havnar Listaskúla. Hon
hevur luttikið á nógvum
framsýningum í Norðurl-
ondum, har verk hennara
hava fingið góða móttøku.
Barlast
Guðrið Poulsen: - Hóast
vit í Føroyum ikki hava
grundarlag at stovna lista-
akademi, sum i granna-
londunum, so haldi eg
kortini, at vit kundu skapt
møguleikar fyri stóðisút-
búgving innan ymsu lista-
greinarnar undir einum, so
ungfólk høvdu eina barlast
við sær heimaífrá, tá tey
fara undir víðari útbúgv-
ing.
Tað nýtist ikki at verða
stórir bygningar og kost-
naðarmikil undirvísingar-
tól, men bert eitt stað, at
tú skapu eitt listarligt um-
hvørvi, har næmingar kun-
du gjørt sær eina hóming
av, hvussu innihaldið í
slíkum útbúgvinum eru
háttaðar.
Guðrið Poulsen hevur
egnar royndir av at fara
Otyrircikad undir listaliga
útbúgving:
Avirkan
- Eg leyp á leistum út í
útbúgving mína, uttan
rættiliga at gera mær
greitt, hvat tað var, sum eg
fór í holt við.
Tað gingu fleiri ár,
eftir at cg var komin heim-
aftur, áðrenn eg var varug
við, hvussu nógv eg var á-
virkað av listaliga um-
hvørvi og mentan, har eg
fekk útbúgvingina.
Hinvegin, so Skulu
listafólk avgjørt ut um
landoddarnar. Tað er
avgjørt neyðugt men
høvdu tey fingið stødid i
føroyska mentan og vit
kundu skapt teimum
listaumhvørvi her á landi,
so vóru tey betur fyri, tå
tey fóru burtur at
útbúgva seg víðari.
Listaumhvørvi
Hvussu kundi tú hugsa tær
slíkan skúla?
Nú veit eg væl, at tíðin er
ikki til stórar ætlanir og
hugsjónir í hesum sam-
bandi, men eg kundi
hugsa mær, at allar
listagreinir kundu verið
undir einum - td.
sjónleikur, orð, myndir,
tónleikur o.s.fr., har nøkur
fak vóru felags og síðani
serfak fyri hvørja lista-
grein sær. Eina tevy ára
stóðisútbúgving, hevði
verið hóskandi.
- Tað mest umráðandi
er at skapa eitt listaligt
umhvørvi, sum sprettur úr
okkara søgu og mentan.
Tað er kortini óhugsandi
t.d. at 20 næmingar byrja
slíka stødisutbugving år-
liga, men eg kundi hugsa
mær ein dagskúla við få-
um næmingum, har grund-
arlag var fyri listarligum
virksemi.
Karmurin er har
Tórshavnar Listaskúli,
sum ljóðar so stórt og
innihaldsríkt, er bert ein
yvirskrift, sum einki hald
Cr í. Hetta er bert ein
kvoldskúli við breiðum
grundarlagi fyri øllum.
Kortini eru har avbera
góðar umstødur, við
tekning, veving, grafik og
fotoverkstóðum, sum
kundu verið nýtt í
dagtimunum, til meira
någreiniliga undirvising.
Umhvørvid er har, og
vil eiga nógv og góð lista-
fólk at undirvisa, so hví
ikki nýta umhvørvid har,
ul stóðisútbúgving.
Sum nú er situr hvor
lærari í sínum herðasodni
og arbeiðir, og vit hava
ongantíð seu okkum niður
at Llosa um, hvat
endamálið cr við
Tórshavnar Listaskula.
A henda hátt verður einki
listaumhvørvid skapt, h6-
Guðrið Poulsen,
listakvinna: - Tad er
umráðandi, at vil fáa
skapt eitt listarligt
umhvørvi hjå ungum
listafólki at virka i, sum
kann vera teimum ein
barlast, tá tey seinni fara
undir víðari útbúgving
ast umstødurnar eru til
tað, sigur Guðrið Poulsen.
Dagny
víðka orkuna, soleiðis at
vit altíð kunnu taka ímóti
ellum.
— Viðvíkjandi makrel-
veiðu er veruleikin tann,
at ofta fáa øll skipini í
senn. Tað vil siga, at skalt
tú klára at taka móti
ollum, so skal orkan rætti-
liga langt upp. Sæd ut frå
okkara stødu ber tad ikki
til at gera so stóra iløgu.
Og í hvenn mun orkan
kann víðkast velst eisini
um, hvat maskinurnar
kunnu nýtast til uttan
fyri makrelvertíðina.
Verður virkið í Fugla-
firði veruleiki, so verður
tað uttan iva soleiðis, at
prískappingin avger, hver
fær føroysku lastirnar.
Annars keypti Bakkafrost
i fjør nakrar lastir frá út-
lendskum skipum.
-nes
Framhald av síðu 3
Thomsen og Ingun
Simonsen sungu og
spældu. Carl Johan Jen-
sen fekk eisini hevi til at
hitta kenda estlendska rit-
hevundan frú Ave Ala-
vainu.
Í Tartuu varð skipað
fyri føroyskum kveldi i
ungmánnafelagshúsinum
»Séprus«. Føroysku jazz-
tónleikararnir spældu aft-
ur her saman við teimum
estlensku. Ingun Simon-
sen sang og spældi fer-
oyskar sangir. Ein fer-
oysk fotoframsýning var í
»Séprus« við myndum,
sum vóru tiknar í Feroy-
um í fjør. Myndir, sum
vísa feroyska samfelagið
bæði í gaman og álvara.
Høvi var eisini at hitta tey
frá Tartuu, sum vóru í
Feroyum í fjør til ta est-
lendsku vikuna. Tey vóru
ógvuliga fegin um vitjan-
ina í Føroyum, og sendu
tey bæði heilsur og gávur
við aftur til Feroya. Gáv-
urnar skuldu limir í Norð-
streymoyar Dansifelag og
tær, ið spældu við í bólk-
inum Kópakonuni hava.
Tey hevdu næstan ikki
orð at siga, hvussu fegin
tey vóru fyri ferðina í
Feroyum og alt tað, Norð-
streymoyar Dansifelag,
bólkurin, sum hevði spælt
Kópakonuna, Norður-
landahúsið og onnur
høvdu gjørt fyri tey — og
sum kunnugt var eisini
kona estlendska forsetans
Ingrid Rúútel við til est-
lendsku vikuna í Feroy-
um. Á ferðini fingu vit
eisini hevi at vitja rit-
hevundafelagið í Tartuu
og rithøvundan Henn-
Kaarel Hellat. Í rithøv-
undafelagnum sang
Ingun Simonsen feroysk-
ar sangir, og Carl Johan
Jensen las egnar yrkingar
og greiddi frá um føroysk-
ar bókmentir.
Í Párnu var jazzkonsert
hildin í »Gymnasium of
Humanities<. Ingun Sim-
onsen sang og spældi eis-
ini. Eisini i Pårnu var
áhugin stórur at kunna
seg um norðurlendsk og
føroysk vidurskifti.
Mikudagin tann 18.
mars gekk leiðin til Hel-
sinki, har eitt feroyskt
kveld varð hildið í húsin-
um »Kuu«. Kristian Blak
spældi å piano, og Ingun
Simonsen sang og spældi
egnar og aðrar sangir og
visur.
Hásdagin tann 19. mars
varð eitt føroyskt kveld
hildið í bynum Borgå.
Borgá er eini 60 km uttan
fyri Helsinki. Skráin hetta
kveldið var feroyskur
jazztónleikur, føroyskar
vísur og sangir og upp-
lestur. Eisini her var á-
hugin at kunna seg um
Feroyar og feroysk viður-
skifti, stórur. Tað var
vinasambandið Tjaldur í
Finlandi, sum legði til
rættis skránna fyri hesum
kveldi.
Samanumtikið kann
sigast, at ferðin í Estlandi
eydnaðist sera væl og var
eisiui sera áhugaverd.
Hóast fólk eftir okkara
máti eru fátek, eru tey
ógvuliga vinarlig og spent
um, hvat nú fer at henda
og í framtíðini. Tey eru
altrá eftir at fáa samhand .
við Norðurlend og Føroy-
ar. Nógv teirra vilja eisini
gjarna fáa hevi at koma til
Norðurlond. Vit hevdu
eisini nógar aðrar heilsur
við okkum aftur til Fer-
oya, eitt nú til Feroya
Landsstýri frá borgar-
stjóranum á oynni Hiiu-
maa.
/
RN 7) Atlantsflog
DÐANUR
ICELANDAIR
SAF
—
Faroe Travel
Tif 12600