mikudagur 8. apríl 1992síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður
brødralag
Nr. 69 * mikudagur 8. april 1992
Ein 37 ára gamal maður doyði
mánadagin í arbeiðsvanlukku
á Argjum
Eingin veit rættiliga, hvat
hendi, tá ein maður mána-
dagin seinnapartin doyði í
einum arbeiðsvanlukku á
Argjum mánadagin.
Maðurin koyrdi lastbil og
arbeiddi henda dagin í
nýggju útstykkingini á
Hamri á Arjum.
Fólk hava sæð bilin har
umnleið kl. hålvgum fýra,
tá hann fekst við at taka ein
konteynara av bilinum. Ein
tíma seinni stóð bilurin í
sama stað sambært arbeiðs-
fólki, ið vóru nakað frá.
Klokkan 17.20 kom ein
maður, sum gekk sær ein
tår, til bilin, og sá lastbilfør-
aran við bilin. Maðurin var
lívleysur. Hann lá ímillum
sjálvan bilin og lastina, sum
ikki var komin niðurat aft-
ur. Lastbilurin stóð í tóm-
gongd.
Boð vórðu beinanvegin
eftir sjúkrabili og
hjálparfólki, men maðurin
var deyður
Í gjár visti politiið enn
ikki, um maðurin kann hava
verið fyri óhappi av bili-
num, ella hvgr onnur orsøk
kann hava verið til vanlukk-
una. Bilurin hevði einki
sjónligt brek, men hann
verður kannaður.
Maðurin var tann 37 ára
gamli Hans Sivertsen, sum
búði á Argjum. Hann var
familjumaður.
send
randi
Ikki bangin
fyri at verða
flongdur
Birgir Danielsen, fólksflokstingmaður var hin fyrsti
at atkvøda fyri at steðga undirsjóvartunnlinum.
Eitt greitt brot á avtalur, og tað skal fáa fylgjur,
siga partamenn hansara. Sjálvur sigur Birgir Daniel-
sen seg ikki óttast fyri at fáa homlubandið frá parta-
monnunum.
-At hetta skal fåa fylgjur kann eg als ikki hugsa
mær, sigur hann.
Spurdur um hvussu hann fer at atkvøda, kemur eitt
uppskot frá landsstýrinum at gera undirsjóvartunnil
sigur Birgir Danielsen, at tað kann hann ikki forða
landsstýrinum í, men umstødurnar skulu broytast
nógv fyri at hann kann atkvøda fyri.
Lesið annars um seinasta í málinum um undirsjóv-
artunnilin á 6. blaðsíðu
-Hetta var tað, sum eyðkendi aðalfundin hjá Føroya Heima-
hjálparafelag seinasta leygardag. Klandur m.a. tí at semja
ikki kundi fåast um, hvør skuldi vera fundarstjóri - og fusk, tí
tá atkvóðast skuldi um útliman úr FA komu fleiri atkvødu-
seðlar innaftur, enn býtir vóru út. Úrslitið av hesum rok-
mikla fundi var, at øll nevndin varð skift út - og FH verður
= verandi í FA.
Síða 10
Óll vilja hava arbeiði: —
10Ur-
Sida 3
ringdur
reiðari
-Tað er ikki serliga hugaligt at skula
vísa frá sær sera dugnaligum og roynd-
um monnum, sum ikki hava verið at
fingið hendur á fyrr, nú teir dagliga
ringja og biða um tjans sigur D. P.
Danielsen, reiðari á rækjutrolaranum
Hvítanesi. Hann heldur stóðuna vera
nógv verri, enn alment kemur fram
Enn fleiri arbeidsleys
Talið á arbeiðsleysum setur aftur met. Almannastovan rindaði
4,6 milliónir í síðsta mánað
Talið á arbeiðsleysum
veksur alsamt. Almanna-
stovan rindaði 4,6 milli-
ónir í forsorgarhjålp í sam-
band við arbeiðsloysi til
835 fólk í mars mánað. So
mong hava ikki áður fingið
hjálp vegna arbeiðsloysi.
Heldur íkki hevur Al-
mannastovan rindað so
nógv út sum síðsta mánað.
Tað er serliga talið á
arbeiðsleysum monnum,
sum er vaksið. I februar
rindaði Almannastovan
arbeiðsloysisstuðul ul 386
kvinnur og 391 menn. Í
síðsta mánað til 383 kvinn-
ur og 452 menn.
Arbeiðsloysið er vaksið
alla staðni í Føroyum uttan
í Norðoyggjum. Har vóru
16 færri arbeiðsleys í mars
í mun til í februar. Størsti
vøksturin íarbeiðsloysinum
er í Suðuroy, har 206 fingu
arbeiðsloysisstuðul í mars
í mun til 180 í februar.
Meira enn helmingurin
av teimum, sum fingu
arbeidsloysisstudul frá Al-
mannastovuni, eru millum
18 og 34 år.
Tølini fyri Havnini eru
ikki uppi í hesum yvirlit;
tor.-