leygardagur 12. apríl 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓLK Á LEIÐINI
Rúna Sivertsen
Brynhild Absalonsen úr Klaks-
vík er ættað av Viðareiði. Hon er
dóttir Sáru og Olaf Joensen á
Viðareiði. Sára var av Skælingi
og kom til Viðareiðis til systir
sína Onnu, sum var gift har
norðuri.
Sára og Olaf fingu 6 børn,
tríggjar gentur og tríggjar
dreingir. Brynhild var triðja
barnið í røðini. Systir hennara,
Herborg, var tvey ár yngri enn
hon, og millum Brynhild og Sol-
vejg vóru 4 ár.
Men, sum hjá so mongum
børnum tá í tíðini, sluppu hesar
tríggjar systrarnar ikki at vaksa
upp saman. Mamma teirra doyði
brádliga eftir eina skurðviðgerð,
bert 45 ára gomul.
– Eg minnist, at mamma fekk
herðindi við pínu inn í huppin,
og læknin segði, at tað var gikt.
Hon tveitti seg ofta á songina, tí
hon ikki orkaði, sigur Brynhild.
Lívið kollvelt
Olaf tosaði ofta við konu sína og
bað hana fara til lækna, men
Sára segði bara, at tað nyttaði
einki, tí læknin hevði sagt, at tað
var gikt.
Men pínan versnaði, og at
enda noyddist Olaf at ringja til
lækna. Síðani varð Sára send við
læknabátinum til Klaksvíkar á
sjúkrahúsið.
Olaf fór sjálvsagt
við konuni til
Klaksvíkar,
og við sær í læknabátin tók hann
Solvejg, sum fór til pápabeiggja
sín í Klaksvík at vera.
Soleiðis bar tað á, at dagin
fyri 12 ára føðingardagin hjá
Brynhild, fóru mamma hennara
og fýra ár yngra systirin heiman-
ífrá. Hvørgin teirra kom aftur í
húsið. Sára doyði óvæntað eftir
skurðviðgerðina, og Solvejg varð
verandi í Klaksvík hjá pápa-
beiggjanum.
Yngsti beiggin, Heini, var
eisini í Klaksvík eina tíð, men
kom tó norður aftur og
gekk í skúla á
Viðareiði. Nøkur
ár frammaundan var hin systirin,
Herborg, farin til fastur sína
suðuri í Vági at vera.
Næstelsti beiggin, Arni, doyði
bert 22 ára gamal av lungna-
bruna. Hann gjørdist sjúkur niðri
og er grivin har.
Deyðsboðini
Jórun, systurdóttir Brynhild,
hevur í lítlum bóklingi, ætlað
eftirkomarum hjá Sáru og Olafi,
skrivað nakað av tí, sum Bryn-
hild minnist frá heimi sínum.
Har fortelur hon m.a. frá, tá ið
deyðsboðini komu av mammuni.
Vit lata Brynhild siga frá:
"Eg minnist at Billa Fuglø,
sum var nærmasti granni okkara,
kom inn. Pápi hevði ringt til
hennara og biðið hana sagt
okkum, at mamma var deyð.
Abbi kom inn aftaná henni. Eg
helt, at Billa hevði fingið ilt í
armin, tí hon helt um albogan og
sá so syndarlig út. Og við tað, at
abbi kom aftaná henni, so helt
eg, at hann skuldi hjálpa henni.
Hann var altíð tann, sum dugdi
at hjálpa og binda til, tá okkurt
var áfatt.
6
Sosialurin Nr. 72 -12. apríl 2003
– Harrin gevur styrki
sum ikki kann greiðast frá
Sum so mong onnur børn tá í tíðini, vórðu Brynhild og systkin hennara skild
sundur, tá mamman brádliga doyði frá teimum. Hon var bert 12 ára gomul,
tá hon gjørdist móðurleys. Kreppuhjálp fanst eingin tá, og tey vaksnu góvu
sorgini hjá børnunum lítlan ans. Søgan um Brynhild er bert ein av teimum
sorgarleikum, sum var so mongum føroyskum børnum fyri
Brynhild og Stefan diamantbrúdleypsdagin saman við børnunum. F.v.: Elsa, Sára, Olav, Árni og Símun
Mynd: Tróndur Fuglø
Foreldrini hjá
Brynhild, Sára og
Olaf. Sára doyði bert
45 ára gomul frá 6
børnum. Hon var av Skælingi.
Tað eydnaðist henni bert eina ferð at koma
aftur í heimbygd sína, eftir at hon var vorðin gift á Viðareiði. Tá var Halldór, elsti sonurin, ársgamal
Sosialurin Nr. 72 -12. apríl 2003
7
Pápi hevði biðið eina konu á
Viðareiði vera hjá okkum, og
hon var inni saman við Arna,
næstelsta beiggja mínum, og
mær. Tá segði Billa: "Nú er
mamma tín deyð."
Arne kom niður av loftinum at
vita, hvat var áfatt, tí hann hoyrdi
gangin frá mær. Tá Billa segði
tað sama við hann, fór hann
beinanvegin aftur á loftið. Eg
veit ikki, hvat bleiv av honum.
Billa tók meg heim við sær, og
eg minnist, hon einaferð segði, at
hon mátti fara at vita, hvat varð
vorðið av Arna. Men eg fekk
ongantíð at vita, hvussu Arne
hevði reagerað. Arne fylti 14 ár
dagin eftir, at mamma doyði.
Elsti beiggin, Halldór, var til
skips tá og fekk ikki deyðsboð-
ini, fyrr enn hann kom í land.
Hann fór beinanvegin umborð
aftur og legði seg í koyggjuna at
gráta. Hann var bert 16 ára
gamal."
Einsamøll við sorgini
Um tey vaksnu tá í tíðini hava
hugsað nakað um, hvat gekk fyri
seg í høvdinum á einum barni
ella tað, sum kundi níva barna-
sinnið, er ilt at siga. Í hvussu er
varð lítið tosað við børnini um
lívsins viðurskifti og enn minni
um deyðan.
Kanska hevði hvør dagur nóg
mikið í sær sjálvum, soleiðis at
eingin orka var eftir at taka sær
av, hvat eitt lítið barnahjarta
mátti sakna.
Fyri børnunum var lívið og
tess upphav eitt loyndarmál, sum
tey sjálvi máttu finna út av — og
deyðin var ikki nakað, ið tosað
varð um.
Brynhild sigur víðari frá:
– Eg minnist, at tá vit vóru í
kirkjugarðinum, kom ein kona
yvir til mín og tók tvørtur um
meg. Henda konan var tann
einasta, sum tók tvørtur um meg.
Hon føldi við mær, tí hon hevði
sjálv mist mammu sína á ungum
árum. Hesa konuna gjørdist eg
so góð við eftir hetta, sigur hon.
Heldur ikki, tá Brynhild kom
aftur í skúla, varð nevnt eitt
einasta orð við hana. Mamma
hennara og tað, at hon var deyð,
varð bara tagt burtur. Hetta var
ikki nakað, ið tosað var um.
Bundin av kúnni
Brynhild fór ikki, sum flestu
gentur tá, út at tæna. Hon helt
ikki, at hon kundi fara frá pápa
sínum og beiggjunum.
Tá Brynhild var 15 ár, fór ar-
beiðsgentan, sum hevði verið hjá
teimum, síðani mamma hennara
doyði. Tá gjørdist Brynhild
bundin av at passa húsið og
kúnna.
Hvønn morgun skuldi kúgvin
hava fóður og mjólkast. Øskan
skuldi berast út, og torv takast
inn. Lívið hjá Brynhild var
ógvuliga ólíkt tí hjá eini 15 ára
gamlari gentu í dag.
Men hóast sorgina, stríðið og
saknin, so vóru nógvar góðar og
ljósar løtur ímillum.
Um várið veltu tey epli. Hon
minnist, hvussu stuttligt tað var
at taka tey upp seint á sumri ella
um heystið, og hvussu væl tey
smakkaðu.
Í novembur 1939 giftist Bryn-
hild við Stefan, sum eisini var av
Viðareiði. Tey fingu 60 góð ár
saman. Brynhild og Stefan fingu
6 børn.
Elsti sonurin, Jóhannes, drukn-
aði 28 ára gamal og dóttirin,
Sára, doyði av krabbameini 56
ára gomul.
Tann mótgongd, sum hevur
verið Brynhild fyri í lívinum,
hevur merkt alt hennara lív.
- Hóast eg ikki fati tað, sum
hendir, so havi eg frá Harranum
fingið eina styrki, sum eg ikki
skilji sjálv - og enn minni eri før
fyri at greiða frá, sigur Brynhild.
Brynhild og Stefan fingu 60 ár saman. Tey vóru serstakliga góð hjún
Mynd: Tróndur Fuglø
Brynhild og Stefan avmyndað saman við øllum 6 børnunum. F.v.: Olav, Elsa, Jóhannes (deyður
1968), Sára (deyð 2000) og Árni. Yngsti sonurin, Símun, situr ímillum mammu og pápa sín
Mynd: Thule
Brynhild var blaðung, tá hon mátti taka sær av kúnni. Hon var bert ein lítil genta, tá hon dugdi at mjólka. Tá í tíðini vóru myndir ikki tiknar
dagliga, og mamma hennara var ørg um, at kúgvin var við á myndini. Lítið ánaði hon, at júst henda myndin skuldi koma at vera við á eini
framsýning, sum skuldi lýsa gerandisdagin í Føroyum fyrst í hesi øldini
Mynd: Johannes Fjallheim 1928
C
M
Y
K
33
32