Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 72 -12. apríl 2003 Eina ferð hildu klaksvíkingar tað vera fínt at búgva í Klaksvík. Soleiðis sum Klaksvík nú sá út við klaksvíkseygum. Og spurdi tú teir, hvat var so gott við Klaksvíkini, kundu teir heilt vist reksa upp alt møguligt - vinnu- lív, fjøll, tónleikalív, dygdirnar í klaksvíksku fólkasálini.. ja, yvir- høvur kundi tú fáa eina fatan av, at Klaksvík var eitt fínt stað at búgva. Men tað er tað ikki longur. Har er beinleiðis ræðuligt at búgva. Tí tað ber ikki til at koyra til Havnar. Kennir tú lagnutunga ljómin í orðunum? Tað - ber - ikki - til - at - koyra - til - Havn- ar. Tá tunnilin undir Vestmanna- sund var byrjaður at halla niður- eftir, var onkur snildur norðoy- ingur sum vaknaði við kaldan dreym. Tað gekk upp fyri hon- um, at hann hevði livað upp á eina lygn í øll hesi ár. Ja, allir klaksvíkingar vóru hildnir fyri spott. At hava latið sær lynda at búgva her, so langt burtur frá Havnini! Klaksvíkingurin fór til verka, og fleiri við honum. Teir skræddu slørið frá eygunum á øllum norðoyingum, ja, og sand- oyingum við. Fingu fólk at síggja, hvussu lítisverdar oyggjar eru, um tað ikki ber til at koyra av teimum nær tað skal vera. Tað eydnaðist. Í dag eru øll fult upp- lýst um, at tað var ein feilur, at Føroyar vóru skaptar sum oyggj- ar, og at tað hevur havt ræðuligar avleiðingar fyri tað fólk sum her býr. Men - eins og tá vaksinan móti tuberklum kom - so hava vit fingið ein møguleika at lekja okkara land. Tað ber til at keypa ein tunnil. Sjálvandi, tað kostar nógvar pengar. Men tíbetur síggja landsins politikarar eisini, at um lív skal vera lagað klaks- víkingum, so má berast skjótt at. Eitt er, at tey sálarliga sjúku hava eina sjúkrasong at búgva í og eitt skáp til privatlívið - men álvara- tos, skal ikki ein heilur býur av niðurundurkomnum fólki rað- festast hægri enn nøkur tandur á psykiatrisku deild? Trý ár, so er koyrandi til Havn- ar. Vónandi klára klaksvíkingar at bíða so leingi. Vónandi er ikki analfabetisma ella skyrbjóg farin at gera um seg har norði, áðrenn hesi trý árini eru farin. Ella, eitt sindur minni dramatiskt, øll virki eru farin av knóranum og tveir triðingar av klaksvíkingum fluttir til Danmarkar. Og um trý ár, so eiga sand- oyingar tørn. Tá er tað Sand- oynni, tað ikki ber til at búgva í - tí ongin vegur er til Havnar. Jamen, so vita vit hvat er tað týdningarmikla í lívinum hjá einum føroyingi. At koyra til Havnar! Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Klaksvíkingar vaknaðir við kaldan dreym Katrin Petersen skrivar: Flestu plátirnar keyptar í Føroyum Tá ið Beinir og vinmenninir keyptu plátur at byrja við keyptu teir frá Hanseman Tórgarð og SHJ. Og harfrá hevur Beinir tey flestu bondini og pláturnar. – Eg bílegði nakrar ferðir plátur niðrifrá, men tað var ov dýrt, og tá ein kundi fáa flest allar plátur her í Havn, gjørdi eg heldur tað, sigur Beinir. Beinir sigur eisini, at allar pláturnar eru í fínasta standi, og tá hann hevur havt tær frammi støvar hann tær av. Tá pláturnar gingu út, og nýggja tíðin við fløgum kom, fylgdi Beinir eisini við, og fór at savna fløgur ístaðin. Hann keypti fyrstu fløguna longu í 1986, men tá vóru tær so dýrar í mun til pláturnar, so tað var ikki fyrr enn fyrst í hálvfemsunum at hann fór at savna uppá tær. Sjálvt um nógvar av plátunum í dag liggja á loftinum, so hevur tað ikki altíð verið so. Mitt í fýrsunum var rættiligt lív úti í Nólsoy, og har hevur Beinir mangan verið plátuvendari. Millum annað var hann tann fyrsti, ið spældi til dans, tá ið bygdarhúsið keypti nýtt annlegg til húsið í 1984. – Um ta tíðina búðu eini 300 fólk úti í Nólsoy, og í feriunum var nógv fólk har úti. Eisini havi eg spælt til onkra Ovastevnu, sigur Beinir. Umframt tað hevur hann eisini spælt til nógvar veitslur. Eitt nú hevur hann verið fastur fúsur til jólaborðhaldið hjá Poul Michelsen, har hann hevur starvast síðan 1987. Uppá spurningin, hví ein savn- ar so nógvan musikk, heldur Beinir, at tað er spennandi at fylgja við gongdini í tónleikin- um. – Eg bleiv bitin at savna uppá plátur beinanvegin, og hugurin er ikki minkaður, heldur tvørtur- ímóti, sigur Beinir. Sum í løtuni er í ferð við at fáa sær fløguna hjá countrybólkinum The Derailers til vega. Bólkurin hevur givið 5 fløgur út, men tann nýggjasta er ikki komin til Føroyar enn, tí hevur Beinir bílagt hana ígjøgnum internetið. Framhald av forsíðuni ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út smábarnabókina Petur kanin, bókin við putlispøl- um eftir Beatrix Potter. Anna Maria R. Jensen týddi. Kennir tú Petur Kanin? Kom og ver saman við Peturi, mammu og systrum hansara í ein dag. Tú hittir eisini onkran av vinum hansara. Bókin er 16 síður prent- að á haldgott papp. Á hvørjari opnu er ein vøkur mynd og eitt putlispæl at leggja. Petur Kanin bókin við putlispølum er 28 síður, innbundin og í litum. Bókin kostar kr. 75. Væl egnað til 0-2 ára gomul børn. ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út myndabókina Varðbjørn eftir Charlotte Dematons. Ingrið Sondum týddi. Varðbjørn er myndabók, ætlað teimum 3-6 ára gomlu, men sjálvandi kunnu bæði yngri og eldri børn fáa gleði av bókini. Tað er tíðliga um morgunin. Leikabúðin er ikki opin. Allar bjarnirnar liggja í fasta svøvni, næstan allar, tí ein svevur ikki. Hvat bagir lítlu bjørnini? Hon situr á varðhaldi og bara starir og svarar ikki, tá ið vaskibjørnin, hvítabjørnin og hunangsbjørnin royna at hjálpa henni. Men so kemur Sussibjørnin Varðbjørn er 32 síður, inn- bundin og í litum. Bókin kostar kr. 95. Varðbjørn ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Gummi-Tarzan eftir Ole Lund Kirkegaard. Pauli Nielsen týddi. Gummi-Tarzan er óføra stuttlig barnabók, ætlað teimum 7 -12 ára gomlu. Gummi-Tarzan er ein heit og stuttlig søga um drongin Ivan Olsen, sum ikki altíð er so heppin, hvørki í skúlanum ella heima. Ivan er lítil og klæntra- sligur, og teir stóru dreingirnir happa hann. Men so ein dagin hittir Ivan eina rættiliga gandakelling, og við hjálp frá henni verður hann ein rættur Tarzan í ein dag. Høvundurin hevur sjálvur teknað stuttligu litmyndirnar í bókini, sum er 79 síður, innbundin. Bókin kostar kr. 120. Gummitarzan ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út baðibøkurnar: Flekk fer í bað og Flekk skvatlar. Eftir at baðibøkurnar, sum Bóka- deildin gav út í 1992, hava verið útseldar í fleiri ár, eru nú aftur fittar, vakrar og litfagrar baði- bøkur at fáa. Saman við kenda, lítla og fitta hundinum Flekki skvatla vit í garðinum, á strond- ini, í hyljunum, í vaskinum og sjálvandi eisini í baðikarinum. Baðibøkurnar eru 8 síður, gjørdar úr haldgóðum plasti. Flekk fer í bað og Flekk skvatlar kosta kr. 49,- hvør. Flekk við í bað! Petur Kanin Sosialurin Nr. 72 -12. apríl 2003 3 JOSEF STALIN — EITT FIMTI ÁRA MINNI SNARVEGUR TIL UTOPIA 2. partur MINNI Hanus Kamban KOLLVELTING SUM KALL KARL MARX var ikki einasti hugmynda- frøðingur, sum hugtók tann russiska ung- dómin. Í roynd og veru hevði Russland í seinnu helvt av 19. øld — umframt marx- ismuna - tveir aðrar kostir í at velja. Ann- ar kosturin var tann frílynta, vesturlendska kósin, við fólkaræði, talufrælsi og vald- sins tríbýti. Tað var henda kósin, sum hevði við sær ta fyrstu, óbeinleiðis valdu, ríkisdumuna í 1905 og seinni februar- kollveltingina í 1917, og tað er hesa leið- ina, Russland nú — eftir at sovjetstýrið fall í 1991 — við skinklutum gongulag roynir at ganga. Men í Russlandi var eisini ein heilt onnur hugmyndafrøðilig siðvenja. Henda stevna var utopisk, hevði andstygd fyri fólkaræði og borgaraligari siðmenning og var eyðkend av elituhugsan. Millum teirra, sum talaðu fyri hesi stevnu, vóru høvundar sum Pjotr Tkatjov, Mikhail Bakunin, Nikolaj Tjernysjevskij og Sergej Netjajev. Ein høvuðstanki hjá mongum av hesum høvundum var, at ótolnir kollveltarar høvdu ikki fyri neyðini at bíða eftir, at ídnaður stig fyri stig avrøkti bóndasam- felagið, ella at fólkið einaferð tók sær um reiggj, kravdi fólkaræði ella gjørdi upp- reistur. Tað bar til at ganga ein snarveg. Ein lítil bólkur av stældum og fyrilits- leysum garpum kundi við vápnum taka valdið, seta kollveltingina í verk og grunda tað fullkomna ríkið. Í eini slíkari støðu kundi tann seinføra, afturhaldssinnaða fjøldin gerast ein vansi heldur enn ein fyrimunur, eitt rasshaft um beinini á teimum úrvaldu. Tkatjov helt tað tí vera neyðugt, um kollveltingin skuldi eydnast, at beina fyri einum parti av fjøld- ini. Um hvørja lagnu fólksins fíggindar skuldu fáa, tók Pjotr Zaisjnevskij (sum seinni varð fagnaður av bolsjevikkum) soleiðis til í bókini Unga Russland frá 1862: Vit skulu drepa tey á torgunum, um tey skitnu svínini nakrantíð tora at vísa seg har; drepa tey í sínum húsum; drepa tey í teimum trongu býargøtunum; drepa tey á høvuðsstaðanna breiðbreytum; drepa tey í bygdunum. Minst til; ein og hvør, ið ikki er við okkum, er okkara fíggindi, og allir miðlar kunnu brúkast til at beina fyri fíggindum okkara. Ein annar høvundur, sum umboðaði hesa jakobinsku siðvenju, var Sergej Netjajev. Tá ið Dostojevskij, sum sjálvur hevði verið kollveltingarmaður og kendi hetta umhvørvið innanífrá, skrivaði skaldsøg- una Teir trásettu (eisini rópt Devlarnir), 1872, var Netjajev fyrimynd til nihilistin Pjotr Verkhovenskij. Í 1869 skrivaði Netjajev, kanska saman við Bakunin, Ta kollveltingarligu lærubókina. Fyrsta boðið í lærubókini ljóðaði soleiðis: Kollveltarin er kallaður. Hann hevur ongar persónligar kenslur, eingi persónlig áhugamál, eingi følilsir, einki tilknýti, onga ogn og einki navn. Alt í honum er undirlagt einum einasta tilknýti, einum einasta tanka og einans einari trá — kollveltingini. MILLUM TIFLIS OG TURUKHANSK VIT VENDA nú aftur til Stalin. Tá ið skúlaárið 1899 var um at vera av, fór hann ikki upp til próvtøku. Á sumri 1899 var hann tí burtursagdur av gudfrøðiskúlanum í Tiflis. Eitt stutt skifti — frá jólum 1899 til seinast í mars árið eftir — starvaðist hann á veðurstovuni í Tiflis. Hetta er einasta dømi um, at Stalin hevur havt eitt vanligt arbeiði. Nýggjársnátt ár 1900 var hann einsamallur til arbeiðis á tí manntómu veðurstovuni. Hvat man hann hava væntað sær hesa náttina, á gáttini til eitt nýtt ártúsund — kanska starandi út í stjørnu- himmalin — av tí øld, hann meira enn nakar annar fór at ávirka — politiskt sum hugmyndafrøðiliga? Í tíðini eftir hetta — frá 1900 til 1917 — er Stalin kollveltingarmaður burturav. Hann virkar, sum marxistur, í tí russisku sosialdemokratisku rørsluni. Hann eggjar til kollvelting, er við í felags- og blað- arbeiði, luttekur í orðaskifti um skipan ella um hugmyndafrøðilig mál. Hann er virkin í Tiflis, Baku, Batum og aðrastaðni, serliga í Georgia, sum um hetta mundið, við sínum vaksandi oljuídnaði og sínum mongu jarnbreytararbeiðarum, er gróðrar- ríkt jørðildi at sáa kollvelting í. So líðandi fær hann samband við aðrar navnframar marxistar, bæði í Russlandi og í Vestur- europa. Tey fyrstu árini undirskrivar hann seg við ymiskum dulnevnum, eitt nú Koba, sum fyrr er nevnt. Heitið Stalin — Stálmaðurin — brúkar hann fyrstu ferð í 1912. Eitt ávíst afturvendandi mynstur eyðkennir hesa tíðina. Ið hvussu er sjey ferðir verður Stalin handtikin og antin settur í fongsul ella burtursagdur í útlegd til ofta fjarskotin støð í Sibiria. Ofta Stalin í útlegd saman við einum lagsbróðuri Framhald á síðu 4 C M Y K 29 28