Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 72 - 12. apríl 2003 Nr. 72 - 12. apríl 2003 19 UTTAN ÚR HEIMI Minst tvær bumbur um árið Amerikanska fregnartænastan skrivar í einari nýggjari frágreiðing, at Norðurkorea er í ferð við at útvega sær so mikið av urani, at landið verður ført fyri at gera minst tvær kjarnorkubumbur um árið. Fyrr hevur CIA sagt, at Norðurkorea helst hevur eina ella tvær kjarnorkubumbur á goymslu longu nú, og í nýggju frágreiðingini, sum varð løgd fyri kongressina hósdagin, stendur eisini, at norðurkoreanar helst eisini hevur væl at evnafrøðiligum vápnum. Viðurskiftini millum USA og Norðurkorea hava verið spent seinastu mánaðarnar, eftir at tað kom fram, at Norðurkorea hevði tikið uppaftur kjarnorku- verkætlanina, sum landið annars steðgaði í 1994. Andstøðumaður 25 ára fongsul Dómvaldið á Kuba hevur dømt politiska andstøðu- mannin Oscar Elias Biscet 25 ára fongsul fyri undir- gravingarvirksemi ímóti myndugleikunum. Kona mótsatøðumansins, Elsa Morejon, sigur, at maður hennara er ósekur, og hon leggur afturat, at sjálvt tann harði dómurin fer ikki at fáa mannin at víkja frá sínum sjónarmiðum, tí hann er sannførdur um, at tey eru røtt. Fyrr í vikuni vórðu 71 politiskir andstøðingar á Kuba dømdir fongsulsrevsingar úr 12 upp í 27 ár. Tey flestu vórðu dømd fyri at hava samstarvað við USA ímóti kubanska stýrinum. Eygleiðarar siga, at dómarnir eru eini greið boð frá kubanska leiðaranum, Fidel Castro, um, at kubanska stjórnin góðtekur onga amerikanska uppílegging í innanhýsis viðurskiftini á Kuba. Ósigur til Le Pen Víðgongdi franski høgrapolitikarin Jean Marie Le Pen hevur nú endaliga mist sætið í ES-tinginum. Ein dómstólur í Strasbourg avgjørdi fyrradagin, at ES-tingið hevði rætt, tá tað fyri trimum árum síðani gjørdi av at blaka Le Pen úr tinginum. Upprunin til avgerðina hjá ES-tinginum var, at franska dómsvaldið hevði gjørt av, at Le Pen var ikki egnaður at sita í nøkrum almennum starvi. Upprunin til ta málið var ein tilburður í 1997, tá Le Pen leyp á ein kvinnuligan sosi- alistiskan politikara. Aftan á avgerðina hjá dómstólinum í Strasbourg kunngjørdi formansskapurin í ES-tinginum, at Jean Marie Le Pen hevði mist sætið í tinginum frá 10. apríl. Hítirnar hildu ikki Í vikuni royndi ein maður úr Peru at smugla meiri enn hundrað hítir, sum hann hevði fylt við kokaini, til Suðurkorea. Maðurin hevði svølgt tær nógvu hítirnar, men á flogferðini til Seoul var hann so óheppin, at tríggjar av hítunum brustu í maganum á honum. Tá flogfarið var í ferð við at seta seg í Seoul, kæørdi maðurin seg um, at hann hevði so ilt í maganum. Hann var ð tí fluttur á sjúkrahús, so skjótt sum flogfarið hevði sett seg, men læknarnir fingu einki gjørt. Suðurkoreanska løgreglan sigur, at tann 35 ára gamli Hugo Jose Collazos Hidalgo hevði svølgt 115 hítir við 900 gramum av kokaini. Um deyðsorsøkina verður sagt, at hann doyði av ovurnýtslu. Tað er ikki bara Sad- dam Hussein, sum er horvin, eftir at Bag- dad fall. Heldur ikki hinir iraksku leiðar- arnir eru at finna. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: CIA-agentar og servandir amerikanskir hermenn, sum í loyndum hava verið í Bagad seinastu tíðina, varnaðust mikudagin, at allir leiðararnir í Baath- flokkinum, Tjóðarhirðini og stjórnini vóru horvnir. Heldur ikki kunningar- málaráðharrin, sum fleiri ferðir um dagin hevði verið á almenna sjónvarpsskíggj- anum, var at finna. Amerikanararnir, sum vóru farnir til bagdad at finna Saddam Hussein deyðan ella livandi, leitaðu um allan høvuðsstaðin, men leiðararnir vóru sum farnir undir heilt. Sam- stundis frættist frá óheftum keldum, at upptøkutól, sum CIA hevði sett ymsastaðni í býnum, vóru horvin. Herleiðslan í Qatar fekk bert at vita, at alt samskiftið var brádliga hildið uppat, og at leiðararnir vóru ikki komnir til arbeiðis, sum teir annars høvdu gjørt hinar dagarnar. Amerikanararnir halda, at Saddam Hussein ivaleyst er farin til býin Tikrit, hað- ani hann er ættaður, meðan onnur halda, at hann kanska er farin til Sýria- lands. Amerikanski verju- málaráðharrin, Donald Rumsfeld, hevur sagt, at amerikanarar hava fingið upplýsingar, sum benda á, at ávísir irakskir leiðarar hava leitað sær skjól í Sýrialandi. Amerikanski Irak-ser- frøðingurin Kenneth Pol- lack heldur, at Saddam Hussein er farin úr Irak. Í gjár segði amerikanski uttan´ikisráðharrin, Colin Powell, at tá saman um kemur, hevur tað ikki so stóran týdning, hvar Saddam Hussein er, ella um hann er deyður ella livandi. Iraksku leiðararnir horvnir Í Bagdad er rættiligur ruðuleiki. Fólk ræna frá hond, og støðan ger, at hjálparfelags- skapir hætta sær ikki til Irak við neyðhjálp. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Seinastu dagarnar og næt- urnar hevur rættiligur ruðu- leiki valdað í irakska høv- uðsstaðnum. Fólk reika aftur og fram og ræna alt, sum tey kunnu fáa hendur á, og tað er heldur einki mark fyri, hvat verður rænt, ella hvar rænt verður. Altjóða Reyði Krossur sigur, at fólk hava millum annað verið inni á fleiri sjúkrahúsum í Bagdad, haðani tey hava rænt bæði heilivág, útgerð og inn- búgv. Viðurskiftini á sjúkrahúsunum í býnum vóru ring frammanundan, og tað, at tey nú eisini verða rænd, ger støðuna so mikið verri, sigur Reyði Krossur. Samstundis siga út- lendskir hjálparfelagsskap- ir, at teir tora ikki at senda fólk til Irak við neyðhjálp, tí viðurskiftini eru so ótrygg. Eitt nú stenda nógv tons av neyðhjálparútgerð í Jordan, og bæði heims- heilsustovnurin WHO og Reyði Krossur hava boðað frá, at teir fara ikki at senda síni fólk til Irak, fyrr enn støðan er batnað. Óskilið ræður ikki bert í Bagdad, siga hjálparfelags- skapirnir. Har vesturi í Irak er eingir amerikanskir her- menn, og har ræður lóg- loysi. Har suðuri í landinum er støðan lítið mætari, sigur Reyði Krossur. Neyðhjálp, sum varð send tann vegin, varð alt fyri eitt rænd. Amerikanska herleiðslan sigur, at hon hevur ikki her- menn til at forða ráns- monnunum, tí hermenninir eru framvegis í bardaga við irakar - eisini í sjálvum Bagdad. Hjálparfólk tora ikki til Irak Vanliga gøtumyndin í Bagdad í dag: Ránsmenn á veg til hús við fongi Amerikanska ætlanin at skipa eina fyribils- stjórn í Irak við fyrrverandi general- inum Jay Garner sum leiðara møtir mót- støðu í øðrum arab- iskum londum. AFTAN Á KRÍGGIÐ Árni Joensen: Egyptaland, Saudiarabia, Sýrialand og Arabiski Eindarfelagsskapurin eru av teirri áskoðan, at irakar skulu sum skjótast sleppa at velja sína egnu stjórn. - Irakska fólkið eigur at fáa rætt til at skipa sína egnu stjórn. Einki fremm- ant land eigur at noyða eina stjórn oman yvir irakska fólkið, sigur Amr Mussa, sum er formaðurin í Ara- biska Eindarfelagsskapin- um. Eisini Saudiarabia, eitt land við sera avmarkaðum demokratii, hevur tikið til orðanna fyri, at irakar eiga at sleppa at velja sítt egna stýri. Tilsvarandi viðmerk- ingar eru komnar úr Bah- rein og úr Jordan. USA hevur fleiri ferðir ávarað Sýrialand ímóti at hjálpa irakum í krígnum ímóti amerikanarum og bretum. Tað hevur fingið Sýrialand at biðja altjóða samfelagið gera sítt til at fáa enda á útlendsku hersetingini í Irak og teirri álvarssomu støðuni, sum hesin ágangurin hevur elvt til, soleiðis sum stjórnin í Damaskus orðar tað. Garner og Ísrael Eygleiðarar í tí arabiska heiminum siga, at viðmerk- ingarnar úr teimum arab- isku londunum bera týði- liga boð um ein illgruna um, at USA hevur eina loyniliga ætlan við at seta júst Jay Garner til at leiða fyribilsstjórnina í Irak. - Jay Garner hevur gott samband við Ísrael, og avgerðin at tilnevna hann er ein ábending um málið hjá heykunum í Bush-stjórnini, sigur Hassan Nafaa, sum er leiðari á samfelagsvísinda- ligu deildini á lærda há- skúlanum í Kairo. - Málið hjá teimum er, at USA skal hava eitt hernað- arligt stýri í Irak í einari til- lagingartíð, áðrenn landið fær eina stjórn, sum verður fullkomiliga knýtt at USA, og tað fer at krevja, at am- erikanararnir verða verandi í landinum, sigur Nafaaa. Hann ivast ikki í, at tað, sum fer at henda í Irak, fer at ávirka øll tey arabisku londini. Egyptiski eygleiðarin Makram Mohamed Ahmed heldur, at amerikansku her- deildirnar fara at møta mót- støðu, steðga tær ov leingi í Irak. - Arabisk lond bera ótta fyri, at talan verður um eina beinleiðis herseting, og eg fái vænti ikki, at irakararnir fara at góðtaka eina slíka herseting. Verður steðgurin hjá amerikansku hermonn- unum ov drúgvur, fara irak- ar at gera mótstøðu, sigur tann egyptiski eygleiðarin. Almenna egyptiska blaðið Al-Ahram skrivaði í vikuni, at heykarnir í Bush- stjórnini hava ikki givið sær far um tey arabisku londini ella uttanríkisráðið í Wash- ington við at tilnevna Jay Garner til leiðara í fyribils- stjórnini í Irak aftan á kríggið. - Vit vita, at hesin fyrr- verandi generalurin hevur gott samband við Ísrael, og júst Ísrael verður tað land- ið, sum fær mest burtur úr krígnum, skrivaði blaðið hjá egyptisku stjórnini. Sambært ærlanini, sum amerikanararnir kunn- gjørdu tann 7. mars, verður Irak býtt sundur í trý øki, og Jay Garner verður ovasti leiðari í øllum trimum økjunum. Arabisk lond leggja USA undir loyniliga ætlan UTTAN ÚR HEIMI Í nógvum muslimskum londum hava fólk mótmælt amerikanska álopinum á Irak. Heru eru tað sunni- muslimar í Pakistan, sum mótmæla. USA hevur tilnevnt 43 irakar, sum skulu taka lut á einum fundi um framtíð landsins aftan á Sad- dam Hussein. Fund- urin verður ætlandi í morgin, men tann stóri spurningurin er, um tann amrikanska ætlanin kann nýtast. AFTAN Á KRÍGIÐ Árni Joensen: Eftir ætlanini skulu teir 43 iraksku leiðararnir, sum amerikanska stjórnin hevur funnið fram, á fund í morgin um, hvat skal henda í Irak, tá Saddam Hussein er fallin. Á fundinum verða eisini tríggir týðandi am- erikanskir embætismenn. Men ber tað til at skipa Irak sum eitt demokratiskt land, soleiðis sum amerik- anarar ætlað? Fleiri eyg- leiðarar halda, at tað frægasta svarið er, at eitt demokratiskt stýrislag kann ikki nýtast í Irak orsakað av landsins etnisku og átrún- arligu viðurskiftum. Og amerikansku fundar- fyrireikararnir hava longu fingið sjón fyri søgn. Tann týdningarmesti shiamus- limski felagsskapurin, SCIRI, hevur boðað frá, at hann fer ikki at senda umboð á fundin. - Vit fara ikki á fund. Eftir okkara tykki er hetta eitt tekin um tað komandi amerikanska harravaldið í Irak, og vit ætla okkum als ikki at verða partur í hesari verkætlanini, sigur tals- maðurin hjá SCIRI, Hamid al-Bayeti. Útlagnir shiamuslimskir irakar, sum halda til í Iran, eru ikki bodnir á fundin, og teir hava boðað frá, at teir ætla sær ikki at lýða harra- boð frá einari amerikansk- ari leiðslu, hvørki í Bagdad ella Washington. Leiðari teirra segði í síðstu viku, at USA spælir við eld. Eitt sprøklut teppi Arabisku londini tykjast sum nevnt í greinini nið- anfyri vera á einum máli um, at irakar skulu ráða í Irak. Spurningurin er bara: Hvørjir irakar? Landið er sett saman av einum ótali av etniskum bólkum, ætt- um, ættarbólkum og trim- um fólkabólkum, sum eru kurdarnir har norðuri, sunnimuslimarnir mitt í landinum og shiamuslimar- nir har suðuri. Og so er vert at hava í huga, at av teimum 26 milliónunum í landinum eru shiamuslimarnir í meiriluta. SCIRI er tann størsti andstøðufelagsskapurin hjá shiamuslimunum, og hann hevur sum nevnt boðað frá, at hann fer ikki á fundin, sum ameriksnararnir hava fyrireikað. Teir báðir kurd- isku felagsskapirnir, PUK og KDP, hava ræði á sínum viðhaldsfólki, men kurdar- nir eru lítið meiri enn ein fimtapartur av fólkinum í Irak. Hjá sunnimuslimun- um eru tað tveir felagsskap- ir, INC og INA, sum kunnu sigast at hava nakran týdn- ing. INA hevur tann veik- leika, at nógvir av hansara leiðarum eru útlagnir fyrr- verandi heryvirmenn. Hjá INC er trupulleikin, at nógvir irakar hava ikii álit á leiðaranum, Ahmed Cha- labi, tí teir halda hann vera eitt, sum bara hongur í høl- unum á amerikanarunum. Irak hevur ongantíð í landsins 7000 ára longu søgu verið eitt demokrati, hvørki eftir vesturlendskum ella islamskum mátistokki, og flestu eygleiðararnir iv- ast í, at USA er ført fyri at "læra irakar pluralismu", sum sagt verður. Verri enn Saddam Verður Irak demokrati, og tann shiamuslimski meiri- lutin vinnur eitt demokratiskt val, er tað neyvan í samsvari við am- erikansku ætlanina. - So verður Irak eins og eitt Hizbollah-land við Mo- hammed Baqir, ayatollah sum leiðara. Og so endar Irak og alt økið í einari støðu, sum verður uppaftur verri enn Saddam Hussein, sigur ísraelski Miðeystur- serfrøðingurin Guy Bichor. - Ella sagt við øðrum orðum: Irak aftan á Saddam Hussein kann enda sum Jugoslavia aftan á Tito, sigur hann. Tað óstýriliga Irak C M Y K 19 18