leygardagur 12. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 12. apríl 2003
23
Tøl siga ikki alt
Tað kann altíð vera
stuttligt at tríva í
hagtølini, tá lið skulu
styrkismetast, men
enn hava hesi ikki
avgjørt nakran dyst
GULLDYSTUR
Jákup Mørk
Talvan niðanfyri sýnir,
hvussu tað hevur tørnað út,
tá gullbiðlarnir leygardagin
hava hitst í teimum trimum
undanfarnu landskapping-
ardystunum í hesum kapp-
ingarárinum.
Sum
tað
framgongur av úrslitunum,
so hevur tað hvørja ferð
verið StÍF, sum hevur verið
omaná, og í so máta munnu
strandingarnir eisini vera
eitt slag av favorittum und-
an brakinum.
Tað hevur eisini víst seg
seinnu árini, at hóast VÍF
hevur verið ovari av teim-
um báðum liðunum síðani
1999, so hevur StÍF ferð
eftir ferð argað gula herin,
ið aloftast hevur havt tað
trupult móti ágangandi
verjuspælinum hjá StÍF.
Tá tað kemur til einstøku
leikararnar, so er tað tó ein
vestmenningur, sum hevur
skotið flestu málini. Áki
Olsen hevur ikki færri enn
25 smekkað bóltin í kassan
teir tríggjar dystirnar, sum
yvirlitið inniheldur, og av
hesum vórðu ikki færri enn
11 skotin í seinasta dystin-
um. Tað var tó tann av dyst-
unum, sum VÍF tapti við
greiðastu dystartølunum.
Hondbólturin vinnur
Hvussu tað verður hesa-
ferð, er tó meira enn trupult
at spáa um. Tó at talan er
um lítlan favoritt-leiklut til
strandingarnar, so eru tað
ikki hagtølini, sum avgera
nakran dyst. Her verður tað
í stóran mun dagsformurin
hjá báðum pørtum, men
fyri undirhaldið í høllini,
áskoðararnar og ikki minst
fyri hondbóltsspælið er at
vóna, at báðir partar spæla
upp til sítt allarbesta. Tá
verður tað føroyskur hond-
bóltur, sum verður tann
stóri vinnarin.
Áki Olsen er tann leikarin, sum hevur skotið flestu málini, tá
VÍF og StÍF hava spælt í ár, og ivaleyst seta vestmenningar
stóran part av álitinum á skotstyrki hansara leygardagin
VÍF
-
StÍF
25
-
31
29
-
32
27
-
34
út
mál
Leikari
Leikari
mál
út
3
25
(3)
Áki Olsen
Sveinur Justinussen
23
(2)
3
15
John Zachariasen
Artur Johansen
21
(11)
12
(2)
Piti Negru
Costin Dumitrescu
19
(5)
1
1
8
Ingi Olsen
Alexandur Johansen
12
(1)
1
1
7
Daniel Rápa
Jón Rasmussen
6
2
5
(1)
Áki G. Olsen
Andre F. Danielsen
6
2
4
Agnar Joensen
Kristjan Petursson
5
3
3
Ólavur Brimnes
Bent Djurhuus
4
1
Fríðbjørn Seloy
Borgar Danielsen
1
1
1
Rógvi Nielsen
Janus Trúgvason
1
Pauli Hansen
1
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir v -
j
-
t
mál
mál munur stig
1 VB
11 10 - 1
-
0
600
482
118
30
2 VÍF
11
7 - 2
-
2
538
448
90
24
3 StÍF
11
6 - 1
-
4
552
552
0
19
4 Stjørnan 12
4 - 1
-
7
529
530
-1
17
5 Kyndil
11
4 - 1
-
6
554
563
-9
15
6 Neistin
11
4 - 0
-
7
474
517
-43
13
7 Tjaldur
11
1 - 0
- 10
430
585
-155
3
1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v -
j
-
t
mál
mál munur stig
1 StÍF
11
8 - 2
-
1
671
578
93
27
2 VÍF
11
8 - 0
-
3
722
608
114
25
3 Kyndil
11
8 - 2
-
1
660
600
60
24
4 Neistin
11
4 - 1
-
6
638
618
20
18
5 KÍF
12
3 - 2
-
7
642
681
-39
13
6 H71
11
4 - 0
-
7
587
677
-90
11
7 Tjaldur
11
0 - 1
- 10
583
741
-158
4
Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið
Bólkur 1
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 NSÍ
3
3 - 0
-
0
10
2
8
9
2 B68
3
1 - 1
-
1
5
7
-2
4
3 TB
3
0 - 1
-
2
2
11
-9
1
4 FSV
3
1 - 0
-
2
10
7
3
3
Bólkur 2
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 EB/S
3
2 - 1
-
0
6
1
5
7
2 VB
3
1 - 2
-
0
4
3
1
5
3 KÍ
3
1 - 1
-
1
5
5
0
4
4 AB
3
0 - 0
-
3
1
7
-6
0
Bólkur 3
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 HB
3
2 - 0
-
1
10
3
7
6
2 GÍ
3
3 - 0
-
0
8
2
6
9
3 B36
3
1 - 0
-
2
2
5
-3
3
4 Skála
3
0 - 0
-
3
3
13
-10
0
26. apríl bjóðar
Kyndil øllum hond-
bóltsleikarum í land-
inum til stórt galla-
kvøld, sum hesa ferð
verður hildið á Plat-
form í Havn
GALLAKVØLD
Jákup Mørk
Hondbólturin var fyrsta
ítróttagreinin her á landi,
sum veruliga fekk lív í
hugtakið,
Gallakvøld.
Hetta tá H71 á várið 1999
tók stig til stórsligið tiltak,
sum varð hildið í Student-
arskúlanum í Hoydølum.
Næsta árið vóru tað aftur
hoyvíkingar, sum skipaðu
fyri, men síðani varð mest
sum gjørt av, at tiltakið
skuldi út at ferðast. Fyrra-
árið vóru tað so tey í VÍF
og í fjør VB, men leingi
hevur stór óvissa valdað
um, hvussu fór at verða við
kvøldinum hesaferð.
Nú hevur Kyndil tó boð-
að frá, at tey saman við
Platform fara at skipa fyri
kvøldinum.
Hetta verður tann 26.
apríl, og sum vera man, so
verður nógv gjørt burturúr
kvøldinum, sum hesa ferð
er ókeypis hjá leikarunum..
Klokkan 21.00 verða
dyrnar lætnar upp fyri
leikarunum, sum til høvið
fáa eina eksotiska buffét.
Undirhald verður við Hilm-
ar Jan Hansen, og seinni
um kvøldið spælir Terji
Rasmussen við manning til
dans.
Hæddarpunktið á sjálv-
um
kvøldinum
verður
sjálvsagt kjósanin av teim-
um bestu leikarunum, sum
hava gjørt vart við seg hetta
kappingarárið. Einasta av
hesum, sum er avgjørt
frammanundan eru sjálv-
andi bestu málskjúttarnir,
og alt bendir á, at hesi eita
Dragisa Stojovic og Daiva
Toumaite. Restin verður
verandi ógreitt til tað
seinasta, tá ikki færri enn
13 virðislønir skulu hand-
ast umframt heiðurin fyri
málskjótingina. Tað verða
ársins málverjar, ársins
venjarar, ársins álopsleikar-
ar, ársins verjuleikarar, árs-
ins dómarapar og so sjálv-
andi tey bæði, sum størsti
spenningurin oftast er um.
Nevnliga heiðurin sum
ávíkavist ársins leikari og
ársins stjørnuskot.
Meira verður ivaleyst at
frætta um tiltakið seinni,
men longu nú hava hond-
bóltsfeløgini kring landið
fingið
atkvøðuseðlarnar
sendandi, soleiðis at fyri-
reikararnir
kunnu
fáa
hendan partin av tiltakinum
upp á pláss í góðari tíð.
Kyndil heldur galla á Platform
23
22
Nr. 72 - 12. apríl 2003
Ingi Olsen er ikki í iva
um, at skal VÍF vinna,
so skal dysturin spæl-
ast eftir teirra for-
treytum, men hinveg-
in ætlar hann eisini at
fyrireika liðið sum
best til mótstøðuna
GULLDYSTUR
Jákup Mørk
Tá seinasta venjingin á ári-
num endaði hjá vestmenn-
ingum, var ikki heilt liðugt
við fyrireikingunum kort-
ini. Allir sum ein vórðu
leikararnir bidnir um at
koma í eina av skúlastov-
unum í Vestmanna Skúla,
har teir umvegis sjónband
eina seinastu ferð kundu
gera sær eina fatan av,
hvussu mótstøðan fer at
verða leygardagin.
Eftir okkar fortreytum
Eftir at hann hevði fingið
allar leikararnir inn í rúmið,
fingu vit eitt stutt prát við
venjaran hjá VÍF, Inga Ol-
sen. Og hóast hann við-
gekk, at hetta var ein partur
av fyrireikingunum, so tókt-
ist hann ikki vera so nógv
fyri at tosa um strandingar-
nar.
– Nú verður hetta sjón-
bandið ikki nøkur komplett
gjøgnumgongd av liðnum
hjá StÍF. Skulu vit vinna
dystin, so skulu vit í størst-
an mun spæla upp á okkara
egnu fortreytir.
– Men tá tað er sagt, so er
tað sjálvandi eingin loyna,
at strandingar hava nakrar
styrkir, sum vit skulu ansa
eftir. Stórsta hóttanin eru
sjálvandi teir tríggir bak-
spælararnir, sum vanliga
fáa sera nógv burturúr, og
har mugu vit so finna upp á
rað at steðga teimum. Men
hinvegin hava teir so kan-
ska onkur øki, har teir ikki
eru heilt so sterkir, og tey
mugu vit so eisini royna at
raka.
– Og so tosa sjálvandi
nógv eisini um málverjan.
Hann er sjálvandi góður, so
har er bara eitt hjá okkum
at gera, og tað er at skjóta
betri. Eg haldi í øllum før-
um, at vit standa einki aftan
fyri teir, hvat skotstyrki
viðvíkur, men vit hava tó
havt onkrar trupulleikar við
hesum í árinum. Ikki minst
tí upptaktin hjá okkum
mest sum varð oyðiløgd, tá
Sámal og partvíst Áki vóru
skaddir.
Seinastu trumfarnir
Tað er tó ikki bara skot-
styrki og gott verjuspæl,
sum eru trumfirnir hjá VÍF
leygardagin.
Til hesa seinastu venjing-
ina vóru fleiri væl kend
andlit at síggja, og Ingi
váttar eisini, at partur av
»gomlu garduni« verður
við hesaferð.
– Vit hava mest sum tømt
aðru deild, soleiðis at hóp-
urin hjá okkum verður so
breiður sum gjørligt leygar-
dagin, og tað tænir eisini
onkrum endamáli. Vit hava
í nógvar mátar verið ov
tunnir í seinastuni, og við
hesum monnunum kunnu
vit kanska geva øðrum leik-
arum nakað av hvíld ígjøg-
num dystin. Eisini kann tað
geva mær betri frið til bert
at hugsa um spælið hendan
dagin, heldur enn eisini at
vera venjari, tí tað hevur
heilt víst órógvað viðhvørt.
– Og so vita vit eisini,
hvat hesir menninir standa
fyri, og tað at spæla avger-
andi dystir er so avgjørt
ikki nakað nýtt fyri teirra
viðkomandi. Og so er tað
eisini tað, at vit skulu vinna
dystin. Vit hava tørv á øll-
um hugsandi styrki., og
kann hetta vera ein hjálp,
so tænir tað sínum einda-
máli, sigur Ingi Olsen at
enda.
Skulu stýra sjálvir
Tað verður fyrst og fremst spælið við bóltinum, sum Ingi Olsen fer at hugsa um leygardagin. Venjaralutin verða tað í stóran
mun aðrir, sum koma at taka yvir
Fyrsta árið teir døma
saman, sleppa teir
báðir kyndlararnir
at døma helst stør-
sta dystin á árinum,
og tað taka teir sum
ein stóran heiður
GULLDYSTUR
Jákup Mørk
Tað verða Hannis Ward-
um og Eyðun Samuelsen,
sum skulu stýra braki-
num í Vestmanna. Teir
báðir hava alt árið talst
millum bestu dómararnar
í landinum, og í so máta
er einki forgjørt í, at teir
nú sleppa at runda árið av
við einum slíkum dysti.
Hóskvøldið hittu vit
annan
teirra,
Eyðun
Samuelsen, á máli, og
hann var ikki í iva, tá vit
spurdu hann, um hetta
kendist sum eitt herða-
klapp fyri árið.
– Tað er so einki at iv-
ast í. Eg vil næstan siga,
at hetta er størsta avbjóð-
ingin tú kanst fáa sum
dómari her heima. Nú alt
hevur lagað seg soleiðis,
er hetta enntá størri enn
steypafinalan, tí her stend-
ur meistaraheitið upp á
spæl.
Røtt kemi
Sjálvur hevur Eyðun
dømt nakað áður, men
talan hevur tó verið um
drúgvan steðg, inn til
hann í fjør so spakuliga
tók eina hond við hjá
Hannis, tá tað barst frá
hjá Una Wardum.
Tá Uni so gjørdist
venjari hjá hoyvíkingum
var greitt, at ársins dóm-
arapar frá í fjør so ikki
fór at døma aftur í ár, og
so hevði Kyndil tørv á
nýggjum pari. Uppruna-
liga skuldi tað verið Rúni
Mohr og Eyðun Samuel-
sen, men tá hesin fyrri
heldur vildi verið meira
aktivur á vøllinum, ring-
di Eyðun til Hannis, sum
annars hevði ætlað at lagt
floytuna á hillina.
– Hann segði beinan
vegin ja. Vit dømdu jú
nakrar dystir í fjør, og vit
føldu beinanvegin, at vit
høvdu røttu kemi’ina
okkara millum, og saman-
um tikið, so haldi eg eis-
ini, at tað hevur gingið
hampuliga væl hjá okk-
um í ár, sigur Eyðun.
Stuttligt
Og tá tosið aftur fellur
inn á gulldystin, við-
gongur Eyðun eisini, at
eins og hjá leikarunum,
so mugu dómararnir eis-
ini gera sítt heimaarbeiði
til slíkar dystir.
– Vit hava longu dømt
hesi bæði liðini tvær
ferðir í ár, og tað hevur
gingið hampuliga væl.
Tað gevur okkum eisini
tann fyrimun, at leikarar-
nir vita, hvar vit standa
og ikki minst, hvar okk-
ara mørk eru.
– Men hartil, so hava
vit eisini hugt at tveim-
um øðrum dystum hjá
liðunum. Hetta fyri líka
sum at fyrireika okkum
enn betri, tí hetta er jú ein
heilt serligur dystur, og
tað skerst ikki burtur, at
vit eru spentir til uppgáv-
una.
– Og so er tað eisini
stuttligt, at dysturin er í
Vestmanna.
Har
eru
áskoðararnir altíð við í
dystinum, og intensitet-
urin í høllini er øgiligur.
Tað eru júst slíkir dystir,
sum gera tað stuttligari at
døma, og saman við
steypafinalunum er ein
møguleiki sum hesin
heilt víst nakað, sum ger
hugin enn betri í so máta,
sigur Eyðun Samuelsen
at enda.
Hannis &
Eyðun døma
Hondbóltur
1. deild kvinnur
12.04
14.30
Neistin-Kyndil
12.04
14.30
Tjaldur-VB
12.04
14.30
VÍF-StÍF
1. deild menn
12.04
16.00
Neistin-Kyndil
12.04
16.00
Tjaldur-H71
12.04
16.00
VÍF-StÍF
Fótbóltur
Kappingin um Løgmanssteypið
Bólkur 1
12.04
B68-TB
Páll Augustinussen
12.04
FSV-NSÍ
Jens Petur Brattalíð
Bólkur 2
12.04
EB/S-KÍ
Suni Johansen
13.04
VB-AB
Lassin Isaksen
Bólkur 3
12.04
Skála-HB
Niklas á Líðarenda
12.04
B36-GÍ
Dagfinn Olsen
Dystir um vikuskiftið
C
M
Y
K
22