Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgðarblaðstjóri. Jan Møller Blaðfólk: Randi Jøcobsen - Tórfinn Smith Útgevari; Fyritaksstjåri: Krisjan Dai Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Grov ákæra AFTANA at hava lisið hasa greinina í Dimmalættingini í gjár, stendur okkum greitt, at tingmaður sam- bandsfloksins í Suðurstreymi, Finn bogi Arge, er ikki tann heiðurligi og ærligi tingmaðurin, hann so fegin vil gera seg til ella vil vera. Mong vóru tey, sum vórðu illa við, tá hes- in maður undan seinasta løgtings- vali fyrst royndi at koma á listan hjá fólkaflokkinum, men tá hetta ikki bar til, tá at fara yvir í sambands- flokkin. Spurt varð, hvat tað er fyri ein maður, sum frá degi til annan vendir fólkaflokshugsjónum sínum bakið og gerst sambandsmaður! Tað kundi verið mangt at viðmerkt í hesum sambandi, men lat tað fara. Maðurin er tó so frægur, at hann hevur tikið eina støðu — um enn nýggja. TAÐ sær tó ikki mætari út enn at henda sambandska kometin roynir at finna sær eitt stødi í politikki við at eftirlíkna skrivingini hjá Óla Breckmann. Annað kunnu vit ikki koma til, soleiðis sum hann málber seg í eini grein í Dimmalætting í gjár, ein grein, sum í veruleikanum er ein so grov útspilling av einum av okkara journalistisku medarbeiðar- um, at hon skal ikki fara aftur við borðinum her. Annars mann Sjúrð- ur Skaale, sum talan er um, nokk duga at svara fyri seg. Vit skulu í hesum sambandi vísa til svar hans- ara til Skak-Nielsen í blaðnum í dag. FH Sosískurin Uppseting: Pit Sosiefurin Prant: Pit Prossen 1981 Yøleton: Bústaður: Argjavegi 28 — Postsdrasss: Postsmugu 74 110 Térsharen "172 Argjum 1132 Telafúx: sum er bæði sidiligt og sakligt, meira enn sigast kann um umrødda tingmann, sum við foldaðum hond- um á stórari mynd roynir at fyri gykla fólki, at her situr rættvísin sjálv. FINNBOGI Arge skrivar í niður støðu síni »at Sosialurin legði sin egna politikk í munnin á danska bú skaparfrødinginum«. Og her sipar hann til reportasjuna, sum Sjúrður Skaale gjørdi i Keypmannahavn, har Skak-Nielsen helt fyrilestur og luttók í orðaskifti um búskaparligu støðuna i Føroyum. Tingmaðurin kann brúka síðu upp og síðu niður at vera ósamdur við Sosialin, tað er jú partur av hansara politikki. Lat tað fara. Men at fara í tann breck- mannska leypin og skriva so niður- setandi um ein annan sera heiður- ligan og sakligan tíðindamann sum Sjúrð Skaale, er okkum ovboðið. Vit á blaðnum hava bert havt sera góðar royndir av hesum manni. Hann hevur so heldur ikki verið bangin fyri — í Sosialinum — undir fullum navni at finnast at javnaðar- flokkinum. So nú at leggja hann undir at gera bílagt politiskt og manipulerandi arbeiði fyri Sosialin er ein sera, sera grov ákæra og sømir seg ikki einum fólkavaldum tingmanni. SAMBANDSTINGMAÐURIN lang- ar eisini út eftir buskaparfrødingin- um Sigurdi Poulsen, tí hesin hevur loyvt sær at hava eina meining um EF, og tí hann sum landsbankastjóri hevur svarað spurningum, sum Sosialurin hevur sett honum. Er tað berufsverbot, hesin tingmaður sam bandsfloksins dyrgir eftir, tá hann á manipulerandi hátt roynir at leggja landsbankastjóran røkja sítt arbeiði, tí onkur av hans- ara sjónarmiðum kanska eru í sam- svari við javnaðarpolitikk! undir at mis TÚ átti heldur sakliga at vidgjørt tey sjónarmiðini, sum landsbanka- stjórin leggur fram, har var so mangt at gera viðmerkingar til — men tú velur — júst á sama hátt sum ein ávísur demagogur fólka- floksins gjøgnum øll hesi seinastu árini — at pilka ávísar setningar út, sum skulu prógva, at landsbanka- stjórin er kastiblgka hjá einum politiskum áhugabólki. Hetta er sera grov ákæra, og hon er tær til lítlan sóma, um ynski títt veruliga er eitt opið og ærligt orðaskifti um dagsins mál. ØLL menniskju og eisini blød hava síni lýti. Eisini Sosialurin og tey fólk, her arbeiða. Men tá vit brúka tíð og orku at fáa ymsar meiningar fram um verandi buskaparstøduna í land- inum, eitt nú við at senda fólk á fund við Skak-Nielsen (sum einki annað blað gjørdi) og at gera sam- rødu við landsbankastjóran, so er tað nógv fyri at fáa skotið í skógvar- nar frá einum av nýggju tingmonn- um sambandsfloksins, at talan er um bilagdar og manipulerandi greinar SAMANUMTIKIÐ meta vit um- røddu greinar at vera eitt týðandi íkast til tað so neyðuga kjakið um búskaparligu støðuna í samfelag- num — eisini eitt gott íkast til tað orðaskifti, sum Finnbogi Arge ynsk- ir at taka lut í ávikavist á tingi og í blaði sínum. Men fyritreytin fyri at kunna viðgera hesi viðurskifti er, at ein hevur virðing hver fyri øðrum. At Sosialurin hevur loyvt sær i oddagrein at gita um politisku fram- tíð Finnboga Arge, mugu vit hava loyvi til. Vit hava hvorki meira ella minni virðing fyri honum av teirri orsøk. Men tá hesin tingmaður brúkar síðu upp og síðu niður í Dimmalættingini til at mistonkja ávísan journalist fyri at gera eitt bí- lagt arbeiði fyri at hóva ávísum so- sialistiskum endamålum, so kann hetta ikki standa ósvarað. MAN tað veruliga vera so, at hesin tingmaður bevist roynir at snara øll- um fyri á tann hátt at seta seg sjálv- an í fokus! Um so er, tá var tað bet- ur Ogjørt. Ti hatta er eingin góð re- klama, harra tingmaður — hverki fyri teg sjálvan, tín flokk, blað títt ella tað íkast, sum tit vilja geva til almenna orðaskiftið, ið alt hetta mál í veruleikanum snýr seg um. við- Skak-Nielsen og skatturin Erik Skak-Nielsen finst í Sosialinum hósdagin at yvirskriftini til frásegn- ina, Sosialurin hevði frá fyrilestri hansara i Samuelskirkjuni i Keyp- mannahavn 20. mars. Hann sigur, at »referat- et er í alt væsentligt kor- rekt«, men at »der ikke i det jeg sagde på mødet er dækning for den over- skrift, De har givet artikl- en: »Op med skatterne«, og »Skatteprocenten må sættes op, hvis Færøerne skal have nogen mulighed for at komme ud af krisen«. Privata nytslan minkast Tað var undirritaði, sum gjørdi frásegnina fyri Sosialin. Og eftir at hava lurtað eftir upptekuni, før- oyska nærvarpið í Keyp- mannahavn gjørdi av øll- um fundinum, má eg við- ganga, at Skak-Nielsen ongantíð beinleiðis mælti til, at skattaprocentið verður sett upp. Orsekin til at yvirskrift- in til frásegnina kortiin var »upp við skattinum« er, at niðursteðan av nógvum av tí, hann segði, illa kann vera onnur enn, at hann vildi hava skattin upp. Eg skal her endurgeva tvey brot úr upptekuni hjá nærvarpinum, sum vísa hetta: Skak Nielsen legði fleiri ferðir dent á, at privata nýtslan má tálmast. Hann segði m.a.: „Hvis der skal være plads til sterre invester- merkingar inger fremover — og det skal der, fordi de er í hvert fald í den private sektor meget langt nede — sá vil det være nødvendigt i en årrække at have et betydeligt overskud på betalingsbalancen, såled- es at udlandsgælden kan nedbringes. Og den eneste måde dette kan ske på, er ved en reduktion af det private forbrug, og at man herigennem skaber plads til de nødvendige in- vesteringer«. Skak-Nielsen sigur sjálvur her í blaðnum hós- dagin, at landsstýrið ant- in kann minka um privatu nýtsluna við at seta skatt- in upp, ella við at fast- frysta lenirnar. Skattastødid ikki høgt Skak-Nielsen segði sum sagt ikki beinleidis å fund- inum, hvønn av hesum hættum hann vildi mæla til, at landsstyrid brukar til at minka um privatu nytsluna. Men tå hann tosadi um vandan fyri, at landsstýrið ikki fer at klåra at loysa trupulleik- arnar, segði hann: »Man (t.e. Føroyar) ba- lancerer på en knivsæg. Det er en meget vanskelig balancegang. Så hvorden det går. . . ja, jeg håber da så sandelig at det lykkes at få enderne til at mødes. Og stadigvæk så må man jo sige, at skatteniveauet på Færøerne er jo ikke så voldsomt højt. Det er jo lavere end i Danmark«. Hetta bendir jú greitt á, hvat Skak-Nielsen vildi mælt til at gjert. Og tað var m.a. hetta, sum var or- sekin til, at frásegnin fekk ta yvirskrift, hon fekk. Men var tað ein mis- skiljing, vil eg biða Skak- Nielsen umbera tað. Sjúrður Skaale