Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Málverjin hjá VÍF sigur, at tað er nú, at hann og liðfelagarnir skulu taka av. Teir hava fleiri ferðir fing- ið nýggjar møgu- leikar, men hetta er so tann seinasti GULLDYSTUR Jákup Mørk Einki er at ivast í, at mál- verjarnir í dystinum leygar- dagin kunnu fáa ein týðandi leiklut. Ofta verða málverjarnir ikki roknaðir við, tá tosað verður um týðandi leikarar, men í veruleikanum er kanska eingin leikari so týðandi sum júst teir. Hevur mál- verjin ein góðan dag, kann hesin í bókstaviligan for- stand vera gull verdur, og tí er altíð eitt ávíst trýst á teimum, sum átaka sær hendan til tíðir ótakksama leiklut. Hjá VÍF man lítil ivi vera um, at tað verður Eli Müll- er, sum verður fyrsta valið ímillum stengurnar. Spurd- ur, hvussu ein málverji kann fyrireika seg til ein slíkan dyst sigur hann, at ein partur av hesum sjálv- andi er at hyggja at, hvussu mótstøðumenninir skjóta. - Vit hyggja ofta at video- bondum av mótstøðulið- unum, og tá kanst tú ofta síggja, hvussu teir skjóta, og tað kann geva ein fyri- mun í einstøku dystarstøð- unum, heldur hann. Men merkir tað so eisini, at tað at vera ein góður málverji í stóran mun bara snýr seg um fyrireiking? og er tað veruliga so, at tá øll høllin er á gosi, og ein mótstøðumaður fer upp at skjóta. Kann málverjin tá í nøkrum brotpartum av ein- um sekundi hugsa, akkurát hvar hasin maðurin plagar at skjóta. - Nei, tað kanst tú sjálv- andi ikki. Og sjálvandi er tað ikki bara fyrireiking. Men ofta er tað so, tá menn eru pressaðir ella eru um at møðast, so hava teir lyndi at skjóta ávíst stað, og tá kann tað vera ein hjálp, um tú kennir skotvanarnar hjá einstøku leikarunum. - Men hartil, so má verj- an eisini rigga. Hon hevur alt at siga fyri okkum, og verður avgerandi fyri, hvussu vit fara at standa okkum. Riggar verjan væl, so merkist tað eisini aftur í álopsspælinum, sum av sær sjálvum fer at koyra betri. Skulu taka av Um karmarnar kring dystin sjálvan, heldur Eli annars, at teir kunnu ikki verða nógv betri. - Spenningurin er sjálv- andi stórur. Fólk í bygdini tosa næstan ikki um annað, men tað mugu vit so bara royna at loka úti. - Vit skulu sum so bara hugsa um at taka av møguleikanum, sum vit nú hava fingið. Vit hildu annars, at alt var farið, tá vit taptu fyri Kyndli, men teir okkum so eina tænastu, tá teir vunnu á StÍF. Árið í ár hevur verið so, at vit alla tíðina hava fingið ein eyka kjans, tá vit sjálvir hava kiksað, men hesa ferð vita vit so, at tað er seinasti møguleiki. Og hesum ætla vit at taka av, sigur mál- verjin hjá vestmenningum at enda. Nr. 72 • leygardagur • 12. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Vestmenningar høvdu sína sein- astu venjing hós- kvøldið. Fríggja- dagurin var hvílu- dagur og leygar- dagin verðu so stóra brakið GULLDYSTUR Jákup Mørk Var onkur spión av skálafjørðinum og hugdi at venjingini hjá VÍF hóskvøldið, so mundi tað ikki vera stórvegis, sum hesin hevði fingið burturúr venjingini. Fyri tað mesta var tað nevn- liga so, at tað gekk rætti- liga friðarliga fyri seg. Eftir eina samlaða upphiting við nøkrum róligum rennitúrum eftir vøllinum, stóðu leik-ar- arnir eina løtu tveir og tveir og kastaðu sína- millum, áðrenn eisini málverjarnir fingu sína upphiting, og so var klárt til dyst. Dysturin var væl leiddur av Sámali Joen- sen, men hóast hann við hesum avdúkaði evni, sum kunnu koma til góðar seinni, so var tað ikki fyrst og fremst hetta, sum var mest áhugaverdi luturin undir venjingunum. Heldur mundi tað vera tann sannroynd, at fleiri av teimum, sum annars hava verið roknaðir sum lidnir, tóku lut í venjing- unum. Hjalmar Klein Olsen, Rógvi Nielsen og Sjúrður Holm díktu allir á við fullari ferð, og tað varð eisini seinni váttað, at hesir vera við í hóp- inum leygardagin. Onkur helt skemtandi fyri, at Sjúrður kanska kundi verið eitt evni til ársins stjørnuskot á gallaveistluni, ta´hendan verður, men tað man vera so sum so við tí. Ivaleyst verður tað heldur ikki millum teir fyrstu sjey á vøllinum leygardagin, men teir eru so tøkir, og einki er at ivast í, at roydnirnar hjá teimum eru nakað, sum kunnu koma lið- num til góðar. Tí leygardagurin kann í stóran mun verða av- gjørdur upp á royndir. Tá ein stúgvandi full høll av áskoðarum stendur og ýlir at leikar- unum seinastu minutt- irnar av dystinum, ræður í øllum førum um at halda høvdið kalt, og í so máta kann væl verða, at hetta verður ein styrk- ur sum munar. Eldra ættarliðið drigið við Eli er klárur Ein lítil steðgur undir venjingini, meðan Ingi Olsen ger av, hvør skal hava vest og ikki Mynd: Álvur Haraldsen Einki er at ivast í, at skal VÍF vinna gullið leygardagin, skal millum annað Eli Müller hava ein av teimum góðu døgunum Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 72 - 12. apríl 2003 C M Y K 20