leygardagur 12. apríl 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 12. apríl 2003
37
10
Sosialurin Nr. 72 -12. apríl 2003
Nú lembingin næstan er byrjað
har heima, og páskaliljurnar
allarhelst fara at hyggja sær
undan fyrsta dagin, liggur
Boston enn undir í kava. Í fjør
summar, áðrenn leiðin gekk
yvir Atlantshavið minnist eg, at
eg fekk ávaringar um, at veðrið
ikki altíð er av tí besta í
Boston, men sum føroyingur
tekur man ikki tílíkt so tungt.
Vit eru von við lúnafullar
veðurgudar, og tað mann ikki
vera nógv, ið er verri enn
gerandisveður í Føroyum. Men
nú eitt ár skjótt er farið, havi eg
sanniliga lært, hvat meint var
við. At tað vóru 35 hitastig hin
dagin eg trein úr flogfarinum er
eitt, men hesir síðstu
mánaðirnir hava sanniliga sett
heimabundnu húgvuna á eina
roynd. 20-25 kuldastig hava
ikki verið óvanlig, og enn eru
vit ikki komin upp um gylta
markið millum kulda- og hita-
stig. Mars mánaði hálvgum
lovaði okkum, at nú var tað
heilt skjótt, tað lá líkasum í
luftini, at við einum sindri av
tolsemi fór at vera sloppið, men
enn hevur tað so verið ov
tíðliga at goymt vetrarklæðini
burtur fyri hesuferð.
Eg leitaði mær suðureftir í
nakrar dagar nú herfyri...
gamaní var tað ikki tann langi
teinurin, men tað gjørdi allan
munin kortini. New York má
vera ein býur í einari ligu fyri
seg sjálvan. Lívið í New York
hevur altíð gingið sína heilt
egnu gongd. Hóast ein hevur
hoyrt um og sæð býin óteljandi
ferðir í filmum, skilir ein hann
ikki, fyrr enn ein hevur
upplivað hann; og sjálvt tá eru
nógv, ið standa spyrjandi.
Longu á veg inn í býin byrjar
ein at kenna ymiskt aftur -
Brooklyn bridge, háhúsini á
Manhattan, Times Square. Men
tað, ið situr eftir er ikki, hvussu
risastórt alt er, men meira sjálvt
lívið, ið dagliga gongur sína
gongd í býnum. Manhattan
tykist at draga fólk úr øllum
ættum, ið liva við adrenalini í
blóðinum, og sum stórtrívast í
øllum rokinum.
Newyorkbúgvar tykjast flyta
seg skjótari enn nakað annað
fólk á klótini. Ongin leggur
fingrarnar ímillum, øll hava
eina meining um alt, og øll
mugu tey royna at klára seg
sum frægast millum hinar 8
milliónirnar.
Men hóast New York býur og
hansara innføddu eftir øllum at
døma seta eina æru í ikki at
lata seg ávirka av nøkrum
uttanifrá, so sluppu vit heldur
ikki heilt undan krígnum her.
At síggja alvápnaðar hermenn
og politistar við skarptløddum
riflum á øðrum hvørjum
gøtuhorni var satt at siga eitt
sindur ræðandi. Trygdartiltøk
kann eg venja meg við, at tøma
lummarnar fyri smápening
hvørja ferð eg skal inn á eitt
bókasavn ella eina
stjórnarskrivstovu fyri at sleppa
undan "BIIP BIIP BIIP" verður
skjótt gerandiskostur, men
alvápnaðar menn í gøtunum
trúgvi eg neyvan eg nakrantíð
fari at ganga framvið uttan at
blunka. Hóast kríggið er veru-
leiki, tykist tað innast inni at
vera ein veruleiki, ið onkur
annar hevur at dragast við. Tað
eigur líkasum ikki at nerva
gerandisdagin her yviri
stórvegis, men trygdartiltøkini
siga nakað annað.
Lungnasjúkan SARS hevur
eisini givið amerikumonnum
okkurt annað at hugsa um í
hesum krígstíðum. Í fjølmiðl-
unum megnar hon meira enn so
at stjala nøkur sekund her og
ein minutt har frá frásagnunum
úr Irak. Higartil eru yvir 100
"møguligir" tilburðir staðfestir í
USA, og í Boston eru 6 fólk
vorðin sjúk. Hóast sagt verður,
at vandin fyri at vera smittaður
er ovurhonds lítil, eru serliga
kinesisku økini í stórbýunum í
USA, "Chinatown", farin at
merkja avleiðingarnar av sjúk-
uni. Ikki so, at fólk eru farin at
leggjast sjúk í stórum tali, men
ymsar leysasøgur hava gingið
um at fleiri tilburðir eru stað-
festir í Chinatown í Boston og í
New York, og hetta ávirkar
handilslívið. Hesi økini, har
kinesarar og onnur fólk úr
landssynningsásiu búleikast,
hava eitt heldur sermerkt
handilslív, ið møguliga minnir
um heimlondini í Asia. Nógvar
mat-stovur, gøtusølumenn á
gongubreytunum, og uttandura-
marknaðir við alskyns vøru,
grønmeti, fiski, og flogfenaði,
geva eitt serliga dynamiskt
umhvørvi, og hetta hevur eisini
gjørt økini til stór ferða-
vinnuøki. Nú óttin fyri SARS
eisini er farin at gera um seg
her í ávísan mun hevur vinnan í
Chinatown fingið eitt skot fyri
bógvin. Apotekini hava úr at
gera við at selja maskur og
ymiskar vørur at styrkja
immunverjuna, men flest aðrir
handlar í økinum liggja tómir.
Fólk, ið búgva í økinum halda
seg við hús, og tey, ið búgva
uttanfyri halda seg burtur og
eru farin aðrastaðni at eta og at
keypa inn. Tað tykist, sum
hevur longdi veturin fingið ein
symbolskan týdning. Nú fara
vit skjótt at ótolnast eftir ljósari
tíðum, bæði so og so.
Mót ljósari tíðum?
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Bartal N. Poulsen, Boston, bartal@mit.edu
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Bjarni Mohr,
útvarpsmaður
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Nei.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Nei.
Syngur tú undir brúsuni?
– Nei, men eg plagi at royna at
floyta, men tað er nokk so torført
við øllum vatninum
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Nei.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Nógv.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Tað er torført at siga. Fyri
einum 3-4 árum síðani vóru
nakrar 400 fløgur í savninum,
men eg havi ikki talt tær síðani.
Hvat er tín yndisfløga?
– »This Is My Trouth, Tell Me
Yours« hjá Manic Street
Preachers.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– »Greatest Hits« hjá Eilert
Pilarm (ein av teimum mongu,
sum roynir at liva lívið hjá Elvis
umaftur).
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– »På stormfulle hav« hjá
Venneslattrioen.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Tað eru fleiri pínligar, men eg
kann ikki seta navn á, hvør tann
mest pínliga er.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– »Fagra Blóma« hjá Pól F.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Tað veldst um, hvussu lagið er
júst ta einstøku løtuna, men
Sting plagar at virka.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Creed ella Metallica (HART
frá).
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Kvøðuljómaslagararnir.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– »Disco Inferno« hjá The
Trammps.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– »Moonlight Shadow« hjá
Maggie Reilly/Mike Oldfield.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– »Nærri mín Guð til tín«.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Bjørn Afzelius á Jazzfesti-
valinum í Norðurlandahúsinum,
august í 1990.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– John Williams, sum millum
annað hevur gjørt tónleik til
»Schindlers List« og »Star
Wars«.
Heilsøla & Maskinur
O.K. HEILSØLA & MASKINUR
FO-430 Hvalvík
Handilin á Kajuni
Annars hava vit eisini:
Amboð - Ellutir - Termo Ketildraktir
Sjónvarp - Video - Ymiskar lampur
STØKK INN Á GÓLVIÐ
OG SÍGGJ OKKARA STÒR ÚRVAL
TILBOÐ
TILBOÐ
Í viku 15-16
ALLAR LEIKUR
-15%
Skógvar
-30%
(ikki trygdarskógvar)
PÁSKA ÚTSØLAN
hjá Berg Motors er byrjað
BERG MOTORS
Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35
Nøkur
dømi
MAZDA 323
fyrr 162.700
142.700,-
AVSLÁTTUR
20.000
Prísur nú
MAZDA 626
Diesel
fyrr 235.700
215.700,-
AVSLÁTTUR
20.000
Prísur nú
MAZDA 323
GLX 1,6
v/ aircon.
fyrr 201.700
176.700,-
AVSLÁTTUR
25.000
Prísur nú
MAZDA MPV
7 persónar
fyrr 254.700
229.700,-
AVSLÁTTUR
25.000
Prísur nú
MAZDA B2500
4x4 Diesel
v/ baksetur
fyrr 281.700
251.700,-
AVSLÁTTUR
30.000
Prísur nú
MAZDA PREMACY
LX Diesel
fyrr 218.700
183.700,-
AVSLÁTTUR
35.000
Prísur nú
Annars
verða
allir
nýggir
Mazda
bilar
seldir við
kr. 10.000
í avsláttri
til páskar
Páska-
útsølan
hjá
Berg Motors
fevnir
eisini um
brúktar
bilar
Avsláttur
upp til
30.000,-
Vegna útlendskar seljarar, hava
vit hesar hekkutrolarar til sølu
FST 323
FST 324
Slag
: Frystitrolari
Slag
: Frystitrolari
Bygdur
: 1988 í Danmark
Bygdur
: 1988 í Danmark
Klassi
: DNV +1A1 , 1B
Klassi
: DNV +1A1 , 1B
Tonnaga
: BT 209 NT 62
Tonnaga
: 120 BT
Stødd
: 23.9 m loa x 7.14 m br.
Stødd
: 22.21m loa x 7.20 m br
Hv.maskina : 850 HK Man B& W
Hv.maskina
: 875 Caterpillar
Trolspøl
: 2 x 12 tons
Trolspøl
: 2 x 12 tons
Lastarúmd
: 90 cbm
Lastarúmd
: 50 cbm
Skipini eru í sera góðum standi.
FST 332
Slag
: Frystitrolari
Bygdur
: 1988, Noregi
Klassi
: DNV + 1A1
Tonnaga
: BT 631 NT 189
Stødd
: 38.45 m loa x 9.60 m br. x 4.43 d
Hv.maskina :Wartsila Vasa 1320 HK
Trolspøl
: 2 x 19 ts Brattvåg
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til :
Niels Finsensgøta 23 · Box 1252 · FO 110 Tórshavn
Tlf. 31 85 31 · Fax. 31 93 69 · e-mail: torship@post.olivant.fo
www.torship.fo
Vit hava annars stórt úrval av skipum til sølu.
C
M
Y
K
37
36