Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 7. apríl 1992 tíðindablaðið Svend Aage Ellefsen, landsstýrismaður: Ikki óhugsandi at skerja Sam Landsstýrismaðurin í sam- ferðaslumálum, Svend Aage Ellefsen dylur íkki fyri, at talan kann vera um at skerja túratalið hjá Sam. Hann sigur, at Strand- ferðslan hevur gjørt eitt uppskot um hvussu fræg- ast er at spara innan strandfaraskipini, og her er eisini Sam uppi í. Skotið verður upp, at skerja tveir túrur hvønn dag. Í hesum ætlanum er eisini at skerja suðuroyarsiglingina. Landsstýrismaðurin sig- ur, at vit hava ikki ráð til eitt útreiðslustóði, sum er í hægra lagi, og tí má sig- lingin hjá Sam eisini vurderast eins og hjá ødrum strandfaraskipum. Um tad visir seg, at pengar eru at spara vid at strika -Eg eri keddur av ti, men eg kann ikki gera vid tad at tåratalid møguliga verður skert, tykist Karmal Olsen, skipari å Sam, at siga vid vágafólk lårar, er neyvan annar møguleiki, sigur Svend Aage Ellefsen, og leggur aftrat, at rakstrarúrslitið er tað avgerandi. tór.- Folk kunnu nú aftur siga sína hugsan um Sund Býráðið í Havn samtykti í farnu viku at broyta ásetingarnar fyri økid á Sundi. Landsstýrið hevur ikki góðkent alla ætlanina fyri Sund sum Ídnaðargki, og tí er neyðugt enn einaferð at leggja málið fram til ummælis, solieðis at tað kann vera góðkent. Spurningurin um at broyta ásetingarnar fyri gkið skal liggja frammi í tríggjar mánaðir, og tá hendan tíðin er farin, skuldi verið greitt at fari í gongd við ídnaðarútbygging har. Poul Michelsen, býráðs- formaður sigur, at ávísar ætlanir eru um virksemi á Sundi, men hvgrjar ætlan- inar eru, vil hann enn ikki siga. Heldur ikki hvor møguliga luttøka býráðsins verður. tór.- Síða 7 1€ Jústinus Eidesgaard, blaðmaður ' K y i skrivar. 3 4 í NÚ meðan skattainnigkan hjá landskassanum svíkir álvarsliga og búskaparkreppan enn ikki tykist at vera komin í hæddina, so veksur misnýtslan av rúsevnum samstundis. Ikki bert rúsdrekka, men eisini narkotisk evnir, serliga hash, eisini kokain, speed og sterkur nervaheilivágur. Hetta evnið fekk blaðrúmd í seinastu viku. TAÐ er ikki nakað nýtt, at føroyingar hava roykt hash og nýtt lættari narkotisk evnir. Føroyska samfelagdi er ein spegilsmynd av samfeløgunum å meginlandinum, bert í lítlingastødd. Tí hava vit ofta lyndi at káva útyvir. "Tílíkt hendir ikki í Føroyum.” "Hatta gera tey bara í Keypmannahavn" o.s.v. Hash kom til Føroyar saman við blémubarnabylgjuni seinast i sekstiårunum og í sjeytiárunum fóru ungir føroyingar rættiliga at roykja hash. Ongar kanningar eru gjørdar av hvussu nógv rúseitur føroyingar nýta. Her hugsi eg ikki um nervaheilivágin, men tey ólóg- ligu evnini, hash, kokain, speed o.s.v. Men tað er Ongin 1vi um, at var tað gjørligt at gjørt eina tílíka kanning, so hevdi hon sagt, at eins stórur prosent- partur av føroyingum eru misnýtarar, sum í teimum londum, sum vit plaga at samanbera okkum við OG hetta eru ikki bara leysir "pástandir", tí uppí móti einum tridingi av teimum sum leita sær hjálp á Heilbrigdi og eisini fólk sum koma á Blá Kross og á psykiatrisku deild á landsjúkrahúsinum, hava nýtt hash í mong ár saman við nervaheilivági. Og eru vorðin bundin sálarliga av hesum evni. Í roynd og veru eru hesi menniskju nógv verri fyri enn vanligu drykkjumennirnir VIT eiga bert hagtøl fyri hvussu nógv hash toll- valdið leggur hald á. Hvussu nógv verður innflutt, tað veit ongin, men hash kann keypast hvønn einasta dag i hgvuðsstaðnum. Og bladung fólk gerast sålar- liga bundin av evninum. Ti ber ikki til longur at kåva utyvir og siga: "Hendan trupuleika hava vit ikki i Føroyum” NÚ til eitt, eitt sindur lættari evni. Í seinastu viku var ein frísk mótasýning í SMS. Her kundu áskoðararnir síggja vakrar ungar kvinnur sýna fram tað seinasta innan undirklæðamótan. Hetta var ein 'professionell" framsýning, sum livgar upp í gerandisdegnum. Kvinnurnar vóru frekt ílætnar og dugdu væl at sýna fram vørurnar. Og tað fløvar, at síggja hálvnaknar kvinnur alment í fundamentalis- tíska landinum Føroyar, har borgarin við lóg verður hildin á sidvenjunnar rætta vegi. Føroya Løgting hevur bannað "Ugens Rapport" og ødrum útlendskum lættisoppablødum, sum erta fólksins moral. FØROYSKA samfelagið er fjølbroytt og herligt. Tí meðan tann sokallaða bleyta pornoin er bannað, so kunnu tey, sum hava ognað sær eina parabolantennu, síggja reinar pornofilmar. Hvert miku -og leygar- kvøld, tá klokkan hevur sligið tólv, tá sendur Filmnet "saftigar" filmar beinleiðis inní stovuna Osensurerað, uttanum filmseftirlit, og uttanum tey sum vilja verja okkum móti ólevnaði. Løgtingsløgin móti sidleysum lesnadi saman við lógini um Filmseftirlitið, er eitt dygt herðaklapp til ófullkomileikan hjá okkara politikkarum, sum smíða lógirnar. Tí skulu vit verjast móti sidloysinum uttan úr heimi, so má hvør einasti parabolur í landinum bannast við lóg. Ber hetta íkki til, so er ongin orsøk til at hava nakra lóg um pornografiskt tilfar. Hálvar loysnir, tað eiga vit nóg mikið av