Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 12. apríl 2003 15 NÝGGJA NORRØNA Eirikur Lindenskov Tað var sum á Ólavsøku, tá nýggja Norrøna stevndi inn á havnarvág hósdagin seinnapartin. Fólk vóru at síggja allastaðni, á Argja- landinum, við Landssjúkra- húsið á Viðarnesi, Tinga- nesi, á Eystaru Bryggju, á Krákusteini og á Skansa- num. Øll komin at fregnast um og at fagna nýggja flaggskipinum, Norrønu. Tá klokkan var farin eitt korter yvir midnátt stevndi Norrøna í allar fagrasta veðri út av vágni fullsett við um 1400 ferðafólkum og 350 bilum til Danmarkar. Nógv fólk var eisini í Havnargøtum hóskvøldi fyri at síggja nýggju Norrønu, og eitt skifti tyktiskt smpádómurin hjá teimum mest dapurskygdu um ferðsluruðuleikan at ganga út. Men hetta kaosið stóðst neyvan bara av bilum, sum skuldu við Norrønu, men eisini av forvitnum bilfør- arum. Fakta um nýggju Norrønu Longd 164,5 m Breidd 30 m Deyðvekt 4.300 tons Ferð 21 míl Høvuðsmotorar 30.000 HK Bógskrúvur 6.000 HK Ferðafólk 1.482 Manning 118 Bildekk 800 bilar ella 130 trailarar Tyrlupallur Stabilisatorar Ferðafólkakømur: Suita 1 2-seingjar luksuskømur við útsýni 12 2-koygggjukømur við útsýni 93 3-koyggjukømur við úsýni 28 3-koyggjukømur 12 4-koyggjukømur fyri rørslutarnað 6 4-koyggjukømur við útsýni 31 4-koyggjukømur 135 6- & 9-koyggju couchettir 324 Ferðafólk tilsamans 1.482 Tignarlig móttøka Eisini á Tinganesi var sum á ólavsøku – svart av fólki… Ta einu ferðini mátti Ólavur Hovsgarð, skipari leggja frá landið aftur… Nóvir bátar og tveir vatnskutarar tóku ímóti 30.000 hestakreftir trýsta Norrønu frá landi aftur… Í føroysku búna tók ferðafólkaleiðarin á Smyril Line, Áki Jespersen, ímóti nýggja og stásiliga farinum hjá Smyril Line Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 72 - 12. apríl 2003 Átta føroysk, trý hetlendsk og tvey íslendsk listafólk hava verið við til at dekorerað nýggju Norrønu innan. Bárður Jákupsson, listamaður hevur verið ráðgevi hjá Smyril Line í hesi so týðandi uppgávu. Og úrslitið er eisini hareftir. Umhvørvið umborð er sera snotuligt, hugnaligt og vakurt NÝTT SKIP Jan Müller Umborð á Norrønu Hóast hundraðtals kømur, fleiri dekk og nógvar gangir og uppihaldsrúm, tvs. fleiri kilometrar av veggjaplássi umborð á tí siglandi labyritini Norrønu, so hevur nevndin í Smyril Line kortini raðfest umhvørvið umborð so høgt, at hon setti føroyskan listamann at ráðgeva sær, nú ymsu hølini skuldu innrættast og dekorerast við eitt nú veggjaprýði. Ta uppgávuna fekk Bárður Jákupsson, sum hevur verið umborð á Norrønu hesar seinastu fjúrtan dagarnar. Her hevur hann saman við Anniku Andreassen á Smyril Line sett dám á veggirnar umborð á skipinum. Bárður heldur sjálvur, at endaliga úrslitið, tá avmarkaða tíðin er tikin við, er gott. Tað skal geva eina heildarmynd yvir farleiðina hjá skipinum og her serstakliga Føroyar, Ísland og Hetland. Tað fevnir so eisini um Danmark og Noreg. Lista- fólkini fingu tó bert ein mánað til at gera síni ar- beiði. Báður Jákupsson er tó nøgdur við úrslitið. Tilsamans átta føroysk listafólk, trý úr Hetlandi og tveir íslendingar hava verið við til at dekorað Norrønu innan. Her er talan um uppihaldsrúm so sum mat- ar- og útskongarstøðini um- framt 400 kømur. Á flestu av kømurunum eru lito- grafiir, sum eru gjørd á grafiska verkstaðnum við Listaskálan. Trý føroysk listafólk, ein íslendingur og ein hetlendingur hava gjørt litografiini. Føroysku lista- fólkini eru Olivur við Neyst, Jóna Rasmussen og Zachariassen. Síðani hava Roy Asgerdson og Lesley Bird gjørt litografiir eisini. Hini føroysku listafólkini, sum hava verið við til at prýða veggirnar umborð eru Astrid Andreassen, Anker Eli Petersen, Bárður Jákupsson, Guðrið Poulsen og Hansina Iversen. Inni á øllum teimum innaru kømurunum, sum ikki hava nakað vindeygað, eru fotomyndir úr øllum fimm londunum, sum Norrøna siglur uppá. Hetta er gjørt í samstarvi við m.a. teknistovuna hjá Ingvør Nolsøe. Aftrat hesum eru veggirnir á teimum ymsu dekkunum prýddir við fotostatum, sum skulu lýsa tey fimm londini. Eitt dekk er Føroyar, eitt Ísland, eitt Hetland, eitt Danmark og eitt Noreg. Ætlanin er á einum av dekkunum so eisini við fotostatum at lýsa dýralívið við fiski, hvali og fugli í tí økinum Norrøna siglir. Brúkt er umleið ein mill. kr. til dekoreringina av Norrønu. Samanumtikið er ætlanin við listini umborð á Norrønu at geva ferðafólki eina fatan av, hvat hetta eru fyri lond og fólk, sum skipið siglir til. Bárður Jákupsson dámar annars skipið sera væl. Eydnast hetta projektið, so fer tað at fáa stóran týdning at knýta londini í Norður- atlantshavi saman. Hann heldur tað eigur at fáa ómetaliga stóran týdning fyri Ísland serliga, nú tað leggur seg so nógv eftir at fáa útlendsk ferðafólk til landið. Sær tú ein út- lendskan bil í Íslandi, so veit man, at hann er komin við Norrønu. Vit eiga kanska heldur ikki at undir- meta týdningin av at sigla uppá Noreg. - Er ein marknaður fyri hesum skipinum, so er tað flott, at vit føroyingar hava verið fyrstir og sagt, at hetta fara vit eftir. Tað kunnu vit bara vera stoltir av. Listin høgt raðfest umborð á Norrønu NÝTT SKIP Jan Muller Umborð á Norrønu - Eg eri ovfarin av, hvussu væl tað hevur eydnast at fáa eitt tíðar- hóskandi skip til ferða- mannaflutning í Norður- atlantshavi. Nýggja Norrøna er einki minni enn eitt flótandi Shera- ton. Støðið umborð fyri bæði ferðafólk og starvs- fólk er sera høgt, so hóast tankarnir og kenslurnar mangan leita aftur til gomlu Norrønu, sum goymir so nógv góð minni, so eiga allir føroy- ingar at vera sera ernir av nýggja skipinum. Hetta sigur Igo, sum hevur tænt umborð á gomlu Norrønu í 14 sesongir. So hann er eisini ein av veteranun- um hjá Smyril Line. Henda fimtanda se- songin umborð á nýggju Norrrønu verður hansara seinasta. –Eg hevði longu sagt takk fyri meg og farvæl fyri seinastu ferð við tí gomlu Norrønu. Nú heitt varð á meg um at taka enn eitt summar vildi eg fegin vera við til at hjálpa Smyril Line sigur Igo Piqua, sum er yvirtænari umborð og er kendur millum nógvar føroying- ar fyri at vera tann skjóti og sera professionelli tænarin. Igo er kroati. Hansara heimstaður liggur í Bos- nia Herzegovina, sum er partur av tí gamla Jugo- slavia. Í dag býr hann fyri tað mesta í Sarajevo. Vetrarhálvuna plagar hann at vera við teimum risastóru luxuslinarunum í Meðalhavinum og Kyrrahavinum ella í Karibiska havinum. Igo, sum hósmorgunin saman við teimum umleið 300 fólkunum umborð á Norrønu, sá gomlu Norrønu fara framvið og úr eygsjón fyri seinastu ferð, heldur tað sjálvandi vera hugtungt at síggja hetta fyrr so stásiliga far fara med alla, men hann viðgongur samtíðis, at tørvur var á einum nýggjum skipi við einum hægri støði fyri ferða- fólkini. Og tað hava før- oyingar fingið. - Eg haldi skipið er framúr til sína uppgávu og hava føroyingar og tey mongu, sum brúka Norrønu, fingið eitt skip man kann vera stoltur av. Eisini fyri starvsfólkið er nýggja skipið sera kær- komið. Eg gleði meg til saman við mínum starvs- feløgum at gera dagarnar umborð á Norrønu ógloymiligar fyri bæði føroyingar, íslendingar og hetlendingar, sum hava gjørt hetta møguligt og síðani fyri tey vónandi mongu útlendsku ferða- fólkini, ið fara at velja Norðuratlanthavið sum sína feriudestinatión. Hjartaliga tillukku Smyr- il Line og føroyingar allir við nýggja skipinum. Nýggja Norrøna: Eitt flótandi Sheraton Igo Piqua er við sum yvirtænari fimtanda árið við Smyril Line Bárður Jákupsson her saman við Anniku Andreassen á Smyril Line frammanfyri nakrar av sera vøkru fotostatunum umborð Mynd: Jan Müller Zacharias Heinesen,. Listarmaður frammanfyri eitt av listarverkum sínum í Norrøna Buffet restauratiónini Mynd: Jan Müller C M Y K 14