Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nú er aftur gistingar- hús á Sandi. Tað er Ísansgarður, sum hevur latið uppaftur við nýggjum leiðara. Nýggj kaffistova letur eisini upp í dag GISTINGARHÚS Edvard Joensen Sandi: Gistingarhúsið Ísansgarður á Sandi lat upp aftur tann 1. apríl. Í dag letur kaffistovan eisini upp. Tað er Tóra Jensen á Sandi, sum hevur latið Ís- ansgarð uppaftur sum »Ból og bita«, sum er føroyska heitið fyri tí betri kenda »Bed and Breakfast«. Tóra hevur drúgvar royndir inn- an tænastuøkið.. Umframt at hava liggja- ndi gestir, letur Tóra eisini kaffistovu upp í Ísansgarði í dag. Fyribils verður bert opið um vikuskiftini, men frá 1. juni verður opið hvønn dag. Á kaffistovuni verður møguleiki fyri at keypa sær onkra lættari máltíð so sum salat, tvíflísir ella mikro- bylgjuovnsdøgurða, sigur Tóra Jensen. Hon sigur, at fyrstu tíðin, tá opið er um vikuskiftini, eru tíðirnar soleiðis, at opið er leygardag frá 10 - 17, og sunnudag frá 14 - 17. Hon hevur serliga havt í huganum ítróttarfólk og viðhaldsfólk hjá teimum, sum koma til Sands at kappast, soleiðis at tey kunnu fara inn onkun- staðni, meðan bíðað verður undan og eftir dyst. Ísansgarður er gamalt, hugnaligt hús nakað inna- laga í Sands bygd. Har er barnavinarligt umhvørvi, eins og væl liggur fyri at gera útferðir. Oyggin er sera væl egnað soleiðis, og stutt er av Sandi til eitt nú Gróthúsvatn, Søltuvíkar ella fyri tann skuld oman á Mølheyggjarnar, sum eru einastu av sínum slagi í landinum. Eisini hava sand- ingar nú fleiri útgrevstrar at vísa á, um áhugi skuldi ver- ið fyri tí. Ikki minst eru Sandsvatn og fótbóltsvøllurin inni í Dalinum, sum fólk kunnu vitja. Í Ísansgarði eru níggju kømur, sum øll eru roykfrí, sigur Tóra Jensen. Somu- leiðis eru uppihaldsrúmini eisini roykfrí. Húsið er í góðum standi. Wc og bað er til eitt av rúmunum. Hini mugu so klára seg við tveimum fel- ags toilettrúmum, sum eru nýístandsett, greiðir Tóra Jensen frá. Ísansgarður er latin uppaft- ur, og nú verður eisini kaffistova í húsinum Mynd: Edvard Joensen Ísansgarður latin uppaftur 24 Nr. 72 - 12. apríl 2003 Jón Rói og teir hava trupla uppgávu, meðan eitt skert FCK lið á heimavølli tekur ímóti Esbjerg SUPERLIGAN Jákup Mørk Tað eru framvegis fýra stig millum tey bæði føroysku útisetaefeløgini í donsku superliguni, FCK og Brøndby. Síðani kappingin varð uppafturtikin, er munurin minkaður við fimm stigum, so nú ræður um hjá Brørndby at halda fast um trýstið. Uppgávan hesa ferð er tó ein av teimum truplu, tá Jón Rói og teir skulu vitja í Odense, har OB millum annað hevur sent FCK heim við ongum. Roknast kann her við, at Jón Rói enn einaferð má taka til takkar við einum plássi á beinkinum. Í øllum førum hevur Michael Laudrup onga orsøk at seta nakran av eftir sigurin á Brøndby í miðvikuni, men møguleikin hjá Jón Róa kann kanska vera, um onkur av leikarunum hevur tørv eitt sindur av hvílt eftir tveir somikið harðar dystir seinastu vikuna. Hjá FCK er framvegis ivi um fleiri leikarar, so møgu- liga verður Todi Jónsson aftur í hópinum, tá FCK leygardagin tekur ímóti Esbjerg í donsku SAS- liguni. Í øllum førum eru Thomas Røll, Christian Lønstrup og Thomas Antonelius skaddir, og hartil valdar ivi um, hvørt Erik Mykland og Peter Christiansen eru tøkir leygardagin. Eingin av hesum var við í fjórðings- finaluni ímóti Brøndby herfyri, so enn sær ikki heilt svart út hjá Toda Jónsson. Brøndby má halda trýstinum Hjá fleiri feløgum er nú at vera seinasta útkall, um tey skulu víðari í steypakapp- ingini, og tí eru fleiri spennandi dystir helst í væntu um vikuskiftið LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Spentir vágamenn Tað er einki at ivast í, at vágafólk fara fjølment til dyst leygardagin. Eftir tvey tepur tap í fyrstu dystunum, kom hol av álvara á, tá TB var á vitjan seinasta viku- skifti, og nú skulu lokalu hetjurnar so byggja víðari upp á tað úrslitið. Uppgávan er tó torfør, tá verandi steypavinnararnir úr Runavík koma á vitjan. NSÍ hevur higartil vunnið allar sínar dystir, men júst hetta kann kanska gerast trumfurin hjá FS Vágum, um so er, at gestirnir taka sær nakað av løttum, og kanska royna onkrar nýggj- ar variantar í spælinum. Á Toftum skal B68 taka ímóti TB, og hetta er ein dystur, sum heimaliðið skal vinna. Ger B68 tað, er liðið á sjey stigum, og so skal ikki so nógv til afturat, til tess at tryggja sessin í fjór- ingsfnaluni. KÍ má vísa styrkin Bæði EB/Streymur og VB hava møguleikan at mest sum tryggja sær atgongd til fjórðingsfinalunar, tá tey spæla sínar dystir leygar- dagin. Rættiliga óvæntað – men tó uppiborið – er EB/Streym- ur higartil oddaliðið í bólkinum, og grundarstein- urin undir hesum varð sett- ur í fyrsta dystinum í Klaks- vík. Ta uppgerðina vann samansetta liðið heili 4-0, og einki er at ivast í, at teir aftur fara eftir øllum stig- unum hesaferð. Enn hevur KÍ ikki sannført um styrki sína, men tað er nú um at verða neyðugt, um støðan ikki skal gerast tann sama sum í fjør, tá liðið mátti siga farvæl til steypakapp- ingina í bólkaspælinum. Á Vági tykist dysturin sunnudagin at vera tann lættasti hjá VB, men hetta er neyvan nakað, sum mel- ur í heysinum á leikaru- num, tá teir fara á vøllin. Enn hevur AB einki stig fingið, men serliga móti VB var heilt nær við, og tí kunnu teir møguliga arga vágbingarnar hesaferð. Manntómt á Skála Í triðja og seinasta bólki- num tykist harðasta upp- gerðin hesaferð at standa millum B36 og GÍ. Gøtu- menn hava longu níggju stig, og eru harvið at kalla vissur í at koma víðari, men hjá B36 er hinvegin verri statt. Komandi tríggir dyst- irnir skulu helst geva í min- sta lagi seks stig, og tí hev- ur væl mannaði hópurin ikki ráð til at missa einaferð afturat, um teir framvegis skulu vera partur av kapp- ingini. Á Skála man áhugin fyri fótbóltsdystinum móti HB leygardagin ikki vera tann heilt stóri. Gulldystur í hondbólti er í Vestmanna, men tað hava leikararnir á fótbóltsliðnum tó ikki ráð at hugsa um, tá teir skulu á vøllin. Fyrra dystin móti HB taptu teir so ruddiliga, so ivaleyst verður leitað eftir onkrum slag av upp- reisn hesaferð, men tað verður tó tungt móti einum HB-liði, sum við sigri her kann vissa sína luttøku í fjórðingsfinaluni. Nú stendur á Klaksvíkingar hava illa ráð at missa nakað, tá teir leygardagin vitja hjá oddaliðnum í bólki tvey, EB/Streymi Hóast alt tosið snýr seg um dystin í Vestmanna, so verða tveir aðrir mansdystir eisini leiktir leygardagin MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Seinastu tvær-tríggjar vik- urnar hevur mest sum alt tos um mannfólkahond- bólt snarað um dystin í Vestmanna. Ein sonn hondbóltsfinala, sum í einum lopi setir allan iva um FM-gullið til viks. Ein dystur, sum á pappír- inum tykist vera hin stør- sti í føroyskum hondbólti í fleiri ár. Men tað verða eisini aðrir dystir leiktir um vikuskiftið. Í Havn verður sostatt grannauppgerð millum Neistan og Kyndil, og her hevur Kyndil møguleik- an at fáa silvurmerkini til høldar. Til hetta krevst fyrst og fremst ein sigur á Neistanum, og í øðrum lagi skulu strandingar vinna dystin á VÍF. Og mett eftir seinastu dystunum, so er Kyndil favorittur til dystin. Eftir at Neistin var betra havn- arliðið í grundspælinum, hava teir grønu so dyggi- liga tikið yvir, og tó at góða várið ikki røkkur til gull, so munnu tey í felagnum vera væl nøgd um silvurið, um hetta kemur til høldar. Hinveg- in er einki at ivast í, at neistamenn vilja gera alt tað, sum stendur í teirra makt, til tess at forða hesum. Nú tað kortini ikki verður talan um heiðursmerki, vildi tað í øllum førum verið ein góður máti at enda kapp- ingarárið hjá teimum uppá, um teir soleiðis kundu vunnið grannu- num eina seinastu neisu. Og í Runavík verður dystur millum Tjaldur og H71. Ein dystur, sum á pappírinum ongan týdn- ing hevur, og spurningur- in er so bara, hvørt tað her fer at eydnast runa- víkingunum at fáa ein sigur til høldar. Tað hava teir annars ikki megnað alt grundspælið, og í veruleikanum skal leitast aftur til 20. november fyri at finna seinasta sig- urin til Runavíkina. Hann var móti Kyndli, og í so máta gjørdist hesin dyst- urin eitt slag av vendi- punktið fyri bæði liðini. Raðfylgjan av lið- unum í kvinnu- deildini verður neyvan broytt eitt komma í seinasta umfarinum KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Vinnur Kyndil granna- uppgerðina móti Neista- num við í minsta lagi átta málum, býta tær um pláss við Stjørnuna á stigatalvuni, men hetta er sum so einasta møguliga broytingin í seinasta um- farinum. Gaman í kann Neistin við einum rimm- ar sigri toga seg fram um Kyndil, men hesin skal í so fall verða upp á 17 mál, og tað er so neyvan hugsandi. Í aðrar mátar er alt av- gjørt í kvinnudeildini. VB fer til Runavíkar eftir gullinum, sum tær ogn- aðu sær fyri góðari viku síðani, og tó at hetta er fyrsta gullmerkið í 53 ár til VB-kvinnurnar, so kann ikki roknast við, at veitslurómurin verður tann sami, sum hann var seinasta vikuskiftið. Í Havn verður sum sagt grannauppgerð millum Neistan og Kyndil, og so verða tað silvur- og bronsuvinnararnir úr ávíkavist VÍF og StÍF, sum fara at hita upp til stóra brakið hjá monn- unum í Vestmanna. Aðrir dystir eru eisini Bert formaliga eftir C M Y K 24 Nr. 72 - 12. apríl 2003 25 25