leygardagur 12. apríl 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VITANARTILFEINGI
Firouz Gaini
Ávirkanin uttan úr heimi er
vaksandi og tað ger tað sera
torført, fyri ikki at siga ógjørligt,
at spáa um framtíð Føroya. Í
formligum politiskum høpi
síggja vit eina gongd: Føroyar
fara eftir øllum at døma at loysa
frá Danmark í nærmastu framtíð.
Men hvat merkir tað? Danmark
verður samstundis alt meira
knýtt at øðrum ES-londum.
Kanska ES verður eitt eindarríki,
hvør veit, og hvussu við Íslandi
og Noregi? Lat okkum siga, at ár
2018 eru Føroyar sjálvstøðugur
tjóðstatur og limur í ST. Hvussu
nógv fólk búgva í útjaðaranum?
Er fiskivinnan høvuðsvinna í
landinum? Hvussu nógv fólk sita
í fongsli? Hvussu nógv eru
heimleys? Hvussu stórt er
arbeiðsloysið? Eg royni ikki at
siga, at støðan í Føroyum verður
verri enn hon er nú, at avleiðing-
arnar av sjálvstýrisgongdini
verða negativar. Tað eg meini
við, er, at hvørki politikarar ella
onnur fólk vita, hvussu sam-
felagið fer at síggja út. Eg haldi,
at nakrir politikarar (úr øllum
flokkunum) hava hugsanir um
framtíðarsamfelagið, meðan
restin einans hugsar 3-4 ár fram í
tíðina. Í veruleikanum eru nógv
onnur, sum hava størri ávirkan á
samfelagsrákini, til dømis
bløðini, út- og sjónvarpsrásirnar,
internetið og nýggj
samskiftistøkni. Tann tíðin er
farin (um hon nakrantíð hevur
verið), tá ið samfelagið var so
einfalt og lætt at skilja, at okkara
kosnu menn sótu við
fullfíggjaðum yvirliti yvir
mentan og samfelag landsins.
Viðhvørt tykist sum um tað
politiska lívið í Føroyum er
innilokað í einari klokku, sum
sveimar úti í rúmdini. Politikkur
er um politikk. Sosial og
mentanarlig viðurskifti blíva
sjáldan til "politisk mál", sum
verða tikin í álvara.
*
Sjónleikurin kom inn á Løg-
tingið við Ginusøgum. Ongin
tosaði um listagreinina framm-
anundan. Rúsdrekka kom aftur á
dagsskránni við sodavatns-rús-
drekka, sum sigst vera ungdóms-
drykkur. Løgtingsmanningin fór
niðan í rúsina á "kunningarferð",
og nærum øll í bólkinum søgdu
seg aldrin hava sæð fløskurnar
við sodavatns-rúsdrekka í
lívinum. Tey kristiligu skamm-
aðust yvir at fara inn í rúsuna.
Tað var týðiligt at teirra image
var týdningarmikið, ikki málið í
sjálvum sær. Ongin politikari
hevði smakkað teir litføgru
droparnar. Ivasamt. Ein yvir-
lýsing um rættindir hjá sam-
kyndum var um at skapa Triðja
Heimsbardaga í Føroyum. Vóru
samkynd nakrantíð áður nevnd á
tingsins røðara-palli? Tað sá í
hvussu er ikki so út. Meðan
ungdómurin í Føroyum tosar
opið um hesar spurningarnar, so
vóru fleiri politikarar um at
kvalast í sínum egna slipsi, tá
teir hoyrdu um sam-kynd.
*
Inni í klokkuni í rúmdini eru øll
eins. Føroyingar eru fastfrystir í
eini mytiskari tíð har øll arbeiða,
liva í eydnusælari kjarnufamilju,
og tilbiðja politisku skipanini.
Men í tí modernaða føroyska
samfelagnum niðri á tí rokmiklu
bláu klótuni eru føroyingar sera
ymiskir, hóast teir tosa sama
mál. Tey hava stóra vitan um
sera ymisk viðurskifti, og nógv
nýta sína servitan at menna
samfelagið við. Nøkur hava
eisini sera áhugaverd hugskot og
eru listarliga og mentanarliga
nýskapandi. Onnur brúka sína
orku vísindaligum arbeiði at
gagni. Tey skapa nýggja vitan,
sum byggir á eldri vitan. Til
dømis er søgulig vitan neyðug
fyri at skilja, hví Føroyar í dag
eru sum tær eru.
Tað modernaða føroyska sam-
felagið er grundað á vitan, tað
slepst ikki undan, og tað merkir,
at um vit ikki lurta eftir teimum,
sum hava servitanina — serfrøð-
ingunum — so kann tað fáa
álvarsligar avleiðingar fyri
Føroyar. Harvið er ikki sagt, at
serfrøðingar altíð eru samdir ella
altíð hava rætt í sínari frágreið-
ing. Tað finnast fleiri loysnir
uppá samfelagsligar trupulleikar.
Men tó má sigast, at teir sita við
einari vitan, sum ger, at teir
kunnu rokna út hvørjar avleið-
ingar ymiskar avgerðir fáa fyri
samfelagið. Vandin fyri óvæntað-
um vanlukkuligum avleiðingum
er sjálvandi størri um ein tekur
avgerðir í
blindum. Persónlig
ella lokal áhugamál kunnu eisini
forða fyri, at politiskar avgerðir
verða grundaðar á professional-
ismu.
*
Serfrøðingar eru ikki gudar, teir
fara sjálvandi eisini skeivir við-
hvørt, men tað er sera vanda-
mikið at lata allan avgerðarrættin
í hendurnar á valdsharrum við
persónligum áhugamálum í
málunum, sum verða viðgjørd.
Um ein politikari til dømis sigur,
at ongin rúsevnismisnýtsla er í
Føroyum, so kann ein lítil kann-
ing skjótt staðfesta, at veruleikin
er ein heilt annar. Fyri politikarar
og vinnulívsmenn verða serfrøð-
ingar ofta roknaðir sum ein
hóttan ímóti avgerðarrætti teirra.
Tað er ikki bara í Føroyum, at til
dømis reiðarar og fiskifrøðingar
eru rúkandi ósamdir um fiski-
nøgdir og kvotur. Búskaparligar
og lívfrøðiligar avleiðingar áttu
annars at verið samantvinnaðar
um ein hevur eitt langtíðar-
sjónarmið.
Framkomin samfeløg eru
framkomin, tí at tey hava fram-
komna vitan, sum tey brúka til
sín egna fyrimun. Í Føroyum er
nógv servitan, útbúgvingarstøðið
er lutfalsliga høgt, men vitanin
verður ikki viðurkend á sama
hátt sum í grannalondum okkara.
Vitan er kapitalur, sum kann elva
til radikalar broytingar í sam-
felagnum, og tað síggja kanska
tey, ið sita við valdinum, sum
eina hóttan ímóti teirra persón-
liga status og støðu í landinum.
Hví gera tey tað? Tað má væl
saktans vera, tí at tey ikki klára
at kappast við nýhugsandi fólk
við høgari útbúgving. Harvið
Sosialurin Nr. 72 -12. apríl 2003
9
8
Sosialurin Nr. 72 -12. apríl 2003
mugu tey royna at halda
serfrøð-ingarnar burturi fyri at
verja borg. Sostatt kann ein høg
útbúgving eisini forða ungum
fólki í at koma inn á arbeiðs-
marknaðin, hóast tað átti at verið
øvugt. Í framkomnum vitanar-
samfeløgum tekur ein tær dugna-
ligastu kreftirnar framum, tí at
tað er alneyðugt fyri at fáa sam-
felagið at fungera og blóma. Alt
annað hevði verið óskynsamt.
Sjálvandi er nepotisma at finna í
øllum samfeløgum, men í fram-
komnum samfeløgum verður hon
krógvað fyri ikki at elva til
álvarsligar atfinningar.
*
Ein av fleiri orrustum í føroysk-
um politikki seinastu tíðina, var
málið um setan av nýggjum
leiðara á granskingarstovni í
Havn. Fjølmiðlarnir gjørdu sera
nógv burtur úr málinum. Tað
undarliga og rættiliga skelkandi
var, at ongin snakkaði um tann
vísindaliga førleikan hjá um-
søkjarunum til starvið. Ikki eitt
orð varð sagt um vitan og
vísindalig avrik teirra. Alt annað
varð tikið upp til kjak, bara ikki
tað, sum átti at verið kjarnin í
málinum.
Tá ið tosað verður um eitt
vitanarsamfelag, so merkir hetta
ikki bara at vitan er grundar-
steinurin í samfelagsskipanini.
Tað merkir eisini, at krøv verða
sett til vitanina: Hvør vitan er
neyðug? Er arbeiðið hjá serfrøð-
ingunum í landinum á einum nóg
høgum støði? Hvussu kunnu vit
eftirmeta góðskuna á arbeiðinum
hjá almennum og privatum
stovnum í landinum? Líkasum
við øllum øðrum tilfeingi, so er
góðskan á vitanararbeiðinum
avgerandi fyri virðið av úrslitin-
um. Skeiv vitan ger meira skaða
enn gagn.
Ulrich Beck, týskur sosiologur,
sigur í verkinum "Risiko Sam-
fundet", at vandin av nýggjari
tøkni mangan verður undir-
mettur, og hetta kemst millum
annað av búskaparligum áhuga-
málum:
"Nutidens læser tror ikke sine
egne øjne, når han læser om,
hvilke råd der i 1959 blev givet i
en officiel pjece, udgivet af den
[vest]tyske Forbundsregering om
`Hvordan man bør forholde sig
ved et luftangreb´ [...] `Et stærkt,
blændende lysglimt er det første
tegn på detonation af en
atomsprængladning. Den stærke
varmeudvikling kan forårsage
forbrændinger.:
Man bør straks søge dækning i
et jordhul, en grav eller en grøft!
Befinder man sig i et
transportmiddel, bør man
øjeblikkeligt dukke sig, så man
befinder sig under skudhøjde,
stoppe køretøjet, smide sig på
dets gulv og krumme sig
sammen, således at man
beskytter andsigt og hænder!
Hvis det er muligt, bør man
søge dækning under et tungt
bord, et skrivebord, et arbejds-
bord, en seng, eller et andet
møbel!" (donsk týðing, 1997: 80)
Fólk skulu ikki blíva so bangin,
at tey fara út á gøturnar at mót-
mæla ímóti kjarnorku. Tað kundi
fingið negativar búskaparligar
avleiðingar fyri samfelagið. Men
hvat við vandanum — risici —
av at hava kjarnorku? Tjernobyl
hevur víst okkum, hvat sum í
ringasta (kanska ikki ringasta)
føri kann henda, tá vanlukkan
hendir. Í tí sokallaða risiko-
samfelagnum noyðast politikarar
og serfrøðingar at spáa um
vandan av samfelagsbroytingum.
Hvat kann í ringasta føri henda í
framtíðini? Hvussu kunnu vit
fyribyrgja fyri vandanum? Og so
framvegis. Sostatt noyðist ein at
hugsa líka nógv fram í tíðina
sum at skoða aftur í søguna.
*
Ein trupulleiki í Føroyum í dag
sær út til at vera, at vit standa
við einum beini í tí gamla sam-
felagnum og hinum í tí sein-
modernaða vitanarsamfelagnum.
Harvið er ikki sagt, at alt gamalt
skal blakast av vegnum, sum um
talan var um deyðar leivdir av
eini farnari tíð. Tvørturímóti er
tað kanska okkara størsta styrki,
at vit ikki hava mist sambandið
við søguna. Tað er ein týðandi
partur av tí føroyska samleikan-
um.
Trupulleikin er heldur tann, at
vit gjarna vilja vera framkomin
demokratisk tjóð við øllum
nútímans hentleikum, samstundis
sum vit ræðast vandar og rák
uttan úr heimi. Til dømis arbeiða
nógvir útlendingar á føroyskum
virkjum: Hvussu ofta verða hesi
nevnd í samfelagskjakinum her
heima? Tá ið sjónvarpsrásin hjá
Føroya Tele fyri stuttum varð
stovnað, tosaðu fólk um porno-
grafiskt tilfar, ið sæst á nøkrum
útlendskum sjónvarpsrásum. Tað
er frálíkt, at vit fingu eitt kjak
um evnið og at Løgtingið tók tað
upp. Men pornografiskir filmar
hava verið í Føroyum líka so
leingi sum parabolirnar hava
verið í landinum, so tað er í
veruleikanum ikki nakað nýtt
fyribrigdi.
Stórur munur er á ættarliðun-
um í Føroyum, og tá tey ungu
einaferð taka yvir, so kann tað
vera, at vit sleppa av við ørkyml-
andi núverandi dupultspælið, har
ein letur eyguni aftur fyri øllum,
ein ikki ynskir at síggja. Polit-
iska klokkan úti í rúndina fer at
lenda aftur á klettunum úti í
Atlanshavi, og tey, ið eru upp-
vaksin aftaná kreppuárini, fara at
skipa okkara samfelag. Í staðin
fyri at blunda, tá ið dreyma-
myndir av Føroyalandi fara í
upploysn, so fara fólk vónandi at
royna at finna loysnir, sum tæna
øllum føroyingum. Nýggjar før-
oyskar loysnir í altjóðagjørdum
samfelag.
*
Samfelagið er í dag merkt av
óvissu um framtíðina. Moderni-
teturin hevur fingið nýtt skap, og
politikkurin flýtur á óstøðugum
bylgjum. Tá ið lokalsamfelagið
verður ávirkað av óstýrandi
globalum rákum so er tað ógvu-
liga ræðandi fyri nógv fólk.
Hvussu ávirkar alt tað nýggja og
fremmanda okkara samleika? Og
kenslan av at missa stýringina
yvir sínum egna umhvørvi kann
elva til ræðslu fyri øllum
fremmandum:
"Rädslan för främlingar,
stamstrider och exklusions-
politik har sitt ursprung i den
pågående polariseringen av
frihet och trygghet. Det beror
på att denna polariserin för
stora grupper av människor
leder till en växande vanmakt
och otrygghet som i praktiken
förhindrar vad den nya
individualismen hyllar i teorin
och lovar, men inte formår, att
levera: självkonstitueringens
och självhävdelsens genuina
och radikala frihet". (svensk
týðing, Bauman 2001: 119)
Aftaná búskaparkreppuna fyrst í
1990´unum broyttist nógv í før-
oyskum politikki, men tann veru-
liga uppgerðin er ongantíð kom-
in og kemur neyvan heldur. Tó
eru nógv bjørt framstig at hóma.
Tey, sum hava sitið í leiðandi
størvum og roynt at hildið yngru
kreftirnar úti, vikna nú og noyð-
ast at laga seg til tær nýggju
tíðirnar. Nýggj ættarlið koma til,
og tað er sum eitt frískt lot kem-
ur inn í stirnaða sjúka skipan,
har útbúgving og førleiki
stongdu hurðarnar, heldur enn at
lata tær upp fyri tær.
Framgongd í Føroyum - førleiki ella vinir
Føroyar broytast fyri hvønn dag.
Landið og samfelagið, mentanin og
málið. Føroyska metamorfosan er eitt
sindur ræðandi, og tó ikki. Hvar
gongur leiðin? Hvussu ynskja vit, at
samfelag okkara skal síggja út? Hvør
hevur valdið í landinum? Í framtíðini
fara fólk at tosa um, hvat sum veruliga
hevði týdning í 2000 og hvat, ið
beinanvegin varð gloymt. Hvat sum
verður standandi í Søguni vita vit ikki
nú. Tað má tíðin vísa
C
M
Y
K
35
34