Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 68 — 7. apríl 1992 Millum 70 og 80 fólk úr Vágum vóru sunnumorgunin mott á Ovragjógv fyri at vera við í mótmælinum. Í gjár skuldi leiðin ganga til Havnar har tey í lógtinginum skuldu gera vart við sína misnøgd Vit vilja bert gera vart vid ótolandi umstødur -Hvat líkist tað, at fólk standa á bryggjuni i Vestmanna í tríggjar tímar og bíða eftir at sleppa um sundið. Fólk, sum mótmæla, at undirsjóvartunnilin verður gjørdur, vita ikki hvat tey tosa um, sigur Hjalmar Reynstind. Hann er ein av stigtakarunum til, at vágafólk nú gera vart við seg Við ultakinum hjá vága fólki sunnumorgunin vildu tey gera vart við tvinni mál. Tey vildu gera vart við, at ferðusambandið um sundið er ótíðarhóskandi, og vilja ti hava ein tunnil undir Vestmannasund. Haraftrat vilja tey mót- mæla møguligu ætlanun- um um at skerja siglingina hjá Sam. Ein av stigtakarunum har vesturi er Hjalmar Reyns- tind. Hann sigur, at tá fólk uttan fyri Vágoynna mót- mæla, at farið verður undir undirsjóvartunnilin, vita tey ikki hvat tey tosa um. Hann vísir á, at mangan mugu fólk bíða leingi fyri at sleppa við ferjuni. Flogrutan hevur, eins og postbilurin, framíhjárætt. Koma tveir flogbussar við ferjuni, er lítið pláss fyri ðrum. Hetta er ein stórur trupulleiki, og hann verður enn størri í summar, tá * flogrutan skal ikki færri enn átta ferðir um sundið. Hjalmar Reynstind vísir á, at ein fríggjadag herfyri veit hann um fólk, sum bíðaðu í tíggjar tímar á bryggjuni í Vestmanna fyri at sleppa yvirum, og tað heldur hann líkist ongum. Hendan dagin stóðu 75 bilar og bíðaðu eftir ferjuni. Ein av túrunum hendan dagin vóru eisini bussar við, so ein túr tók hon bert fýra bilar um- framt. Hjalmar Reynstind leggur dent á, at tað eru ikki bert vágafólk, sum brúka sambandið um Vest- mannasund. Flogvøllurin er har vesturi, so hetta samband er fyri allar føroyingar. Sam skerjast enn meira Likt er til, at tåratalid hjå Sam verdur skert enn meira, og tað vilja vága- fólk ikki finna seg í. Hjalmar Reynsund sigur, at hesum vilja vágafólk eisini mótmæla tí ringt er sum er. -Vit hava frætt, at bæði fyrsti og seinasti túrur hvønn dagin skal strikast, og verður hetta veruleiki verður tað eitt stórt aftur- stig fyri tey, sum ferðast til og úr Vágum. Umframt mótmælistil- takið umborð á Sam Sunnumorgunin var eisini ætlanin at koma til Havnar í gjár. Har skuldu vágafólk móta upp í løgtinginum, tå uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø, um at útseta undirsjóvartunnilin, kom til vidgerdar. tór.- Vágafólk vilja heldur koyra undir sundinum heldur enn at sigla á tí Myndir: Jens Kr. Vang