leygardagur 12. apríl 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 72 - 12. apríl 2003
LANGUR
LEYGARDAGUR
LANGUR
LANGUR
LEYGARDAGUR
LEYGARDAGUR
í miðbýnum
12. apr
12. apríl 2003
l 2003
Nr. 72 • leygardagur • 12. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Framgongd í Føroyum - førleiki ella vinir
Føroyar broytast fyri hvønn dag. Landið og samfelagið, mentanin og málið.
Føroyska metamorfosan er eitt sindur ræðandi, og tó ikki. Hvar gongur
leiðin? Hvussu ynskja vit, at samfelag okkara skal síggja út?
Firouz Gaini, antropologur, hugleiðir
Lesið síðu 8 og 9
SAVN
Kaj Joensen
Áhugin at savna plátur bleiv
kveiktur úti í Nólsoy, har Beinir
er ættaður og uppvaksin. Hann
minnist afturá, tá ið hann og
vinmenninir plagdu at kappast
um at keypa plátur. Og síðani
vitja hvønn annan og lurta eftir
teimum.
– Men eg eri tann einasti, ið
helt fram at savna, sigur Beinir.
Hann minnist væl fyrstu plát-
una, hann keypti. Tað var ein
pláta við The Glitter Band, ið
kallaðist Paris Match. Hon
kostaði 59.50 kr.
– Í byrjanini lurtaði eg mest
eftir 70 ára tónleiki. Tá vóru
mínir favorittar Sweet og Slade,
og onnur orkestur, ið spældu
líknandi tónleik, sigur Beinir.
Beinir greiðir frá, at hann fyri
tað mesta keypti bond ta fyrstu
tíðina. Hann og vinmenninir
plagdu at fara inn til Havnar í
vikuskiftinum at keypa. Um ta
tíðina hann byrjaði at savna, var
hann liðugur við skúlan, og fór
inn til Havnar at arbeiða. Og tá
hann nøkur ár seinni flutti til
Havnar var skjótt at fara í handil-
in at keypa.
– Teir flestu pengarnir fóru
nokk til at keypa plátur og bond.
Og onkra vikuna kundi eg keypa
upp til 10 plátur ella bond um
vikuna, sigur Beinir.
54.000 sangheiti
Savnið er blivið stórt ígjøgnum
árini, so stórt at tað ikki rúmast í
stovuni.
– Nakað av plátunum er farið
uppá loft, sigur Beinir ímeðan
hann vísir mær savnið í stovuni.
Ein reol er full av plátum og
fløgum av øllum alskyns tón-
leiki. Og eitt lítið skáp er av fult
av bondum. Tilsamans eigur
Beinir 1671 bond, 2096 lp plátur,
251 single plátur og 700 fløgur.
Beinir metir, at tað munnu vera
eini 54.000 sangir í savninum, og
at tilsamans hevur tað kostað
honum eina hálva millión krónur
tilsamans.
Ímeðan vit sita og práta, og fáa
okkum ein kaffimunn, spælir
Beinir onkra plátu. Serliga fegin
er hann um plátuna The Intimate
við Jim Reeves, ið hann keypti á
einum loppumarknaði í Glasgow,
tá hann var við familjuni í
Skotlandi og ferðaðist. Serliga
ringt hevur verið at fingið fatur á
hesi plátini, tí hon verður ikki
útgivin longur.
- Tá vit eru uttanlands plaga
vit altíð at keypa onkra plátu,
antin á loppumarknaði ella
onkrum handli, sigur Beinir.
Tá ein eigur so nógvar plátur,
skuldi ein trúð, at hann onkuntíð
hevur keypt bara fyri at keypa,
men soleiðis er ikki. Beinir sigur,
at hann altíð veit, hvat hann fer
eftir.
Beinir greiðir frá, at honum
dámar næstan øll sløg av tónleiki
og at hann hevur roynt at variera
stílin gjøgnum árini, tó at tey
seinastu árini, hevur hansara
favoritstílur verið country.
Plátusavn fyri hálva millión
39 ára gamli Beinir Danielsen úr Nólsoy hevur savnað plátur, bond,
og fløgur síðan 1980. Og tað er ikki so lítið hann hevur savnað
ígjøgnum árini. Leystliga mett hevur tað kostað honum umleið
hálva millión krónur tilsamans
Framhald á síðu 2
Beinir leitar í savninum
Mynd: Kaj Joensen
C
M
Y
K
27
26