leygardagur 12. apríl 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
flýggjar hann, væl áðrenn útlegdin er av,
og fer undir aftur at virka fyri kollvelting.
Hann varð fyrstu ferð handtikin á vári
1902 og sat tá 18 mánaðir í fongsli, fyrst í
Baku og seinni í býnum Kutaisi í
Vesturgeorgia. Hann varð seinastu ferð
handtikin í mars 1913 og burtursagdur til
Turukhansk við ánna Jenisei í Sibiria,
langt av leið frá allari siðmenning.
Loyniløgreglan hjá zarinum kundi fara
ógvuliga harðliga fram og eitt nú brúka
píning til at fáa upplýsingar frá fangum. Í
øðrum førum kundi hon vera merkiliga
lagalig. Stalin og mangir av hansara
lagsbrøðrum høvdu leysar teymar á sínum
útlegdum. Teir sluppu at lesa og skriva,
veiða og fiska. Okkurt bendir á, at út-
legdin í Turukhansk, sum vardi í fýra ár,
var tann harðbalnasta hjá Stalin. Einsemið
og kuldin, kavaroksódnir og hesar
endaleysu fløturnar av ísi og kava kundu
gera, at menn mistu vitið ella beindu fyri
sær.
Tann sosialdemokratiski flokkurin, sum
Lenin var oddamaður í, hevði brúk fyri
pengum bæði til at tryggja sínum fremstu
talsmonnum í Europa kost og vistarhald
og til at fíggja tað politiska arbeiðið. Tí
varð í loyndum skipað fyri sonevndum
"ognartøkum", har vápnað álop vórðu
framd á eitt nú pengaflutningar.
Serfrøðingar eru samdir um, at Stalin,
sum bakmaður, skipaði fyri summum av
hesum ráns- og terroratgerðum, sum við-
hvørt høvdu við sær, at fólk doyðu ella
vórðu løstað.
FLOKSINS FJALLAØRN
Í millumbilunum millum útlegdir og
fongsulsuppihald virkaði Stalin í tí
russisku sosialdemokratisku rørsluni. Hesi
árini hitti hann teir menn, sum seinni
blivu hansara lagsbrøður og saman við
honum framdu ta russisku kollveltingina,
í Tiflis í 1904 Leo Kamenjev, árið eftir í
Tammerfors í Finnlandi Lenin, í 1907 Í
London Lev Trotzkij, í 1913 í Wien
Nikolaj Bukharin.
Gløggur sum hann var, varnaðist Stalin
skjótt, at hesir menn í mongum lutum
vóru honum ólíkir. Teir vóru mentaðir,
lærdir og orðaríkir, summir førdu seg
fram sum verðinsmenn og høvdu
uppgjørdar keipur. Aftur ímóti teimum var
hann ótelgdur og grefligur, dugdi ikki
vestureuropeisk mál, hevði fordómar eitt
nú móti jødum og var nakað av einum
illibirtli. Hann var tí lítið umhildin, og
enntá vanvirdur av summum. Men hann
var snúin, lærdi seg at siga lítið og lurta
so mikið meira, sat ofta á fundum tigandi
og roykti, meðan hann krutlaði okkurt orð
á eitt pappír. Tá so fundurin var um at
enda, tók hann orðið, bar saman
sjónarmiðini hjá hinum og gjørdi eina
niðurstøðu. Hesar snildir góvu úrslit.
Hansara umdømi vaks.
Tann einasti millum hansara lagsbrøður,
sum Stalin kendi seg skyldan við, var
Lenin. Teir báðir hittust sum nevnt fyrstu
ferð í Tammerfors í Finnlandi í 1905, á
eini ráðstevnu har fyri bolsjevikkar.
Seinni greiddi Stalin soleiðis frá hesum
fundi:
Eg hevði væntað at sæð floksins fjallaørn,
ein miklan mann, ikki bara í politiskari
merking, men, um ein kann taka so til,
eisini kropsliga, tí í mínum huga hevði eg
sæð Lenin fyri mær sum ein risa,
hábærsligan og tignarligan. Sum eg var
vónsvikin, tá eg sá ein púra gerandisligan
mann, heldur lágvaksnan, í ongum,
bókstaviliga ongum luti øðrvísi enn onnur
deyðilig menniskjur.
Hugsar ein um uppvøkstur og jørðildi,
vóru hesir menn ógvuliga ymiskir. Lenin
var av múgvandi fólki til tað, sonur ein
skúlaumsjónarmann í Simbirsk, og hann
hevði sum heild havt ein lukkuligan
barndóm. Stalin var vaksin upp í
vesældómi, og varð sum barn bardur, um
hann ikki aktaði.
Hinvegin vóru hesir menn líkir í lyndi
og skapi, lágvaksnir og samstundis
óvanliga viljasterkir og út um alt mark
fyrilitsleysir. Ein lyndismunur var kortini.
Lenin dugdi illa at meta um fólk, Stalin
hinvegin var menniskjakennari sum fáur.
Hesin munur fór seinni at fáa lagnutungar
avleiðingar.
EDUARD BERNSTEIN
TANN LÍTLA sosialdemokratiska rørslan,
sum Lenin meira enn nakar annar fór at
seta sín dám á, helt sína fyrstu ráðstevnu í
Minsk í Russland i 1898. Á teirri aðru
ráðstevnuni — sum varð hildin í
Bruxelles og London í 1903 — varð
rørslan til ein politiskan flokk.
Samstundis varð gjørt av, at flokkurin
skuldi hava eina fastari skipan enn aðrir
og størri sosialistiskir flokkar.
Fyri at skilja, hví hetta varð gjørt, er
neyðugt at umrøða nakrar spurningar av
ástøðiligum slag. Av tí at henda viðgerðin
er stutt, verður neyðugt at seta hesir
viðurskiftir heldur einfalt upp.
Karl Marx hevði gjørt greitt, at sum
tann borgaraliga yvirstættin bleiv ríkari,
takkað verið tí meirvirði, hon vann úr
arbeiðarans sliti og orku, og sum
arbeiðarastættin bleiv fátækari, fóru tær
innaru mótsagnirnar í kapitalismuni at
vaksa. Tann útpínda undirstættin fór ikki
at vera ment at taka ímóti kapitalsins
framleiðslu og varu. Hetta fór at hava við
sær, at tað kapitalistiska samfelagið fór at
vikna og hokna av sær sjálvum.
Samstundis fór tann útpíndi fæloysingurin
at hvessa sítt medvit, til hann —
neyðturviliga — framdi kollvelting.
Men longu fyri aldarskiftið fyrra var
greitt, at hetta marxistiska ástøðið ikki
sampakkaði við veruleikan. Eitt nú kundu
ábøtur í tí borgaraliga samfelagnum (t.d.
tann sosiallóggáva, sum Bismarck framdi)
taka broddin úr arbeiðarans medviti.
Samstundis var einki, sum bendi á, at
arbeiðarans armóð altíð vaks, sum
kapitalisman mentist, heldur hinvegin. Við
tí vaksandi vælferðini gjørdist
arbeiðarafjøldin mjúkrendari og minni
hugað fyri kollvelting. Tann gávuríki týski
javnaðarmaðurin Eduard Bernstein skapti,
samsvarandi hesi empiri, í 1899 eitt nýtt
og endurskoðað (revisionistiskt) ástøði og
mælti arbeiðarum til at samstarva við tann
frílynta borgaraskapin.
TAÐ ÚRVALDA LIÐIÐ
HENDA ENDURSKOÐANARSTEVNA
er baksýnið fyri tí orðaskifti, sum
russiskir sosialdemokratar høvdu á
ráðstevnuni í 1903 um, hvat slag av
bygnaði teirra flokkur skuldi hava. Martov
førdi fram, at limanna tilknýti til flokkin
skuldi vera leyst. Lenin helt hinvegin upp
á, at hvør einstakur limur skuldi "taka
persónliga lut" í felagsarbeiðinum. Hesin
at vísa seg ørlítli munurin í áskoðan um
limanna tilknýti fekk avleiðingar av
víttrøkkandi slag.
Í roynd og veru vildi Lenin, at flokkurin
skuldi vera ein elita, eitt úrvalslið.
Hansara sjónarmið bendir á, at hann
kanska innast inni hevur sannað, at ikki
Marx, men Bernstein hevði rætt.
Kollveltingin fór ikki at koma, sum ein
avleiðing av mótsagnum í kapitalismuni,
ein søgulig neyðsyn. Tað fór tvørturímóti,
í tøkum tíma, at verða neyðugt at fremja
hana við einum kvetti.
Upp á ein máta slepti Lenin við hesi
ásannan Marxi upp á fjall og fekk í endan
á tí stevnu, sum eitt nú Tkatjov og
Netjajev høvdu umboðað. Tann læra, hann
ýtaði av eftir, var ikki longur ein
vísindalig búskaparheimspeki, men ein
miðaldarlig messianistisk stevna. Tá ið
kollveltingin ikki kom av sær sjálvari,
mátti tað stælda liðið — medvitsins
súrdeiggj — taka sær um reiggj og fremja
hana við hørðum, eisini — um tað bleiv
neyðugt — í einum ríki, har meira enn 90
% av undirstættini var bøndur.
Tá ið atkvøtt varð í flokkinum um
limatilknýtið, var Lenin í minniluta. Hann
vildi kortini ikki boyggja seg, og sostatt
fór flokkurin í tvíningar. Hinvegin fekk
Lenin í einum øðrum máli — um, hvør
skuldi ráða yvir blaðnum Iskra, sum var
floksins málgagn — meiriluta. Hetta
hevði við sær, at bólkurin hjá Lenin fekk
heitið bolsjevikkar (t.e. meirilutamenn) og
tann hjá Martov heitið mensjevikkar (t.e.
minnilutamenn). Á ráðstevna í Prag í
1912 skipaðu bolsjevikkar seg sum
serstakan flokk.
LEYVUMENNISKJAÐ
VIÐ FYRSTA heimsbardaga varð ein so
djúp glyvur grivin millum eina farandi og
eina komandi siðmenning, at
søgufrøðingurin Eric Hobsbawm (í bókini
Age of Extremes, 1994) valdi at seta árið
1914 sum tað veruliga markið millum 19.
og 20. øld. Tann farandi øldin bar
upplýsing og skil í sínum skildri, treysti
til framburð og humanismu. Hennara
fremstu andar vóru fólk sum Victor Hugo,
Anatole France og Georg Brandes.
4
Sosialurin Nr. 72 -12. apríl 2003
Lev Trotskij í fongsli í 1906. Hann bleiv seinni Stalins fremsti mótstøðumaður
Framhald av síðu 3
Sosialurin Nr. 72 -12. apríl 2003
5
Hvat tann komandi øldin hevði at
borðreiða við, mundi fáur gruna í 1914.
Men við yrkingini "The Second Coming",
1921 (helst yrkt fyrr), lýsti írski yrkjarin
W.B. Yeats framtíðina við eini bæði
døkkari og ræðuligari hugbirting. Nú Gud
var deyður, hevði menniskjan med alla
mist sítt moralska tjóður, men sveimaði
líkasum villfalkurin í einum alsamt
víðkandi ringi av etiskari relativismu.
Ruðuleiki valdaði, um heimin fossaði
blóð "sum vatn í sævarflóð". Skaldið sá
eitt skepilsi við leyvukroppi og
mannahøvdi skjølka gjøgnum oyði-
mørkina:
But what rough beast, its our come round
at last,
Slouches towards Bethlehem to be born?
Skaldið lýsir her tann nýggja Messias,
sum heimsbardagin hevði rutt slóð fyri,
og sum 20. øld fór at bera í gullstóli, ein
blóðtystan Sabbati Zewi, bornan á lógvum
bæði av fjøldini og aldarinnar fremstu
andsmennum.
KOLLVELTING Í FEBRUAR
SUM FYRSTI heimsbardagi helt á, fóru
bygnaðarligir spenningar og duld syndran
— bæði av tjóðskaparligum og
stættaligum slag - í Russlandi at gera vart
við seg. Hermenn, bøndur og konur teirra
kravdu frið, breyð, jørð og frælsi. Aftrat
hesum kom ein vánalig og ridlut leiðsla,
við zarinum Nikolaj II á odda fyri
herinum og Rasputin til háborðs í Sankta
Pætursborg. Skerpingur førdi til
hungursneyð, og tað brádliga toybilið í
februar 1917 loysti samstundis upp fyri
uppreistri — tí gitnu kollveltingini í
februar.
Eftir stuttari tíð var zarveldið koyrt frá
og ein skipan, sum kundi slóðað fyri
vesturlendskum fólkaræði, komin ístaðin.
Tann 2. mars legði zarurin sjálvboðin frá
sær. Ríkisduman — sum hevði verið til
frá 1905 og, við tað at hon var vald, hevði
umboðandi gildi — valdi eina bráðfeingis
stjórn. Ein annar nýggjur valdsdepil var
sovjettirnar, hermanna- og arbeiðararáð,
tann fyrsta vald í Pætursborg. Í Russlandi
var brádliga talu-, skrivi- og fundarfrælsi.
Fólk sungu og dansaðu í gøtunum. Hetta
var tann vesturlendska kósin, vegurin til
pluralismu, leiðin hjá Turgenev og
Bernstein.
Josef Stalin kom heim av síni seinastu
og longstu útlegd og var í Sankta
Pætursborg í mars 1917. Hann fekk skjótt
fleiri álitisstørv, eitt nú sum limur í blað-
stjórnini fyri Pravda, málgagninum hjá
bolsjevikkum, og sum bolsjevikkiskt
umboð í Pætursborgarsovjettini.
KVETT Í OKTOBER
UM HETTA mundið var flokkurin hjá
russiskum bolsjevikkum fámentur, taldi
o.u. 25.000 limir. Og hvørki Stalin ella
hansara lagsbrøður í Russlandi droymdu
um hetta mundið um at fáa valdið í
landinum. Kanska sóu teir fyri sær, at ár
ella áratíggir fóru at ganga, til ein
sosialistisk skipan fór at avrøkja ta
borgaraligu kollveltingina. Teir hugsaðu
sær, at teir í eini skiftistíð noyddust at
samstarva við aðrar flokkar, eitt nú Teir
Sosialrevolutioneru, og at teir máttu lata
sær lynda, at landið varð stýrt av eini
bráðfeingis borgaraligari stjórn.
Bara ein maður hevði onnur sjónarmið.
Úr Zürich, har hann var staddur, sendi
Lenin Pravda síni Brøv úr firruni, har
hann mælti til at halda fram við stríðnum
fyri kollvelting og staðfesti, at sosialisma
var einasta leið. Hann skundaði sær til
Russlands, við týskari hjálp, og var í
Pætursborg tann 3. apríl 1917. Lenin legði
nú fram tær sonevndu apríltesurnar, har
hann gjørdi greitt, at kapitalisman skuldi
koppast, og at alt samstarv við t.d.
mensjevikkar var forboðið. Hann var í
fyrstuni einsmallur um hesa hugsan. Tá ið
nakrir dagar vóru farnir, fór Stalin at
linka, og longu tann 11. apríl tók hann
undir við Lenin. Sum frá leið var hann
eldhugaður talsmaður fyri stevnuni hjá
"floksins fjallaørn".
Kanska var Lenin spámaður, kanska
ikki. Ið hvussu var og ikki, fyribils
stjórnin, fyrst við Lvov fúrsta og seinni
við sosialistinum og løgfrøðinginum
Kerenski á odda, rendi seg í vandasjógv.
Jarðarspurningurin, sum undir- og
yvirstætt vóru ósamdar um, og ynskið um
frið vóru nøkur av teimum stórmálum,
sum bara ein sterk stjórn kundi loysa. Við
ongari løgreglu og einum ólýdnum heri
var stjórnin máttlítil.
Á heysti 1917 royndi herovastin
Kornilov at fremja eitt høgrakvett. Kvettið
miseydnaðist, og í ruðuleikanum og
ómegdini, sum nú valdaðu, gjørdi Lenin
av, at løtan var komin. Bolsjevikkar
framdu sítt kvett tann 25. oktober (7. nov.
eftir tí gregorianska álmanakkanum)
1917.
EIN NÝGGJ MIÐØLD
UM HESA kollvelting er mangt sagt og
skrivað. Hvør tíð ger sær sína mynd av
søguni, og í tíðini fram til 1989, tá
múrurin fall, var ikki óvanligt, at
søgufrøðingar onkursvegna høvdu hug at
legitimera oktoberkollveltingina. Teir
kundu vísa á, sum rætt var, at flokkurin
hjá Lenin í 1917 vaks skjótt, og at
bolsjevikkar t.d. høvdu meiriluta á tí
næstu alrussisku sovjettráðstevnuni.
Tað er kortini torført, tá ein í dag
hyggur aftur um bak, at koma til aðra
niðurstøðu, enn at henda hending í roynd
og veru var - ikki ein kollvelting, men eitt
kvett, sum umboðaði eitt stórt
hugsjónarligt afturstig. Ein lítil bólkur,
við avmarkaðari fólksligari undirtøku og
ongum rættarligum gildi, hevði tikið
valdið. Talu-, skrivi- og fundarfræslið varð
avtikið. Øll tala um valdsins tríbýti —
sum Montesquieu hevði lýst í 1746 —
varð kveistrað til viks. Reglan um habeas
corpus — sum varð staðfest í Onglandi
longu í 1679 — fekk ongantíð ein
møguleika.
Ein talandi mynd av tí støðu, sum nú
var, var lagnan hjá tjóðfundinum —
grundlógartinginum -, sum var valdur í
november 1917 til at gera uppskot til
grundlóg og nýggja stýrisskipan.
Bolsjevikkar fingu bara 168 av tilsamans
703 umboðum, t.e. 20% av atkvøðunum,
meðan eitt nú Teir Sosialrevolutioneru
fingu yvir 40%. Hetta var tað fyrsta og
einasta frælsa valið í sovjetskari søgu.
Tingið kom saman tann 5. januar, men
Lenin, sum nú hevði alt veruligt vald í
Russlandi, gav boð um at senda tað heim.
Mongum tóktist í 1917 og seinni, sum
gól reyðhanin í eystri fyri eini nýggjari
frælsis- og lukkuøld. Í roynd og veru varð
fólksins vilji niðurbundin. Russland var,
sum heimspekingurin Nikolaj Berdjajev
seinni rak framundir, á veg aftur í eina
nýggja miðøld.
Lenin heldur røðu. Myndin er tikin í 1918
C
M
Y
K
31
30